Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-10-20, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. oktober 1998síða 13

‹ fyrra síða allar 22 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 198 — 20. OKTOBER 1998 tíðindablaðið S082lurin Komandi ár kann urtøkan erast stórri enn nakrantið Fótbóltur: Landsliðsspælararnir fingu meiri enn tíggju túsund krónur burturúr ferðini til Litava og Skotlands, og teir kunnu rættuliga skora kassan komandi ár Føroyska fótbóltsárið 1998 er lokið. Sjálvt um sumb- ingar og leikrvíkingar suð- uri á Krossinum í Sumba stríddust um eitt pláss í 1. deild, og Leiftursmenn vóru í Føroyum og spældu móti B36 og KÍ, so mundi tað hjá teimum flestu kennast sum stóra finalan, tá lands- liðið var á ferð í Litava og í Skotlandi. Úrslitini á útivelli móti Bosnia og á heimavølli móti Kekkia høvdu lagt upp til, at tað fór ikki at vera heilt av leið í teimum báðum dystunum, og tað royndist betur, enn tað ofta hevur gjørt áður. Føroyar taptu tilsaman 1- 2 í tveimum dystum, og tað er ikki ofta komið fyri áður, at samantaldi málmunurin hevur verið so frægur í tveimum royndum á rað. Besta úrslitið í tveimum undankappingardystum á rað var í 1997, tá Føroyar vunnu 2-1 móti Malta á- vikavíst á útivelli 30. apríl og á heimavelli 8. juni. Í 1995 vóru úrslitini eisini góð. Tað árið taptu vit 3-0 í Moskva 6. mai og vunnu 25. mai á Svangaskarði við somu tølum móti San Mar- ino fyri síðani 7. juni at tapa 2-0 á Svangaskarði móti Skotlandi. Sama heystið taptu vit 6. september 2-5 móti Russlandi og vunnu so 11. oktober 3-1 í San Mari- no. So vit hava úrslit at vísa á, sum standa mát við tey á ferðini fyri viku síðani, men sammeta vit bara við dystir á útivelli, so hevur tað ong- antíð áður skorist so væl í tveimum undankappingar- dystum á rað á útivglli, sum tað gjørdi hesa ferð, og als ikki, tá havt verður í huga, hvgrjum slagi m6tstødan var av. Áðrenn vit sleppa hagtøl- unum heilt kunnu vit gera nakrar staðfestingar afturat. Urslitid í Vilnius, har Før- oyar leygardagin 10. okt- ober spældu 55. altjóða skrásetta landsdystin, var tað fyrsta málleysa nakran- tíð, og tapið í Aberdeen mikudagin 14. oktober var tað fyrsta 1-2 tapið á úti- velli, samstundis sum hetta var fyrsta málið í fimm landsdystum. Síðsta málið frammanundan var í Gijón í Spania 11. oktober í fjør, tá Jens Kristian Hansen eftir 44 minuttir minkaði um munin til 2-1. Spania vann 3-1. Tað var einki minni enn eitt bragd, at føroyingar megnaðu at vinna 2. hálv- leik í Aberdeen, og hetta var fimta ferðin nakrantíð, at okkara lið hevur megnað at verið omaná seinnu trý kort- erini í einum undankapp- ingardysti. At landsliðið hevur megnað at hildið tørn teir fyrstu 45 minuttirnar, og at tað síðani hevur roynst heilt illa seinna umfarið er ofta komið fyri — serliga fyrru árini, tá landsliðið var við í undankappingum. Fyrsta ferðin, at Føroyar vunnu 2. hálvleik í undan- kappingardysti, var í Lands- krona móti Eysturríki 12. september 1990, tá Torkil Nielsen skoraði einasta málið eftir 62 minuttir. Onnur ferðin var 25. maí 1995, tá úrslitið á heima- velli móti San Marino var 3-0 og 2. hálvleikur endaði 1-0. Triðja ferðin var 24. apríl 1996, tá úrslitið móti Jugoslavia í Beograd var 3- ] til heimaliðið, og Føroyar vunnu 2. hålvleik 1-0. Eins og í Aberdeen í síðstu viku var tað ta ferðina John Pet- ersen, sum skoraði málið, so vit kunnu so smátt fara at rokna við, at um John etersen skorar í 2. hálvleiki á útivelli, so