týsdagur 20. oktober 1998síða 2
‹ fyrra síða allar 22 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Vinnan og. =-
marknaðarforing | Hvat er stoltleiki, ein
Oddagrein
SØLA- og marknaðarforing er eitt mål, sum
javnan verður havt á lofti. Og sum oftast hevur
tað verið fyri tað ringa. Hvussu oftani hava vit
ikki hoyrt og sæð atfinningar ímóti okkara
fiskasølum, tí tær antin ikki duga ella gera ov
lítið fyri at marknadarføra og selja okkara fisk!
Í blaðnum leygardagin vísir bretski konsulin í
Føroyum sína stóra ónegd við, at hvorki,
vinnulívsfólk, ferðavinnan ella politikarar
brúktu tað frålika hevið, sum dysturin millum
Skotland og Føroyar var, fyri at marknaðar-
føra okkum. Hann heldur, at vit her høvdu ein
einastandandi møguleika at gjørt vart við
Feroyar sum ferðamannaland, við foroyskar
verur osfr. Vónandi fara vit at fáa viðmerkingar
til hesar atfinningar frá teimum, sum í dag
virka í vinnuni. Er hald í teimum, ella er hetta
bara einkisigandi negativur kritikkur?
NU vit tosa um ferðavinnu visti útvarpið nú
um dagarnar at siga frá eini grein í grøn-
lendskum blað, sum nettupp viðger ferða-
vinnuna. Og í hesi grein stendur ferðavinnan
ella rættari almennu ferðavinnumyndugleik-
arnir fyri skotum. Víst verður á, at tey tølini,
sum eru sett upp fyri, hvussu nógv ferðafólk
vitja komandi árini og hvussu nógv hesi skulu
leggja eftir seg, eru als ikki í samsvar við
veruleikan. Nidurstødan er tann, at ferða-
vinnan fer als ikki at geva tær inntøkur til
grønlendska samfelagið sum tað m.a. er kom-
ið fram til í eitt nú frágreiðingum, sum gjørdar
eru fyri myndugleikarnar. Talið av ferðafólki
er alt ov høgt mett, inntøkurnar frá ferðafólki
eru alt ov høgt settar, og talið á teimum, sum
arbeiða í ferðavinnuni, er somuleiðis alt ov
høgt sett.
UTTAN at hetta skal uppfatast sum nøkur
atfinning móti okkara egnu ferðavinnumynd-
ugleikum og ferðavinnuni annars - tí vit hava
einki itøkiligt at vísa til - so loyva vit okkum
kortini at spyrja, hvussu stætt er her hjá
okkum, tá tað um ferðavinnutol ræður? Hvørji
mál hava vit sett okkum, og hvussu gongst at
liva upp til tey? Hvussu síggja hagtølini út, og
hvussu skilja vit millum veruligar turistar og
so t.d. føroyingar, sum ferðast aftur og fram?
Ber til at samanbera viðurskiftini her og tær
frågreidingar, sum útlendskir serfrødingar
hava gjørt fyri okkum, við tað, sum er gjørt
fyri Grønland? Ein orsøk til at seta hesar
spurningar eru eisini tey úttalilsi, sum hava
verið frá politikarum og. í seinastuni í sam-
bandi við fullveldisætlaninar. Har hevur tað
m.a. verið víst á ferdavinnuna, sum ein týð-
andi alternativ vinna í framtíðini. Lat okkum
vóna, at so verður, men lat okkum eisini síggja
realitetirnar í eyguni: hvat er samfelagsliga
íkastið frá ferðavinnuni í dag og í framtíðini?
Ein orsøk til at taka fram grønlendsku ferða-
vinnuna í hesum sambandi er tann, at vit hava
so nógv samstarv við Grønland og í summum
forum ber til at samanbera. Kunnu vit beta
um egnar skeivleikar við at læra av mis-
tøkunum hjá grønlendingum á ferðavinnu-
økinum, so er tað bara gott. Annars er ætlanin
nú seta á stovn Utflutningsråd. Hetta halda
vit vera skilagott, tí nettup eitt Útflutningsráð
kundi havt verið við til at tryggjad, at marknað-
arføringin var partur av Skotlandsdystinum.
