hósdagur 22. oktober 1998síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
DAGNY JOENSEN
Jens Kr. VANG
Nú tann myrka tíðin kemur,
verður afturvendandi ampin
hjá foreldrunum inni á fløt-
um í Kaldbak, at børnini
ikki kunnu ganga trygg á
vegnum í skúlan
Talan er um ein vega-
stubba frá nýggju sethúsa-
gkinum, har eisini 16 - 17
sethús eru, og har nógv børn
búgva.
Vegastubbin var uppruna-
liga ein gamal hestavegur,
sum tó hevur fingið gøtu-
ljós, men vegurin er so
smalur, at børnini noyðast
at ganga millum bilarnar á
vegnum.
Mannalív til áðrenn
vegurin verður gjørdur
— Oftani skal eitt mannalív
til, áðrenn myndugleikarnir
gera nakað, men nú hava vit
bíðað í 10 ár, sigur Andreas
Hvannastein, sum býr í
nýggja býlinginum í Kald-
bak
Tá útstykkingin fór fram
í síni tíð, sluppu fólk ikki at
byggja nærri Kaldbak, av tí
at tað ikki er loyvt at byggja
har jørðin er dyrkað.
tíðindablaðið SOSlalurin —
4 :
Kommunan prioriterar
båtahyl fram um mannaliv
— Tad er någv fyri at kommunan prioriterar båtahyl fram um at
tryggja skúlavegin hjá børnum, sigur Andreas Hvannastein í
Kaldbak, sum fleiri ferðirhevur heitt á kommununa um at broyta
vegastubban inni á Fløtum og út á Bø í bygdini
Sethúsaeigarar noyddust
tí at søkja Kaldbaksnevdina
um at fáa byggiloyvi.
— Tað er kortini uppgávan
hjá kommununi at tryggja
børnini á vegnum, men í
Kaldbak verður ein báta-
hylur, sum kostar tvær mió.
krónur, prioriteraður fram
um trygdina hjá børnum,
sigur Andreas Hvannastein.
— Við hesum noyðist eg
at viðganga, at kommunan
tekur bátahylin fram um
mannalív, sigur Andreas
Hvannastein, sum heldur, at
nú veturin og myrkrið kem-
ur, er neyðugt at gera nakað
við vegamálið í Kaldbak
Vit fáa einki
Páll Petersen í Kaldbak, er
býráðslimur og formaður í
Teknisku nevnd býráðsins.
Hann sigur seg hava arbeitt
fyri at fáa vegastubban í
Kaldbak umvældan, men at
enn rgkist onki fyri at hetta
verður gjørt.
Um orsgkina, at tað hev-
ur vart fleiri ár at fáa vega-
stubban gjørdan, sigur Páll
Petersen vera, at gkið er
landsvegur, og tí uppgávan
hjá Landsverkfrødinginum
at fáa viðurskiftini í rættlag.
Nr. 200 —
Páll Petersen, formaður í
Teknisku nevnd býráðsins,
hevur havt fund við Lands-
verksfrødingin, men einki
svar fingið
— Vit hava arbeitt fyri at
fáa Landsverkfrødingin at
gera vegin inni á Fløtum og
út á Bø, og vit hava eisini
biðið um at sleppa at yvir-
taka vegin, men Landsverk-
frødingurin hevur ikki ønt
okkum aftur, sigur Páll Pet-
ersen
Hver sítt mál
— Hevodi tað ikki verið skila-
gott at brúkt pening til hetta
endamál, ístaðin fyri at
gera bátahyl fyri millióna
upphædd?
— Tað er hvør sítt mål.
Båtahylurin, sum kostar 1,4
mió. krónur, hevur einki við
vegastubban at gera. Av tí
at talan er um landsveg,
hava vit ikki loyvi at um-
væla vegin.
— Er tað kommunal upp-
gáva at syrgja fyri at veg-
urin er tryggur at ferðast
á?
