mikudagur 21. oktober 1998síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Gott at
Pinochet er tikin
Oddagrein
NÚ vit mestsum høvdu gloymt, at hann
framvegis var á lívi, var Augusto Pinochet
bráddliga aftur á ollum heimsins forsíðum.
Maðurin, sum var við til at fella og helst
eisini myrða táverandi demokratiskt valda
forsetan í Chile, Salvadore Alliende, og
seinni orsekin til morð á túsundtals ósek
fólk, var nú um dagarnar tikin av bretsku
løgregluni.
EFTIR åheitan frå sponskum dómarum
um at handtaka Pincohet fyri hansara
leiklut i moråum á ósekar spaniumenn og
chilienar gjørdu bretskir myndugleikar av
at handtaka Pinochet, meðan hann var i
London fyri at sokja sær heilsubót.
HÓAST Pinochet er senatorur í Chile og
ferðast við diplomatpassi, so hava bretsku
myndugleikamir gjørt av at nokta Pinochet
útferðarloyvi aftur. Fyrst skal kannast, um
ynskið frá sponsku dómarunum skal
gangast á meti. Ætlanin er at fáa Pinochet
fyri rættin í Spania.
VIÐHALDSMENN Pinochet hava mót-
mælt handtøkuni og siga, at hetta er í
stríð við vanligar reglur fyri diplomatar.
Men hesum vísa bretskir politikarar aftur.
Sama ger sjálvur ST-aðalskrivarin, sum
skal hava sagt, at tá talan er um brots-
menn av slíkum slag sum Pinochet, so er
als einki, sum eitur diplomatiskur immuni-
tetur. Hesum munnu tey flestu taka undir
við. Tað eru bert ultrahøgravend í USA,
nøkur få viðhaldsfólk hjá Pinochet í Chile,
og so Dagblaðið og føroyski fólkafloks-
politkarin Oli Breckmann, sum bera í bøtu-
flaka fyri Pinochet. Hóast mong ár eru
farin, so eigur tað at standa púra klárt í
minninum hjá øllum føroyingum, hvussu
Óli Breckmann - ikki bert einaferð - men
aftur og aftur nýtti høvi til at lovprísa
Pinochet og hansara harkaliði. Tí sama
persóni, sum helst kemur fyri rættin á-
kærdur fyri hópmorð. So stórt var og er
haturið til sosialstar og oll vinstravend, at
Pinochet og hansara ”politikkur" passaði
væl inn í figgindamyndir Breckmanns.
NU tosað verður um fólk, sum hava for-
brotið seg móti mannarættindum, og vit
síggja, hvussu fleiri lond og felagsskapir í
felag royna at fáa hesi fólk handtikin og
dømd, kann tað ikki koma betur við, enn
at júst Pinochet verður tikin og kemur fyri
ein dómstól. Hvat skulu altjóða dómstólar
og mannarættindaproklamatiónir brúkast
til, um menn sum Pinochet ganga leysir!
Áhugavert verður at fylgja fråsøgnunum
hjá Óla Breckmann í Dagblaðnum frá
rættarsøkini móti Pinochet. Sosialurin
Lesarabrøv:
Ber tað til at gagnnýta eina fótbóltsferð til at
markna0darføra ferðalandið Føroyar uttanlands?
Í leiðaranum í Sosialinum
frá 20. oktober 1998 verður
spurt, hví m.a. Ferðaráðið
ikki var við í einum felags
marknadarføringstiltaki, nú
føroyska fótbóltslandsliðið
var í Skotlandi og spældi.
Tað er vanligt, at skótar,
kór, skålabørn og eisini ítr-
óttar- og listarfólk søkja um
stuðul, tá tey fara uttan-
lands. Hóast umsókjari ger
vart við, at hann á ferðini
umboðar Føroyar og harvið
eisini føroyska ferdavinnu,
letur Ferðaráðið ikki stuðul.
Ferðaráðið hevur nevni-
liga valt at nýta játtanina til
tiltøk og m.a. virkir, sum eru
beinleiðis knýtt at ferða-
vinnuni. Hetta er ein einføld
raðfesting, sum skal tryggj-
a, at vit nýta játtanina
málrættað.
Ein partur av raðfesting-
ini er eisini, at Ferðaráðið
hevur valt at gera vart við
Føroyar yvirfyri útlendsku
sølulidini (ferdasmidir og
ferdaskrivstovur), at senda
faldarar út og at veita út-
lendskum fjølmiðlum, sum
venda sær til okkara høv-
uðsmálbólk, tænastu.