Ella skuldi hetta nettupp verið ein uppgáva
hjá Ferðaráðnum o. 9? Sosialurin
Jonhard Hammer
Blaðfólk:
Dagny Joensen,
ri, uppseting og prent:
nn
Bústaður: 25, Ang
rgjavegur 26, um
Postadr: Postsmoga 76,
110 Térshavn
Telefon: 311820
Telefax. 314720
e-mail:
post esosialurin. fo
føroyingur og ein tjóð?
Jóanes Nielsen skrivar í So-
sialinum, at javnaðarmenn
síggja deprimeradir út. Ja
tað kann gott vera, at onnur
síggja okkum soleiðis. Men
um man generaliserar, hev-
ur hann nokk rætt. Fólka-
floksmenn síggja hálir út og
tjóðveldismenn eru altíð óð-
ir. Minst til at eg generali-
seri - sjálvandi kunnu tjóð-
veldismenn vera glaðir við-
hvert. Men teirra inngongd
til verðina er negativ. Teir
eru kúgaðar - vit eru ein
kúgað tjóð - og vera ikki
heilt glað fyrr enn vit fáa
tjóveldið.
Men hvat skal man brúka
hesar generaliseringarnar
til, annað enn at flenna at
hvørjum øðrum. Tað eru vit
føroyingar jú heimsmeist-
arar í. Tað er eitt eydkenni í
okkara mentan, sum nokk
hongur saman við, at sam-
felagið er so lítið.
Hvat er ein
føroyingur?
Tað var nú ikki Jóanes, sum
fekk meg at tríva í pennin,
men kjakið um stoltleika og
tað at vera føroyingur. Eg
eri føroyingur og búgvi í
Danmark, so eg fái ofta at
vita, at eg skal blanda meg
uttan um tað føroyska kjak-
ið. Tað er sum so í lagi. Men
um eg eri føroyingur ella ei,
kann eingin uttan eg avgera.
Eg veit, at eg eri føroyingur
og tað fari eg altíð at vera,
óansæð hvar í verðini eg
fari at vera.
Fyri mær er tað natúrligt
at fara aftur til Føroyar at
búgva, akkurát sum tað er
natúrligt at fara at búgva
onkra heilt aðrastaðni.
Verðin er vorðin lítil. Tað
er skjótt at ferðast millum
lond og tað er eisini blivið
bíligari. Fyrr í tíðini gingu
tað fleiri ár ímillum, at før-
oyingar búðsitandi í útlond-
um komu heim. Soleiðis er
tað ikki longur.
Stórur var ti kvøkkurin,
tå ið eg las um heimarætt í
Sosialinum. Nú skuldu før-
oyingar í útlondum velja,
um vit vildu hava heimarætt
ella ei. Eg sá beinan vegin
eitt heimalamb fyri mær,
sum stóð bundið við eini
hús. Eg vil ikki vera bundin
sum eitt heimalamb. Eg vil
ferðast frítt millum lond. Tí
eri eg glað fyri mítt ES-
pass, sum gevur mær MØgu-
leika fyri ferðast og arbeiða
frítt í øllum ES-londunum.
Tað vil eg heldur býta við
eitt verðinspass enn við eitt
minni pass.
Eg fekk marruna og
droymdi, at eg stóð framm-
an fyri tí føroyska tjóðrætt-
inum og skuldi velja, um eg
vildi hava heimarætt ella
mítt ES-pass og missa
rættin til seinni at kunna
búgva í Føroyum. Øll fam-
iljan stóð og hugdi undrandi
at mær. Tey skiltu ikki, at
eg ikki bara valdi heima-
rættin. Ert tú ikki føroying-
ur, spurdu tey undrandi. Jú
svaraði eg, men eg vil eisini
eiga rætt til restina av verð-
ina. Men til alla lukku vakn-
aði eg, áðrenn eg náddi at
velja, tí tað ynski eg ikki,
og heimarætturin er til alla
lukku farin eitt sindur aftur
í seg sjálvan fyri eina tíð.
