Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-01, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. desember 2003síða 16

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 244 - 23. desember 2003 Nr. 244 - 23. desember 2003 31 Áðrenn inngangsbønin varð lisin, kom eitt vættrakór innar í kór og sang ein ljómandi vættrajóla- sang, Dirigenturin var ein spelk- in, gamal vættur úr Garðshorni. Hann visti um mangt og mikið at siga, var musikalskur og hevði fingist við kórsang alt sítt lív. Honum líkaði væl Johs. S. Bach og Gamla Nóta. Hann var ein penligur maður, milt eygnabrá og hábærsligur. Hann kom bert eina ferð um árið oman í Sjóvartún, og tað var jólanátt. Í stakunum inn eftir gólvinum vóru kertur kveiktar. Ljósið spældi sær í teimum brosandi vættraandlitunum. Hundarnir lótu við halanum, ketturnar blundaðu og lógu uppi á bitunum og murraðu. Kúgvin í forkirkjuni hevði sálmabókina opna og fylgdi við, meðan inngangsbønin varð lisin. Jólamaðurin sat í Tartastólinum og læt kvirruna síga niður yvir seg. Hann hevði ikki verið við til slíka tignarliga stund, men mátti ásanna á norskum.- Dette må være en hellig stund, da dyr og vætte- folkene kan være så snille julenat. Jeg har aldrig oplevet noget lignende. O, du verden! Fløttavætturin kom fram á kórs- gáttina og las inngangsbønina. Hann hevði brillur og væl lá fyri. Hann las á donskum máli. - Lader os alle bede. Herre, jeg er kommen ind i dette dit hus for at høre..... det høre og bønhøre Gud ved Jesus Kristus! Amen. Jólamaðurin sá øll, ið inni vóru, drýpa høvur, blunda og halda hendur saman. Hann, sum var vanur at spjálka sær á vegginum og benda høvdið frá síðu til síðu, fekk ikki boygt høvdið framyvir, so hann legði vangan niður á herðarnar og blundaði. Royndi so frægt sum gjørligt at halda saman hendur, men fekk ikki gjørt hetta til fulnar. Tey pinkulíttlu vættrabørnini hildu hann vera løgnan, at hann ikki kundu drýpa høvur sum tey gomlu - abbar og ommur, heldur ikki halda hendur saman. Tey hildu hann vera ógudiligan. Seyðurin og kúgvin í forkirkjuni fingu kleyvarnar saman. Tey boygdu høvur og blundaðu, men jólamaðurin.... Ein av teimum yngru garði- vættrunum sat við orglið og gav tónan til fyrsta sálmin: I denne søde juletid. Øll sungu við. Ikki visti jólamaðurin av, at vættrar kundu syngja so væl, hundur og ketta við og kúgvin í sínum lag. Hann hevði hoyrt vaksin fólk syngja, og tað vóru ikki nógvir klokkutímar farnir, síðani hann hevði hoyrt ansastovufólkið sungið. Hann hevði ikki enn fingið svar upp á spurningar sínar, hví hann var leiddur oman í Varða- og Steinahjallin, ei heldur hví hann var komin í kirkjuna jólanátt. Klára barna- røddin teskaði honum enn mild orð í oyrað, so okkurt fór at henda. Næsti sálmur varð sungin: Mit hjerte altid vanker i Jesu føderum, did samles mine tanker i deres hovedsum; der er min længsel hjemme, der har min tro sin skat, jeg kan dig aldrig glemme, du søde julenat. Jólamaðurin vaggaði aftur og fram og spjálkaði sær eitt sindur í hesum yndisliga sálmi. Hann skilti hvørt orð, ið sungið varð, men meiningina skilti hann ikki.... at Gud af himmerige i stalden ligge må... Ein gudur skuldi liggja í einum fjósi, tað fór um hansara vit og skil. Nú komu fleiri vættrar og løgdu lestrarfjølina á, og gamli vætturin av Fløtti fór undir at lesa lesturin til jóladag. Hann las úr bókini hjá Carl Moe við gotiskum bókstavum. Teksturin var úr Jóhannusar evangelium fyrsta kapittul, ørindini 1-14. I begyndelsen var ordet, og ordet var hos Gud, og ordet var Gud. Dette var i begyndelsen hos Gud. Alle ting er blevet til ved det...... Når vi nu igen bliver indbudt til at holde julefest, gælder det jo om at få en virkelig velsignelse ud deraf, så at det ikke kun bliver en fest for kødet.... Jóla- maðurin sat undir hvørjum orði og goymdi tað í hjarta sínum. Okkurt var við hesi halguni, tí tað lýsti í eygunum á teimum smáu vættrunum. Hann hevði ikki upplivað slíkt áður. Hesa gleði vildi hann tilogna sær... alle ting er