Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-10-20, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. oktober 1998síða 9

‹ fyrra síða allar 22 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 298 — 20. OKTOBER 1998 fra GTTUR Lesid eisini sosialurin, box 76, 110 tørshavn - tlf 31 18 20 - fax 31 47 20 - teldupost til ítróttin: emil &C søsialurin.fo Hondbóltur: Við sterkum verjuspælid sum grundarlagi megnaðu hoyvíkingar heldur | óvæntað at basa føroyameistarunum úr VIF EMiL L. JACOBSEN I fyrsta umfari av hondbóltskapp- ingini, sum varð spælt næstsein- asta vikuskiftid, tapti H71 tepurt móti Kyndli. Ta ferðina skeyt spælandi venjarin Hans Guð- mundsson 17 av málunum hjá H71, sum tapti 23-24. Men sunnudagin móti føroya- meistarunum VIF vistu hoyvik- ingar, at tað ikki bert er venjarin, sum dugir. H71 vann 25-23, og sigurin var uppiborin, hóast vest- menningar kunnu spæla betur, enn teir gjørdu sunnudagin. Hans Guðmundsson skeyt tíggju mål, men hesaferð var ikki so langt niður til næsta mann á málskjúttaralistanum (Jákup Sím- un Simonsen, ið ikki var á vøllin- um móti Kyndli), sum fekk seks mál. H71 legði hart út, og tá fimm minuttir vóru spældir, høvdu teir longu lagt seg á odda 5-0. Tað var serliga verjan hjá heimaliðnum, sum stóð sera sterk hesar fyrstu løturnar av dystinum. Tvær ferðir upp í slag megnaði Halgir Dal Olesen at blokera skotum frá Sám- ali Joensen, og eftir tað hevði H71-maðurin sålarligu yvirvågina teirra millum. Okkurt måtti gerast, og við støduni 5-0 tók VIF time- out. Såmal og Aki Olsen byttu um pláss, og so fór at ganga betur hjá vestmenningum, sum einki høvdu at siga fyrstu fimm minuttirnar. Tað gekk eisini hart fyri seg hesa løtuna, liðini góvu seg 100 prosent, og dómararnir løgdu eina harða linju frá byrjan — og teir hildu hana. Tað lá eisini í luftini mestsum frá byrjan, at onkur ikki fór at sleppa at spæla allan dystin, og tað vísti seg eisini, at ein frá hvørjum parti mátti leggja frá sær, áðrenn dysturin var liðugur. Vestmenningar komu í gongd, og so líðandi ótu teir seg inn á H71 aftur. Men harða linjan hevði við sær, at eitt nú spælandi venj- arin Daniel Rapa varð útvístur tvær ferðir fyrstu tjúgu minuttir- nar. Sostatt noyddist venjarin at ansa sær, og tað gjørdi kanska eisini, at hann ikki var so eyð- sýndur, sum hann fyrr hevur verið og fer at verða seinni í ár. ítróttar SESTalUM Men einki skal takast frá verju- spælinum hjá H71, sum var fyri- myndarligt. VIF-spælararnir gjørdust alt meira rådaleysir, og hoyvikingar hildu fast um fyri- munin, teir høvdu vunnid sær vid góðu byrjanini fyrstu fimm min- uttirnar. Hans Guðmundsson var sum altíð sentralur, men eisini Jákup Símun Simonsen spældi væl úti á vonginum, har John Zachariasen hevði sera trupult við at halda honum. Jákup Símun skeyt seks mål og fekk fleiri brotskøst og vísti, at H71 hevur fleiri streingir at spæla upp á enn bert mannin, sum skeyt 17 mál móti Kyndli næstseinasta sunnudag. Og so slepst heldur ikki undan at nevna menn sum Halgir Dal Olesen og Olaf Vestergaard, sum spældu ein branddyst í verjuni, og tað var í verjuni, at H71 í roynd og veru vann dystin. Sterku skjútt- arnir hjá vestmenningum — Áki Olsen og Sámal Joensen — fingu lítið burturúr, og tá teir ikki koma í gongd, er VIF-lidid skert. Tá seinni hálvleikur var seks minuttir gamal, fekk Bárður Brim- vík hjá H71 beinleiðis reytt kort, tá hann tók í ein VIF-spælara í fullari ferð á veg fram. Um dóm- aralinjan frá fyrra hálvleiki skuldi haldast, var reyða kortið eisini ein- — NE itrottin á | Internetinum www.sosialurin.fo 7 GR STÐ SI SSA Á H71 vann á VÍF og skapti spenning í kapping Hjalmar Klein Olsen og Agnar Joensen steðga Hans Guðmundssyni. H71-venjarin var aftur hesaferð toppskjútti, men var ikki heilt so sentralur sum móti Kyndli asta loysn, og sostatt fekk H71 sítt fjórða reyða kort í tveimum dystum. Hesin munurin varð kort- ini javnaður út longu fimm min- uttir seinni, tá Aki G. Olsen varð vístur út fyri triðju ferð. Tað merk- ir sum kunnugt eisini reytt kort, og so var dysturin liðugur fyri hansara viðkomandi. Spennandi sidstu løtuna VIF trysti og minkadi munin nidur í eitt mál (ikki minst takkað verið sera góðum málmansspælið frá Bárði Nielsen), men nærri komu teir ikki, og munurin vaks aftur Hoyvíkingar stríddust allir fyri ein og ein fyri allar í verjuni sunnudagin. Tað var eisini verjuspælið, sum var grundarlagið fyri 25-23 sigrinum á føroyameist- arunum Mynd: Alvur Haraldsen Mynd: Alvur Haraldsen H71 helt leiðsluna heilt fram til endan, og sostatt kom VIF ong antíð framum. Men seinastu min uttirnir gjørdust sera spennandi tá hoyvíkingar fingu tvær útvís- ingar mestsum í senn og tí eitt skifti spældu við fýra útispælarum móti teimum seks hjá VIF. Tað var ikki fyrr enn tá, at vest- menningar knappliga fóru at skunda sær. Fram til tå høvdu teir tikið sær góða tid til at seta dystin í gongd aftur, men nú var tað, sum um teir knappliga sóu álvaran í støduni. VIF fekk eisini minkað um munin úr 24-21 ul 24-23, og so var spenningurin i hæddini Men tå Hans Gudmundsson skoradi til 25-23, tå tveir minuttir vóru eftir, fór seinasta gassið úr VIF-ballónini H71 vísti, at tað ber til at vinna á VIF — meir enn s0 — og sunnu dagin gjørdu teir alt rætt. Vest- menningar fóru heim aftur við ongum. Teir vóru ongantíð á odda í dystinum og fingu ikki so mikið sum eitt brotskast (eitt gott dómi um góða verjuspælið hjá hoyvík ingum). Tvey umfør eru spæld, og kapp ingin er longu víðopin. Kyndil og Neistin hava fult stigatal, men enn eru nógvir dystir eftir að spæla, og við dystinum sunnúdagin í huga kann alt henda