Hvat er stoltieiki?
Tað verður nógv skrivað um
stoltleika - at vera stoltur av
at vera føroyingur. Eg veit
ikki um eg eri stolt av at
vera føroyingur. Men tað er
eingin ivi um, at eg eri glað
fyri at vera føroyingur, og
haldi at føroyingar eru eitt
stolt félk.
Vit hava verið stolt, 6-
ansæð um vit hava hoyrt til
tann danska ríkisfelags-
skapin. Omma mín, sum
ikki dugir at skriva føroyskt,
tí hon gekk í skúla í Havn,
har danska "øvrigheitin”
ikki meinti, at tad var eitt
mål, sum var vert at læra,
er ein stolt kvinna. Tad var
hin omman eisini, sum
lærdi at skriva føroyskt, tí
hon búði langt frá donsku
gvrigheitini. Men eg havi
aldri merkt á teimum ella
hoyrt tær siga eitt ringt orð
um Danmark ella danir.
Rikisfelagsskapurin hev-
ur aldri givið mær nakra or-
søk til at vera minni stolt
av at vera føroyingur. Tað
greiði eg eisini dønum frå,
tá teir prika til okkara leiklut
í ríkisfelagsskapinum. Fyri
stuttum var tað ein dani,
sum spurdi, um vit ikki
kundu finna onkran, sum
vildi keypa Føroyar. Eg
spurdi, hvaðani hann kom.
Hann kom úr Brønshøj - ein
býarpartur í Keypmanna-
havn. Eg spurdi, um vit ikki
líka so gott kundu finna ein,
sum vildi keypa Brønshøj.
Hann skilti ikki heilt sam-
anberingina. Men eg greiddi
honum frá, at eg var borin í
heim í Føroyum, sum eisini
er ein partur av danska rík-
inum, og havi somu rætt-
indir sum hann - so vit
kunnu líka so gott selja
Brønshøj, um nakar keypari
er. Tað gav honum eitt sind-
ur at hugsa um.
Danir vita ógvuliga lítið
um Føroyar og tað føroysku
søguna, somuleiðis sum vit
heldur ikki læra serliga
nógv um tey donsku vidur-
skiftini. Men greiðir man
dønum frá, hvussu viður-
skiftini eru millum Dan-
mark og Føroyar, tá teir
koma við smartum við-
merkingum, kann man ofta
fáa nógv upp á pláss. Tá
uppfata teir ein sum stoltan
av at vera føroying og hugsa
seg kanska eitt sindur betri
um næstu ferð. Tá ið man
lesir tey føroysku blødini
fyri tíðina um relatiónirnar
millum Føroyar og Dan-
mark, fær man varhuga av,
at tað mesta hevur uppruna-
stødi í undirlutakenslum í
staðin fyri stoltleika.
Hvat er felagsskapur
og hvat er ein tjóð?
Tað er ofta so, at fólk í smá-
um samfeløgum hava nógv
til felags, meðan fólk í stór-
býum hava nógv til felags.
Tað er líka mikið, um ein
býr í New York ella Lond-
on. Sjálvt um mentanin er
ógvuliga ymisk, minnir tað
dagliga lívið um hvert ann-
að. Ein new-yorkari hevur
nógv lættari við at falla til í
London enn í einari lítlari
amerikanskari bygd. Akkur-
át sum ein amerikanskur
bygdamaður ikki hevur
nakað til felags við ein new-
yorkara. Fåtæk børn, sum
leita eftir mati í einum
ruskdunga í New Dehli
hava eisini meira til felags
við tey fátæku børnini í út-
kantinum av Chicago enn
við teir ríku indararnar. Hesi
børnini hava ikki yvirskot
til at hugsa um, hvgrjum
landi tey búgva í, og tey eru
heldur ikki serliga stolt av
at vera indarar ella ameri-
kanarar.
