Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-10-17, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. oktober 1998síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 197 — 17. OKTOBER 1998 tíðindablaðið S08s2lurfn Annar av flogskiparunum, Alex, eftir at hava verið ein túr yvir Havnini, sum tók 12 minuttir. Tíðin at flúgva millum Havnina og Tvøroyri er 16 minuttir við hesum vatnflogførum Mynd: Ólavur í Beiti Royna at selja føroyingum eitt Cessna vatnflogfar Teir fóru úr Wichita í Kansas frá Cessna verksmiðuni sunnudagin tann 11. oktober, og lendu í Vágum mikudagin tann 14. oktober. Hósdagin gekk so leiðin víðari til Maldivaoyggjarnar suður-eystur úr Indiu. Hesi Cessna vatnflogførini kosta 1,5 mið. dollarar stykkið ella einar 9 mió. krónur ÓLAVUR Í Beim Ætlanin var at flúgva yvir um hav og millumlenda í Santa Maria á Asorunum og so víðari til Malta, sum Alex og Robert vanliga gera, tá teir flúgva nýggj flogfør fyri Cessna verksmiðuna, men nú ætlanir hava verið at seta slik flogfør í millum- oyggjaflúgving í Føroyum, løgdu teir leiðina hendavegin. Ferðin hjá Alex og Robert byrjaði sunnudagin tann 11 oktober, tá teir lættu frá Cessna verksmiðjuni í Kansas. Flogið var 9 tímar til Bangor í Maine, haðani leiðin gekk dagin eftir til Goose Bay í Labrador. Síðan var flogið í 8 tímar til Reykjavíkar og dagin eftir varð kósin sett móti Føroyum. Hesin túrur var góðar tveir tímar Til jazz i Havn I sambandi vid at Jazz festi- logførini og Prestwick Skotlandi. Millumlent verður so á Malta, í Luxor í Egyptalandi, í Oman, áðrenn kósin verður sett móti Maldivunum. Tað er felag í Maldivunum, sum hevur keypt flogførini og kostnadurin er 1,5 mió. dollarar stykkid ella um 9 mió. krónur. Hetta felag eigur 6 slík flogfør frammanundan, og sum skiltist á Alex, hava royndirnar um allan heim verið stak góðar við hesum flogførum frå Cessna verk- smiðjuni. Cessna-f KOSina moti Góðar havnir Spurdur um hesi flogfør eisi- ni høvdu kunnad røkt slika millumoyggjaflúgving í 9 Føroyum, sigur Alex, at báðar ferðirnar hann hevur verið í Føroyum, fyrru ferð- ina í mars í ár, hevur tað verið nógvur vindur og sum hann skilir, er so gott sum altíð vindur í Føroyum, men havnalggini eru góð at koma til hjá flogførunum, leggur hann so aftrat Tað er eitt felag undir stovnan, sum hevur ætlanir fara undir nnanoyggja um us Samstarv erður samstary við g Maldivunum um leigu av vatnflogførum ein part av årinum, men so leingi einki svar er komið frå landsstyr- inum er eingin samstarvs- avtala gjørd. — I sjålvari uppkoyringini er ætlanin at fåa hjålp frå landsstýrinum á líknandi stødi sum Atlantic Airways fær tað, tá Atlantic Airways byrjar nýggjar rutur, men tað er nakað striltið at fáa nakað svar frá vinnumála- ráðharranum viðvíkjandi hesum nýggja felag og tess ætlanum, leggur Jens Pauli Rasmussen aftrat 3 | 1 SSR FERSKA Hesi bæði flogførini komu í Vágar mikudagin og fóru av staðaftur hósdagin til Maldivurnar Málið avgreitt frá okkara Mynd: Ólavur í Beiti síðu Projektið hjá KR Air er ikki nóg væl lýst til at fáa rakstrarstuðul at fara undir flúgving millum Tvøroyri, Havnina og Vágar, og hetta hevur vinnumálastýrið boðað KR Air frá, sigur Finnbogi Arge ÓLAVUR f Bem Í greinini um vatnflúgvar- arnar, sum lendu í Vágum á veg til Maldivurnar, segði Jens Pauli Rasmussen, ein av stigtakarunum til før- oyska flogfelagid KR Air, at einki svar var komið frá landsstýrinum viðvíkjandi umsókn teirra um rakstrar- stuðul uppá 2,2 mió. kr til at fara undir flúgving við vatnflúgvara millum Tvør- oyri, Havnina og Vágar. Men hesum er landsstýr- ismaðurin í vinnumálum ikki samdur í, tí tilmælið er komið frá fyrisitingini, og sambært Finnboga Arge, er fráboðan send KR Air við Jens Paula Rasmussen, har sagt verður, at peningur ikki verður játtaður. ri metingar — I tilmælinum til vinnumál- astýrið verður sagt, at mælt verður ikki til at peningur verður settur av til verkætl- anina í fíggjarlógaruppskot- inum fyri 1999, sigur Finn- bogi Arge. Men tað er ikki bert hesin arbeiðsbólkurin undir Vinn- umálastýrinum, sum mælir frá at fara undir innanoy ggj- aflúgving, tí eisini Atlantic Airways og Strandferðslan meta, at ikki er rådiligt at fara undir slíka flúgving. Og eisini samferðslubólk- urin undir landsstýrinum, sum arbeiðir við eini sam- laðari loysn fyri alt landið, og sum framvegis arbeiðir við at kanna innanoyggja- flúgving, hevur mett, at henda verkætlanin hjá KR Air er ikki nóg væl grundað og lýst. Fullveldið - ein ræðumynd Tað er rættuliga ringt at tosa um hesa ørvitisætlan uttan at nevna fullveldid - og av- leiðingarnar av henni. Tað er ein ræðumynd ið stendir eftir. Vit fleiri túsund sam- bandsfólk vilja gera vart við hetta. Vit vilja við hond og fót berjast ímóti øllum, ið kann skaða hetta land og borgarar tess. Vit vilja forða fyri at Føroyar gerast eitt ræðuligt land at búgva í. Vit vilja altíð stríðast fyri broytingum til frama fyri hetta land. Skilagóðar broytingar: Okkara ynskir viðvíkj- andi stjórnarligum viður- skiftum eru skilagóð: Innan Ríkisfelagsskapin at greiða tey viðurskiftir, ið eru ógreið innan ríkispartarnar. Á breiðum grundarlagi á Føroya Løgtingi og Føroya fólki. Soleidis at stjórnar- ligu broytingarnar halda longur enn til næsta val. Nærum helvtin av Føroya Løgtingi sigur: Broytingar innan ríkisfelagsskapin. Nærum øll fólk í Føroyum vilja vera innan Rikisfelags- skapin. Um tey fåa at vita konsekvensin av at fara úr ríkisfelagsskapinum, man vera mangur tjóðveldisvelj- ari, ið heldur vil liva í Før- oyum innan ríkisfelags- skapin, enn í øðrum landi uttan ríkisfelagsskapin. Og tí ikki ynskir at atkvøda fyri ræðumyndini. Um viðurskiftini versna vera tað helst mong ið flyta av landinum. Eg eri Sambandsmaður - av tí at eg vil liva við ábyrgd í einum framkomnum Før- oyum. Marjus Dam, tingmaður Sambandsfloksins