Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-10-16, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. oktober 1998síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 196 — 16. OKTOBER 1998 ÍTR t íðindablaðið SLSZlU ÓTTUR sosialurin, box 76, 110 torshavn - tlf 31 18 20 - fax 31 47-20- teldupost til ítróttin: emil Csosialurin.fo 21 Lesið eisini | ítróttin á Internetinum ———————————8—"—8m= > www.sosialurin.fo Skotar stóðu fyri skotum Fótbóltur: Føroyska legan hevði ilt við at gleðast yvir tepra tapið, men iðraði seg heldur um, at virðingin fyri skotunum hevði verið alt ov stór í fyrra umfarinum Munurin á teimum stóru fótbólts- tjóðunum í Europa, sum hava eina rúgvu av fulltíðar yrkisspælarum at velja ímillum, og teimum smáu, sum manna síni lið við amatørum og sum til fyri stuttum hava verið mett at vera kan6nfødi og sum oftast hava tapt við nógvum mál- um, minkar stútt og støðugt. Tað vísa úrslitini í nýggju EM-undan- kappingini, og fyri føroyingar er tað hugaligt at staðfesta, at okk- ara landslið eigur part í menn- ingini. Tað eru ikki so mong ár síðani, at tað aftur og aftur varð staðfest, at vit vóru við fyri at læra, og at øll úrslit, sum vístu tap minni enn 4-0, vóru at gleðast um. Síggja vit burtur frá kiksinum í Estlandi fyri góðum fýra mánað- um síðani, so stuðlar úrtgkan í hinum fýra dystunum undir stað- festingina av, at vit eru uppií: Bosnia-Føroyar 1-0, Føroyar- Kekkia 0-1, Litava-Føroyar 0-0 og Skotland-Føroyar 2-1. Fyra dystir og målmunurin er 1-4. Tad hevdi verid mett at vera veldugt, tå Før- oyar fyri fýra árum síðani vóru í Glasgow og taptu 5-1. Men tað sigur seg sjálvt, at tá úrslitini eru av hesum slagi, og tapini aftur og aftur eru so tepur, sum tað ber til, so er tað væl skilj- andi, at spælarar, venjari, tey, sum eru kring landsliðið og í FSF, teir átta hundrað føroyingarnir, sum vóru í Aberdeen, og tann fjøldin av føroyingum frammanfyri sjón- varpid heima å landi — ivaleyst stórri brotpartur av samlaða fólka- talinum, enn tað nakra aðra staðni í heiminum er ið hyggur at fótbólti — sita við blandaðum kenslum eftir tepra tapið móti Skotlandi. At tapa 1-2 móti Colin Hendry, Billy Dodds, Alan Johnston og hvat skotarnir undir leiðslu av í Bretlandi og kring allan fótbólts- heimin sera kenda Craig Brown, er einki at siga til. Men alíkavæl iðra føroyingar seg um, at tað ikki eydnaðist hós- náttina klokkan eitt korter til trý at lætta úr floghavnini í Edinburgh við einum stigi — í hvussu so er! Tí sannleikin er, at føroyingarnir høvdu dygdirnar til at taka stig frá skotum. At tað ikki eydnaðist kunnu okkara spælarar bara takka sær sjálvum fyri. Í 2. hálvleiki var avrikid tað besta á longu lands- liðsferðini. Tá settu føroyingarnir so avgjørt dám á fótbóltsspælið. Eftiransingarnar vóru tættar og sannførandi, taklingarnar vóru av- gjørdar, og tá føroyingarnir høvdu vunnið bóltin, varð hann ikki tveittur burtur. Í staðin vóru før- oyingarnir kaldir, bólthaldarin tordi at hyggja seg um og taka stóðu til, um hann skuldi draga sjálvur, ella um hann skuldi senda til ein av fleiri viðspælarum, ið bjóðaðu seg til, og í øllum trim- um rødum — í verjuni, á midvøll- inum og harvið eisini í álopinum spældu okkara menn og sparkaðu ikki. Tað var ein sonn fragd at fylgja við í hesum, og tað spurdust møguleikar burturúr. Skotarnir inni á vellinum vóru skelkaðir, og í pressubúrunum og á áskoðara- plássunum bitu tey negl og hugdu at klokkuni. Tað eydnaðist at minka um leiðsluna hjá heimaliðnum, men tá var tíðin so langt liðin, at tað var ikki tíð til at javna. Men tað er einki at liggja omaná, at rákið var tann vegin, at skuldi eitt mál komið afturat, so var mest upp- lagt, at tað kom ígjógnum hjá nýggja málverjanum, Neil Sulli- van, heldur enn hjá Jákupi Mikk- elsen. Tveittu burtur Tað var útgangsstóðan undan hes- um seinna umfarinum, sum gjørdi, at Føroyar ikki fingu stig. Fyrsta korterið hekk tað ikki so galið saman, men so datt framrættaða spælið