Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-10-21, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. oktober 1998síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 199 — 21. OKTOBER 1998 tíðindablaðið S0S82lurfn Álvur Mortensen, Maretec: — Vit eru sera skuffaðir av myndugleikunum, og vit finna okkum als ikki í slikari viðferð Mynd: Álvur Haraldsen Oseriøst fyrireikingar- arbeiði av vaktarskipi Á skipsmeklaravirkinum Maretec á Argjum eru teir sera skuffaðir av myndug- leikunum í samband við útbjóðingina av nýggjum vaktarskipi. — Vit hava hálvt- fjórða ára royndir við samstarvi við kinesiskar skipasmiðjur - men kortini valdu myndugleikarnir ikki at bjóða okkum við - hóast vit gjórdu vart við hetta, sigur Álvur Mortensen á Maretec EIRIKUR LINDENSKOV — Tað líkist púra ongum, at Fiskiveiðieftirlitið og pol- itiski myndugleikin annars velur nakrar fáar burtur úr at geva tilboð um bygging av nýggjum vaktarskipi. Hetta sigur Álvur Mort- ensen frá skipsmeklaravirk- inum Maretec á Argjum. — Vit gjørdu bæði Anfinn Kallsberg, løgmann, John Petersen, fískimálaráðharra og Kaj P. Mortensen eins og Vaktar- & Bjargingar- tænastuni greitt f brævi, dagfest tann 21. juli, at vit vóru førir fyri at geva tilboð upp á bygging av nýggjum vaktarskipi. Álvur Mortensen sigur, at hann hevur tosað við Elmar Højgaard og Fiskiveidieftir- litinum og frå honum fingið at vita, at f fyrstu syftu var ikki ætlanin at fara åt um Norðurlond at biða um til- bod. Kortini valdu teir at broyta hesa avgerå - og teir hava m. a. biðið um tilboð frá skipasmiðjum í Kina. Spurt á sendistovuni — Hetta eru ikki tær skipa- smiðjurnar, sum vit sam- starva við - og hóast vit eru teir einastu í Norðurlondum, sum hava royndir við sam- starvi við kinesiskar skipa- smiðjur, so hava teir als ikki boðið okkum við, sigur hann. Álvur Mortensen sigur, at hann eisini setti Fiskiveiði- eftirlitisstjóranum hendan spurningin, men hann svar- aði, at teir høvdu spurt á kinesisku sendistovuni um adressur hjá kinesiskum skipasmiðjum, og tann veg- in fingið samband við tær tríggjar kinesisku skipa- smiðjurnar, sum givið hava tilboð. Serfrødingar í at vaktarskip — Tå soleidis verdur atbor- ið, so hava menninir ikki gjørt eitt seriøst arbeidi. Ikki tí. Tað er í fínasta lagi, at teir sjálvir fara út og biða skipasmiðjur um tilboð. Men eg haldi, at tað er nógv fyri, at teir ikki hirða at bjóða okkum við. Vit eru hóast alt eitt føroyskt skrá- sett skipsmeklaravirki, sum betalir sín skatt í Føroyum. Vit eru eisini einasta skips- meklaravirkið í Norðan- londum, sum hevur gjørt byggisáttmála við kinesisk- ar skipasmiðjur, sigur Álvur Mortensen. Hann leggur eisini aftur- at, at tann skipasmiðjukon- sernin, sum teir samstarva við, m. a. hevur eina skip- asmiðju, sum serliga hevur til uppgávu at byggja her- skip og vaktarskip. — Vit boðaðu teimum frå, at vit fóru at verða bidnir um tilboð upp á at byggja eitt føroyskt vaktarskip, og teir gjørdu seg til reiðar, sig- ur Álvur Mortensen, sum heldur tað vera nógv fyri, at teir á hendan hátt verða forbígingnir av føroysku myndugleikunum. verða tiknir upp á ráð — Tað er sera hugstoytt - serliga tá vit hava fingið so góðar sømdir í Íslandi, har vinnan og stjórnin taka okk- ara arbeiði í álvara. Her í Føroyum - her vit sita ein kilometur frá, har avgerðir- nar verða tiknar, verða vit als ikki tiknir við upp á ráð! Alvur Mortensen sigur, at skipsmeklaravirkið Maretec í hálvtfjórða ár