Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-10-20, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. oktober 1998síða 8

‹ fyrra síða allar 22 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

14 tíðindablaðið SOSTANMN Nr. 158 — 20. OKTOBER 1998 Viðmerkingar Serføroyskt rák Hvat rák er, vita flest øll, síggja tað dagliga. Og næstan dagliga taka rák seg upp innan øll økir: politikk, átrúna, samfelags- hugsan og ikki minst móta. Tað nógva dettur burtur utt- an stórvegis háva. Tað var lívsneyðugt fyri okkara forfedrar at skilja og duga at brúka báði viðrák og mótrák. Ofta havi eg undrast yvir, at tað sum rørdist í Evropa, fanst aftur so ella so í Før- oyum. Viðhvert sum ein viðfán- ingur ella eitt fleyr. Men nú eru tey her í somu løtu. Nú er tað ikki skemt, at í somu løtu ein firvaldur lyftir veingin upp yvir Avstraliu td, merkist tað hjá okkum. Hvat so? So verða vit í ørviti. Nei, tað mesta fer bara aftur við borðinum. Tað sigur okkum einki. Passar ikki til nakað hjá okkum. Valið er enn í ein ávísan mun okkara. Og hesu rák kunnu eisini verða okk- um til fyrimunar, duga vit at brúka tey. >Hann helt sær á broddi< (Steinbíturin skuldi bíta seg fastan í botnin, meðan broddurin leyp). Kann tó vera skilagott viðhvert. Fyri 100 árum síðani tók abbi min ein lut upp á sand- inum i Sandvik og bar hann til hús, tað sama hava nógv gjørt áður, og hesin luturin út ur fingið eitt serføroyskt sigandi navn, eisini vera søgur sagdar um hann, men hann kemur frá Vesturindiu og er eitt fræ av eini plantu, sum veksur har, ikki veit eg, hvussu tey har rópa tað, men vit hava givið lutinum tað vakra navnið, vitunýra. Í fimtiårunum tekur eitt sterkt rák seg upp, um at fiskimerkini skulu flytast út. Aftan á mikið stríð og baks var okkara sjómark flutt út til 12 fjórðingar, 12. mars 1964. Og 1. januar 1978 fåa vit so loksins, sum tey síðstu, 200 fjórðingar. Í staðin fyri at fyrihalda sær, fyrireika tað sum mátti koma, var ótrúlig orka brúkt til at burturforklára hesa gongd, og tey sum tosaðu og vístu á hesa gongd vóru ørvitis- og skaðafiskar. Um vit longu síðst í sekstiárunum ella fyrst í sjeytiårunum vóru farin at fyrireika tí sum kom, hevði mangt sæð annarleiðis út í dag. Tey flestu minnast, tá ið blokkurin kom, sum fylgi av gongdini í Danmark, men ein stórur flokkur setti føtur í spenn ímóti, og kann ein finna uppá at brigslast um, at hann kom. Hetta er ikki bara meina- leyst tos niður ødrumegni, tað stjelur tíð og megi frá einum burðardyggum tosi. Nú hevur eitt rák tikið seg upp í Føroyum, eitt rák í menning, og fleiri og fleiri ung taka undir við tí. Tey vilja vera við til at rudda eitt nytt stødi fyri okkum øll at standa å. Hitt er rutt burt- ur, og tað mugu flest øll vita, men so kemur tað aft- ur, hetta løgna fyribrigdi, at fólk fara at venda og snara sær, tosa burtur gðrumegna við. Onki er hent, nú kann alt aftur vera við tað gamla. Jú tað hendi nakað ræðuligt, men tað kunnu vit bara takka okkum sjálvum fyri. Men skulu vit so einki gera við hetta og royna at fyri- byrgja, at tað ikki hendir aftur. Beint sunnan fyri okkum er tað ótrúliga hent, at Skot- land hevur fingið heima- stýri ella sjálvstýri. (Navnið spillir ongan). Nú vil onkur