Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-10-21, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. oktober 1998síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 199 — 21. OKTOBER 1998 Annika Wardum Joensen, stjóri í Ferðaráð Føroya: Rædur um at troyta møguleikar- nar sum eru Tað ber ikki beinleiðis til at samanbera fóroysk og grøn- lendsk viðurskifti, tá ið tað ræður um ferðavinnu. Meðan samferðslukervið í Grønlandi er ein forðing í ferðavinnu- hópi, er tað ein styrki í Føroyum til dømis. --Á nøkrum økjum ber til at samanbera, men grund- leggjandi munir eru i Grønlandi og Fóroyum, sigur Ann- ika Wardum Joensen, stjóri í Ferðaráð Føroya í viðmerk- ing til knúlvandi atfinningarnar mótvegis ferðavinnu- myndugleikunum í Grónlandi - Ein týðiligur munur á ferðavinnuni í Grønlandi og Føroyum er, at tað almenna hevur gjørt øgiliga stórar iløgur í ferðavinnu í Grønlandi. Soleiðis er ikki í Føroyum, almenna iløgan er ótrúliga lítil samanborið vid Grønland. Annika Wardum Joensen, stjóri í Ferðaráð Føroya TurIÐ KJøL3RO Grønlendska Ferðaráðið stendur rættiliga fyri skot- um í hesum døgum eftir at ein arbeiðsbólkur, sum hev- ur kannað ferðavinnuna í Grønlandi, er komin fram til, at langt er millum tað, sum Greenland Tourism sigur og vísir á og hvgr ver- uleikin er. Greenland Tour- ism hevur nevniliga sagt, at 1500 ársverk eru í grøn- lendsku ferðavinnuni, at ferðafólkini, ið koma til Grønlands brúka slakar 10.000 krónur hvør og har- við geva grønlendska sam- felagnum uml. 100 mill. kr. í inntøku. Nidurstødan hjá arbeiðsbólkinum er ein heilt onnur. Talan er ikki um 1500 ársverk, men um 220, og hvort ferðafólk brúkar ikki í nær námind so nógvar pengar sum Grønlendska Ferðaráðið vil vera við. Tað sum ger støduna ikki minni eldfima er, at Peter Grøn- vold Samuelsen, ið er lands- stýrismaður í ferdavinnu- málum, í frágreiðing sínari til Landstingið sipar til tøl- ini hjá Greenland Tourism - fyri at fáa politikararnar at játta pengar til stovnin. Grønlendska Ferðaráðið hevur eftir øllum at dóma í ovfarakæti mett, at 61.000 ferðafólk fara at vitja í Grønlandi år 2005 og at 2000 årsverk umframt 1500 onnur størv vera i ferða- vinnuni tá. Og hóast hesi tøl eru endurskoðað eitt sindur í seinastuni, bæði av Grøn- lendska Ferðaráðnum og landsstýrismanninum í ferð- avinnumálum og freistin skotin eitt sindur út í fram- tíðina, vísir henda heldur pínliga stødan, at Greenland Tourism vreingir veruleikan ikki sørt og at metingarnar hjá stovninum byggja á git- ingar og dreymar heldur enn veruleikan. Ber til at samanbera? Í oddagrein í blaðnum í gjár verður spurningurin reistur, um vit kunnu samanbera vidurskiftini í Grønlandi og Føroyum, tá ið tað ræður um ferðavinnu. Londini eru í nógvum viðurskiftum rættiliga ólík, men sam- starva nógv innan ferða- vinnu og hava bæði hver í sínum lagi mál tey hava sett sær at røkka næstu árini. Til henda spurningin sig- ur Annika Wardum Joensen, stjóri í Ferðaráð Føroya, at tað ber til at samanbera á nøkrum økjum, men at grundleggjandi munir eru í Grønlandi enn í Føroyum. - Grønlendingar hava ferðasambandið til og úr Grønlandi, men størsti trup- ulleikin hjå teimum er at fåa ferðafólkini frå størsta flog- vøllinum víðari út um land- id. Og her er stødan ein heilt onnur f Føroyum. Vit hava eitt gott samferðslukervi og tað er bara spurningurin um at brúka møguleikarnar sum Mynd: Jens Kristian Vang eru, sigur Annika Wardum Joensen. - Ein annar týðiligur mun- ur á ferðavinnuni í Grøn- landi og Føroyum er, at tað almenna hevur gjørt øgiliga stórar íløgur í ferðavinnu í