fríggjadagur 16. oktober 1998síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
i
i
Nr. 196 — 16. OKTOBER 1998
John og John vóru púra kaldir
Fótbóltur: Innskiftarin og
brotssparksskjúttin kendu einki til at
nervar darvaðu
Tá føroyingar fýra minuttir
fyri leiklok fingu brotsspark
sá tað út til, at Julian Johns-
son ætlaði sær at skjóta,
men so var tað John Peter-
sen, ið tók ábyrgdina á seg,
og tað gekk upp á stás. Før-
oyingar hava fingið trý
brotsspørk í altjóða fótbólti,
og teir hava fingið fulla úr-
tóku. Jan Dam skoraði í
venjingardystinum í Gund-
adali móti Íslandi í august í
1990, Øssur Hansen skoraði
á Malta í 1996, og nú var
tað John Petersen, sum fyri
aðru ferð skoraði á lands-
liðnum. Fyrra málið skoraði
hann í Jugoslavia í maí
1996.
— Frammanundan var av-
rått, at Uni Arge, Todi Jóns-
son og eg skuldu vera
møguligir — brotssparks-
skjúttar. Uni Arga var farin
av vøllinum, tå vit fingu
brotsspark, og tað var Todi
Jénsson, sum fekk brots-
sparkið. Tað er ikki vanligt,
at maðurin, sum brotið
verður gjørt ímóti, skjýtur,
og so var bara eg eftir. Eg
var púra kaldur, eg hevði
frammanundan gjørt av,
hvønn vegin bólturin skuldi
fara, og tá málverjin leyp í
hitt borðið heilt tíðliga, so
var tað lætt at skora, segði
brotssparksskjúttin, sum
longu frammanundan mál-
inum hevði gjørt av, at hann
skuldi fara beina leið — tá
hann hevði skorað — yvir til
stóru og væl uppløgdu før-
oysku åskodarafjøldina.
Todi Jónsson og Julian
Johnsson ferdadust ikki
saman vid landslinum til
Føroya. Teir fóru umvegis
Noreg, og tí bar ikki til at
spyrja teir, hvussu teir upp-
livdu brotssparkið og hví
Julian ætlaði sá út til at ætla
sær at skjóta. Men frágreið-
ingina uppá seinna spurn-
ingin fingu vit frá brots-
sparksskjúttanum sjálvum:
— Hatta var bara skemt.
Venjarin vil ikki hava at Jul-
ian skjýtur brotsspark, og so
argaði hann okkum og venj-
aran eitt sindur við at fara
eftir bóltinum, sigur John
Petersen, og vit onnur mugu
bara staðfesta, at spælararn-
ir eru so nógv kaldari í so-
vornum stóðum, enn tey er-
u, sum sita uttanfyri og fylg-
ja við.
Bíðaði leingi —
John Hansen úr KÍ kom á
vøllin, tá tað restaðu tíggju
minuttir. Hann loysti Henn-
ing Jarnskor av.
— Eg kann ikki halda ann-
að, enn at útskiftingin var
ætlað frammanundan, tí júst
tá eg varð tikin út, kendi eg
tað sum um, at tað gekk
betri, enn tað nakrantíð
frammanundan hevði gjørt,
segði Henning Jarnskor,
sum téktist hava stórt
sjálvsálit, tá hann tíðliga í
2. hálvleiki potaði millum
beinini á einum, dró langt
og smekkaði móti málinum
23
John Petersen gjørdi eitt megnararbeiðið mikukvøldid, serliga í seinna hálvleiki. Hann skeyt eisini brots-
sparkið og skoraði sítt annað landsliðsmál. Tað fyrsta var móti Jugoslavia í apríl 1996, og eisini ta ferðina
vunnu Føroyar seinna hálvleik 1-0
úr 20 metrum.
John Hansen skilti ikki,
hví hann ikki var komin fyr-
ri inn:
— Fyrst vórðu Jan Dam,
Jóhannes Joensen og Jákup
á Borg sendir at hita upp,
og so bað Allan Simonsen
meg fara. Men tá segði 4.
dómarin, at tað framman-
undan var avtalað, at tað
skuldu ikki fleiri enn tríggir
hita upp í senn. Tað kendi
Allan Simonsen einki til. Tá
eg so endiliga var klárur
gingu tað nógvir minuttir,
áðrenn dómarin vildi hava
meg inn, og tað helt eg
sjálvandi var harmiligt.
Men tú tóktist ikki serliga
darvaður av nervum?
