hósdagur 8. juni 2000síða 2
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 108 - 8. juni 2000
Klokkari og organistur bera seg undan
tænastu í Christianskirkjuni
Klokkarin og organisturin í Christi-
anskirkjuni hava boðað frá, at teir
gera ikki tænastu í kirkjuni annan
hvítusunnudag av tí, at karsten Nis-
sen, biskupur í Viborg skal prædika
hendan dag. Hans Jacob Joensen,
biskupur, sigur, at so fara tey bara at
fáa onkran annan at ringja og spæla
EDVARD JOENSEN
Klokkarin og organisturin í
Christianskirkjuni
hava
boðað frá, at tað verða ikki
teir, sum ringja og spæla í
kirkjuni annan hvítusunnu-
dag.
Grundgevingin skal vera
sambært øðrum keldum,
Tíðindablaðið
sosialurin
hevur tosað við - at teir vilja
ikki gera tænastu saman við
biskupinum
í
Viborg,
Karsten Nissen, sum Føroya
biskupur hevur givið loyvi
at prædika í kirkjuni, hóast
prestarnir og meiriluti í
kirkjuráðnum noktaðu fyri
at lata honum kirkjuna.
Frá álítandi keldum í
Klaksvík hevur Tíðinda-
blaðið Sosialurin fingið
váttað, at teir báðir, sum
annars hava gjørt tænastu í
kirkjuni í nógv Harrans ár,
hava boðað frá, at teir
ynskja seg frítiknar fyri
tænastu hendan dagin.
Sjálvir siga teir seg onga
viðmerking at hava til mál-
ið.
Teir vilja als ikki úttala
seg, søgdu báðir, tá Sosi-
alurin spurdi teir um grund-
ina til hesa avgerðina.
Heldur ikki formaðurin í
kirkjuráðnum segði seg
hava nakra viðmerking til
málið yvirhøvur.
At tveir av kirkjutænar-
unum ikki vera í kirkjuni
hendan dagin, sær Hans
Jacob Joensen, biskupur,
ikki sum nakran trupulleika.
Hann væntar ikki, at tað
fer at standa á at fáa onkran
annan at ringja og spæla.
Tað hevur verið vanligt, tá
onkrum hevur borist frá,
sum annars plagar at gera
tænastu í kirkjuni.
Tað vanliga plagar í slík-
um førum at vera, at kirkju-
ráðið so heitir á onkran av-
loysara. Men tað hevur ikki
borið til at fingið at vita frá
kirkjuráðnum, um so verð-
ur.
Keldur,
Tíðindablaðið
Sosialurin hevur tosað við,
meta, at tað helst verður bis-
kupur, sum má finna onkr-
an, sum kann taka hesi bæði
størvini upp á seg hendan
dagin.
Hans Jacob Joensen, bis-
Klokkarin og organisturin hava norið seg undan tænastu í Christianskirkjuni annan hvtusunnudag
EDVARD JOENSEN
Nú Margretha drotning vitj-
ar í Føroyum í samband við
1.000 ára haldið hjá kirkju-
ni, fer hon eftir ætlan í
kirkju á Kirkju útií Fugloy.
Kirkjufólk
halda
tað
sjálvandi vera spennandi
við eini drotningavitjan. Tað
er tað altíð.
Men ongar stórvegis
fyrireikingar soleiðis eru
gjørdar í bygdini í hesum
sambandi,
sigur
Laura
Lydersen á Kirkju, sum
Sosialurin tosaði við í gjár.
Hon sigur, at fráboðanin
um drotningavitjanina kom
so mikið seint, at tey hava
ikki havt stundir at gera
nakað stórvegis burturúr.
Eitt sindur av kommunal-
um arbeiði hevur verið á
Kirkju. Kaðalarbeiði og tí-
líkt, sum kravdi, at grivið
var í vegnum. Hetta er slætt-
að aftur, mest fyri at eingin
skal detta oman soleiðis.
Men annars gongur lívið
sína heilt vanligu gongd úti
í Fugloy.