Okkara høvudsmålb6lkur
er fólk millum 40 og 60 ár,
sum hava ein serligan áhuga
í náttúru og/ella mentan.
Tey eru væl lærd og hava
eina inntøku yvir miðal.
Ferðaráðið hevur eina
ferð roynt at útnytta umrød-
una, sum filmurin “Barbara'
skapti fyri Føroyar, til at
vísa á møguleikan at ferðast
til Føroya. Hetta eydnaðist,
tí at tey, sum lesa bókina
eru samanfallandi við mál-
bólk okkara.
Tá eg sigi fólki uttan-
lands, at eg eri føroyingar,
er vanliga reaktiónin: "Ah
ja, tit spæla fótbólt' ella "tit
veiða grind' ella okkurt
Fiskidagarnir
triðja. Eitt slíkt úttalilsi -
havi eg lært - er ikki tekin
um, at tey ætla sær til Før-
oyar, men eitt tekin um, at
tey hava hoyrt um Føroyar.
Ferðaráðið var á fótbólts-
ferð í 1994 í Skotlandi. Mær
er sagt, at onki ftøkiligt úrs-
lit var av ferðini. Hetta haldi
eg vera logiskt, tí í mínari
tíð á Ferðaráði Føroya (síð-
ani februar 1995) havi eg
higartil ongin tekin sæð um,
at samband er ímillum fót-
bóltsáskoðarar og ferðafólk,
sum hava áhuga í at koma
til Føroyar.
Tí var Ferdaråd Føroya
ikki vid f Skotlandi.
Ferdaråd Føroya
Annika Wardum
Joensen
P.S.
Tað er eitt stak gott hugskot
at gagnnýta eina hending
Annika Joensen, stjóri á
Ferðaráð Føroya
uttanlands til at marknað-
arføra føroyskar vørur, her-
undir eisini Føroyar sum
ferdaland. Ahugavert hevdi
ti verid at kanna, nær tad
loysir seg fyri hvørja vinnu
at nýta umrøduna uttan-
lands til at promovera før-
oyskar vørur. Hetta er ein
uppløgd uppgåva fyri eitt
útflutningsráð.
Í tíðindaflutninginum í sein-
astuni hevur verið nevnt
fleiri ferðir, at ikki allir tóku
fiskidagarnir vóru upp-
brúktir seinasta fiskiár. Av
tí at tølini vóru mest ógvus-
lig fyri bólk 5 og 4, skal eg
tí gera fylgjandi viðmerk-
ingar fyri at lýsa hetta eitt
sindur nærri.
Vert er at leggja til merk-
is, at útróðrarflotin undir
einum heldur seg langt nið-
an fyri sín prosentvísa part
av heildarveiðuni, sum hon-
um er tryggjað vegleiðandi
gjøgnum lógina um vinnu-
ligan fiskiskap. Og tað ger
hann, sjálvt um bæði trol-
bátar og smærri trolarar eru
hýstir í hesum bólki og har-
við eisini eru við í hesum
hagtølum. :
Meginfelag UÚtróðrar-
manna hevur fyrr ført fram,
at útróðrarflotin er undir
einari sjálvregulerandi á-
virkan, nevniliga streymur
og veðurlíkindi annars. Hesi
ávirka sum kunnugt nógv
mest inni við land, har út-
róðrarflotin hevur sítt ar-
beidsøki. Ónýttu fiskidag-
arnir bera prógv um tað.
Ónýttu fiskidagarnir bera
eisini prégv um eina aðra
forðing fyri einari rationell-
ari útróðrardrift. Tann um-
sitiligheitin, sum seinastu
tíðina saman við gðrum
broytingum er smoygd inn
í lógina um vinnuligan
fiskiskap ger, at menn held-
ur leggja bátarnar enn keypa
sær dagar frá spekulatións-
vinnuni. Meginfelag Ut-
róðrarmanna hevði um-
bodsnevndarfund 4. oktober
og var semja har um, at
keyp og søla av fiskidøgum
fullkomiliga hevur spælt
fallit innan fyri útróðrar-
vinnuna. Heldur mæltu um-
boðini til at taka undir við
einari skipan, ið lutar fiski-
dagar út í bólkinum við há-
marki, nakað tað sama sum
skipanin í bólki 5.
