hósdagur 22. oktober 1998síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Hálkubreyt
og ferðslutrygd
Oddagrein
Nú hálvur oktober er farin aftur um bak -
og fyrsti kuldin hevur víst seg við svart-
hálku og kava, eru fleiri, ið farin eru at
hugsa um at seta píkadekkini undir bilin.
Nógv kjak hevur staðist av dygd og um-
hvervisskaða av píkum. Síðani ein lands-
stýrismaður miðskeiðis í sjeytiårunum ætl-
aði at banna píkum, hevur nogv verið sagt
og skrivað, hóast einki so viågongt upp-
skot er komið á tingborð.
Vit skulu ikki á hesum stað taka stoðu fyri
ella ímóti píkum, tí tað kunnu vera lokal
viðurskifti sum gera, at tað hjá onkrum er
neyðugt at brúka píkar.
Men vit kunnu minna fólk á, at tey íkki
mugu leggja trygdina í vetrarkoyringini í
píkar ella í lamelldekk. Tað er altíð førarin
sjálvur, ið ger av, hvussu trygdin er við
koyringini.
Verður koyrt eftir umstoðunum, so er
vandi ikki á ferð.
Eyðsæð er, at píkar slíta vegin og skaða
náttúruna annars. Og tá tøknifrødin nu
hevur funnið upp á eitt betur alternativ -
lamellkavadekkið, ið fleiri dekkverksmiåjur
framleiða, so áttu vit í størri mun at gjørt
okkum dælt av hesum.
At dekkini undir bilinum hava týdning, er
sjálvsagt. Men tað hevur enn størri týdn-
ing, at bilførarin hevur neyðuga førleikan
at føra bilin i hålku. Hetta er ikki gamans-
leikur - men krevur nógv av bilføraranum.
Í nógv ár hevur verið tosað um at gera
eina hálkubreyt, har allir bilførarar undir
tryggum umstødum kunnu fáa royndir og
vegleiðing í hålkukoyring. Legtingið hevur
eisini sett pengar av til endamálið, men
enn er einki hent.
Hóast føroyingar væl kenna kava, so er
kavin kortini so éstødugur her, at vit ikki
rættuliga fáa roynt okkum í kavakoyring
Nú landsstýrismaðurin í samferðslumálum
er ein av størstu bilainnflytarum landsins,
er nærliggjandi at hugsa sær, at hann
hevur serligt innlit ella serligan áhuga í
ferðslu og ferðslutrygd.
Okkara áheitan á landsstýrismann skal
vera púra greið: Skapa meguleikar fyri
frægari ferðslufrálæru, bæði so og so -
og syrg fyri at ein hálkubreyt verður gjørd,
so bæði ung sum eldri kunnu læra at
handafara bilin í hálku Sostalurin
Umpakkað tjóðveldi —
spildurnýtt?
Tjóðveldisflokkurin hevur
altíð havt sum aðalmál at
stovnseta føroyskt tjóðveldi
og slíta frá Danmark.
Ein greið og heiðurlig
stóða.
Undirtgkan ímillum velj-
ararnar hevur so ligið báðu
megin við tey 20%, alt eftir
hvussu umstødurnar í sam-
felagnum annars hava lagað
seg
Hetta nýggja ættarliðið,
ið nú hevur tikið yvir í
flokkinum, hevur >skipp-
að< orðið tjóðveldi. Í stað-
in hoyra vit um stigvíst full-
veldi, skipaða loysing,
suverænitet o.s.fr. Fyri mær
at siggja, so er hetta ein
roynd at geva einum goml-
um — meira prescist einum
50 åra gomlum — produkti
ein nyggjan innpakning.
Hetta verdur ofta gjørt, tå
ið gamla veran ikki selist
nóg væl.
Politiski marknaðurin
Í tjóðskaparspurninginum
er mín vurdering, at 20% av
føroysku veljarunum eru
nationalistisk — loysing her
og nú, og eini 10-15% eru
sambandsfólk — bert man
vera sum er. Restín eru stig
fyri stig loysingarfólk.
Summi ótolnari enn onnur.
Tað er væl so sjálvsagt,
at vit eiga at fáa okkum
sjálvstýri so hvørt sum um-
støðurnar eru til tað.
Eisini er rættuliga vist, at
ein stórur meiriluti, 80-
90%, av føroyingum ynskir
at fáa ein nýggjan sáttmála
við Danmark.
Her er tað at endamálið
við tí nýggja innpakningin-
um hjá tjóðveldisflokkinum
kemur inn.
Hann letst hava eitt stig
fyri stig element inni, so
hansara uppskot verður
meira átuligt hjá >stig fyri
stig< veljaranum. Sam-
stundis skákar tjóðveldis-
flokkurin seg undn at gera
semju við javnaðarflokkin
um spurningin.
hakd higartil
1t í javnaðarflokkinum
hava altíð havt tað grund-
sjónarmið, at her á landi eru
øll menniskju líka nógv
verd uttan mun til húðarlit,
trúgv, evnir og politiska
áskoðan.
