mánadagur 1. desember 2003síða 15
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 244 - 23. desember 2003
Nr. 244 - 23. desember 2003
29
Frits Johannesen
Ikki var tað tespiligt at liggja
vetrardag undir hesum himmal-
hválvi, har fátæksligt ljós var um
hav, land og alt livandi. Føroyski
sjómaðurin hevur við stríð og
strev baksast á norðurhøvum og
sett lív og heilsu í vága fyri at
lívbjarga sær og sínum . Ikki
minst er teimum fyri at takka, at
vit hava tað samfelag, sum vit
hava í dag. Kolfýrdu trolararnir,
sum fiskaðu í Hvíta havinum,
plagdu at fara inn í Hammerfest
at bunkra. Vitin var ein av
teimum trolarunum, sum nakað
fyri jól 1949 á veg heim, fór inn
í Hammerfest at bunkra, og var á
Fuglafirði 21. desembur.
Móðir var ættað úr Ansastovu í
Oyndarfirði, og lá leiðin hesi jól
til Oyndarfjarðar at halda jól.
Við í viðførinum var jólapakki úr
Hammerfest. Spenningur var um
pakkan: Hvat mundi goyma seg
í honum? Hann var ikki stórur
upp á fót, men trivaligur. Jóla-
aftan vóru smápakkarnir úr hon-
um lagdir sum vanligt undir
jólatræið í Ansastovu, og har
lógu teir og bíðaðu eftir
eigaranum.
Ymiskir vóru pakkarnir, sum
lógu undir trænum. Bleytir
pakkar, harðir, smáir og stórir
pakkar. Handilsmenninir í
bygdini, Eivind og Petur Klein,
høvdu altíð okkurt forkunnugt,
sum teir seldu bygdarfólkinum
til jóla. Teir kendu sálirnar
millum Reyðurð og Garðamørk
og vistu hvat teimum tørvaði.
Millum hesar pakkar lógu
pakkarnir úr Hammerfest, og
tann eini var eitt sindur lang-
leittur, flatur og skarpur. Á
honum stóð til Frits frá pápa.
Jólapappírið, ið var um pakkan,
var prýtt við smámyndum av
kirkjuni í Hammerfest í kava.
Men so vøkur, sum hvíta kirkjan
í Oyndarfirði, var hon ikki.
Omma, sum tá var seksti níggju
ára gomul, hevði altíð okkurt í
hondini. Hon hevði lagt nógv úr
hondum sínar dagar. Kúgv og
hønur vóru í kjallaranum.
Heiriksstova og Ansastova er ein
lon. Í Heiriksstovu stóð eisini
kúgv í kjallaranum, og um
náttini hoyrdist prát ímillum
hønur og kýrnar. Einki elljós var
í bygdini, so tú kendi teg eitt
sindur tryggari við tað krunka
svarta myrkrið, tá ið kýrnar
smádrynjaðu, og hønurnar
smáklukkaðu alla náttina. Ljós
var kveikt í kjallaranum jólanátt.
Hetta gjørdi omma og læt í
henni, tá ið hon kom uppaftur úr
kjallaranum: "Frægari høli fekk
frelsarin ikki, tá ið hann kom í
heimin."
Stórá rann oman ígjøgnum
bygdina, og stendur Ansastovu
skamt frá ánni. Omma plagdi at
stoyta heitan løg í ánna, og segði
hon altíð, í tí hon stoytti : Allir
Guðs vættrar, varið tykkum, eg
stoyti heitt! Soleiðis var eisini
jólaaftan, hon fór oman at ánni,
og var eg við henni og hoyrdi
hana siga hesi orð.
– Omma, hvar eru vættrarnar, og
hví sigur tú so? - Lukka, tað er
so nógv, sum Guðs fingur hevur
nomið við, sum eygað ikki sær.
Vættrarnar eru barna- og menn-
iskjavinir, sum eru manngóðar -
vilja tær og mær bara gott. Ja,
kanska búgva tær í Varðahjallin-
um hjá abba tínum, sum stendur
dygst við gamla kirkjugarðin?
Kanska halda tær jól saman við
vættrunum í Steinahjallinum,
sum stendur fastur í Varða-
hjallin?"