Tey vænta, at tað verður
væl av fólki í oynni um
hvítusunnuna. Men tað er
tað á hvørjum ári, so heldur
ikki tað er nakað, sum er
ávirkað av drotningavitjan.
Laura Lydersen heldur tó,
at stuttligari hevði verið, um
tey fingu fráboðan í góðari
tíð, so tey kundu fyrireika
seg og víst drotningini og
fylgi hennara runt í oynni.
Tí har er vakurt og nógv
at síggja, sigur hon. Men nú
verður tað bara ein heilt
stutt vitjan, har drotningin
kemur við tyrlu, fær ein
kaffimunn og fer í kirkju.
Síðan verður farið avstað
aftur beinanveg.
Hóast tað er í yvirflóð av
útlendskum biskupum og
øðrum »gejstligum« í landi-
num júst hesar dagarnar,
verður tað ein vanlig bygd-
arguðstænasta við dekna-
lestri, sum drotningin fer til
annan hvítusunnudag. Tað
verður fyrrverandi lærarin,
Hans David Matras, sum fer
at lesa lestur í kirkjuni á
Kirkju.
Men veðrið kann vera
lumpið í Føroyum, so um
tað ikki viðrar at fara til
Fugloyar, verður í staðin
farið í kirkju í Kollafirði, har
eisini deknaguðstænasta er
hendan dagin.
Um so verður, verður tað
Niclas Joensen, deknur,
sum fer at lesa fyri drotn-
ingini.
Á Kirkju
kupur, sigur, at hann hevur
onga grundgeving fingið
fyri, hví hesir báðir kirkju-
tænararnir hava borið seg
undan hendan dagin.
Men er tað orsakað av
persónligari sannføring, at
teir ikki vilja gera tænastu
saman við manni, teimum
ikki dámar, er tað teirra fulli
rættur at gera so. Tað fara
kirkjumyndugleikarnir ikki
at blanda seg uppí, sigur
biskupur.
Ongar fyrireikingar
Á Kirkju gera stey
einki serligt burturúr,
at tey fáa drotning-
avitjan annan hvítu-
sunnudag. Tað hava
tey ikki havt tíð til, tí
fráboðanin um vitjan-
ina kom so seint
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
Marknaðardeild:
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Dánjal Højgaard
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakstein
Høgni Mohr
Ítróttur: Jákup Mørk
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Álvur Haraldsen
Útgevari, uppseting:
Sp/f Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argir
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820
Telefax. 314720
e-mail: post@sosialurin.fo
Lýsingar: lysing@sosialurin.fo
Internet: www.sosialurin.fo
Prent: Sosialurin
Sosialurin
Oddagrein
Óføriskur fótbóltur
Viðmerking:
Seinastu tíðina hevur rok verið í føroyska fótbólts-
heiminum. Orsøkin til hetta er, at dómarabólkurin
í landskappingardystinum millum KÍ og B68 fyri
trimum vikum síðani gav Fótbóltssambandinum
eina frágreiðing um, at annar av linjuverjunum
hevði fingið eitt slag frá einum áskoðara ávegis til
hálvleikssteðgin. Hetta helt dómarabólkurin átti at
fáa avleiðingar fyri heimaliðið.
Síðani hevur kappingarnevndin hjá FSF viðgjørt
málið, og teir góvu KÍ eina bót upp á 10.000 krónur.
Hetta vóru dómararnir ikki nøgdir við, tí teir hildu,
at revsingin ikki var nóg hørð. Í staðin fyri gula
kortið, vildu dómararnir hava FSF at geva KÍ reyða
kortið. Meirilutin av dómarunum, sum møttu á
enum fundi í Havn, avgjørdu at fara í verkfall, men
hetta fór nevndin í Fótbóltsdómarafelagnum síðani
at arbeiða ímóti. Og tað eydnaðist nevndini at
forða fyri einum verkfalli. Partur av loysnini kallaðist
ein fundur við FSF um, hvussu trygdin hjá
dómarum og spælarum framyvir kann betrast.
