Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-01, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. desember 2003síða 17

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 244 - 23. desember 2003 Nr. 244 - 23. desember 2003 33 Firouz Gaini Á trægólvinum liggur gomul madrassa uttan lak. Nøkur rukkut bløð liggja spjødd á gólvinum; eisini litfagrir lýsinga- faldarar, ið eru komnir flúgvandi inn ígjøgnum brævrivuna í hurðini. Nakrar tómar fløskur standa fram við naknu veggjun- um. Á lítlum borði liggur ein dungi av skitnum pløggum, ið bíða fánýtis eftir eini vaski- maskinu. Eitt lítið teppi liggur og savnar dust í einum gloymdum horni. Meira er ikki í rúminum. Fyrr var eisini eitt menniskja, ið brúkti madrassuna at sova á, og sum livdi innan fyri hesar vegg- irnar. Ein persónur, sum var av- byrgdur, hóast hann hevði grannar; sum livdi í einsemi hóast hann var í stórbýi; sum ongan góðan hevði hóast hann var heima. Býurin er fullur av einsamøllum, ið ongin kennir. Tey eru bara eitt navn á eini hurð í einum bygningi. Tey hvørki síggjast ella hoyrast - liva í síni egnu verð. Tá ið tey doyggja, eru næstringar ikki at finna, og smáar lýsingar verða settar í bløðini, har almennu myndug- leikarnir sóknast eftir "eventuelle pårørende". Í lýsingini stendur navn, aldur og føðistað á tí farna, umframt bústaðin har viðkom- andi hevur livað. Tey mest av- byrgdu, ofta eldri fólk, kunnu liggja deyð í vikur og mánaðir, áðrenn nakar grunar ilt. Tað eru eisini ung fólk uttan avvarðandi, sum sita í sínum loynikrókum og halda frí frá einum samfelag, tey ikki orka fyri. Tað kann vera torført at skilja, hví menniskju avbyrgja seg frá umheiminum - serliga tá tey sjálvi sjáldan fortelja nakað um tað. Men orsøkirnar eru fleiri. Nøkur eru rúsdrekka- og rúsevnismisnýt- arar, ofta eisini sálarliga sjúk. Onnur eru sera fátøk. Aftur onnur hava mist síni kæru og liva í djúpari sorg. Og so framvegis. Hvørt menniskja hevur sína søgu. Tað eru ómetaliga mong, sum ikki passa inn í myndini av tí "væleydnaða" og fyrimyndar- liga borgaranum við familju, húsum, arbeiði, bili og so fram- vegis. Tað eru eisini nógv, ið ikki ynskja at blíva partur av hesi myndini. Tey velja sjálvi at melda seg úr samfelagnum. Tey nokta at liva eftir treytunum, ið samfelagið setur fyri, hvussu ein eigur at liva og doyggja. Við- hvørt er enn tyngri at liva "sum hini" enn at avbyrgja seg frá um- heiminum. Magnus Dam Jacob- sen sáli hevur skrivað bókina "Skitsur, býurin og stórbýurin" (1977), sum fortelur søguna um nøkur ungfólk í Keypmanna- havn; nøkur vinfólk, ið ikki hava so lætt við at fáa fótafesti í stórbýarins junglu av eksistens- um. Spurningurin er um menn- iskjuni skulu lagast til sam- felagið og býin, ella um, øvut, samfelagið skal lagast til menn- iskjuni? Einsrættan er ein vandi, helst vaksandi, ið marginaliserar nógv góð fólk, ið ikki megna at laga seg til tær nýggju tíðirnar, har kappingin á arbeiðsmarknað- inum verður alt harðari. Mest ræðandi er tó kanska, at tey, ið koma á eitt síðuspor blíva ósjónlig - tey umboða ein "burturstaddan" veruleika. * Ein, sum roynir at gera tann burturstadda veruleikan sjón- ligan fyri øllum, er danska