gongur væl hjá Føroyum í seinna umfarin- um! Síðsta ferðin undan tí í Aberdeen, at Føroyar hava vunnið ein 2. hålvleik, var 30. april 1997, tå úrslitið á Malta var 2-1 til Føroyar. I steðginum var heimaliðið á odda 1-0. Vit hava áður nevnt, at tá Føroyar spældu í Litava næstsíðsta leygardag, so var hetta fyrsta ferðin, at eingin av hetjunum úr Landskrona 12. september 1990 var við á føroyska liðnum. Tíggju túsund í part Eingin spælari verður ríkur av at vera á landsliðnum, men teir átjan, sum fyri stuttum vóru eina góða viku burtur í Litava og í Skot- landi vóru ikki heilt sørir. Í avtaluni, sum Fótbólts- sambandið og spælararnir hava í sambandi við hesa EM-undankappingina er avrátt, at spælararnir fáa 850 krónur í part í dagpeng- um hvgnn dagin, teir eru burtur. Landsliðsferðalagið fór úr Føroyum mikukvøld- ið 7. oktober, og teir vóru aftur í Vágum hósmorgunin 15. oktober klokkan 03.30 Tað vil við gðrum orðum siga, at teir vóru burtur í átta dagar, og samanlagt gevur tað 6.800 krónur í dagpeng- um. Í avtaluni stendur eisini, at um landsliðið megnar ein javnleik — tað ger tað sama, um hetta er á heimavølli ella á útivelli ella hvørjum tað er ímóti — so fær hvør spæl- ari fýra túsund krónur í bon- us. Tað vil við øðrum orðum siga, at úrtókan hjá teimum åtjan spælarunum, sum vóru í Vilnius og í Aber- deen, var í alt 10.400 krón- ur. Higartil í hesari EM-und- ankappingini hava Føroyar ikki vunnid. Fyri ein sigur fær hvør spælarin átta tús- und krónur. Gott grundarlag undir framtíðini Fyrsta royndin í hesari EM- undankappingini var út av lagi vánalig. Á heimferðini úr Skotlandi var lagið gott og hugurin at halda fram góður, og tað var stórur munur á frá tí, sum lá í luft- ini, tá landsliðið 4. juni hevði tapt 5-0 í Tallinn. Broytingin eigur at minna bæði spælararnar, venjaran, pressuna og gll onnur, sum hava við landsliðið at gera, á, at tað kann ganga skjótt hvgnn vegin, men tað er einki forgjørt í, at tað í løt- uni meiri enn nakrantíð áður ræður eitt bjartskygni fyri framtíðina hjá landsliðnum. Tað eru fleiri veruleikar, sum eru orsøk fyri hesum. Ein er, at teir, sum eru um boðið at vera á liðnum, eru fleiri, enn teir nakrantíð hava verið, og tað er nógv, sum bendir á, at tað kom- andi ár vera fleiri, sum verða uppaftur betri fyri, enn teir hava verið í ár. Tað man vera langt síð- ani, at bonkurin hevur verið so sterkur, sum hann var á ferðini í Vilnius og í Aber- deen. Venjarin kundi uttan nakað himpr valt millum allar sjey á bonkinum at sett inn á vøllin, uttan at liðið hevði viknað stórvegis av tí. Og so skulu vit minnast til, at Allan Mørkøre, sum hevði verið sjálvskrivaður millum teir fyrstu elli vu, var ikki við. Ossur Hansen og Jan Allan Miller hava áður verið millum teir fyrstu ell- ivu, og fara teir komandi ár at gera nógv við fótbóltin, so eru teir í hvussu so er góð boð uppá pláss millum teir fyrstu átjan. Tað er einki avgjørt enn men tað er nógv, sum bendir á, at onkrir av landsliðs- spælarunum, sum higartil hava spælt heima á landi, fara av landinum at spæla, og at summir, sum hava ver- ið í landsliðshópinum, fara at verða uppaftur betri fyri Vit kunnu í hesum sam- bandi nevna Símun Eliasen, sum miðvíst arbeiðir fyri søkini í Aarhus Fremad, Una Arge, sum ætlar sær at seta fótbóltin høgt, tå lest- urin verður liðugur stutt eft ir ársskiftið, og hann aftur skal til Leiftur, og Jan Dam, sum fer at leggja nógva orku í venjingina í Her- følge. Einki er komið uppá pláss enn, men