— Jú, gaman í, men
kommunan hevur, sum áður
sagt, bjóðað sær til at gera
ein veg við síðina av gamla
vegnum, eitt sindur hægri,
har børnini trygt kunnu
ganga og súkkla, men vit
sleppa ikki, tí Landsverk-
frødingurin hevur åbyrgd-
ina, sigur Påll Petersen, sum
fyri bert trimum vikum síð-
an tosaði við Landsverk-
frødingin um málið, men
hann fekk einki svar.
— Vit hava fund við
Landsverkfrødingin eina
ferð árliga. Hesin spurning-
ur hevur verið reistur fleiri
ferðir, og seinast fyri trim-
um vikum síðan, men vit
hava einki svar fingið, og
vita tí ikki hvat stovnurin
ætlar í hesum føri.
— Hertil kemur at Kald-
Í løtuni verður båtahylur
bygdur í Kaldbak, men
hetta er kommunal
uppgáva,sum einki hevur
við vandamiklu
ferðsluviðurksiftini hjá
børnum í bygdini ai gera,
sigur Påll Petersen
Landsverkfrødingurin
hevur ábyrgdina av fleiri
vegastubbum kring landið,
eins og tann í Kaldbak,
men peningur vantar,
sigur Henning Jacobsen,
stjóri
22. OKTOBER 1998
baksnevndin hevur samtykt
at vegurin skal umvælast og
gongubreyt gerast, men vit
renna okkum fastar í Lands-
verkfrødinginum, sigur Páll
Petersen.
Henning Jacobsen, lands-
verkfrødingur, sigur í við-
merking til málið, at pen-
ingur er ikki til hetta vegaar-
beiðið.
Eingin peningur tekur
— Tað er rætt, at talan er um
landsveg, og at vit hava
ligið leingi á málinum. Ætl-
anin er at børnini skulu fáa
ein gonguteig, har tey
kunnu ganga og súkkla.
— Tað er ikki tí vit ikki
vilja gera arbeiðið, men
trupulleikin er, at Landverk-
fróðingurin eigur nógvar
slíkar vegastubbar kring
landið, sum vit eisini hava
ábyrgdina av, sigur Henning
Jacobsen.
— Eru 10 ár ikki í so long
tíð, at fáa so lítið mál av-
greitt?
— Jú, men vit eiga fleiri
vegastubbar, sum hava bíð-
að í longri tíð tann í Kald-
bak
— Tá kommunan hevur
bjóðað sær til at yvirtaka
vegastkbban, hevði tað so
ikki verið ein loysn?
— Hatta seinasta hugskot-
ið er nýtt, og vit umhugsa
tað í løtuni. Góð grundgev-
ing skal vera fyri at lata øk-
ið, og tað er kanska ikki
heilt av leið, í hesum føri,
sigur landsverkfrødingurin.
Vanligt er at landsvegir
eru teir, sum liggja millum
bygdir, og kommunuvegir
millum sethúsagkir. Nú set-
hús eru komin inni á Flet-
um, hevði tað verið skila-
gott at gjørt økid til komm-
unalt.
— Vit mugu tosa okkum
til rættis um nýggju ætlan-
ina, sum síðani skal góð-
kennast av Landsstýrinum.
Vanliga verður tað gjørt við
kunngerð triðja hvørt ár.
Seinasta kunngerðin er frá
20. juni 1997, sigur Henn-
ing Jacobsen.
Meguligt at kommun-
an kann yvirtaka
— Er neyðugt at bíða til ár
2000 áðrenn vegastubbin í
Kaldbak kann gerast?
— Vit fara at fáa greiðu á
málinum. Tað er ikki ó-
møguligt at heita kann av-
greiðast áðrenn ár 2000, og
síðani koma við í kunn-
gerðini næstu ferð, sigur
landsverkfrødingurin, sum
ikki dugir at siga, um vega-
stubbin í Kaldbak verður
gjørdur í vetur.