Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-10-16, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. oktober 1998síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

24 Jákup fekk lítlan løst Fótbóltur: Føroyingarnir vóru í ødini inn á fyrra málið hjá skotum Hýrurin á Ole Mørch, venj- aranum hjá Herfølge og Jákupi Mikkelsen, hevur neyvan verið tann besti, tá málverjin hjá honum seinn- aparun í gjár møtti til venj- ingar, eftir at hann hevur verið burtur síðani miku- dagin í síðstu viku Herfølge skal í kveld klokkan 19 spæla móti Brendby (dysturin verður vístur á TV34 sjónvarpsrás- in). Dysturin verður spæld- ur í kveld, ti Brøndby skal mikukveldið spæla í Europa Cup kappingini fyri meist- aralið móti Manchester United Allan Simonsen, Jákup Mikkelsen og læknin, Jens Pauli Marstein, komu til Føroyar at venda, áðrenn teir í gjáramorgunin fóru aftur til Danmarkar. Símun Eliasen, sum venur miðvíst í Aarhus Fremad og hevur sum mál at vinna sær pláss á superliguliðnum hjá Aar- hus Fremad og harvið at styrkja sum plássið í lands- liðshópinum, fer at landin- um aftur í dag, og Uni Arge og Jan Dam halda heystfrí í Føroyum restina av vikuni. Jákup Mikkelsen, sum hevði tvær bjargingar og kanska einar tvær ferðir stóð ov aftarlaga, tá skot- arnir potaðu fram ímillum, vónaði í gjáranáttina, at hann fór at vera førur fyri at spæla í kveld — Eg fekk eitt lítið spark á fótin í i. hálvleiki, og í steðgir bleiv fóturin in. Tað nervaði eitt sindur, men eg fekk væl spælt, og nú vóni eg ikki, at tað verður verri, sum vikan íður Fu kiksadi eitt málspark — Eg veit ikki, hvat tað bundin var, sum hendi. Eg haldi, at eg rakti niður í svørdin, og tíbetur kláraði verjan at byrgja uppfyri, so eingin skaði stóðst av, segði mál- verjin og mintist aftur á dystin móti Grikkalandi á Kreta 15. november 1995, tá eitt mál kom av einum kiksaðum málsparki. Bíligt mál Skaðin, sum Pól Thorsteins- son plágaðist av í Litava, bilti einki mikukvøldid: — Hatta tók seg væl upp, og eg fekk væl spælt. Alan Johnston var kringur í 1. hålvleiki, men eg haldi ikki, at hann fekk nakað burturúr í 2. hálvleiki, tá hann varð tikin út. Hvat gekk fyri seg, tá teir skoraðu fyrra málið? — Bæði John Petersen og eg steðgaðu eitt sindur á, tí tveir bóltar vóru á vellinum. Tað var maðurin hjá John, sum skoraði, og nú iðri eg meg um, at eg ikki sparkaði hin bóltin inn í brotsteigin, so hevði dómarin ivaleyst bríkslað beinanvegin. Kans- ka hevði eg fingið eitt gult kort fyri tað, men tað hevði ikki bilað, um teir ikki høv- du fingið mál Uni Arge var í gðini, tá teir fingu 1-0 málið: — Linjuverjin hevði flagg- ið á lofti og tók tað so niður aftur. Eg royndi at vísa bæði dómaranum og linjuverjan- um á hetta, men teir lótu sum luft. Hatta var ikki rætt, segði framherjin, sum stríddist sum ein úlvur Hesa ferð var tað Todi Jóns- son og ikki Uni Arge, ið hevði tveir hálvar møgu- leikar, men báðir skulu teir hava rós fyri, at teir strídd- ust nógv í verjupartinum. jh Brown: Vit komu undan = lg Skotsk rin, Craig Brown, su evur havt å byrgdina a ii fimm år og tisk verið enjari a ferðir nar, sum Sk »g Før yar na spæit aldi IKK at hann var sera glaður fyri sugini móti føroyingum — Vit høvdu vónað, at vit fóru at fáa seks stig móti Estlandi og Føroyum, og tað hava vit fingið, og tað er tað týdningarmesta. Vit hava í kveld og fyrr í heyst sæð nógv púra óvæntað úr- slit kring Europa, og tað hevur verið tætt við, at vit hava verið blandaðir upp í sovorðin úrslit, men tíbetur komu vit undan tí aftur hesa ferð. Men eg skal viðganga, at hvørki leygardagin ella í kveld hevur avrikid hjá okkum verið sannførandi. Í kveld