sundur, og leikluturin hjá okkara monnum var — eftir at teir høvdu sent bóltin langt og óneyvt — at renna aftaná mótstøðumonn- unum, sum vórðu ov illa ansaðir Men Skotland megnaði ikki at spæla seg til nógvar upplagdar møguleikar. Í veruleikanum var tað soleiðis, at tað í 1. hálvleiki bara eina ferð var neyðugt hjá Jákupi Mikkelsen at vísa sínar dygdir (niðri við stólparótina, tá Burley royndi seg úr spískum í høgru). Gamani øktist trystid móti mål- inum, sum fyrra umfarid leid, og føroysku markeringarnar vóru ov vånaligar, men hugflogið hjá skot- um var ikki serliga stórt. Teir royndu at senda høgar bóltar i brotsteigin, og onkuntíð tóktist tað ivasamt, um tað skuldi vera hn uðsterka miðverjan hjá okkum tað var bara í nógvu hornasparks- stødunum og frisparksstødunum stutt uttanfyri brotsteigin, tá stóru miðverjarnir komu frá, at skotar- nir hóttu í høvudspælinum — ella målverjin, sum skuldi taka sær av innleggunum, sum fyrrapartin av fyrra umfarinum serliga komu úr høgru, har Alan Johnston lá heilt úti á strikuni (seinni fór hann í vinstra borð, har Pól Thorsteins- son í 2. hálvleiki hevdi gott tak Bæði tey skotsku málini vóru ivasom. Føroysku spælararnir vóru heilt upproyttir, tá tað eftir 20 minuttir kom hol á. Tveir bóltar vóru á vøllinum, tá Blackburn miðvallarin Billy McKinlay, sum ikki kom inn eftir steðgin, tí hann var eitt sindur skaddur, stakk fram Jákup Mikkelsen hevði ikki heilt so nógv at gera sum í Vilnius, men her noyðist hann at forða Billy Dodds í at skora eina ferð afturat Mynd: Álvur Haraldsen ímillum til felagan á sentrala mið- vellinum, Craig Burley. Hann var púra leysur og potaði hegnisliga í síðunetið. At teir 30 sekund undan steðg- inum gktu tóktust vera tað, sum skuldi fáa føroysku ballónina at skrædna. Málið var sera óheppið Óli Johannesen fekk hælin á inn- legg úr vinstru, bólturin sigldi om- anfyri Jens Kristian Hansen og snýtti Jákup Mikkelsen, og bjarg- ingarmaðurin hjá skotum móti Estlandi, Billy Dodds, stútaði í málið. Føroyski stoltleikin Men føroyska ballónin skrædnaði ikki. Eftir skilagott hvíldarprát og bornir fram av framúrskarandi før- oysku åskodarafjøldini fóru før- oyingar til verka í seinna umfar- inum, sum mundi vera eitt tað besta, føroyska landsliðið nakran- tíð hevur víst. Eftir 58 minuttir fingu føroy- ingar fyrsta hornasparkið, tað sást heilt týðuliga, at skotska miðverj- an var sein, og at skotar høvdu slept rætta hugburðinum, og tað gjørdi tað ikki verri, at føroyski venjarin valdi at seta tveir frískar menn inn. Og eftir besta føroyska álopið eydnaðist tað at minka um munin tá tað restaði fimm minuttir. John Petersen, sum í 2. hálvleiki var sannur brandur, dró langt og spældi til eitt sindur skadda Sámal Joensen. Hann stakk í brotsteigin til Toda Jónsson, álopsmaðurin lyfti hegnisliga uppum Colin Hen- dry, sum sparkaði føroyska topp- skjúttan niður, og kypriotiski dómarin dømdi brotsspark John Petersen var ísakaldur úr ellivu metrum, tá hann bíðaði til målverjin var farin til høgru fyri seg sjålvan, og sidani setti innaru siduna å John Hansen legði góð innlegg úr vinstru, onkrar spentar horna sparksstødur vóru í skotska brots teiginum, men tíðin var ov stutt og heimafólkið slapp við kalda sveittan Føroyska landsliðið er betri, enn tað nakrantíð áður hevur verið men tað var bara í 2. hálvleiki, tá skotarnir ikki megnaðu at fáa eitt einasta hornaspark, at tað sást, og so fekst úrtgkan ikki burturúr, sum tað lá í luftini, at tað hevði borið til at fingið Ursliid var væl og virðiliga heiðurligt, og tað var sera huga ligt, at tað fyri fyrstu ferð í hesi undankappingini bar til at fáa mál men úrslitini hjá landsliðnum síð- ani summarsteðgin hava havt við sær, at hvorki spælararnir, venjarin ella aðrir føroyingar til fulnar duga at fegnast um úrslitið. Føroyingar fóru úr aldudalinum í 1. hálvleiki, og g2. hálvleiki bar avrikd boð um léikligar hæddir, men tíverri rakk úrslitið ikki tindinum, ið var í eygsjón jh )ø VE