Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-10-21, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. oktober 1998síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 199 — 21. OKTOBER 1998 tíðindablaðið - ein heitur kaffimuður á køldun havi... millum annað nýtt til at ferð- ast kring allan heim. Hann hevur millum annað ferðast í Egyptalandi, Ísrael, Thailandi og Malaysiu. Haraftrat hevur Janus eisini gingið eina tíð á kokkaskúla. Tá ið summarsiglingin stendur á skránni, hevur Janus ógvu- liga sjáldan frítúr, og tí ber tað til hjá honum at leggja eitt sindur av peningi inn undir seg, so at hann kann ferðast ein stóran part av.årinum. Tá ið Janus í farnu viku fór í land av Norrønu, hevði hann ikki havt frí síðani einaferð í febr- uar mánaða. Sum hann sjálvur eisini sigur, so brúkar ein heldur ikki tann stóra peningin, tá ið ein siglir við einum slíkum skipi sum Norrønu, ti at tú fær jú bæði mat og innivist ókeypis um- borð. Janusi dámar sera væl at sigla við Norrenu. Síðani hann mynstraði fyrstu ferð, er ein rættuliga stórur partur av manningini skiftur út, og Jan- us sigur sjálvur, at tey eru bert nøkur heilt fá eftir av teirri garduni. Hóast hetta, so er samanhaldið hjá manningini fyrimyndarligt, og tað kann næstan sigast, at vit eru ein stór familja, leggur Janus smílandi aftrat. Havandi í huga, hvussu nógv ferðafólk á hverjum ári nýta Norrenu á síni farleið, er tað eyðsæð, at manningin umborð kemur í samband við ein stór- an part av hesum ferðafólki, serliga tey'føroysku: Tímir ikki at arbeiða “átta til fimm „ Tá ið vit spyrja hann, hvat tað er, sum ger, at hann trívist so væl á sjónum, sigur Janus við eitt, "eg tími ikki at arbeiða átta til fimm". Haraftrat sigur hann seg eisini hava vant seg við lívið á sjónum, og at tað er ógvuliga trupult at fara frá tí Yngd nr. 27 - 21. okt. 1998 PT TU aftur. Ein kundi helst eisini ímynda sær, at tað hevði verið huga- ligari at sigla við einari ferju, sum ikki hevði eina fasta far- leið, eins og Norrena hevur, men Janus sigur seg verða væl nøgdan við at sigla her í Nordur-Atlantshavi. Góðar listargåvur Millum manningina umborð á Norrønu er Janus eisini kend- ur fyri sínar sera góðu listar- gávur. Tekningar, sum hann hevur gjørt, prýða veggimar í mongum av manningarkøm- urunum umborð. Eisini í messuni eru nakrar tekningar hjá honum, og serliga er tann eina víðagitin. Hon avmyndar eina heila summarsigling hjá Norrønu, og nógvar av teim- um hendingum, sum tá vóru umborð. Janus sigur, at hann fer altíð at tekna, men tað vil eisini altíð bert verða eitt ítriv. Dreymurin Tey flestu vildu kanska mett, at Janus fór at leita sær upp á land og fara á sjómansskúla, men so er ikki. Janus sigur sjálvur, at hann hevur ikki evnini til at ganga í skúla, og tí fer hann ikki undir hetta Stóri dreymurin hjá Janusi er at sleppa ein túr yvir um At- lantshavið við seglskipi. Seinni í ár gongur leiðin hjá honum til Kanarisku Oyggjar- nar, har hann ætlar at vita, um hann ikki kann finna sær eitt slíkt seglskip, sum hevur brúk fyri einum ungum røskum før- oyingi. YNGD - á sJÓgV1 og landi... 13