myndlistakvinnan Tina Enghoff. Hon ger hann bókstaviliga sjónligan: við at taka myndir av íbúðum hjá persónum, sum hava livað í einsemi. Úrslitið av arbeiði hennara er sera áhuga- verda myndlistaframsýningin "Eventuelle pårørende", sum er á Nikolaj Udstillingsbygning (Nikolaj Plads) í Keypmanna- havn fram til 25. januar 2004 (myndirnar eru eisini at síggja á www.eventuelle.dk). Myndlistakvinnan sigur sjálv, at hon ætlar sær at "undersøge ensomheden", og tað hevur hon gjørt við at lesa blaðlýsingar, har myndugleikarnir sóknast eftir avvarðandi hjá deyðum persón- um. Fólk deyð í einsemi, sum ongin kennir. Fleiri enn hundrað lýsingar eftir einum ári góvu henni ríkiligt tilfar. Tá ið Tina Enghoff hevði lisið eina lýsing fór hon straks til íbúðina, har eigarin nýliga var deyður at taka myndir. Myndirnar vísa sjálvandi ikki líkið, ið er flutt framman- undan, men bara rúm og ting. Verkætlanin eydnaðist, hóast listakvinnan at byrja við ikki fekk neyðugu loyvini frá sosialu myndugleikunum í Keypmanna- havn at vitja íbúðirnar. Hon vildi fyri einhvønn prís sleppa at taka myndirnar, so øll kunnu fáa eina kenslu av, hvussu nógv einsamøll fólk livað í stórbýnum. Tey kunnu vera allastaðni. Kanska hinumegin stovuveggirnar hjá tær. Hvør veit. Í Keypmannahavn eru mong, sum ikki kenna ella síggja sínar grannar. Eisini flyta fólk títt og ofta, so at nærum- hvørvið verður rættiliga óper- sónligt. Íbúðin er karmurin um familjuna mótvegis stórsam- felagnum. Uppgongdin, bygn- ingurin og gøtan hava lítið at týða fyri fólk, ið ikki støðast. Bústaðurin er sostatt tilvildar- ligur ella áhugaleysur, og sigur onki um tín samleika. Tó møgu- liga okkurt um tína sosialu og búskaparligu støðu, viðhvørt eisini etniska bakgrund. Men tú hevur onki tilknýti til staðið og gevur tær ikki far um grannarnar. Tey avbyrgdu kundu tað sama verið stødd á aðrari gongustjørnu í aðrari sólarskipan, hóast tey eru so nær, at tey hoyra fetini hjá tær, tá tú gongur í tínari egnu stovu. * Jólini, sum nú nærkast, og sum onnur síggja fram til, umboða avgjørt mest hugtyngjandi tíðina í árinum hjá teimum, sum liva avbyrgd í einsemi. Á jólum skulu øll hugna sær saman við familjuni og vinunum; handlar og matstovur stongja; gøtunar eru tómar; myrkt og kalt er í veðrinum. Einsemiskenslan veksur hjá teimum, sum ongan góðan eiga, meðan hini syngja sangir, geva hvørjum øðrum gávur, og eta góðan mat. Í smáum samfeløgum við sterkum familjueindum er sera tungt at liva í einsemi, kanska enntá harðari enn í stórbýnum, tí (næstan) øll hini njóta teirra stóru sosialu netverk av vinum og næstringum, ið hava alstóran týdning fyri tína støðu í sam- felagnum. Familjan er grundar- steinurin, og tey, ið ikki hava nakað netverk, passa ikki inn í skipanina. Tey eru útihýst frá veitsluni. Tey kunnu ikki luttaka sum einstaklingar, tí familjan er atgongumerkið. Tað hava altíð verið undarlig fólk í stórbýunum; fólk, sum eru partur av býarmyndini, sum øll hava sæð, hóast tey ongan góðan eiga. Fólk, sum liva alt sítt lív í einsemi, hóast fólk altíð eru rundanum tey. Í Keypmannahavn var í gomlum døgum maður kallaður "Niels med sækken", sum Carl Henning Clemmensen skrivar um í síni hugtakandi