Tí er tað hugstoytt at
síggja, hvussu nationalistar-
nir nú eru byrjaðir at
»klassifisera« fólk í »super-
føroyingar« og hini. Tað
byrjaði við at niðurgera
sambandsfólk og nú sær tað
út til at øll onnur, sum ikki
meina tað sama sum
nationalistarnir, t.d. javnað-
arfólk, ja, tey eru eitt annað
slag av sambandsfólkum.
Ja, hetta hendir í Føroyum í
1998. Gud viti, hvussu
skilið verður tann dag
nationalistarnir fáa makt,
sum teir hava akt.
Nei, handan partin av
kjakinum kunnu vit vera
fyriuttan.
Nakrar greiðar greinar
hava verið, ið hava tikið
stødi í vinnuligum og
fíggjarligum veruleikum.
Her haldi eg at tey, ið argu-
mentera fyri tjóðveldis-
ætlanunum hava ríkiligt av
fuglum »å takinum« og fáar
í hondini.
Munurin á tjóðveldis-
og javnaðar-
ætlanunum
Ofta verður ført fram av
tjóðveldisfólki, at munurin
ímillum sjónarmiðini hjá
javnaðarflokkinum og tjóð-
veldisflokkinum er so lítil,
at javnaðarflokkurin sakt-
ans kann taka undir við
tjóðveldisuppskotinum.
Hetta er ikki rætt. Mun-
urin er alstórur, ja, hann er
so stórur hann kann vera í
einum demokratii.
Tjóðveldisuppskotið
byggir á tvang og javnaðar-
uppskotið á frælsi og demo-
krati.
Tjóðveldisuppskotið
gongur í stuttum út upp á at
avtaka blokkin eftir einum
15 árum. Tey løgting, ið
verða vald í hesum tíðar-
skeiði, skulu ikki fáa møgu-
leika fyri at ávirka hesa
gongd.
Framtíðarveljarar í dag, 3
ára gomul, skulu við gðrum
orðum tvingast til at tillaga
seg tjóðveldi uttan mun til,
hvussu umstødurnar verða.
Ætlanirnar hjá javnaðar-
flokkinum eru at vit gera ein
sáttmála við Danmark, har
øll mál kunnu yvirtakast. So
verður tað upp til komandi
løgting og komandi veljara-
skarar at avgera yvirtøku-
ferðina og tillaga hana til
umstødurnar.
I fyrra førinum tvang, i
seinna demokrati.
So munurin er sanniliga
stórur.
Nidurstøda
Tað er ikki ivi í mínari sål
um, at í tjóðskaparspurn-
inginum roynir ein minni-
luti at manipulera, soleiðis
Tjóðveldisloysnin í nýggj-
um innpakningi, hon dugir
ikki — hon er diktatorisk
og kann kosta okkum dýrt
sum samfelag uppá sikt,
heldur Tummas Arabo
at ein partur av „stig fyri
stig< loysingarfólki kunnu
taka undir við ætlanunum.
Kjakið heldur nú fram og
áhugavert hevði verið, um
nøkur sjónarmið kundu
komið frá handils- og tæn-
astuvinnuni. Hvat siga tey
til at minka um peninga-
umfarid við føstum milli-
ónatali um árið í 15 ár?
Tjóðveldisloysnin í
nýggjum innpakningi, hon
dugir ikki — hon er dikta-
torisk og kann kosta okk-
um dýrt sum samfelag uppá
sikt.
21. oktober 1998
Thomas Arabo
Nærvarp Okkara eitt stig
nærri egnum sendihøli
Seinastu árini hevur Nær-
varp Okkara í Keypmanna-
havn arbeitt fram ímóti at
gera upptøkuhølini í Føroy-
ahúsinum egnað til at senda
úr, nú tykist málið í eygsjón.
Sum nú er verða innsløg
gjørd í Feroyahúsinum
meðan sjálvar sendingarnar
verða sendar úr hølinum hjá
Radio Sokkelund.
Hetta ger arbeiðið hjá
varpsfólkinum nakað væl
strævnari og torfgrari. Fyri
stuttum fekk Nærvarpi til
vega stuðul frá Føroya Bjór,
Jólamerkjagrunninum, Før-
oya Shell, Sparikassanum
og Norðoya Sparikassa, og
eru hesir pengar brúktir til
tekniska útgerð og umvæl-
ing av hølunum. Nú mangl-
ar heilt lítið í, áðrenn send-
ast kann úr egnum hølum.
Onkur smávegis teknisk út-
gerð og ein sendikaðal.
Leygarkvgldið 17. okt.
skipaði Nærvarpi fyri dansi
í Medborgerhuset Gimle,
har føroyski bólkurin Taxi
spældi fyri fullum hølum.
Yvirskotið av hesum tiltaki
fer lutvíst til raksturin av
varpinum men eisini ein
partur verður brúktur til
seinastu útgerðina, og av-
settur til sjálvan kaðalin.
Enn er endaliga yvirskotið
ikki uppgjørt, men tað tykist
sum Nærvarpið er komið
eitt risastig nærri egnum
sendihøli.
Tiltakið við Taxi verður
eisini í Føroyum - leygar-
kvøldid 24. oktober í Batn-
mintonhøllini í Havn