Tey ungu í dag fela seg
alt meira sum heimsborg-
arar. Tað heims umfevnandi
sjónvarpið og inter-netið
fremja hetta. Um tú hevur
áhuga fyri einum serligum
evni, er tað meiri sanlíkt, at
tú finnur áhuga-felagar í
Kina, Chile ella Canada enn
í Føroyum. Hesar kanst tú
uttan trupulleikar tosa við á
netinum, tí øll hava lært
fremmand mál. Tað gevur
eitt annað forhold til sítt
egna land. Men felagskensl-
an til nærsamfelagið verður
ikki minnið. Tvørturim6ti,
men tjóðarfelagskenslan
broytist.
Er ein tjóð góð bert
hon er ein tjóð?
Man kann nú spyrja, hvat
eg vil siga við gllum hesum.
Høvudsorsøkin er at gera
vart við, at verðin ikki bert
er svørt og hvít, sum man
annars kann fáa varhugan
av við at lesa føroysk blød í
løtuni. Verðin er full av lit-
um og gongur ikki undir í
morgin! So tað er góð tíð
til at finna eina góða loysn
fyri Føroyar. Tað er eisini
avgerandi, at so nógv sum
møguligt vera samd í einum
so týðandi máli, sum tjóð-
veldið ella fullveldið er. Tað
Marita Dalsgaard
er ikki nokk at 51 prosent
av teimum sum búgva í Før-
oyum eru samd.
Sjålvt um øll ikki eru
samd við Javnaðarflokkin,
mugu gll kunna vera samd
í ti eina grundprincippinum
í tí demokratisku sosialism-
uni - nevnuliga demokrati-
num. Tað snýr seg um, at at
øll skulu við. So nógv sum
møguligt mugu skilja, hvat
tað er, man vil við fram-
tíðini. Tað nyttar einki at
taka týdningarmiklar av-
gerðir um framtíðina, sum
annar hvør borgari ikki skil-
ir ella ikki er samdur í.
Tjóðveldisfólk siga, at
einki fólk uttan sjávstýri
hevur tað gott. Hasum kann
man líka so væl venda við
og siga, at nógv fólk avgjørt
ikki altíð hava tað gott, bara
tí at tey liva í einari sjálv-
stødugari tjóð. Hygg at øll-
um teimum nýggju tjóðu-
num eystanfyri - tær eru ný-
liga vorðnar sjålvstødugar.
Tjóðveldisfólk siga eisini,
at øll lond, sum eru vorðin
sjålvstødug, hava fingið tað
betri. Hesum kann man eis-
ini venda við og siga, at tey
lond, sum eru í ríkisfelags-
skapi við onnur lond, hava
tað betri. Til dømis eru liv-
ikorini í Føroyum og Álandi
nógv hægri enn á Malta,
sum m.a. verður víst til í
blaðtjakinum.
Ein tjóð er ikki bert ein
tjóð. Man fær ikki autom-
atisk eitt betri liv í Føroy-
um, tå Føroyar vera sjålv-
stødugar. Tad fåa bert tey,
sum grundleggjandi hava
tað ringt við at hoyra til eitt
stórri ríki. Tey sum hava tað
gott við at hoyra til ein størri
felagsskap, sum til dømis
Danmark, fåa tad ikki betur
av at verða ein føroysk tjóð.
Og tað må man kunna siga
hart og samstundis vera
stoltur av at vera føroying-
ur! Tað merkir ikki, at tað
ikki eiga at fara broytingar
fram í Føroyum og í samar-
beiðnum millum Føroyar og
Danmark. Tað vísti kreppan
heilt klárt. Men tað er ein
heilt onnur søga.
Marita Dalsgaard