Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-10-21, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. oktober 1998síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

ESSO saman við Phillips og ELF á Før- oyaøkinum Jan MÚLLER Heimsins størsta oljuf ESSO, hevur gjørt av »g ELI yndunum at vera við i fyrstu útbjóðing á før- oyskum eki. Hetta vórðu umboð fyri føroyskar olju- myndugleikar kunnað um gjáramorgunin á fundi við 10 umboð fyri Phillips, eitt ESSO og eitt umboð fyr fyri ELF - Vit eru sera fegnir um at hava fingið ESSO við í samstarv okkara á Føroya- økinum, sigur Richard Ver- non, informatiónsstjóri hjá Phillips í Bretlandi. Hetta samstarv hevur fevnt um Phillips og Elf, men verður nú víðkað við Esso, sum seinastu árini hevur havt eitt vakið eygað við gongdini á Føroyaøkinum, tó at tað ikki hevur knýtt seg til nakran ávísan bólk Richard Vernon vísir á, at talan verður um eitt sera sterkt samtak, bæði tá talan er um tøkniliga vitan og royndir og figgjarliga orku. Hann visir m.a. å sera hesi tíðindablaðið S082lVn nógvu royndirnar hjá ESSO á djúpum vatni aðrastaðni í heiminum. -Eg haldi, at øll hesi trý feløgini skapa grundarlag fyri einum oljusamtaki, sum verður ført fyri ikki bert at vera við í eini komandi útbjóðing á føroyskum øki men haraftrat at liggja frammaliga í hesi útbjóðing, tá hugsað verður um, hvussu nógvar royndir fel- øgini hvør í sær hava sigur Richard Vernon. Uppá fyrispurning um ikki lækkandi oljuprísirnir hava fingið oljufeløgini at stegða á og vera meira varin í nýggjum økjum sum ti før- oyska sigur Richard Ver- non, at Føroyaøkid fram- vegis er sera áhugavert sum ein partur av øllum Atlants- mótinum. - Vit vóru ikki her við meira enn 10 fólkum, um vit ikki hildu hetta ekið verða áhugavert og við framtíð í. Men hvat fer at spyrjast burtur úr veldst so sjálvandi eisini um, hverjar treytir og hverjir skattir Oki, sum Phillips hevur áhuga í verða lagdir á okkum leggur hann aftrat. Við Phillips Petroleum sum operatøri í fyrstu út- bjóðing hava bæði ELF og ESSO eitt felag sum op- eratør, ið leingi hevur lagt stóran dent á at vera við í oljuleitingini á gllum At- lantsmótinum. Phillips er eitt av teimum feløgunum, sum hevur flestu blokkar í hesum stóra gkinum, ið røkkur frá Írlandi og heilt norður til Noregs. Richard Vernon heldur, at fundini, sum eru gjørd á Nr. 199 — 21. OKTOBER 1998 Atlantsmótinum, eru rætti- liga hugvekjandi, nú leiting eisini verður á føroyskum øki. Hann heldur, at seinasta gassfundið hjá Enterprice vestan fyri Hetland, ger alt økid uppaftur meira spenn- andi. Tey flestu av teimum umleið 25 oljufeløgunum, sum vísa áhuga fyri før- oyska økinum, hava nú skipað seg í bólkar ella samtøk. Hetta verður gjørt fyri at býta vágan og annars at leggja saman royndir og vitan. Frá fundinum í gjár millum umboð fyri Pillips, Esso og Elf og Oljufyrisitingina. Richard Vernon og Jaclb Rugland frá Phillips heilsa uppá Eyðun Elttór mlandsstýrimann og Herólv Joensen leiðara á Oljufyrisitingini Anfinn Kallsberg, lógmaður: Vinnumálastýrið verður helst verandi í Tinganesi fyribils Jan MULLER % vinnu rnar SN a "rður n ve nevv hesum um- farinum. I uppskotinum til eykajáttanarlóg fyri 1998 eru settar góðar 5 mill. kr til nýinnrættan og broytan av hølunum, sum Toll- og Skattadeildin var i ådur Men Figgjarnevndin tekur ikki undir vid uppskotinum frå landsstyrinum og hevur víst málið aftur til lands- stýrið. Jørgen Niclasen, figgjarnevndarformadur sigur, at teir hava vidgjørt målid væl og virdiliga og eru komnir eftir, at lands- styrid eigur at umhugsa tad av nyggjum. Sambart tid- tar skilst, at ting- énøgdir við nøg aðin av broytingum av hølunum å Bryggjubakka, sum fyri stuttari sidani eru broytt og nýinnrættað til Toll og Skatt Verandi í Tinganesi Løgmaður Anfinn Kails- berg sigur í eini viðmerking til málið, at ætlaninar at flyta Vinnumálastýrið á Bryggjubakka hava verið eitt sindur óvissar, eisini áðrenn málið fór í Tingið. - Tað kann gott vera, at talan verður um aðrar flytingar, at tað væl kann henda, at Vinnumálastýrið verður verandi í Tinganesi Uppá fyrispurning um tað er møguleiki fyri, at ein partur av Vinnumálastýri- num, te. allur oljuparturin, verður tíkin burtur úr og gjørdur til sjålvstødugt stýri í hølunum á Debesartrød sigur løgmaður, at hann ivast i, um tíðin beint nú er tann rætta til at stovnseta eitt stýri fyri tey fólkini, sum hava tilknýti til alt olju- málið -1 ødrum londum hevur man eitt departement og eitt direktorat. Direktorratið er tað, sum hevur tað nógva samskiftið við oljufeløgini. Koma vit til eina útbjóðing, er so spurningurin, hvussu vit byggja tað upp. Eg haldi vit eiga at taka við í orða- skiftið, um alt skal verða í einum departementi ella vit skulu hava eitt direktorat. Løgmaður sigur víðari, at verður farið í gongd við oljuleiting, so verður talan um heilt onnur viðurskifti og umstødur, enn tað vit hava í dag. Men soleiðis sum stødan er beint í løtuni heldur løgmaður ikki, at tað er so nógv trýst á olju um- sitingina, at tað krevur broytingar her og nú. -Eg må siga, at eg í løtuni eri eg ikki so frelstur um, hvussu vit skipa alt hetta gkið. Spurningurin er bara, nær vit gera tað sigur løg- maður, sum heldur ikki dyl- ur yvir, at tað eru ymiskar meiningar um hesi viður- skiftini. Sosialurin hevur skilt, at oljumálaráðharrin fegin sær, at hann fær sítt egna oljumálastýri, har tú hevur savnað bæði landsstýris- umsitingina, oljufyrisiting- ina, Jarðfróðissavnið oa. sum hevur tilknýti til ein komandi oljuútvikling. Umráðandi at vera saman Arne Poulsen, stjóri í Vinnumálastýrinum vil ikki gera viðmerkingar til tað, sum er komið fram um æt- laninar at flyta Vinnumála- stýrið oman á Bryggju- bakka. Hann vil tó siga so mikið, at tað er sera umráðandi at fáa savnað Vinnumálastýr- ið, sum í dag liggur rættilga spjatt. Uppá fyrispurning um tað hevur stóran týdn- ing, at eitt nú Oljufyrisit- ingin, sum er ein deild av Vinnumálastýrinum, er í sama høli sum restin av Vinnumálastýrinum sigur Arne Poulsen, at tað er týdningarmikið fyri Vinnu- málastýrið at vera saman. Hvat spurninginum um eitt møguligt sjålvstødugt oljumålastyri vidvikur, so hevur Arne Poulsen onga viðmerking til tað. Hann sigur bert, at hetta er ein politisk avgerð.