týsdagur 20. oktober 1998síða 12
‹ fyrra síða allar 22 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Sumba reið stormin av
%
Fótbóltur: LÍF trýsti fyri at koma afturíaftur, men tað eydnaðist akkurát ikki
Tað verða tvey 1. deildarlið
í Suðuroy komandi ár, og
tað verða fýra 1. deildarlið
í Eysturoy komandi á. Tað
fingu teir nógvu suðuroy-
ingarnir og teir meiri enn
hálvt hundrað leirvíkingarn-
ir, sum sunnudagin hugdu
at fótbólti á Krossinum í
Sumba, staðfest.
Utgangsstødan hjá leir-
víkingum var, at teir vóru á
odda 2-1 eftir fyrra dystin,
sum var í Leirvík næstsíðsta
leygardag.
Leirvíkingar vóru kanska
eitt sindur darvaðir av
leiðsluni, sum teir høvdu. Í
hvussu so er spældu teir í 1.
hálvleiki nógv lakari, enn
teir hava gjørt fyrr í heyst
Sumbingar vóru nógv
raskari, og teir komu á odd-
a, tá fyrra umfarið var hálv-
runnið. Birgir Jørgensen,
sum var í álopinum, hóast
hann var hálvskaddur, sendi
innfyri úr vinstru, og Eirikur
Nr. 198 — 20. OKTOBER 1998
TE ff —ffff|—|—| rr
Sumbingar varðveittu plåssid i bestu deidini, tå teir
vunnu seinna dystin um upp- og nidurflyting móti
LÍF 2-0. Sostatt vann Sumba samanlagt 3-2
Mynd: Áki Bertholdsen
Joensen, sum hesa ferð var
á miðvgllinum saman við
Dánial J. Joensen og Eyð-
birni Thomsen, meðan
Thomas Birch var hangan-
di álopsmaður, setti knæið
undir innleggið, sum fór í
málið.
So stóð á jóvnum, men
tíðliga í 2. hálvleiki kom
heimaliðið framum 2-0 og
stóð harvið við atgongu-
merkinum til 1. deild. Hesa
ferð var tað Birgir Jørgen-
sen, sum stútaði inn við
nærra stólpanum, eftir at
Mortan úr Hørg, vongverjin
hjá Sumba í høgru, hevði
lagt innfyri.
Nú vóru tað sumbingar,
sum tóktust darvaðir av
leiðsluni. LÍF fekk fullkom-
uliga tak á dystinum, og teir
høvdu eina rød av møgu-
leikum, men teir fingu einki
mål. Teir høvdu bóltin á
samankomingini, og fleiri
ferðir bjargaði Annfinn
Thomsen sera væl. Hann
vardi aftur hesa ferð málið,
tí Rúni Lisberg er skaddur.
Sumbingar hava ikki so
nógv fólk at taka av, og tað
var smeitur fyri teir, at hvør-
ki leikbannaði René Thom-
sen ella Jan Poulsen vóru
við.
Aftaná var rómurin sum
um Sumba hevði vunnið
FM.
Leirvíkingar vóru fáligir,
tá teir fóru norður aftur, og
tað er væl skiljandi. Teir
høvdu møguleikan at koma
afturíaftur og fáa umdyst.
Teir hildu sjálvir, at teir vór-
u so mikið omaná síðsta
hálva tíman, at teir høvdu
havt góðan møguleika at
vinna umdystin, um teir í
vanligu leiktíðini høvdu
havt minkað um munin, og
sumbingar góvu teimum
ikki órætt.
Bíða eitt sindur
Í gjár vistu sumbingar ikki
at siga, hvussu tað verður
komandi ár. Jugoslaviski
venjarin hjá teimum, Spa-
sojé Biberdzic, ella Bibi,
sum teir nevna hann har
suðuri, hevur áður sagt, at
hann við vissu ikki kom aft-
ur, um Sumba flutti niður,
og at hann kanska fór at
halda fram, um Sumba fór
at varðveita plássið í bestu
deildini.
Sum sagt so er einki av-
gjørt hesum viðvíkjandi,
men venjarin fer ikki av
landinum fyri tað fyrsta.
Hann er ættaður ikki so
langt burtur frá tí økinum,
har tað hevur veirð rættuliga
ófriðarligt og framvegis
prutlar undir lokinum, so
tað er ikki so nógv at fara
til hús til í løtuni. — jh
Brøndby og David
stjolu myndirnar
Fótbóltur: Herfølge tapti 5-1 á åtivølli og FCK vann 5-1
å heimavølli
Myndin var eitt sindur ull-
int, tå teir bådir føroying-
arnir í donsku superliguni i
vikuskiftinum aftur fóru til
verka í feløgunum, sum
rinda teimum løn fyri at
spæla fótbólt.
Jákup Mikkelsen, sum
hevði fingið grønt ljós frá
læknanum hjá Herfølge at
spæla, sjálvt um fótskaðin,
sum hann fekk í Skotlandi,
so langt í frá var burtur, var
longu í eldinum fríggja-
kveldið, og tað skal valdast
fyri neistarok
Brøndby skal í annað-
kveld spæla á heimavølli í
europeisku meistarakapp-
ingini móti sjálvum Manch-
ester United, og 8.040 á-
skoðarar á Brøndby stadion
sóu eitt heimalið, sum frá
fyrsta bríksli var óvanliga
væl upplagt. Herfølge stóð
teimum ikki kurl, og sam-
bært donsku pressuni var
tað bara Jákup Mikkelsen
sum var orsøkin til, at tað
gingu 39 minuttir, áðrenn
hol kom á. >Jákup Mikkel-
sen lod sig ikke overliste
med det samme<, verður
tikið til.