Meginfelagið hevði fund
við vinnunevnd Føroya
Løgtings tá lógin um mán-
aðarligan minstaforvinning
var fyri á tingi. Tá var gjørt
vart við, at teir nógv ónyttu
dagarnir í bólki 5 var ein
forðing fyri at bátar kundu
fiska nakað sum helst yvir
tað trongligt setta dagatalið.
Urslitid varð so ein áheitan
til landsstyrismannin í
Fiskivinnumálum um at
býta dagar út til bólkin við
hámarki fyri hvgnn bátin.
Higartil hevur hetta virkað
væl í bólk 5, og kundi tað
uttan iva eisini virka í
ðrum bólkum við. Eftir er
so bara at lata fiskidaga-
skipanina og ambodiri í
lógini um vinnuligan fiski-
skap regulera veiðutrýstið.
Við heilsan,
Vegna Meginfelag
Útróðrarmanna
Chris Jan Michelsen
Als ikki glataðir spælimenn«
Einasti føroyski yrkistón-
leikabólkurin innan klass-
iskan tónleik, Aldubåran,
fer nå aftur á konsertferð.
Tey eru boðin til Danmark-
ar og Álands at hava kon-
sertir og verður fyrsta kon-
sertin í Danska Utvarpshús-
inum í Keypmannahavn
sunnudagin 25. okt. kl.
14.00. Konsertin verður
send sama kvgldið í Dan-
marks Radio p2, so nú býðst
høvi hjá okkum her heima
at hoyra Aldubáruna úr út-
londum.
Ur Danmark gongur leið-
in til Álands, har Nordens
Institut hevur boðið teimum
at halda konsert. Henda
seinna konsertin verður týs-
kvøldid 27. okt. í Marie-
hamn.
Aldubáran hevur rættiliga
gjørt vart vid seg síðani hon
varð stovnað í 1995. Sjálvt
um bólkurin bert hevur
verið virkin í trý ár, hevur
tað eydnast teimum at framt
nógv ymisk tiltøk og fingið
føroysk og eisini fleiri út-
lendsk t6naskøld at skriva
til teirra. Tey eru fastur tátt-
ur á Summartónum og har-
afturat hava tey hildið Vár-
konsertir í Listaskálanum á
hvgrjum vári saman við
føroysku t6naskøldunum.
Eisini uttan fyri landodd-
arnar hevur Aldubåran
fingið avbera móttgku. Á
fyrstu konsertini hjá teim-
um í '95 í Keypmannahavn
tók ummælarin hjá danska
blaðnum Jyllands-Posten
til, at >sjálvt um grunnarnir
vóru tómir, sjálvt um tað
fíggjarliga stóð í botni, so
varð hetta ikki at merkjast í
listini; hvorki í dygd ella í
vavi. Her vóru spælimenn
á hægsta stigi, ið als ikki
vóru glataðir<.
Aldubáran er samansett
av ungum føroyskum tón-
leikarum. Trý teirra virka á
Musikkskúlanum í Havn,
fýra teirra eru yrkistónleik-
arar í Danmørk, m.a. á Kgl.
Leikpallinum. Harafturat
eru tveir »royndarlimir«,
Rúni Bæk, fi6l, og Jógvan
Zachariassen, fagott, ið
búgva ávikavist í Ameriku
og í Skotlandi. Tey spæla
saman 3-4 ferðir um árið,
fyrst og fremst nýggjan
tónleik, men eisini tey van-
ligu klassisku verkini verða
framførd. Harafturat luttaka
tey í nógvum nýskapandi
tiltókum. M.a. skulu tey í
heyst á heysti 99 hava fram-
førslur við Hanusi Johansen
í Norðurlandahúsinum, har
bæði nýtt og gamalt tilfar
hjá Hanusi verður klætt í
nýggjan búnað. Spennandi
verður.
A ferðini til Danmarkar
og Alands verður framførd-
ur nýggjur føroyskur tón-
leikur av Kristian Blak,
Sunleif Rasmussen, Kára
Bæk, Edvard N. Debess og
Tróndur Bogason.
Aldubáran er: Anna E.
Klett, klarinett — Andrea
Heindriksdóttir, floytu —
Páll Sólstein, horn — Øssur
Bæk og Såmal Petersen,
fiólir — Hege Waldeland,
sello — Olavur Jakobsen,
gittara — Jóhannes Andrea-
sen, klaver.