tað skuldi íkki undrað, um John Petersen, Jákup á Borg og Hans Fróði Áhugin verður helst stórur, tá Billy Dodds og hinir skotarnir koma á Svangaskarð næsta summar Hansen fara av landinum at spæla fótbólt. Gera teir álv- ara av hesum, so verða teir uppaftur betri fyri, enn teir hava verið í ár. Og fara hinir landsliðsspælararnir heima á landi at halda stødid, teir hava havt í ár, so sær tað heilt spennandi út fyri kom- andi ár. Stórur áhugi Tá lutakastið til EM-undan- kappingina hevði verið varð staðfest, at bólkurin, sum Føroyar vóru komnar í, var ikki serliga áhugaverður, og tað varð hvørki roknað við góðum úrslitum ella serliga stórari åskodararfjøld. Men nú kann tað væl fara at vísa seg, at áskoðarafjøld- in fer at vera væl stórri, enn tað áður hevur verið roknað við, at hon fór at verða. Royndirnar hava víst, at áskoðararnir meta betri upp, tá tað er góður møguleiki fyri, at Føroyar fara at vinna, heldur enn tá mót- stóðumenninir eru kendar heimsstjórnur Tá San Marino var á Svangaskarði, hugdu 3.450 at, og tá Malta vitjaði — góð- ar fimm vikur eftir at Før- oyar høvdu vunnið niðri á Malta — vóru 6.642 áskoð- arar, sum er met. Vónbrotna fjøldin var eisini stór, tå Kypros var á Svangaskarði 16. juni 1992. 4.129 møttu upp, og tað var rimuligt, ti tey roknadu vid, at føroy- ingarnir fóru at vinna, men teir taptu 2-0 Tá Skotland vann 2-0 á Svangaskarði 7. juni 1995 vóru 3.881 áskoðarar. Tá hevði føroyska liðið eitt knapt ár frammanundan tapt 5-1 í Glasgow. Tá úrsliuð síðsta mikukvøld verður havt í huga er ikki annað at rokna við, enn at fjøldin í fyrsta heimadystinum kom- andi ár, sum verður grund- lógardag, leygardagin 5. juni, júst móti Skotlandi, verður heilt stór. Og verður úrslitið gott ta ferðina, so ber til at ímynda sær, at á- skoðarametið verður hótt, tá Bosnia kemur á Svanga- skarð fýra dagar seinni — mikudagin 9. juni. Verður aftur ta ferðina talan um gott úrslit kunnu vit halda fram v'ð at ímynda okkum, hvussu tað verður við áhug- anum, tá Estland og Litava koma á Svangaskarð 4. og 8. september. Stórt trýst At tað er møguleiki fyri góðum ítróttarligum avrik um og harvið stórari pen ingaligari inntøku komandi ár í fýra heimadystum á rað leggur sjálvandi eitt trýst venjaran og spælararnar Men royndirnar hesar síðstu ferðirnar vísa, at teir á landsliðnum megna væl at bera sovorðið trýst Tá spælararnir hálvan annan tíma fyri dystarbyrj an í búnanum, sum teir ferð- ast í, komu inn á Pittodrie stadion í Aberdeen, var stuttligt at eygleiða teir. Teir høvdu myndatólini við og skiftust um at taka myndir av hvørjum gðrum. Tað sært tú ikki ofta landsliðsspæl- arar aðra staðni gera. Tú fekst eina kenslu av, at teir mettu tað at vera á hesum vellinum sum eitt stórt upp- Mynd: Álvur Haraldsen livilsi, og tað var ikki frítt, at hugsanin um, at teir kan- ska fóru at verða ov impon- eraðir, og harvið ikki fóru at spæla upp til sítt besta, gav seg til kennar. Í 1. hálv- leiki var tað eitt sindur um hetta, men so smoygdu teir hetta av sær, og vit vita, hvussu tað gekk. Á heimavelli fara teir onga orsøk at hava til at vera imponeraðir, hvørki av umstødunum ella av mót- stødulidunum, sum føroy- ingar hava staðið seg væl ímóti í ár (burtursæð móti Estlandi, sum stóra tapið í- móti skal hevnast). Tað er m.a. út frá oman- fyri standandi, at vit síggja 1999 sum eitt framúr spenn- andi landslidsår. Tað kann gerast árið, tá ítróttarliga úr- tókan g 3 peninga- > 1 % 3 skráin seinni i ár fer 2 løgd jh