— Eg havi ongantid nerv-
ar, tá eg spæli fótbólt. Sjålv-
andi eri eg spentur — ikki
minst tå eg skuldi inn å vøll-
in í Aberdeen — men eg var
ikki tyngdur av nervum, og
eg kendi beinanvegin, at eg
fall væl inn í samanspælið,
segði John Hansen, sum
hevði fleiri góð innlegg ta
stuttu løtuna, hann var á
vellinum.
— Eg ynskti brennandi eft-
ir, at venjarin fór at skifta
meg inn, og eg eri spentur
Allan: Nú eiga vit nógv hepni til
Fótbóltur: Føroyski venjarin iðraði seg um skotsku mál-
ini, men hann var stak væl nøgdur við føroyska avrikið
í 2. hálvleiki
Upp ímóti hálvthundrað
møttu til tíðindafundin í Ab-
erdeen, og meðan tíðinda-
menninir bíðaðu eftir at
landslidsvenjararnir skuldu
koma fekst ein kensla av, at
teir ikki heilt vistu, hvat teir
skulu halda um hetta. Onkur
spældi hástórur, hevði hug
Pål Thorsteinsson hevði
í byrjanini stórar
trupulleikar av at verja
fyri Sunderland-
manninum Alan
Johnston úti í høgru
síðu, men vágbingurin
fekk gott tak á úti í
borðinum í seinna
hálvleiki og fekk eisini
høvi at fara við fram í
einstøkum fórum
Mynd: Álvur Haraldsen
at niðurgera føroyska liðið
og helt fyri, at tað skuldi
eingin billa inn í hann, at
edge
nakrar av føroysku spælar-
unum var å veg til Liver-
pool FC. So mndi tad heldur
vera ein fótbóltsskúli i Liv-
erpool, at talan var um! Men
hesin fekk ikki undirtøku
frå øllum. Hvussu tad var
vid virdingini fyri føroying-
um mundi tad vera so sum
so vid, men tad var eingin
ivi um, at teir sóu nógv upp
til føroyska venjaran:
— He is a great manager,
var tað ein, sum tók til, tå
Allan Simonsen skundaði
sær í umklæðingarrúmið
aftur, og danin við nógvu
altjóða royndunum visti,
hvussu hann skuldi takla
bretar. Hann var fólkaligur,
rósti skotska liðnum og
venjaranum og takkaði fyri
stóran blíðskap, men hann
duldi heldur ikki, at hann
var eitt sindur vónsvikin av
mátanum, sum Feroyar
høvdu tapt uppá, og seinni
útgreinaði hann hetta fyri
Itréttarsosialinum
— Vit spældu so at siga
ikki fótbólt í fyrra hálvleiki,
og tað harmar meg almikið,
tí eg visti og fekk staðfest í
2. hálvleiki, at vit megnaðu
at spæla fótbólt móti teim-
um. Okkara menn lógu alt
ov langt frá mótstøðumonn-
um, og okkara menn tordu
alt ov illa at hava bóltin og
spæla bóltin í 1. hálvleiki.
Vit tosaðu um hetta í steðg-
inum, og tað var nógv betri
í 2. hálvleiki. At tapa 2-1
móti Skotlandi er í sæt
sjálvum eitt sera heiðurligt
úrslit, men tá vit hugsa um
gongdina síðani summar
steðgin og um, hvussu teir
Mynd: Alvur Haraldsen
uppá landsliðið komandi ár,
segði fyrsti og einasti nú-
verandi KÍ maðurin á lands-
liðnum í ár. John Hansen
hevur eina ferð áður verið á
landsliðnum. Tað var 5.
august í 1992, ella seks ár
og tveir mánaðar undan
næstu ferðini. jh
góðar
fingu síni mál, so iðrar tað
meg, at vit ikki fingu javn
leikin. Men soleiðis er fót-
bóltur.
Allan Simonsen roknaði
við, at eina ferð fer eydnar
at venda, og skotska pressan
vildi hava at vita
fór at vera, tá Skotland kem-
ur til Føroya. Tað vild
Simonse ki aftur
men tað mundi k
unum
segði,
SK ann irTam ve
heldur Kekkia og Skotland
vera mest uppløgd in!
uppå plå
um tað
inum
Orkan
Allan Simonsen hevði kvitt
eitt sindur fyri, at mødin
skuldi fara at gera um seg í
2. hálvleiki, tí spælararnir
høvdu spælt tveir dystir í
fýra dagar og ferðast heilt
til Litava og aftur til Skot-
lands, men tað bilti ikki
— Vit vunnu 2. hálvleik 1-
0, og vit vóru alt betri við í
spælinum, sum tíðin leið