stóðu vit okkum væl í fyrra umfarinum, men eftir steðgin tóku vit ov lætt uppá tingini, og síðstu tíggju minuttirnar bíðaðu vit bara eftir, at vit skuldu vinna sugim, uttan at vit okkinum kundu hugsa um málmunin, staðfesti Craig Brown Niður og upp Ítróttarrásin Sky Sport sendi frá dystinum, og teir stað- lestu aftaná, at talan avgjørt ikki var um stórsigur til Skotlands, og vit kunnu bara geva teimum rætt í, at úrslitið var langt burtur frá 8-0 sigrinum, sum teir løgdu upp til í tíðindasend- ingunum seinnapartin mik- udagin. Charlie Nicholas, sum f síni tíð var skotskur lands- liðsframherji og spældi við Aberdeen og Arsenal, segði í steðginum, at Skotland var nógv betri enn Føroyar á øllum økjum, og at teir høvdu vunnið, men aftaná var hann ikki so avgjørdur. - Eg skal rósa føroying- um fyri, at teir í 2. hálvleiki pæiðu í minsta lagi á sama stóði sum skotar, og eg eri iva um, at brots- sparksdómurin var rættur. jh Nga iøtu í i | tíðindablaðið SO StiF tapti móti grammari VIF-liði Nr. 196 — 16. OKTOBER 1998 Hondbóltur: VÍF-kvinnurnar vóru nógv meira-avgjørdar, meðan spælið hjá StIF var alt ov nógv merkt av persónligum feilum EMiL L. JACOBSEN At spælandi venjarin hjå VIF-kvinnunum, loana Rapa, fer at fáa stóra ávirk- an á kappingina hjá kvinn- unum í ár, varð prógvað longu í fyrsta dystinum hjá VIF, sum var móti StÍF á Skála. Ikki ein av lættastu dystunum hjá uppflytarun- um at byrja við, men liðið úr Vestmanna megnaði at vinna 22-21 á strandakvinn- um, sum vóru sera nær við at gerast føroyameistari í fjør. Av teimum 22 málunum hjá VIF skeyt loana Rapa helvtina, og átta av teimum komu í fyrra hálvleiki. VÍF- liðið spældi nógv upp á hana, men tá eini 20 min- uttir vóru farnir, fór StÍF at mansverja hana. Hetta hjálpti eitt sindur, men Jack- lin Djurhuus hevur eisini styrkt um liðið, síðani hon er komin aftur úr Kyndli, og í seinna hálvleiki skeyt hon fimm mál, meðan venj- arin fekk trý. Hjá StÍF var spælið nógv merkt av persónligum feil- um, og tað gekk sera striltið við at fáa álopsspælið at koyra serliga leingi ísenn. Signhild Petersen fekk ein skaða í knæið, beint áðrenn liðið fór til Danmarkar á venjingarlegu herfyri, og hon noyðist at halda seg frá hondbólti í seks vikur frá nú av. Saknurin var eisini stórur í henni, serliga í seinna hálvleiki, tá VÍF fór at mansverja Sóley Mikk- elsen. So var bert Paula B. Jacobsen eftir, sum tordi at taka ábyrgd, og tað er sjáld- an nóg mikið, tá bert ein spælari ger tað. Tað kunnu Signhild og Sóley eisini, men tá tær báðar á hvor sín hátt vórðu settar út av spæl- inum, fekk StIF trupulleik- ar. Tá 9 minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki, førdu strandakvinnur 15-14, men fýra minuttir seinni var stødan 18-16 til VIF! Hesa leidsluna megnadi heimalidid ikki at taka inn- aftur, men munurin bleiv ongantíð størri enn tvey mál. At enda var bert eitt mál, sum skilti partarnar, men ein av orsøkunum til tað var tann sera vælspæl- andi málverjin hjá StÍF, Karin E. Hansen, sum bjargaði StÍF frá einum stórri ósigri. i Sum heild var VÍF-liðið nógv meira avgjørt bæði í verjuni og álopinum. Eitt gott dómi um hetta er, at VIF fekk fimm útvísingar, meðan StIF fekk eina. Ikki tí útvísingar er nakað, eitt lið beinleiðis ynskir, men onkuntíð treingir tað til... Nú er einki at ivast í, at kappingin hjá kvinnunum í ár verður sera spennandi at fylgja við. Bæði Kyndil og StIF, sum stóðu seg so væl í fjør, hava tapt móti liðum, sum ikki gjørdu so nógv um seg seinasta kappingarár — ja, annað spældi í 2. deild. Næsti dystur hjá StÍF er a heimavglli móti Stjórnuni í morgin, meðan næsta upp- gávan hjá VIF er um átta