hósdagur 22. oktober 1998síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 200 — 22. OKTOBER 1998
26 ára gamal
handtikin fyri
Marco Polo-
Løgreglan í Havn handtók í gjár
ein 26 ára gamlan mann, sum er
skuldsettur fyri at hava sett eld á
matstovuna Marco Polo
EIRIKUR LINDENSKOV
Klokkan hålvgum fýra í
gjár var ein 26 ára gamal
maður til grundlógarav-
hoyringar í Føroya Rætti
skuldsettur fyri eldáseting-
ina í matstovuni Marco
Polo í Havn mánanáttina.
Tað vóru kanningarnar
hjá løgregluni, sum førdu
til, at maðurin kundi hand-
takast.
Í skrivandi løtu eru av-
hoyringarnar ikki lidnar, og
kenna vit tí enn ikki úrslitið
av avhoyringunum, men
løgreglan hevur biðið um at
fáa mannin fongslaðan,
meðan kanningarnar fara
fram.
Tað var um tveytíðina
mánanáttina, at boðað varð
frá eldinum,
Í blaðnum í gjár varð heitt
á fólk, sum høvdu verið á
staðnum um tað mundið,
boðað varð frá eldinum, um
tíðindablaðið S082lurn
Alt brendist innan úr matstovuni - og nú bendir alt á, at misteinkin um eldáseting var grundaður
at venda sær til løgregluna.
Av misgávum varð sagt
månakvøldid. Tað skal
sjálvandi vera sunnukvøldid
og mánanáttina - og er løg-
reglan framvegis áhugað í
at hoyra frá fólki. Meira um
málið í blaðnum í morgin.
Figgjarnevndin samd um Vestmannasund
— Frá at hava havt stóra mótstóðu og miklar rembingar um málið við føstum sambandi um Vestmannasund, er nú
eydnast at fáa eina samda Figgjarnevnd at mæla løgtinginum til at samtykkja uppskotið frá landsstýrinum, sigur
Jørgen Niclasen, figgjarnevndarformadur
ÓLAVUR Í BErri
So eydnaðist endiliga at fáa
okkurt skilvíst í sambandið
við atlærnirnar at gera tunn-
il um Vestmannasund.
Í álitinum frá Fíggjarnevnd-
ini sum var lagt fyri tingið
mikudagin, mælir ein samd
Figgjarnevnd løgtinginum
til at samtykkja uppskot
landsstyrisins um at stovnað
verður partafelag til at fara
undir hetta arbeiði.
2 partafeløg
Landsstyrid skeyt upp at
seta 15 mió. kr. í partafelag,
sum hevur til endamáls at
fáa fast samband um Vest-
mannasund, ella sum skal
verða byggiharri í arbeið-
inum. Hetta felag skal so
hava 20 mió. kr. árliga í 7
ár.
Og landsstýrið skeyt eis-
ini upp at stovna annað part-
afelag, hvørs endamál er at
gera tunlar, og hetta felag
skuldi so hava 5 mið. kr. í
partapeningi og haraftrat fáa
útgerðina til arbeiðið frá
Landsverkfrødinginum,
men Figgjarnevndin er nå
samd um, at tad er ikki rætt
í eini eykajáttanarlóg at taka
stóðu til at stovna partafelag
at gera tunlar.
20 mió. nú
Fíggjarnevndin mælir tí til
at hetta brot verður strikad,
men at upphæddin uppá 5
mió. kr. verður flutt í hitt
partafelagið, sum so kvink-
ar tær upprunaligu 15
millónirnar uppá 20 mió. kr.
Figgjarnevndarformad-
urin Jørgen Niclasen er feg-
in saman vid hinum limu-
num f nevndini um, at nå
endaliga er fingin ein loysn
å hesum åtrokandi spurn-
ingi.
— Frá at hava havt stóra
mótstøðu og miklar remb-
ingar um málið við føstum
sambandi um Sundið, er nú
eydnast at fáa eina samda
Figgjarnevnd at mæla løg-
tinginum til at samtykkja
uppskot landsstýrisins, sig-
ur Jórgen Niclasen í stuttari
viðmerking við Sosialin.
Helena í Mettustovu:
Føroyskur sos-
lalpolitikkur,
hvat er tað?
Fundarárið 1998-99 hjá
Kvinnufelagnum er byrjað,
og fyrsti fundurin verður
månakvøldid tann 25. ok-
tober kl. 20.00 í Mettu-
stovu, har landsstýriskvinn-
an í almanna- og heilsumál-
um, Helena Dam á Neys-
tabø, fer at siga frá sínum
hugsanum um, hvat før-
oyskur sosialpolitikkur er
og kundi verið.
Tað ræður um at hjálpa
til, nú nýggjar leiðir á al-
manna- og heilsugkinum
skulu finnast. Tær skulu
helst verða bæði betri og
bíligari enn tær, vit hava,
so brúk er fyri øllum góð-
um kreftum, eisini okkara.
Umsorgan hevur altíð
verið ábyrgdargkið hjá
kvinnum, og vit hava tískil
bæði vitan og royndir at lata
frá okkum hesum viðvíkj-
andi. Aftrat tí er tað avger-
andi fyri javnstøduna mill-
um kynini, at sosiala gkið
virkar væl.
Also: nýtið endiliga hetta
høvid at fáa innlit í, hvørjar
hugsanir landsstýriskvinnan
hevur um framtíðar sosial-
politikkin í Føroyum og til
at siga tykkara egnu hugsan
um máið.
Annars hevur aðalfundur
verið. Nevndin var afturvald
og hevur skipað seg við
Bergtóru Hanusardóttur
sum forkvinnu. Hinir
nevndarlimirnir eru Inga
Ellingsgaard, Marjun Berg,
Gunnvá Haldansen og
Thurid Justinussen, eyka-
limirnir Kristina Eldevig og
Lisbeth L. Petersen.
Helena Dam á Neystabø
fer á fundi í Mettustovu at
siga frá sínum hugsanum
um, hvat føroyskur
sosialpolitikkur er og
kundi verið