nevna, at rákið er júst tað mótsatta, og royna at visa á, at lond arbeiða saman og koma í ymsar felagsskapir. Jú, jú, men tað hevur einki við hetta at gera, tí at tað eru sjålvstødug lond. Nei eg dyrgi ikki eftir, at øll skulu hugsa sum eg, men um eg so má siga, at tey halda seg til evnið, og ikki við vilja svara í vestan, tá ið spurt verður í eystan. Um ein fyri ein hvønn pris ikki vil, at føroyingar skulu ráða sær sjálvum, og at skipanin millum Dan- mark og Føroyar åhaldandi skal flóta sum best ber til, so er bara at siga tad. Søgan hevur eitt ótal av prógvum um, (hugsa bara um bibilusøguna) at um eitt fólk vaknar, tá fer tað at standa saman og kann tá gera tað mest ótrúliga. Hetta hendir oftast, fyri ikki at siga altíð í eini krepputíð ella beint aftaná. Fólkið hevur sæð undangangin í eyguni og skilt, at tað er nú ella aldrin. Soleiðis síggi eg støðuna í dag. Ikki sum ein skelk, men eitt sunnheits- tekin í fólkinum. Og tað boðar frá góðum. Steinbjørn B. Jacobsen 11.10. Fullveldistos - Ræðumyndir Politikarar, sum stýra landi okkara í dag, vilja vera við, at andstødan á Føroya Løg- tingi hevur sett seg út á síðulinjuna til tess at hyggja at, hvussu leikur teirra ráð- andi er og fer at vera í kom- andi árum. Men stórur part- ur av Feroya fólki tykist taka undir við andstøduni ella stórum parti av and- støduni í politikki teirra. Ja, onkur teirra er enntá so djarvur, at hann ella hon torir koma við eini ella aðr- ar ávaring um leik sam- gongunnar inni á politiska vellinum. Tó, teir ráðandi tykjast ikki vera so heilt fegnir um hetta. Við faðirligum eyðmjúk- leika royna fullveldispolit- ikarar at sissa øll, ið hava eina aðra hugsan um sam- felagsvidurskiftini. Men hevur tå hoyrt rødur teirra, og hevur tú lisið greinir teirra, so er tað eitt orð, ið gongur aftur og aftur, og hetta eina orðið er >ræðu- myndir<. Teir siga mót- stødumenn koma fram við ræðumyndum. Tað skulu teir sjálvandi hava loyvi til. Tað vóru so mong, sum einaferð tóku undir við sjálvstýris- og loysingar- de hen SU mistu alt álit á føroyskar politikarar, tå hesir í åttati- årunum rendu alt samfe- lagið um koll. Åvaringar um at broyta kós tóku politikarar ikki fyri fult. Teir vóru so nógv klókari enn danska ráðgevandi nevndin ella allar tær røddir, sum royndu at steðga ørskapin- um. Eg minnist væl triatiårini. Tað vóru ringar tíðir. Eingir pengar millum fólk. Menn- inir til skips og keypt var uppá kontrabók frá reiðara. Skuldi ein keypa eina stíla- bók til skúlabrúks, varð neyðugt at avreiða egg ella okkurt annað. Eingin stuðul ella lán til víðari lestur. Fólk fóru at arbeiða, tá tey vóru 14-16 ára gomul. Tey hava gjøgnum 50-60 ella fleiri ár fylt kommununa- og lands- kassarnar við skattapeningi og avgjøldum. Nú eru tey gomul, útslitin og kunnu fara av verðini hvørja létu. Men nú ljóða røddir, at sam- felagið hevur ikki ráð til allar hesar sosialu skipanir. Ikki ráð at ajourføra veiting- arnar. Hesi gomlu vórðu annars róst upp til skýggja frammanundan seinasta løgtingsvalinum. Sum tey høvdu verið dúglig. Sum tey høvdu verið røsk. Fólka- pensiónin skuldi hækka við kr. 1.000,- um mánaðin og tað beinavegin. Vit lósu hetta í blødunum. Vit hoyrdu hetta í útvarpinum. Vit sóu hetta í