Og úrslitið av hesum fundi kom týsdagin. Nú skulu
trygdarfólk ansa eftir, at dómarar og spælarar fáa
frið á leiðini til og frá vøllinum. Eisini skal ein
sokallaður trygdargeiri gerast frá skiftirúmunum
og til vøllin. Nú skal eingin kunna klappa spælarar
á herðarnar, og verður onkur tikin við labbunum í
kakudósini, so er tað bara út av vaktini.
Úrslitið av fundinum millum fótbóltsdómararnar og
FSF er fullkomiliga óføroyskt, og hóast vit á ongan
hátt ætla at verja slíka hending, sum eftir øllum at
døma fór fram til dystin í Klaksvík herfyri, so tykist
nýggja stigið hjá FSF verða sum at skjóta stara
við kanón. Føroyskur fótbóltur er so at siga altíð
føroyskur - tað vil siga, at tað er púra óvanligt, at
fólk gera seg inn á spælarar, venjarar ella dómarar
- og at tað nú skal vera neyðugt við trygdarfólki og
trygdargeira til fótbóltsdystir í Føroyum ljóðar full-
komiliga burturvið.
Jú, gamaní eiga tað at finnast fólk í øllum feløgum,
sum eru til reiðar at traðka til, um okkurt er áfatt,
og soleiðis er eisini tann dag í dag. Men at fara at
skipa hesi fólk í trygdarlið (óvápnað, sum vit hava
skilt), og lata tey verja ein geira frá vøllinum til
skiftirúmini er líka tápuligt sum tað ljóðar. Hvussu
í allari víðu verð hugsar FSF at smærru feløgini
skulu mobilisera vaktarlið vikuskifti eftir vikuskifti,
skipa fyri trygdargeira og annars halda teimum
50 ela 100 áskoðarunum burtur frá spælarum og
dómarum? Hetta er óføroyskt, og fer fyrst og fremst
at raka tey smærru feløgini. Í Havn ella í Klaksvík
fer neyvan at vera nakar trupulleiki at avbyrgja eitt
øki frá skiftirúmunum og til vøllin, men tað verður
tað nógva aðrastaðni.
Føroysku fótbóltsdómararnir og Fótbóltssam-
bandið áttu at sligið kalt vatn í blóðið og funnið
eina meira rímuliga og føroyska loysn á trup-
ulleikanum. At onkur idiotur hevur givið einum
linjuverja eitt skump ella slag eigur ikki at gera
tann fólksliga føroyska fótbóltin til ein spurning
um vaktarhald og trygdargreirar. So langt eru vit
ikki komin enn, at tað eigur at vera neyðugt!
So higani hava vit eitt gult kort á loftið til FSF og
fótbóltsdómararnar. Tí skulu trøllvaksin vaktarfólk
nú til at gera manngarð um spælararnar og halda
millum annað teimum áhugaðu børnunum langt
burturi frá spælarunum, ja, so er tað skjótt at onkrir
áskoðarar geva føroyskum fótbólti reyða kortið.
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan hátt
vístu samkenslu, tá ið kæri pápi, verpápi og
abbi okkara
Tórur Sjóføddi av Vollanum
Saltangará
brádliga doyði og varð jarðaður.
Tøkk fyri talur í kapellinum og í Berøa, til
organist og solosangarar. Takk fyri uppring-
ingar, heilsanir, blómur og kransar. Og tykk-
um, sum fylgdu honum til hansara síðsta hvíld-
arstað. Eina hjartans tøkk til tykkum, ið hjálptu
til við ervinum.
Børnini v/ familju og Nicolina
Hvat hugsa okkara myndugleikar
og politikarar fyri sær???
Havi nu fylgt hampuliga
væl við, hvat hendir á polit-
iska vígvøllinum og hvat
verður gjørt fyri at menna
ymisku økini kring landið
vinnuliga frá politiskari síðu
– tað er jú so, at politikarin
skal gera karmar, sum ar-
beiðast skal undir, og síðan
skal vinnan royna at fáa
sum frægast burturúr.