Setti meg við slagborðið í køkin-
Jólamaður úr Hammerfest
Jólamaðurin, sum her skal sigast frá , kom úr Hammerfest 1949. Faðir sigldi
við Vitanum hetta árið. Vitin var ein kolfýrdur trolari úr Fuglafirði, ið Sigurd
Simonsen átti. Tveir slíkir trolarar hoyrdu til Fuglafjørð. Hin var
Krosssteinur, sum Jacob Haraldsen átti. Hetta vóru snøgg før, sum stillisliga
fóru um norðurhøv, huld í guvu og royki. Onkuntíð sást hesin roykur koma
undan havsbrúnni. Trolarin sást ikki , men bert tann tjúkki kolroykurin
dagaði undan sjónarkringinum. Í hesum guvuroyki vóru ævintýr um
sjómenn, sum baldust eystanfyri í Hvíta havinum, við Íslands strendur og við
ísgyrdu strendur Grønlands. Ævintýrið, sum var í roykinum, goymdi at
einum jólamanni, sum kom úr norðasta keypstaði á klótuni, Hammerfest.
Vættrarnir og jólamaðurin á veg oman í Varðkjallin
Mynd: Frits Johannesen
um, tá ið eg kom inn aftur við
ommu. Sat burtur í øðrum huga
og hugsaði um vættrar og jóla-
pakkan úr Hammerfest, sum kom
við tí rúkandi, kolfýrda trolaran-
um in á Fuglafjørð. Hvat var í
honum? Nei, ikki kundi eg
ímyndað mær, hvør gávan var.
Guvuroykurin frá Vitanum datt
inn um gáttina í Ansastovu. Allar
vættrarnar úr Varðahjallinum
komu berandi við eini jólgávu
inn eftir gólvinum. Guvan var so
tøtt, so ilt var at síggja, hvør
gávan var, men vættrarnar sá eg
týðiliga. Hetta vóru lítil fólk,
sum dansaðu, sungu og brosaðu.
Hoyrdi henda sigursæla jólasang
bornan á vættramunni, meðan
tær fóru um tað høgu gáttina inn
í stovuna. Fór aftan á teimum,
men tá ið komið varð inn í
stovuna, sá eg tær hvørva undir
jólatrænum, og pakkin frá
Hammerfest lá og lýsti undir
trænum. Guvan var burtur og
vættrarnar vóru horvnar, men
omma hevði sagt, at vættrar vóru
manngóð smáfólk, so hetta bar
okkurt gott við sær, og eg trúði
henni.
Jógvan undir Garði var klokkari.
At ringja jólini inn sluppu børn-
ini at vera við til. Per ringjarin
var undan Jógvani. Bert eitt skot
er ímillum Ansastovu og úti hjá
Peri. Hans Christian, morbróðir,
plagdi, meðan hann var smá-
drongur, at fara upp við honum
økt fyri dag, tá ið inngangurin
til halguna skuldi boðast úr
kirkjutorninum. At sita við slag-
borðið í Ansastovu og droyma
seg burtur í ein sissheim, sum
var merktur av ævintýrum og
fólkum, sum bóru skaldskap við
sær, fekk teg at rakna við og fara
á dyr oman í kirkjuna, nú Jógvan
var farin upp í tornið klokkan
seks jólaaftan at ringja jólini inn.
Hann dugdi so væl at fara við tí
smáa slagnum, men børnin
skuldu kunnað sær hógv, meðan
kimað og ringt varð, annars fekst
tú durafjórðingin.
Ein riðil av børnum var komin
upp í tornið. Tey stóðu í rekkju
og vóru sera ferm at kima, og
var hetta ein partur av bygdarlív-
inum at vera við til at ringja
jólini inn. Tá ið tín túrur kom,
varð roynt at gera tað so gott,
sum til bar. Ú r torninum sást
yvir á Varðahjallin hjá abba og
hjallin hjá Fíu við Stein. -
Vættrarnar, munnu tær hoyra
meg? Tað skulu tær, tær skulu
eisini vita at jólini eru í hondum.