sjónvarp- inum. Nú valið er av, er næstan tøgn um fólkapensi- ónsmálið. Undir seinna heimsbar- daga vóru fleiri pengar mill- um fólk. Skip sigldu til Ís- lands at keypa fisk og sigldu síðani fiskin til Bretlands at selja. Loysingarhugurin vaks millum føroyingar undir krígnum, og fólkaatkvoða um loysing var sum kunn- ugt í 1946. Ofta havi eg hugsað um, hvussu vorðið hevði verið her á landi, um loysing frá Danmark varð sett í verk í 1946. Tí longu 4-5 ár seinni komu nøkur sera ring ár. Skipaflotin var minkaður nógv undir krígnum. Ar- beiðsloysi var sera stórt. Fólk í hundrað og túsund- tali fóru til-Íslands at cr- beiða. Ein stórur partur av fiskimonnum fóru sum flekjarar við týskum og enskum trolarum o.s.fr. I kjalarførrinum kom so hitt stóra fiskimannaverk- fallið. Fiskimenn vildu hava eina tryggari årtøku gjøg- num minstuløn, minnist meg rætt. Tå kreppan fyrst i niti- årunum kom yvir Føreyar, skyldaðu vit nógvan pening til fleiri lond kring allan knøttin. Nógvar, nógvar milliardir. Danir komu okk- um til hjálpar við at um- fíggja alla okkara útlendsku skuld, minnist meg rætt um- leið 7 milliardir. Síðani hava vit frá dønum fingið eina sera góða afturgjaldsskipan av allari skuldini. Tað tykist, sum skil nú er komið aftur á búskap okk- ara, og vit kundu havt tað so deiligt. Men nú hevur fólkið valt nýggjar menn inn á ting. Saman við ødrum hava teir skipað eina samgongu, sum hevur samtykt at seta á stovn føroyskt fullveldi. Teir vilja avtaka heildarveit- ingina (blokkin), sum vit á hverjum ári fáa úr Dan- mark. Fyri árið 1999 verður blokkurin 944 milliónir kr. sambært uppskoti til løg- tingsfíggjarlóg fyri hetta ár. Boðað verður frá, at blokk- urin skal avtrappast yvir 15- 20 ár. Men politiskt full- veldi skal setast á stovn sum skjótast eftir følkaatkvødu, sum ætlan skal vera kom- andi ár. Eg taki ikki undir við hesum, og eg fari við hesi grein at takka Sam- bandsflokkinum fyri, at hann í hesum máli hevur bæði beinini á jørdini. Og tað skal undra meg stórliga, um Sambandsflokkurin ikki um heilt stutta tíð verður nógv tann størsti flokkur á Føroya løgtingi. Blokkurin er pristalsvid- gjørdur. Seinastu 10 årini er hann vaksin år 752 milli- ónum 1990 til 944 milliónir í 1999 ella við sløkum 200 milliónum kr. Hetta svarar til umleið 20 milliónir kr. Flestu føroyingar hava verið noyddir til at seta fótur undir egið borð. Onkur kundi giftast inn. Skipað íbúðar leiga fanst ikki, og lånimøguleikar- nir útavlagi vánaligir. Alla hesa gldina hava so gott sum allir føroying- ar roynt hetta, at seta føt- ur undir egið borð, hóast tað sá svart út, fyri ikki at siga vónleyst. Ofta vóru tey frárátt av teimum nærmastu til at gera hesa vitleysu gerð. Tíðirnar kundi altíð broytast til tað vónleysa. Og hesi bæði ungu, sum skuldu taka hetta ódnartakið, høvdu tey víst nakað serligt vinnufísni? Var teirra inn- tøka nakað at reypa av? Nýttu tey ikki mest frítíð- ina til fjant og fjas? Og teirra sparsemi sást lítið til. Men ikki veit eg, tey allar flestu húsini komu upp. Tey bardu seg gjøgn- um tey fyrstu truplu árini. Parið búnaðist og mentist til gleði og gagns fyri tey og alt samfelagið. Um nú okkara par ikki hevði hætta sær undir hetta ódnartakið, kundu tey