bók um danska høvuðsstaðin: "Niels med Sækken var en ludfattig, gammel Stakkel med langt Haar og Skæg, som aldrig blev klippet; om Dagen listede han sig om i den indre Bys Gaarde og rodede efter kasser- ede Sager i Skarnspandene, ganske som Rotterne; om Natten forsvandt han altid sporløst. Kirkeby [blaðmaður úr Politiken] sneg sig en Nat efter ham og opdagede, at den gamle Fyr, der havde Udseende omtrent som den evige skomager frem- stilles paa Kongelige i Hostrups "Genboerne", luskede ind i en trang og skummel Gaard et Sted i det tætbefolkede Fattigkvarter bag Gothersgade for her at sætte sig i Hvile inde paa et falde- færdigt Lokum...dér sad han og sov med Sækken mellem Knæerne og det trætte, gamle Hoved hvilende paa den." (Carl Henning Clemmensen: Mit København, 1939) Tá Politiken hevði skrivað um Niels fóru fólk í býnum at savna pening inn til tann stakkals vallaran, men Niels vildi undir ongum umstøðum taka ímóti olmussum. Ei heldur vildi hann hoyra talan um at flyta inn á heimið fyri fátækrafólk at hvíla seg. Niels var fríur maður og kláraði seg uttan hjálp. Á gamalsaldri varð hann sjúkur; tá varð hann vaskaður og kliptur og koyrdur inn á eitt reint kamar við song og borði. Har skuldi hann sita og súpa onkran tunnan greyt og hyggja at tapetseraðu veggj- unum. Nú høvdu tey fingið fuglin inn í búrið. Hinumegin hurðina Tey ongin varðar av ella kennir Tróndur Djurhuus, menningarstjóri á Føroya Tele Eg ynski mær, at føroyingar í januar velja eitt visionért løgting og eitt virkið landsstýri, sum eru sinnað at arbeiða fyri føroyskum sjálvbjargni. Eina leiðslu, sum ásannar, at sjálvbjargni ikki verður framt við veitslurøðum, men við hvørjari einstakari atgerð, sum eggjar heldur enn tálmar teimum skapandi kreftunum í landinum. Eitt løgting og eitt landsstýri, sum samstarva um høg mál heldur enn at drukna í mannminkandi persónligum kegli, sum er púra óviðkomandi fyri borgaran. Stutt sagt ynski eg øllum føroyingum eitt skilagott 2004. Nýggjársynski Jan Christiansen, borgarstjóri í Havn: Mítt persónliga nýggjársynski er, at eg megni at leggja sigarettirnar fullkomiliga á hillina. Og á tí heimliga partinum ynski eg, at eg fari at hava meiri tíð til at vera saman við familjuni. Politiska ynskið er, at man fær eitt breitt samstarv millum limirnar, og at man arbeiða í sátt og semju býnum til frama, hóast komandi ár er valár, sum ofta er merkt av valskriða. Nýggjársynski UNGUR KIRKJUTÆNARI Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo At vera kirkjutænari, hevur verið eitt starv, sum altíð hevur verið høgt í metum í gamla, føroyska bygdarsamfelagnum. Og tað er ikki so løgið, tí kirkj- an er væl kjølfest í gamla bygdar- samfelagnum. Og eitt er vist, at vóru tað ikki fyri hesar kirkjutæn- arar, sum óløntir, sunnudag eftir sunnudag, útintu sítt yrki, var kirkjuni heldur ikki lív lagað. Vanliga myndin av einum klokkara, ella einum dekni, er, at tað er ein eldri, ella í hvussu so er, tilkomin maður. Og tann, sum er klokkari, ella deknur nóg leingi, fær eisini heiðurstekin frá drotn- ingini fyri langa og trúgva tænastu. Um Jákup Pauli Sigurheim heldur so leingi, at hann fer at fáa heiðurstekin frá drotningi, skal