Men so gekk skjótt, og tá
59 minuttir vóru farnir, var
stødan 5-0 til heimaliðið.
»Brøndby holdt legestue
med Herfølge«, verður tikid
til. Målini komu øll eftir
uppspæl og royndir úr litlari
fjarstødu, og tað verður
fleiri ferðir tikið til , at >en
sageslgs Jákup Mikkelsen<
kundi ikki verja fyri.
Fram móti endanum
pyntaði Thomas Høyer um
vánaliga úrslitið, sum so
púra oyðilegði góða mál-
munin hjá Jákupi og teim-
um. Undan dystinum var
munurin í málum 16-6. Nú
er hann 17-11. Herfølge er
framvegis å tridja plåssi,
men nú nærkast Brøndby,
sum er komið upp á átjan
stig og bara er eitt aftanfyri
Herfølge
8.283 áskoðarar stríddu
seg í Parkina, har FCK í
kulda og nógvum vindi tók
ímóti Lyngby, sum hevur
havt fleiri av FCK spælar-
unum — m.a. Toda Jónsson
— í tænastu.
FCK vann 5-1. Lyngby
kom å odda, tå 24 minuttir
vóru farnir, men Lars Højer
javnadi tveir minuttir seinni
við einum av sínum tiltiknu
frispørkum.
Todi Jénsson hevdi ikki
verið serliga eyðsýndur í 1.
hálvleiki, og Kim Brink tók
bæði føroyska landslids-
mannin og Peter Nielsen,
liðformannin, sum hevur
verið á danska landsliðnum,
út í steðginum.
Í 2. hálvleiki gekk sum
eftir ánni hjá FCK, og vit
kunnu siga, at soleiðis sum
tað tørnadi út, var tað harm-
uligt, at Todi ikki var á vøll-
inum, tí spælið lagaði seg
akkurát soleiðis, sum tá tað
er best fyri Toda.
Lars Høyer legði heima-
liðið framum, tá seinna um-
farið var seks minuttir gam-
alt. So noyddist Lyngby at
fara longri fram á vøllin, og
FCK spældi uppá kontra.
David Nielsen hevði av-
loyst Toda Jónsson eftir
steðgin, og hann gjørdist
stóri maðurin. Hann skoraði
trý mál upp í slag — eftir 54,
64 og 81 minuttir — og hetta
var fyrsta ferðin, at ein FCK
maður gjørdi hattrikk í
Parkini.
Hósdagin skal FCK spæla
í Europa Cup fyri steypa-
vinnarar móti Chelsea, og
David Nielsen prátaði fyri
sínum møguleika, tá dyst-
urin móti Lyngby var lið-
ugur.
— Eg dugi onga orsøk at
síggja til, at eg ikki skal
byrja inni móti Chelsea, tá
eg í dag havi skorað trý mál,
segði framherjin. Danska
pressan rósar eisini Thomas
Thorninger, sum spældi á
hinum álopsplássinum og
millum annað legði upp til
síðsta málið. Og so skal ikki
so nógv til at rokna út, at
tað er møguleiki fyri, at
Todi Jónsson, sum higartil
í ár hevur verið fyrsti álops-
maðurin hjá FCK, er í
vanda fyri at enda á beink-
inum í størsta dystinum,
sum FCK nakrantíð hevur
spælt. Tað er hetta, sum
onkur í pressuni leggur upp
til, men nú fáa vit at síggja.
Sigurin hjá FCK var tann
fyrsti í landskappingini, síð-
ani teir fyri seks vikum síð-
ani vunnu 1-0 móti Brønd-
by. Venjarin var sum rímu-
ligt er fegin og staðfesti, at
nú eru bara trý stig upp til
Herfølge, sum er á triðja
plássinum.
Síðsta umfarið í norsku
Tippuliguni verður avgreitt
komandi sunnudag, og tað
verður ikki fyrrenn tá, at tað
verður greitt, um Kongs-
vinger og Julian Johnsson
skulu flyta beinleiðis niður
í næstbestu deildina, um teir
skulu spæla um eitt pláss í
bestu deildini, ella um teir
longu sunnudagin kunnu
draga andan lættari, tí teir
hava tryggjað sær framhald-
andi tilveru í bestu deildini.
Kongsvinger við Julian
Johnsson á liðnum allar 90
minuttirnar spældu síðsta
heimadystin sunnudagin
móti Viking Stavanger, sum
kom á odda 1-0, tá tað bara
restaðu átta minuttir. Mál-
skjútti var íslendski lands-
liðsmaðurin Rikkardur
Dadason. Tríggjar minuttir
seinni fekk Kongsvinger
brotsspark, sum teir fingu
fulla årtøku úr.
Kongsvinger, sum sunnu-
dagin skal spæla á útivglli
móti Haugesund, ið er næst-
niðast við 22 stigum, er trið-
niðast við 25 stigum. Sogn-
dal hevur bara 16 stig og er
fokið.
Rosenborg vann NM fyri
sjeyndu ferð upp í slag, men
kanska var gleðin eins stór
í Válerenga, sum hevur ver-
ið hótt av niðurflyting. Erik
Drillo Olsen, sum var lands-
liðsvenjari til eftir HM
kappingina, hevur havt á-
byrgdina av liðnum síðani
summarsteðgin, og hann
varð lyftur og lættur sum
ein annar kongur, eftir at
liðið hjá honum hevði bast
Tromsg 1-0 og harvið
tryggjað sær plássið í Tipp-
uliguni. jh