verið heppin at finna eina íbúð, sum tey kundu búð í í fleiri ár, alt lívið mundi vera sera sjáld- samt. Tey nógvu noydd- ust av og á at flyta í aðra íbúð. Ein og hvør mynd tú brúkar og samanberingar kunnu misskiljast ella yv- irtolkast. Hetta skal als ikki skiljast sum, at eg seti niður á tey, sum ikki fóru undir at byggja hús. Vit hava ikki øll somu val- møguleikar, sjúka og annað mangt kann gera tann stóra munin. Men lat okkum ímynda okkum tað skikkiliga par- ið, sum lurtaðu eftir iva- num í ráðunum hjá for- vøkstur um árið. Allar fíggjarlógir frå 1990 til 1995 høvdu hall, og reiðuliga stórt hall. Neyð- ugt var at læna pening at gjalda undirskotið við. Men um eingin blokkur hevði verið hesi 6 árini, so hevði samlaða hallið fyri hesi 6 árini verið 4.829 milliónir krónur stórri. Hetta vil siga, at so skuldu vit lænt slakar 5 milliardir krónur meira bert fyri hesi 6 árini. Tað ljóðar, at landsstýrið ætlar at seta nevndir at kanna, kanna og aftur kanna. Men hartil er at siga, at tað er ógvuliga torført at framrokna ætlaðar løgtings- fíggjarlógir longur enn 5 år fram í tíðina. Óvissan er alt ov stór, og inntøkugrundar- lagið ógvuliga viðbrekið. Samanumtikið kann sig- ast, at fólkið í landi okkara Seta fótur undir egið borð eldrunum. Tey fóru ong- antíð undir at grunda fyri húsum. Ikki tóku tey ngkur óráð fyri, men munnu tey vera eydnu- samari enn hini fyri tí? Tá ið tú hevur tosað við fólk, koma tey altíð inná, tá ið tey bygdu, tey minnast merkiliga væl alt aftur, og tú sleppur næstan ikki frá teimum aftur. Ikki minst varnast tú, hvussu henda hend- ing hevur bundið alla familjuna saman, mann, konu og børn. Upp í gjøgnum tíðina og um allan heim síggja vit hetta: at tað einstaka menniskja, felagskapir og tjóðir hava tað best, tá ið tey hava nakað at arbeiða fyri, ja vantrívast um tey ikki hava tað. Hetta er grundfest í okk- ara náttúru. Tí var sagt við óvitan, um hann gekk fyri einki. Farið so heldur og spæli okkurt. Vanliga síga vit, at tjóðskaparkenslan sprætt aftan á Napoleons krígg- ini, men hon er nógv eldri enn sum so. Hon er so gomul sum menn- iskja. Hugsa bara um Bi- bliuna, er hon ikki sjálv grundin undir henni. All- ar ættarbólkarnar í Afr- iku, Ameriku og ikki minst USA við sínum túsund andlitum. Eins náttúrligt tað er fyri ta einstaka menn- iskja, at tað hugsar um seg sjálvan, er tað, at tað hugsar um sína egnu tjóð. Og eftir førimuni vil gera sítt til, at hon mennist. At tjóðin sjálv kann ráða fyri borgum, er sjálvur grundarsteinurin, ið øll verja um. Steinbjørn B. Jacobsen 13.10. er sera Ótrygt við hesa sam- tykt, sum landsstýrið ætlar at seta í verk. Her verður hugsað um at seta á stovn hitt føroyska fullveldið. Vit hoyrdu fyri stuttum, at Sámal Petur í Grund, fyrrv. landsstýrismaður, sigur, at hann mistók seg, tá hann legði niður SKotlandssigl- inga. Hetta er eitt mistak, og hetta mistak kann rætt- ast. Men eg eri stórliga bangin fyri, at um ein meiriluti av føroyingum tekur undir vid landsstyr- inum um fullveldi gjøgnum eina fólkaatkvgðu, so kann hetta ikki rættast aftur. Og rokningin fyri inntøkurnar, sum mugu koma inn í lands- kassan ístaðin fyri blokkin — hon verður send til hin føroyska skattaborgaran. Símun Pauli Jacobsen