Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-01, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. desember 2003síða 14

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Lomvigaegg í Skúgvi Mynd: Kalmar Lindenskov Myndin er tikin í Skúgvi í 1973. Skúvingar hava verið og rænt lomvigaegg. Børnini plagdu at stuttleika sær við at leggja rúgvurnar flott til rættis, og myndaðurin gjørdist hugtikin av, at tey liggja eftir fløtuni í 1000-tali. Myndin er tikin í sterkum mótljósi, og kompositiónin er øðrvísi enn vit vanliga síggja. Tveir triðingar av myndini eru egg, og ein triðingur er fólk og luft. Myndin hevur staðið í bókini Oyggjar og fólk, men er oftani brúkt síðan. Myndin er tikin við einum Nikon F1 við 24 mm linsu. Sum flest myndir til pressu tá, er hon svørt og hvít. Kalmar er myndamaður á Dimmalætting. Ein avstralskur dreymur Mynd: Finnur Justinussen Myndin er tikin í 2000, tá ið Finnur gekk á skúla í Avstralia, har hann er útbúgvin Bachelor of Art (photography). Hann fekk eina reklamuuppgávu við heitinum »Never forget we all have dreams«. Finnur valdi at siga eina søgu, har alt er øðrvísi. Ein »lekkur« maður í boxershorts dustsýgur. Konan situr í sofuni og hyggur í sjónvarp við einum sjussi og einari sigarett. Finni dámar væl myndina, tí hon er stuttlig og kompositiónin er perfekt. Myndin er tikin við einum MAMIYA RZ67. Finnur Justinussen starvast hjá Per á Hædd og er annars free-lance fotografur. Summarløta á støðni Mynd: Absalon Hansen Myndin er tikin í Klaksvík fyri umleið fimm árum síðan. Fýra mans standa og práta á støðni, har eitt fýra- mannafar liggur. Onkur hevur akkurát sagt okkurt stuttligt, og hinir flenna. Hon hevur ein góðan stemning, og Absalon dámar væl, at hon er so einføld. Einki órudd, eingi hús órógva løtuna, sum er fryst føst ein góðan summ- ardag. Myndin er tikin við einum 6x7 Mamyia myndatóli. Absalon brúkti eina 300 mm linsu, og menninir ána ikki, at teir vera avmyndaðir. Hon hev- ur staðið í myndabókini Føroyar, sum Absalon gav út. Absalon arbeiðir sum free-lance fotografur. 26 Nr. 244 - 23. desember 2003 Nr. 244 - 23. desember 2003 27 C M Y K 27 26