leygardagur 17. oktober 1998síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið SOS!
Nr. 197 — 17. OKTOBER 1998
sosialurin, box 76, 110 torshavn - tlf 31 18 20 - fax 31 47 20 - teldupost til ítróttin: emil:
Johan Mortensen, bretskur konsul:
Fótbóltslandsliðið
er okkara besti og
fremsti ambassadørur
— Eg skilji tí ikki, hví ikki vinnulívið, ferðavinnan, politikarar og
onnur ikki brúka hetta ótrúliga høvid, sum ein slíkur fótbóltsdystur er,
til at marknadarføra Føroyar og føroyskar vørur
Jan MULLER
— Landsliðið í fótbólti er ótrúligur
ambassadørur fyri Føroyar. Hetta
sannar tú, tá landsliðið spælir móti
so mætum fótbóltstjóðum sum
Skotlandi, og tú sær, hvussu heið-
urligt úrslit okkara fótbóltsspæl-
arar fáa
Hetta heldur Johan Mortensen,
bretskur konsul í Føro yum og um-
boðsmaður fyri ljufelagit 3 Ame-
rada Hess Men her er eitt stort
MEN. Johan Mortensen, sum stór-
an part av lívi sínum hevur fingist
við sølu « 'g útflutn Ing av fiski, er
sera vénsvikin av, at føroyskar
flutningsfyritøkur, Ferðaráð
Fra ya o.a. ikki nýtta eitt slíkt
høvi sum hetta, har landsliðið
spælir í Skotlandi, sum náttúrligur
partur í royndunum at marknað-
arføra Føroyar øroyskar vørur
Johan Mortensen visir å, at
Bretland i dag er størsta keypara-
landið hjá Føroyum
— Tá so hugsað verður um,
hvussu nógva reklamu vit fáa i
blødunum, sjónvarpi og útvarpi,
undan og eftir slíkan rimmar fót-
bólt sdyst so er tað næstan Ótil-
geviligt, at vinnulívið í Føroyum
ikki er vid og fylgir hesum upp.
Eisini áttu politikarar at verið við
fyri harvið at kunna ment sam-
vinnuna millum londini. Vit mugu
ikki gloyma, at Bretland er okkara
næsta grannaland, og her liggja
veldugir møguleikar fyri øktum
samhandli og samstarvi.
Johan Mortensen heldur, at
hetta er eitt so frálíkt høvi hjá
útflutningsvinnum í Føroyum at
havt okkurt tiltak um somu tíð.
Nú tosað verður um fullveldið, og
at vit skulu fáa meira burtur úr
verandi og alternativum vinnum,
er tað mær ein gáta, hví ikki
vinnulívið og fyri tað politikarar-
nir ikki brúka hetta kærkomna
hevið
Sjálvur heldur Johan Morten-
sen, at stovnar sum Útvarpið og
Sjónvarpið og ikki minst Atlantic
Airways gera eitt veldugt arbeiði
til frama fyri Føroyum við nettup
at gera so nógv burtur úr einum
slíkum dysti
Stórt PR-virði
Samanumtikið heldur Johan
Mortensen, at Føroyar hava fingið
eitt øgiligt PR-virdi av hesum
dystinum, sum ein sjálvandi kann
og eigur at fylgja upp nú, hóast
best var, at vit vóru á staðnum og
gjørdu PR fyri føroyskum vinnu-
lívi og Føroyum sum ferðamanna-
landi.
Johan Mortensen vísir á, at tað
tykist sum tey, ið arbeiða innan
oljuvinnuna, duga at síggja álvar-
an í hesum. Fleiri av teimum, sum
longu hava tilknýti til eina før-
oyska oljuvinnu, vóru við. Nøkur
útlendsk oljufeløg skipaðu fyri
tiltøkum í sambandi við dystin.
Johan Mortensen sigur, at hetta
vísir, at tá talan er um oljuvinnuna,
so verður nakað gjørt burtur úr,
men hetta átti at verið galdandi
fyri bæði fiskivinnu, ferðamanna-
Vinnu 0.s.fr.
Johan Mortensen, sum mangan
hevur verið saman við føroying-
um í útlondum, heldur, at føroy-
ingur duga sera væl at >beganga<
seg í útlandinum. Og sipar hann
við hesum m.a. til, hvussu væl teir
800 føroysku áskoðararnir bóru
seg at í sambandi við dystin.
