Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-10-21, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. oktober 1998síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið Yngd nr. 27 - 21. okt. 1998 N NS Nr. 199 — 21. OKTOBER 1998 Soleiðis byrjar eitt lag hjá Jens Lisberg og heldur fram við: “- tá ungur eg var". Talið av ungum fólki, sum velja sær sjóvegin sum yrkisveg, er ikki so høgt nú sum áður, men nøkur eru tó. Yngd hitti 22 ára gamla Janus á Húsagarði, sum hevur siglt seinastu fimm árini. 8 g n døgum var tað so, r r drei af t } 4 | at 50 al SIØå ati ungt! ir fóru á sjógvin, tå Hendan gongd er nú nærum útdeyð, men tó eru tað sera nógv ung, bæði gentur og dreingir, sum finna sær starv á sjónum Tá ið vit hugsa um ein sjó- mann, so hava vit lyndi til sum oftast at hugsa um ein mann umborð á einum fiski- skipi. Ikki tí, teir eru eisini nógvir, men talið av teimum, sum starvast í handilsflota- num, er so sanniliga eisini hegt. Byrjaði umborð á Norðlýsinum Janus á Húsagarði úr Havn er 22 ára gamal. Seinastu fimm árini hevur hann siglt. Tá ið Yngd hitti Janus umborð á Norrenu í síðstu viku, gleddi hann seg bert til, at skipið aft- ur kom á Havnina, so at hann kundi sleppa í land. Janus hevði stríðst og knossast við at bera verur og proviant av goymsluni umborð og so í handlarnar og kabýssuna, og av hesum hevði hann meitt sær ryggin, so tað skuldi gera gott at sleppa undir lækna- hond. Tá ið vit hava sessast, byrjar Janus at greiða frá, hvussu hann endaði á sjónum. "Tá ið eg fyri umleið fimm árum síðani skrivaði meg upp til verkætlanina Ung í Arbeiði, høvdu tey, sum skipaðu fyri verkætlanina, saman við Smy- ril Line avrátt, at nøkur ung skuldu setast í gongd við at hjálpa til umborð á Norðlýsinum og sigla við skipinum í norskum sjógvi, og millum teir mongu ungdómar- nar, sum endaðu umborð á Norðlýsinum, var so eg sjálv- ur." Tey, sum kenna eitt sindur til Norðlýsið, vita helst eisini, at skiparin å skåtuni, Birgir Enni, er ein serstakliga dugnaligur sjómaður, sum kann læra ungar dreingir alt, sum er vert at vita um sjólívið. Smyril Line eigur Norðlýsið, og tá ið tíðin hjá Janusi um- borð á sluppuni var av, royndi hann at sleppa umborð at hina skútuna hjá reidariinum, nevn- iliga Norrønu, og tað eydnað- ist honum. "altmuligmand" umborð Tey árini, sum Janus hevur siglt við Norrenu, hevur hann roynt eitt sindur av hverjum. Hann hevur verið skrellimað- ur, uppvaskari, barrverður, kokkur, kassadama í kioskini og annað gott. Norrenu hevur seinastu árini bert siglt í fastari rutu um summarið, og tí hevur tað mangan verið so, at Janus hevur verið leysur av skipin- um í upp ímóti einum hálvi ári í senn. Hesa tíð hevur hann so