Tók um kúlvin so fast sum gjør-
ligt og læt tað runga í. Guvan úr
skorsteininum á Vitanum fór um
alla Mýrina. Vættrarnar úr
Varðahjallinum og Steinahjallin-
um spunnu henda royk úr
ongum, ið legði seg niður yvir
hjallarnar og fór niðan eftir
Mýri - niðan millum Ansatovu
og hjá Peri. Ansastova var
umgyrd av ljósum guvuroyki, ið
læði kring vindeyguni í tí káma
lampuljósinum, sum spældi í
gluggunum.
Klokkan var um leið sjey á
kvøldi, tá ið leitað varð at
húsum. Jólahugnin í Ansastovu
var undir bitunum. Abbi og
omma sótu still í køkinum og
vóru kvirr, nú hátíðin var komin
inn um garðarnar. Dýrdarinnar
fjós, sum var lítilsvirt í manna
eygum, stóð teimum hjarta næst.
Fáliga ljósið í kjallarinum, var
bert ein lítil glóð, av tí himm-
alska ljósinum, ið steig av himni
jólanátt. Soleiðis sótu tey, lótu
kvirruna tala, og henda tala
hevði eina kosmiska umrøðu av
himnabarninum í krubbuni, sum
var millum neyt og seyð.
Farið varð innar, har ein góður
biti var á borðinum. Borðbøn var
lisin, og maturin var Guðs gáva,
ið var nógv vird, og forkunnugt
var at fáa ræst kjøt og súpan.
Pakkin úr Hammerfest leiddist
við ræsta roykin og undraðist
yvir føroysku orðini og sangin.
Pakkarnir vóru ikki so nógvir í
tali, men dygdin var góð. Pakkin
úr Hammerfest kom í fangið. Við
spenningi varð pakkað upp. Ein
høvuðreyður spælimaður kom
undan kavi. Hann var langhølsut-
ur, kropplangur, langbeintur og
líktist nógv Hákun kongi. Hann
var hongdur upp á bróstið í
køkinum, ið vendi niðaneftir.
Hálaði í snórin, ið fekk hann at
røra seg. Hann var ikki so
bragdligur, sum aðrir spælimenn
- eitt sindur vinglutur og linur í
konglunum, men so ógemeina
eygagóður. Hann hekk ímillum
stórar og smáar kvistar á bróstin-
um, sum kundu sagt honum sína
søgu um bygdarlív, køksprát,
mannalagnur og um friðsæluna,
ið ráddi, tá ið húsfólkið sat
skýming. Hann var komin tann
líðilanga veg úr Hammerfest til
Oyndarfjarðar, og kendi seg eitt
sindur forfjónaðan av Guði og
monnum millum alt hetta
fremmanda. Ein fimm ára gamal
smádrongur tók í halan fyri at
fáa hann upp á reiggj. Hetta var
annað lív enn at liggja í papp-
eskjuni, sum hann var ballaður í
í Hammerfest.
So við og við fall friður yvir alt
húsið. Børnini fóru niður, og tey
vaksnu sótu í køkinum og smá-
prátaðu. Eitt kamar var inn frá
køkinum. Hetta var herbergið hjá
okkum úr Fuglafirði, meðan vit
vóru og vitjaðu. Hurðin stóð upp
á glopp, og sást jólamaðurin frá
Hammerfest so bjartur, reyður og
hvítur á bróstinum millum
hurðagloppið. Ljósið frá
aladdinlampuni gav norska gest-
inum lív og fekk kvistarnar at
ressast við av hesum lívgevandi
ljósi.
Inn eftir gólvinum kom guvan
aftur úr skorsteininum av
Vitanum. Hon fór um alt gólvið,
upp eftir vegginum og nam við
kvistar og jólamannin. Vættr-
arnar vóru við í guvuni, fóru upp
eftir vegginum og settu seg kring
tann fremmanda gestin. Hann var
ikki álvuligur við øll hesi smá-
fólkini, sum settu seg kring
hann, men tey bara brosaðu og
komu við blíðum orðum. Tey
spurdu um líkt og ólíkt og vildu
hava gestin úr Hammerfest at
koma við oman í Varðahjallin og
Steinahjallin jólanátt. - Tað hevði
verið forvitnisligari, enn at hanga
her ta líðilangu nátt.