Tað sær út fyri mær, sum
um alt, ið eitur uppaftur-
bygging av útjaðaranum
aftan á kreppuna, er farið í
gloymibókina og verður
bert tikið fram aftur av hill-
unum sum valagn – eg vóni,
at øll fólk í útjaðaranum
minnast til hetta til næsta
val, tí tit fáa als onki frá
hesum monnum, sum um-
boða tykkum, uttan tómt tos
og tóm lyftir.
Fyri at koma til sjálva
sakina, ið liggur mær á
hjarta:
BIP – point (Board In-
spection Point) – hvat er
hetta fyri nakað???
Henda spurning spyrja
nokk fleiri av okkum, sum
eru í vinnuni, um, hvat skal
hetta BIP-punkt vera gott
fyri???
Jú, jú, fínt skal tað vera,
nú hava vit enn einaferð
latið páduttað okkum 16
nýggj ES-direktiv, sum eftir
ætlan skulu gera okkara
støðu betri handilsliga – í
ES-samanhangi. Harímill-
um skal setast á stovn eitt
Board Inspection Point,
og sjálvandi skal hetta BIP-
punkt (stytt) verða í Havn
– hvar annars? Tí her sita
allir bureaukratarnir og
teknokratarnir, og tað er
lættast fyri teir, um hetta
»checkpoint« er í Havn –
og okkara politikarar,
sum umboða m.a. útjað-
aran, ja, teir vakna slettis
ikki.
T.d. teir stakkals russarar-
nir (triðja lond), sum ikki
hava ráð í løtuni at fáa síni
skip ES-løggildað, nú skulu
teir heldur ikki fáa loyvi til
at uppskipa fisk á goymslu
í Føroyum ella til virkingar
í Føroyum, uttan skip teirra
eru ES-góðkend, – og hetta
sjálvt um vøran, sum verður
uppskipað evt. í transit ella
framleidd
í
Føroyum,
kanska ikki skal til ES-
marknaðin.
Tað sama ger seg t.d.
galdandi við kongafiski úr
Irmingarhavinum, sum í
dag verður lagdur í transit
her. Hann fer vanliga til
Fjareystur.
Makrelur, sild og svart-
kjaftur, sum verður umskip-
aður ella lagdur upp her í
transit – hesin fer heldur
ikki til ES-marknaðin.
3. lands rækjurnar, sum
vanliga verða framleiddar á
rækjuvirkinum á Oyri, fara
ivaleyst eisini til onnur lond
enn ES-lond, tí ES tollar 3.
lands rækjur við 20%.
Eg spyrji bara: – Hvar er
logikkurin, ganga tit allir
við høvdinum undir armin-
um ella??? Hví var vinnan
als ikki eftirspurd, áðrenn
tit føra slíkar reglugerðir út
í lívið???
Eg kundi hugsað mær, at
hetta kemur at raka okkara
samráðingarnevnd sum ein
boomerang til næstu fiska-
rísamráðingar við russar, tí
teir saman við okkum, sum
hava goymslur og handla
nógv við russar, eru teir sum
verða hart raktir.
Eg kann heldur ikki lata
vera við at nevna, at tann
persónur, sum er aðalstjóri
fyri øll BIP punkt í ES, er
ongin annar enn Tom Gold-
man, sum í síni tíð nærum
var við at avhøvda Rækju-
virkið og Fiskasøluna í smb.
við 3. lands rækjur og skapti
Føroyum stórar trupulleikar
í ES í samband við upp-
runakrøv etc., – so væntið
ikki, at hann fer at verða
okkara besti vinur í ES-
høpi.