blevet til ved det... so er hann eisini blivin til við Guðs orði. Jólamaðurin fór upp at spjálka og rópti ... Guð hevur skapt meg, Gud hevur skapt meg við einum orði! Øll, ið inni vóru, skóru út úr at syngja: Her kommer Jesu dine små. Henda sang dámdi vættrunum so sera væl at syngja. Hetta var teirra sangur. Vættrafólkini vóru smá, og kundu neyvan vera minni, og Gud hevði skapt tey. Kúgvin í forkirkjuni var stór í vavi, men jólanátt var hon lítil í ondini sum ein lítil kálvamua eins og vættrarnir. Hennara dølsku kúgvaeygu glampaðu av teimum læandi kertuljósunum. Soleiðis eisini við kettunum og hund- unum. Tey vistu alt um barnið í krubbuni, sum var lítið, men var stórt í magn og anda, tí tað var Guðs sonur, sum kom í heimin jólanátt. Til seinast reistu øll seg og sungu Gleðilig jól. Jóla- maðurin reisti seg eisini, fleiri smáir vættrar fóru at hála í halan á jólamanninum. Hann brosaði og spjálkaði sær og rópti halleluja! halleluja! Guð hevur skapt meg við einum orði! Aftur kom gamli vættradeknurin av Fløtti við brillunum á nøsini fram á kórgáttina og las útgangsbønina. Herre, jeg takker dig af mit ganske hjerte, fordi du har lært mig, hvad du vil, at jeg skal tro og gøre.... øll drupu høvur, hildu saman hendur og blundaðu. So komu biðisløgini. Gamli vætturin undan Garði ringdi biðisløgini. Jólamaðurin taldi níggju biðisløg, og tað var deyðastilt í kirkjuni. Hann sendi eina stilla bøn upp til Guðin, sum hevði skapt hann og sent sín son til jarðar jólanátt at veita øllum ævigt lív, sum trúðu honum, men mest av øllum takkaði hann honum fyri, at hann hevði sent hann úr Hammerfest til Oyndarfjarðar. Her hevði hann vunnið sær sálarbót , og tað var rætt, sum deknurin las, at jólini.. ikke kun var en fest for kødet. Kjøtið skal hava sítt, men tað er ikki nóg mikið, sálin skal hava lívgevandi vág. Hesum trúði jólamaðurin úr Hammer- fest. Meðan vættraorganisturin spældi postludium, gingu øll út eftir gólvinum út í tún. Øll tóku í hondina hvørt á øðrum og ynsktu gleðilig jól. Leiðin lá niðan í Varða- og Steinahjallin. Slíkt fylgi hevði aldri verið í Sjóvar- túni fyrr. Ein bjørt stjørna stavaði niður yvir hjallarnar og fóru øll á gátt. Har í reka- viðakrubbuni lá eitt lítið barn - ein pinkulítil vættradrongur, sum var borin jólnátt í einum varðahjalli - einum opnahjalli. Øll fóru at krubbuni, sóu foreldrini, barnið og lovprísaðu Guði. Klokkan var brátt føst í seks á morgni, og nú var Jógvan undir Garði á veg uppaftur í kirkjutornið. Vættrarnar, dýrini og jólamaðurin leitaðu upp hús og fóru til høldar. Jógvan undir Garði fór upp í tornið, læt lúkurnar upp og hugdi út yvir staðin. Hvít guva var um Steina- og Varðahjallin. Hann sá fjøld av vættrum í tí ljósu guvuni fara við einum jólamanni niðan í Ansa- stovu. Ein bjørt stjørna stóð beint omanvert Knúk, og rakk glæman frá henni niður á Steina- og Varðahjallin. Hann trúði ikki sínum egnu eygum, men soleiðis var tað. Vaknaði kl 6, tá ið Jógvan undir Garði ringdi jólamorgun, og fór upp. Kveikti mær eitt kertuljós og fór at vita, um jólamaðurin hekk á bróstinum. Jú, har hekk hann. Eg hoyrdi hann siga brosandi - Gleiðilig jól. - Ja, gleiðilig jól. Tann síðsta ljósa guvan úr skorsteininum á Vitanum datt um gongsgáttina út í tún. Hesin jólamaðurin hekk seinastu ferð uppi 1955 á bróstinum á Bakkanum í Fuglafirði. Hann var úr pappi, og hevði tað gott allar sínar dagar. Alt fær sín enda á hesi jørð. Ikki vóru klistribondini so góð, sum tey eru í dag. Um so var, hevði honum verið longri lív lagað. Ofta var heftiplástur brúkt at bøta um bágan, tá ið hóttafall sást á onkrum. So var eisini við hesum jólamanni. Sínar síðstu dagar, hevði hann heftiplástur um allan kroppin og hevði broytt skap. Mong eru ellisvomm. Eitt so gott minni um ein jólamann, sum kom úr Hammerfest við einum guvutrolara og endaði sínar dagar her á klettunum, er bæði ein hvørvisjón og ein veruleiki. Náttargudstænasta í kirkjuni í Oyndarfirði Mynd: Frits Johannesen Framhald av síðu 27 C M Y K 31 30