Grønlandi. Tey hava ein grunn við fleiri hundrað mill. krónur, sum er ætlaður til at rinda kostnaðin til hot- ellbygging, skipan av út- ferðum, o.a. Soleidis er ikki í Føroyum, almenna fløgan er ótrúliga lítil samanborið vid Grønland. Ferðaráð Før- oya hevur alt tad eg veit um mælt frå at gera stórar fløgur f ferdavinnu, men heldur hinvegin mælt til at troyta møguleikarnar sum eru. At hava almenn toilett til dømis er ikki ein uppgåva hjå tf almenna, men hjå ein- støku kommununum, ikki serliga til ferðafólk, men til føroyingar. - Somuleidis er eisini munur f Grønlandi og Før- oyum, tå ið tað snýr seg um, hvar markið er millum tað almenna og privata. Í Før- oyum hevur Ferðaráðið sín- ar uppgávur og við hvørt er tað trupult at síggja, hvønn leiklut tað almenna hevur og hvgnn leiklut tað privata hevur. Ferðaráðið hevur til uppgávu at kunna um Før- eyar, menna vinnuna og fáa fólk til landið, og tað gera vit saman við vinnuni, kommununum og gðrum. Vit kappast ikki við tað privata á ngkrum gki yv- tíðindablaðið Sosa irhøvur. Í Grønlandi er ødr- visi, har eru tad privata og almenna hvørt um annad og tað hevur verið neyðugt fyri at fáa eina ferðavinnu í gongd, sigur Annika Ward- um Joensen. Virði heldur enn tel Í kjakinum í Grønlandi, sum er komið í kjalarvørrinum á umrødda áliti frå arbeiðs- bólkinum, hava nógv heft seg við tølini, ið hava verið nevnd, tal á væntaðum ferð- afólki, hvussu nógv ársverk eru í vinnuni, hvussu nógv ferðafólk leggja eftir seg í pengum og hvørt av sínum. Men hesi tøl eru als ikki so áhugaverd, sigur stjórin í Ferðaráð Føroya. - Ofta eru tøl, tað einasta sum fjølmiðlarnir lofta og hefta seg við. Ferðaráðið finnur ikki av einslistum fram til, hvussu nógv árs- verk eru í ferðavinnuni, tað ger vinnan sjálv. Hvussu nógv ársverk eru í føroysku vinnuni, veit eg ikki, og tað er heldur ikki so áhugavert. Hinvegin tað sum er áhug- avert er góðskan á tí, sum verður gjørt, og virðini, sum ferðavinnan beinleiðis og óbeinleiðis er við til at skapa. Vit fáa íblástur útifrá, og møguleikan at síggja okkum sjálv í einum gðrum ljósi. Vit fáa handils- sambond, vinabond, og ikki minst inntøkur, sigur Ann- ika Wardum Joensen. Felagstrupulleiki Einasta eyðkennið, ið grøn- lendska og føroyska ferða- vinnan eru f felag um, er høvudsmålb6lkurin — hjá vinnuni, hesi 40-60 åra gomlu, sum hava ein ser- ligan åhuga i nåttåru og mentan og sum eru sinnad at brúka eitt sindur av peng- um á ferðini. At tað er trupult at máta ferdavinnu er ikki eindømi í Grønlandi. - Tann trupulleikan kenna øll lond til. Og har tað verð- ur gjørt hoyrast altíð atfinn- ingarsamar røddir, sigur Annika Wardum Joensen. Og — atfinningarsamar røddir mótvegis ferdavinn- uni eru ikki sjåldsamar i Føroyum. - Føroyingar hava øgiliga ilt við at trúgva uppá, at tað loysir seg at arbeiða við ferðavinnu. Vit kundu snar- að tí eitt sindur á og spyrja, hví vit ikki eru líka atfinn- ingarsom mótvegis øðrum sum gongur fyri seg í Før- oyum. Tað er harmiligt, at vit drepa okkum sjálv við fordómum í staðin fyri at hyggja eftir, hvat vit kunnu fáa burturúr. Sum er trúgva føroyingar als ikki uppá, at tað nyttar nakað. Men út- lendskt ferðafólk og tíðind- afólk, ið koma henda vegin eru bergtikin av Føroyum og føroyingum. Vit eru tey einastu, sum ikki trúgva uppá okkum sjálv. - Hugburðurin er kortini broyttur nógv seinastu fáu árini. Fyri heilt fáum árum síðani hoyrdist javnan, at vit hava einki at bjóða, men nú hava vit fingið stórri álit á okkum sjálv og duga at síggja og virðismeta tað vit gera betri, sigur Annika Wardum Joensen at enda í viðtali.