hevur sam- starvað við kinesisku skipa- smiðjurnar. — Men hevði Maretec kunna veitt landsstýrinum eitt bíligari tilboð, enn tey innkomnu? — Tad kann eg ikki siga, men f øllum førum so høvdu vit kunnað givið eitt kvali- fiserað og serigst tilboð. Tað má vera klára og greiða endamálið hjá landsins myndugleikum, at teir fáa tey bestu tilboðini. Teir skulu varða um áhugamálini hjá landsins borgarum og íkki hjá ávísum skipasmiðjum, heldur Alvur Mortensen, sum eisini vísir á, at tað var ødrvisi, um talan var um eitt privat virki. — Vit eru sera skuffaðir av myndugleikunum, og vit finna okkum als íkki í slíkari viðferð, sigur Álvur Mortensen, sum sigur seg vera farnan í blaðið fyri at gera almenningin greiðan um, hvussu illa landsins myndugleikar arbeiða við skattaborgarans peningi. Ikki tí. Alvur Mortensen væntar ikki, at avgerðin verður broytt, og hann á- sannar, at her er helst einki at gera. Men samstundis kann hann ásanna, at her hevur verið arbeitt sera 6- professionelt - so óprofess- ionelt, at hann skírir teir, ið staðið hava fyri arbeiðinum fyri amatørar. — Eg ivist ikki í, at tað eisini eru aðrir, eitt nú í Nor- eg, í Hollandi, Belgia , Pól- landi og aðrastaðni við, sum fegnir høvdu viljað bjóðað upp á hetta arbeiðið. — Tá vit verða vanvirdir á slíkan hátt av føroysku myndugleikunum, so er spurningurin, um vit ikki í staðin áttu at skrásett okkara virki uttanlands - um vit tá høvdu verið tiknir upp á ráð av føroysku myndugleiku- num, sigur Álvur Morten- sen, sum at enda spyr, um hetta er tað sum fullveldis- landsstýrið vil - at teir ikki hava álit á egnum lands- monnum, sum arbeiða int- ernationalt. Hetta er vaktarskipid, sum tilboð er biðið um Æ Helveg Pet- ersen å Før- oyavitjan JOHN JOHANNESSEN Tysdagin 27. oktober kemur danski uttanrikis- rådharrin, Niels Helveg Petersen å embætisvitjan i Føroyum. Ur Tinganesi verður sagt, at talan er um ein årligan kunningarfund, har alt, ið rørist ímillum Føroyar og Danmark verður vidgjørt. Hetta verður gjørt á tann hátt, at uttaríkisráðharrin hev- ur fund við Anfinn Kalls- berg, løgmann, landsstýr- ismannin í slálvstýris- málum, Høgna Hoydal og uttanlandsnevnd Løg- tingsins. Men t6 merkir hetta ikki, at onnur ikki fáa høvi at tosa við mann- in. Uttanríkisráðharrin skal eisini hava fund við alt Landsstýrið, og eftir fundirnir týsdagin fáa fjølmiðlarnir høvi at fáa orð á danska uttanríkis- ráðharran. Niels Helveg Petersen fer úr aftur Føroyum hós- dagin 29. oktober. Havsins ár 1998 er Havsins ár Hetta hava Sameindu Tjóðir og UNESCO av- gjørt. Kring allan heim verður skipað fyri tiltøk- um, sum minna á alstóra týdningin, havið hevur. Í norðurlondum er tað við- tikið, at fyrsta vika í no- vember, vika 45, skal vera Havsins vika. hesum sambandi skipar Fiskirannsóknar- stovan fyri ymiskum til- tøkum í døgunum 2/11- 6/11. Um dagin verður húsið opið fyri skúla- flokkum. Víst verður runt í húsinum, meðan greitt verður frá dagliga arbeið- inum á stovninum, verk- ætlanum, og hvussu stovnurin kemur fram til ymisk úrslit. Um flokkar eru áhugaðir í at koma at vitja, má verða sagt frá frammanundan á tlf. 31 50 92. Um kvøldarnar verður høvi hjá almenninginum at vitja. Skipað verður fyri fyrilestrum, har ym- isk evni, sum hava til- knýti til havið, verða við- gjørd. Eisini her verður høvi at síggja stovnin. Skráin fyri fyrilestrarnar verður lýst seinni. Meira um Havsins viku og Havsins ár fæst at vita á: www.nordenshav.org og www.ocean98.org