dagar, eisini móti Stjórnuni, sum av onkrari orsøk byrjar kappingina við fýra útidyst- um á rað. StÍF-VÍF 21-22 (10-11) StÍF: Paula B. Jacobsen 7, Alis Høghamar 4, Sóley Mikkelsen 4, Bjørg Mikk- elsen 3, Hanna Thorleifsson 2. VÍF: Ioana Rapa 11, Jacklin Djurhuus 6, Laila Friis 3, Óluva Poulsen 2, Randi Kúrberg 1. —. É Utvisingar: StÍF 0, VÍF 5. Démarar år NSI: Kåri Hansen og Dånial Hansen. Øssur Hansen eisini við B36 móti Leiftur Fótbóltur: Tað er sannlíkt, at toftamadurin spælir við B36 næsta ár EMiL L. JACOBSEN Fótbóltsárið er av, men enn eru tveir forvitnisligir fót- bóltsdystir eftir, og teir verða báðir spældir hetta vikuskiftid. Tað er B36 sum i samstarvi vid m.a Sosialin hevur bjóðað ís- lendska liðnum Leiftur av Ólafsfirði hendavegin. Leiftur, sum skal spæla tveir dystir á ferðini, er ikki ókent í Føroyum. Teir hava fingið nógva umrødu orsak- að av — sum allir fótbólts- áhugaðir føroyingar munnu vita — at fleiri føroyingar eru í felagnum. Venjari er Páll Guðlaugsson, sum er av ís- lendskum uppruna, men sum hevur búð í Føroyum í nærum 20 ár, og sum sjálv- andi var venjari hjá før- oyska landsliðnum í byrj- anini, tá vit vunnu á Eyst- urríki, fingu javnleik í Norðurírlandi og taptu »tep- urt< í Ítróttarparkini móti Danmark. Hann var eisini venjari, tá kvinnulandsliðið í 1995 vann 1-0 niðri í Wal- es I málinum stendur før- yski landsliðsveteranurin Jens Martin Knudsen, sum nan vera enn meira kendur enn Páll. Jens Martin varð fyri stuttum valdur til trid- besta spælara í íslendsku Kappingini í ár, og tað má s1gast at vera eitt sera gott úrslit fyri ein málmann. Iridi føroyingurin spælir ålopinum hjå Leifturs- monnum. Tað er gamla mål- maskinan hjá HB, Uni Arge, sum hevur klárað seg sera væl í teimum lutfalsliga fáu dystunum, hann spældi við Leiftri í ár. Bæði Jens Martin og Uni spæla aftur við Leiftri næsta ár. Leiftur hevur sum heild havt eitt gott kappingarár í ár. Í Úrvalsdeildini, sum er besta deildin í íslendsku landskappingini, dragnaðu teir móti endanum og fingu eina endastødu í miðjuni, men í bikarkappingini, sum er íslendska steypakapping- in, komu teir heilt til final- una, sum teir kortini taptu móti ÍBV av Vestmanna- oyggjunum í endanum av august. Tíbetur fyri Leiftur bleiv ÍBV eisini meistari, so menninir hjá Pálli sleppa út í Europa sum íslendskir steypavinnarar. Tað verður í UEFA Cup-kappingini, sum nú verður løgd saman við Europa Cup fyri steypa- vinnarar. Øssur Hansen vid B36 Fyri at gera tad enn meira åhugavert hjå åskodarunum fær B36, sum skal spæla móti Leiftri leygardagin, stuðul frå nøkrum HB-spæl- arum (B36-venjarin Tomi- slav Sivic segði í Sosial- inum herfyri, at tað hevði verið ynskiligt, at hesir vóru Súni Fríði Johannesen, All- an Mørkøre og Hans Fróði Hansen), og nú er eisini greitt, at Ossur Hansen úr B68 skal spæla við B36 móti íslendska liðnum í morgin. Tað hava leingi gingið sýgur um, at Øssur Hansen skiftir til annað av havnarfeløgunum, og nógv bendir nú á, at tað verður B36. Sunnudagin spælir Leift- ur í Klaksvík móti KÍ. Hetta gevur eisini norðoyingum høvi at royna seg móti ís- lendska liðnum, og tað er eisini gjørt, so íslendingar- nir sleppa at síggja meir av Føroyum enn bert túrin úr Vágunum til Havnar. Vónandi kann Leiftur, sum hevur fleiri útlendskar klassaspælarar, m.a. úr Skotlandi, Nigeria og Dan- mark, geva føroyingum eitt gott fótbóltsupplivilsi, bæði í Gundadali í morgin og í Klaksvík í ovurmorgin. Í llum fórum er lagt upp til eitt stuttligt vikuskiftið hjá íslendingum. Teir skulu eisini vitja býráðini í Havn og í Klaksvík, og leygar- kvøldid eru teir eisini bodn- ir við í ársveitsluna hjá B36. Á ks ER