mánadagur 1. desember 2003síða 13
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 244 - 23. desember 2003
Nr. 244 - 23. desember 2003
25
Mín besta mynd
Eitt navn undir einari mynd. Vit síggja teir hvønn dag, uttan at geva okkum stórvegis far um teir. Myndamenninar, sum
taka myndir, ið teir eru bidnir um at taka. Myndir í rúgvuvís. Myndir, sum hvørva í gloymskuni. Myndir, sum hefta seg.
Men hvørja mynd høvdu teir valt, um teir vóru bidnir at velja eina heilt ávísa burturúr úr rúgvuni? Bara eina! Á hesum
síðum geva nakrir av frægastu fotografunum í landinum tær eina mynd í jólagávu. Eina mynd, sum teir onkursvegna
eru serliga glaðir fyri, at teir tóku.
Lagt til rættis: Ingi Rasmussen.
Spentur hundur
Mynd: Jens Kristian Vang
Myndin er frá einari hundakapping á Royndarstøðini í Kollafirði, har kappast var um,
hvør dugdi best at reka seyð. Jens Kristiani dámar væl myndina, tí tað sæst, hvussu
spentur hundurin er. Hann gleðir seg, til tað verður hansara túrur at renna eftir seyðinum.
Myndin er tikin við einum CANON EOS-1, og myndaðurin setti fototólið niður í grasið.
Myndin er tikin við blitzi fyri at fáa tekningarnar í luftini við. Annars vóru fólkini vorðin
ov myrk í mun til luftina, sigur hann. Jens Kristian Vang er myndamaður á Sosialinum.
Nólsoyingur slotar
eftir nátum
Mynd: Alan Brockie
Myndin er tikin um ársskiftið
1973 í Nólsoy. Alan hitti av tilvild
hendan mannin, sum var farin út í
lýsingini at vita, um onkur gamal
havhestur kom rekandi framvið.
Alani dámar myndina, tí hon er av
einum meinigum manni og tykist
óuppstillað. Maðurin er róligur,
natúrligur, hyggur upp á luftina og
ansar nóg illa, at myndamaðurin
stendur beint hjá. Myndin er tikin
við einum Nikon F1, og Alan
hevur brúkt eina 24 mm víðvinkul
linsu. Tað er spennandi, heldur
Alan, tí tú fært verið heilt nær og
fært kortini nógv við. Tað skapar
dýpd og spenning. Alan er í dag
free-lance fotografur við fastari
avtalu við Dimmalætting.
C
M
Y
K
25
24