Jólamaðurin úr Hammerfest
gjørdi eitt hopp út á gólv, fór við
vættrunum og guvuni út í tún.
Guvan og tey lítlu fólkini vístu
vegin. Jólamaðurin úr Hammer-
fest var væl havdur av teimum
brosandi og blíðsnýðaðu pinku-
fólkunum, sum dansaðu og
hoppaðu oman eftir Mýri.
Hjallarnir báðir vóru vavdir inn í
kria hvítt ljóst, dúnlætt guvutám.
Innandura var veitslurómur.
Hammerfestveggjaspjálkarin
segði ikki nógv, nú hann jólanátt
var komin inn um hesar grót-
veggir. Har var jólatræ úr mosa,
krubba úr rekaviði, og kring
hjallarnar lá seyður. Onkur hevði
leitað sær innum og lá dygst við
krubbuna. Hønurnar úr Ansa-
stovu vóru komnar oman at
forvitnast. Kettan hjá Fíu við
Stein lá við eldstaðin og vermdi
seg. Hon helt seg hava framíhjá-
rætt, tí húsmóðir hennara átti
helmingin av hesi lon. Kvirran
hesa nátt boðaði frá dýrdleika og
himmalskari gleði, sum jóla-
maðurin úr Hammerfest ikki
rættiliga fekk fatur á, men ein
ókend barnslig rødd ljóðaði í
innasta hugfari hansara við
guddómligum ljóði um eitt barn,
sum varð borið jólanátt.
Vætturin undan kórsgáttini í
kirkjuni var eisini komin á gátt.
Hann var so liturgiskur og
blíðskortaður. Hann hevði livað
meiri enn eitt heilt vættralív
undir kórinum í halgidóminum,
ja, hann hevði verið har síðan
kirkjan var vígd 1838 og visti
um øll fólk at siga, sum høvdu
slitið sínar skógvar undir hesum
bitum. Hann var so søgufróður,
mentaður og hákirkjuligur. -
Hvør Guðs vinur ert tú?
Jólamaðurin úr Hammerfest
greiddi frá á norskum, hvaðani
hann var komin. Býurin var
heimsins norðasti keypstaður
(70º40' n. br.) og búðu uml. 4000
fólk í býnum. Fleiri kolfýrdir
trolarar úr Føroyum komu inn at
bunkra, og eg var førdur yvir hav
við einum av hesum guvutrolar-
unum. Kirkjuvætturin visti ikki
rættiliga, hvat ein trolari var, kol
og guva, men hann visti alt um
gamlan kingosang, lestrar og
torvroyk at siga. Hann var
merktur av hesum, meðan jóla-
maðurin úr Hammerfest var
óspiltur og tók alt til sín, sum
hann sá og hoyrdi. Hann visti, at
hann fór at enda sínar dagar her
á landi og mátti ogna sær alt tað,
sum føroyskt var.
Tá ið klokkan var føst í fýra um
morgunin, fór kirkjuvætturin upp
á ein av steinunum í grótveggin-
um og bjóðaði øllum oman í
kirkjuna til náttarmessu. Hetta
hildu tey, sum inni vóru, vera
frálíkt og tóku av. Øll fóru á dyr
og oman í kirkjuna. Eisini
fremmandi jólamaðurin. Hann
var væl nøgdur við hetta hátíðar-
liga vættralívið. Hann var hug-
tikin av hugnaløtuni í Steina- og
Varðahjallinum, og kundi ikki
hugsað sær hugfarsligari løtu.
Nú fór hann inn í halgidómin.
Tað var so sera friðsælt í kirkj-
uni. Kirkjan var stúgvandi full av
vættrum, hønum, seyði, hundum
og kettum. Onkur kúgv var
komin innum, og lá og jótraði í
forkirkjuni. Vættrarnir hingu
uppi í ljósakrúnunum og ljósa-
stakunum. Teir vór allastaðni.
Lítið visti fremmandi gesturin
um náttarmessu í Oyndarfjarðar
kirkju jólanátt, men hetta hugtók
hann.
Inni í Ansastovu
Mynd: Frits Johannesen
Framhald á næstu síðu
C
M
Y
K
29
28