ikki metast um her. Men í hvussu so er má sigast, at hann svarar ikki til vanligu mynd- ina av einum klokkara. Hóast Jákup Pauli Sigurheim einans er 15 ára gamalur, hevur hann áræði og hug til at átaka sær ábyrgdafulla starvið at vera klokkari í Sandvík. Hann hevur longur ringt í tveir sunnudagar og tá ið sandvíkingar jólaaftan klokkan seks hoyra kirkjuklokkuna ringja jólini inn, er tað Jákup Pauli, sum hálar í togið. Og tá ið gudstænasta verð- ur á jólum- og frameftir, verður tað eisini Jákup Pauli, sum stend- ur við togendan uppi í kirkju- torninum. Stúrir ikki fyri uppgávuni Jákup Pauli himpraðist ikki, tá ið pápi hansara, sum er deknur, spurdi hann um hann ikki hevði havt hug at tikið yvir, eftir at gamli klokkarin í Sandvík, Herj- álvur Thomsen var deyður nokk so brádliga, fyri stuttum, eftir ógvuliga drúgva og trúgva tæn- astu fyri kirkjuna. Og hann stúrir heldur ikki fyri uppgávuni. Ikki tí, tað hevur fyrr verið upp á tal, at Jákup Pauli skuldi lyfta arvin eftir Herjálv og tá var ætl- anin, at hann skuldi fara í læru hjá gamla klokkaranum. Men gamalt er, at tað, sum kemur í drag, tað kemur seinni í lag og tíansheldur legði gamli klokkarin árarnar inn, áðrenn Jákup Pauli fekk lært seg at ringja. Men tað er nú ikki so fremmant fyri Jákup Paula, hvussu ringt verður, tí hann er trúgvur kirkju- gangari og hevur altíð verið í kirkju at kalla, hvørja ferð, kirkjugongd er. Men nú hava tey so lagt honum lag á og tað er við góðum treysti, at hann ferundir uppgávuna, hóast tað merkir, at hann skal fyrr upp sunnumorgnar enn teir flestu av javnaldrunum. – Tað leggi eg onki í, sigur hann. Men kortini væntar hann, at onkran dagin verður neyðugt at fáa avloysara at ringja fyri hann. Ikki so trupult Og at ringja er ikki so trupult at finna útav, heldur Jákup Pauli. – Kirkjugongd er klokkan 12. Men í Sandvík brúka vit tað, at vit ringja bæði klokkan 10 og klokkan 11. – Tá ið klokkan er 12 ringi enn inn. Og tá ið pappa - deknurin- sigur "Amen" í útgangsbønini, ringi eg útaftur. Og tað er tað sama, tá ið prestur er. Men harumframt er tað upp- gávan hjá klokkaranum at syrgja fyri, at varmi er í kirkjuni, at ljosini lýsa, at altarljósini eru tendrað og at seta kalikkin fram á altarið. Tá ið vit spyrja hann, hvussu leingi, hann ætlar sær at vera klokkari, sigur hann stutt, at tað verður hann, til hann ikki klárar tað longur. Tá ið Jákup Pauli nú er blivin kirkjutænari, má sigast, hann bregðar ikki burturúr ætt, tí for- fedrar hansara hava verið kirkju- tænarar í mong ættarlið aftur. Oldurabbi hansara, Jacob á Hólum, var deknur og langabbi hansara, Dánjal í Heygnum, las eisini. Abbi Hansara, Niels Pauli, las eisini í kirkjuni av og á og nú er pápi hansara, Niclas, annar av deknunum. Jákup Pauli Sigurheim man vera yngsti kirkutænari í Føroyum. Pápi hansara er deknur og tað man heldur ikki vera vanligt, at tvey ættarlið eru kirkjutænarar í somu kirkju Fimtan ára gamal ringir jólini inn Tá ið sandvíkingar jólaaftan klokkan seks, hoyra kirkjuklokkuna ringja jólini inn, er tað Jákup Pauli, sum hálar í togið. Hóast hann bara er 15 ára gamal, hevur hann átikið sær ábyrgdafulla starvið at vera klokkari í Sandvík C M Y K 33 32