Triðja lands vøra sum t.d.
vanliga skal leggjast upp
ella umskipast í Klaksvík,
Fuglafirði, Runavík ella
Vági, har størstu frysti-
goymslur í landinum liggja
í dag, hendan vøra skal nú
sambært viðtiknu ES-direk-
tivunum, via Board Inspec-
tion Point í Tórshavn, t.v.s.
lossast í Tórshavn!!! ella
Kollafirði, sum nú eisini
hoyrir
undir
Havnina
kommunalt. Grundgevingin
frá
Heilsufrøðiligu
Starvsstovu er, at hetta er tí
tað er nemmast??? – nemm-
ast fyri hvønn, spyrji eg???
Tað má vera fyri tykkum, tí
so sleppa tit frá at ferðast
til tey ymsu støðini, har
fiskurin/vøran skal leggjast
upp ella umskipast. Um tað
er besta grundgevingin fyri
hesum, so sigi eg bara: takk
skalt tú hava, slíkt møsn og
býtt uttanumtos skal leitast
leingi eftir.
Slíkum grundgevingum,
sum oman fyri nevnt og
teirra samtykt, sum løgting-
ið hevur tikið undir við í tí
skapi, sum hevur verið
nevnt í fjølmiðlunum, –
hetta kunnu vit, sum hava
plaserað okkara virkir í út-
jaðaranum, als ikki liva við,
tí tit koma at týna okkum,
um tit gjøgnumføra hetta.
Og hvat gera politikararnir?
Tiga – her er fullkomin
tøgn. – Ein kann væl tilláta
sær at spyrja hví tiga tit???
Og so tosa tit um at gera
Føroyar til tilfeingismið-
depil í Norðuratlantshavi –
Vorherre bevares.
Tað hevði ikki verið ann-
að enn rímuligt, at hetta ES-
(BIP) krav einans var gald-
andi fyri vøru, sum skuldi
framleiðast her í landinum
og sum skal inn til ES???
Hvat rakar tað ES, hvør
vøra skal til onnur lond enn
til teir.
Í Danmark og Onglandi
hevur ES gjørt undantøk,
soleiðis at um vøra skal
framleiðast frá skipi, sum
ikki er ES-góðkent, so er
treytin tann, at góðskuleið-
arin á framleiðandi virki
skal siga gott fyri, at vøran,
sum er komin frá hesum
skipum, er í lagi, og so eru
dyrnar opnar, eisini inn í
ES.
Hví kann hetta ikki eisini
vera galdandi fyri tey før-
oysku virkini, sum liva av
russarafiski í teirra fram-
leiðslu??? Er tað frægari at
lata fiskin fara til Kina at
framleiða og síðani koma
inn í ES gjøgnum bakdyrn-
ar??? Tað er nevniliga tað,
sum fer at henda, og norð-
menn hava gjørt var við
hetta í grein í Fiskaren fyri
stuttum.
Noreg og Ísland ætla sær,
sum eg skilji ikki at eftir-
líka at arbeiða eftir hesum
hørðum BIP krøvum.
Eg kann ikki hugsa mær,
at Fiskavirking hevur ráð at
lata Bacalao aftur og senda
150
fólk
til
hús
pr.
01.02.2001. Hvat siga án-
ararnir og fakfeløg til hetta,
og hvat við NORFRA og
NORÐURFISK o.ø.???
Skulu 1-3 starvsfólk inn-
an tað almenna sigast úr
starvi er ramaskríggj at
hoyra, men hvør hugsar um
tey tímaløntu úti í fríu vinn-
uni??? Í míni verð eru tey
líka nógv verd sum tey al-
ment fastløntu, men tað
verður lítið tosað, tá hesi fáa
uppsøgnina í hondina.
Eg haldi, tað er uppá tíð-
ina, at vinnan slær nevan í
borðið og markerar seg yvir
fyri hesum monnum, sum
als ikki tóku vinnuna upp á
ráð ella spurdu um avleið-
ingarnar av teirra handling-
um.
Tit, sum hava politiskt
vald og kunnu broyta/rætta
tiknar avgerðir, vaknið, tí tit
eru tiknir á bóli.
Vágur 06.06.2000
Johan Dahl
Ella sova allir í tímanum???