mikudagur 21. oktober 1998síða 11
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
V
Herfyri kom ein EP við
bélkinum Kjølum å
marknadin. EP'in, sum
ber heitið Skýmandi
Kveldið, hevur trý leg:
Skýmandi Kveldið
(vanligt og remix) og so
Sorgblýdni. Upptøkur-
nar eru gjørdar fyri
rúmari tíð síðani, men
trupult hevur verið at
fingi EP'ina til Føroya
Terji Nielsen
Tað var við spenningi sæð
fram til, at vælumtókti bólk-
urin Kjølar fóru at koma við
nýggju, (gomlu) EP'ini Ským-
andi Kveldið. Vit minnast jú
øll, at lagið Skýmandi Kveldið
seinasta ár í drúgva tíð var
nummar eitt í sendingini 15
Teimum Bestu í útvarpinum.
Seinast í undanfarna mánaða
kom so EP'in. Tað, sum undir-
ritaði hevði sæð mest fram til,
var at hoyra remixið av Ským-
andi Kveldið, men hetta var
eitt vónbrot.
Skýmandi Kveldið
Lagið, sum EP'in er uppkallað
eftir, er eitt frálíkt lag, eingin
ivi um tað. Tað er ein fragd at
hoyra pumpandi bassin hjá
Jens Tummasi, solospælið hjá
Jens Marna og trummurnar hjá
Henning. Eg hevði tó kunnað
tonkt mær, at sangurin hoyrdist
Nr. 199 — 21. OKTOBER 1998
eitt sindur betur. Tað er sum
um, at øll ljóðferini køva út
yvir sangin.
Skýmandi Kveldið hevur tað
drive yvir sær, sum vit van-
ligani seta í samband við
Kjølar, og hóast man hevur
hoyrt lagið ofta, so gerst ein
ikki troyttur av lagnum.
Remixið
Mær hevur altíð dámt væl
Kjølar, og eg eri av teirri
hugsan, at bólkurin helst er
best live-bólkurin í landinum
Tað hevur altíð verið FÅ
É
UNG 98:SOSIALURIN
tíðindablaðið S082lun
Nr. 27
21. okt. 1998
ur intensitetur yvir spælinum
hjá teimum fýra limunum í
bólkinum. Tíverri eri eg
noyddur at siga, at eg haldi
remixið av Skýmandi Kveldið
verða alt ov stirvið og teldu-
kent og als ikki í tráð við tað,
sum vit vanliga kenna bólkin
fyri.
Veit ikki um tað eru teldu-
trummur, ella um tað er Henn-
ing, sum vit hoyra á remixi-
um, men hetta hóskar ikki til
bólkin, hóast eitt remix ofta er
nokk so teldukent
Heldur ikki dámar mær at
YNGD í dag:
- Uttan úr heimi
-Eg sjólívið valdi
- Listarnir
hoyra niðurteljingina í byrj-
anuni av remixinum. Hatta
four, three, two, one virkar alt
ov "popput". Tað er gleðiligt,
at føroyskir tónleikabólkar eru
farnir undir at gera remix av
egnum legum, men í hesum
førinum hevði eg tó kunnað
ynskt mær, at man framvegis
hoyrdi á spælinum og stílinum
t tað vóru Kjølar,
rr
ð man
rs eru ikki tær stóru
ytingarnar á remixinum í
til uppruna lagið. Tað eru
ga trummurnar, sum man
Remixið av Skýmandi Kvoldið
hevur Mark Joensen gjort, og
tað er Jónas Bloch Danielsen,
sum hevur ljóðblandað tónleikin
í Studio 93.
3'arin i SMS stendur fyri søluni
av Skýmandi Kvoldið.
kýmandi kveldið
leggur til merkis, og so niður-
teljingin í byrjanini av lagnum
Sorgblýdni
Hóast lagið sorgblýdni leingi
hevur verið at hoyrt, so er tað
ikki fyrr enn nú, at møguleikin
er komin at útvega sær lagið á
flogu.
fellur væl í oyruni, tá ið man
x
nevur tax
fløguspælaranum
Fråliku solo ir hjá Jens Mar-
%
na eru eydkendar, og tær eru
nærum altid vid til at styrkja
um eitt lag
Trummurnar hjá Henningi eru
eisini stak góðar. Haldi at
Henning reint trummutekniskt
man verða ein tann besti á sín-
um eki her á landi.
Tó skal tað viðmerkjast, at eis-
ini her er sangurin alt ov veik-
ur í mun til hini ljóðforini. Tað
er altíð ein fyrimunur at hoyra
orðini, tá ið ein ikki kann lesa
tey í húsanum.
Húsin
Sum ådurnevnt, so hevði tað
verið ynskiligt, at tekstirnir til
legini vóru prentaðir í húsan-
um.
Eg haldi eisini kápumyndina
verða góða, um man hugsar
um motivid sum so, men eg
skilji ikki rættuliga, hví hon
skal verða so kám og myrk
Skýmandi Kveldið er upptikin
í West River Recording av
Johannes á Rógvu Joensen