— Eg haldi vit føroyingar eiga
at vera ernir av okkara fótbólts-
landsliði, og tað kann næstan ikki
undirstrikast nóg kraftiga, hvussu
stóran heiður landsliðið og spæl-
Leiftur fer á v
Fótbóltur: Hans Fróði Hansen úr skal spæla
við íslendska liðnum, meðan tveir aðrir HB-
arar vera við B36
EMiL L. JACOBSEN
Íslendska liðið skuldi koma til
landið í gjár, og í dag ber til at
síggja teir í Gundadali móti einum
styrktum B36-liði. Ein HB-ari
spælir við Leiftur, og tveir B68-
arar spæla við B36 í dag. Hvat
hetta merkir, er ilt at siga, men
okkurt kundi bent á, at hóast tað
er tann fyrsti, so er tað ikki tann
seinasti dysturin hjá Øssuri Han-
sen og Fróða Benjaminsen í B36-
búnanum.
Tveir HB-spælarar verða eisini
við á B36-liðnum í dag. Tað er
málverjin Kaj Leo Johannesen,
sum nú ætlar sær at gevast á
hægsta stigi, og Magni á Lakjuni,
sum spældi seinnu helvt av lands-
kappingini í ár við HB.
Á hinum liðnum er vert at leggja
merki til, at umframt Jens Martin
Knudsen og Una Arge stendur
Hans Fróði Hansen eisini á spæl-
aralistanum.
Liðið hjá B36 í dag er hetta:
Egin Høgnesen, Arnbjørn Dani-
elsen, Pól Thorsteinsson, Jan
Guttesen, Jens Kristian Hansen,
Jákup á Borg, John Petersen, All-
an Manai, Ronnie Samuelsen,
Rógvi Róin, Bjarni Prior, Herbert
í Lon Jacobsen, Áki Mørk, Kenn-
eth Jacobsen, Mikkjal Thomassen,
Kaj Leo Johannesen, Magni á
Lakjuni, Ossur Hansen og Fróði
Benjaminsen.
Og liðið hjá Leiftur er: Jens
Martin Knudsen, Uni Arge, Hans
Fróði Hansen, Tórvaldur Jónsson,
Baldur Bragason, Sindri Bjarna-
son, Tórvaldur Guðbjørnsson,
Steinn Vidar Gunnarsson, Páll
Gislason, Jóhann Møller, Hreiðar
Gunnólfsson, Páll Guðmundsson,
Steinar Ingimundarson, Max Bel-
dunen og Jan Ekmann.
Nøvnini á íslendska liðnum siga
kanska ikki føroyingum so nógv,
men liðið telist millum tey bestu í
Íslandi og skal spæla í UEFA Cup-
kappingini komandi ár.
Leiftur spælir móti B36 í dag
klokkan 15.90, og í morgin gong-
ur leiðin ti;
lendska liðið í morgin skal spæla
móti KÍ. Tann dysturin verður eis-
ini klokkan 15.00.
"sosialurin.fo
Klaksvíkar, har ár;
(1
N
Lesið eisini
ítróttin á
Internetinum
www.sosíalurin.fo )
ad |
Johan Mortensen, bretskur konsul í Føroyum, heldur tad vera
legið, at føroyska vinnulívið ikki brúkar fótbóltslandsliðið meir,
tí sambært Johan er landsliðið besti ambassadørur, Føroyar eiga
ararnir gera Føroyum. Teir eru í
veruleikanum fantastiskir um-
boðsmenn fyri okkum gll og land
okkara.
Johan Mortensen heldur, at vit
eiga ikki at gloyma, at vit eru bert
45.000 fólk, sum bjóða eini stórari
tjóð við 4-5 mill. fólkum av at
spæla fótbólt.
llin í dag
Mynd: Jens Kristian Vang
Loksins sigur Johan Mortensen,
at vit - næstu ferð vit aftur spæla
fótbólt og vit fáa eitt slíkt ókeypis
høvi at gera PR fyri Føroyum og
føroyskum verum - eiga at troyta
slíkan møguleika fult út.
Hondbóltsfelagið Kyndil skipar
| fríggjadagin og leygardagin
næsta vikuskiftið, 23. og 24.
oktober, fyri stórum tiltaki á
Torginum í SMS. Millum annað
fara kvinnur í 1. deild at vísa
fram búnar fríggjadagin klokk-
an 17, og leygardagin klokkan
11.30 fer Í. manstið at syngja á
Torginum. Eisini verður ein stór
framsýning av myndum, ið
ru
Kyndil hevur
stórt tiltak i SMS
| Menninir á 1. mansliðið hjá Kyndli fara at
syngja á Torginum leygardagin
1
mynda søgu felagsins frá í tað
varð stovnað, og fram til í dag.
Tiltakið er til frama fyri ung-
dómsarbeiðið hiá Kyndli, og |
fyrireikararnir vóna, at nógv
fólk leggja leiðina fram við
Torgi m í SMS næsta viku-
ð og vilja stuðla hesum
pant 2 tiltakinum.