hósdagur 22. oktober 1998síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 200 — 22. OKTOBER 1998
tíðindablaðið S0slalurin
Heldur seg til stýrisskipanina
Løgmaður fer ikki at
koyra John Petersen frá
JAN MØLLER
Síðani ákæruvaldið gjørdi
av at skuldseta John Pet-
ersen, landsstýrismann fyri
neydtøku og vilja kanna,
um orsøk er til at seta fram
ákæru í málinum, hava
fleiri røddir verið frammi
um at fáa landsstýrismannin
frá. M.a. hava verið á-heit-
anir á løgmann um at seta
landsstýrismannin úr starvi,
meðan sakin verður
kannað. Nú um dagarnar
úttalaði Bjørn á Heygum,
advokatur og ein av
teimum, sum var við til at
gera uppskot til stýris-
skipanarlógina, til Sosialin,
at løgmaður átti at loysa
landsstýrismannin úr starvi,
meðan málið um neydtøku
verður kannað.
Vit hava spurt Anfinn
Kallsberg, løgmann, um
hann ætlar at taka orðini hjá
Bjørn á Heygum til eftir-
tektar.
Anfinn Kallsberg sigur, at
sjálvandi hevur Bjørn á
Heygum sín fulla rætt til at
gera sínar metingar av hes-
um máli -Men sum løgmad-
ur ætlar eg mær nettupp at
halda meg til tað, sum
stendur í stýrisskipanini.
Anfinn Kallsberg sigur, at
hann hevur gjørt sær tann
ómak at hyggja eftir, hvat
stóð í álitinum frá m.a.
Bjørn av Heygum og gðr-
um.
Tað vísir seg, at málið er
nógv meira konkretiserað í
sjálvari stýrisskipanini, enn
tað var í upprunaliga upp-
skotinum.
Og hetta er gjørt „tí at
man nettupp vildi hava
fastar reglur fyri, nær er tað
og nær er tað ikki at taka
slíka avgerð, sum her verð-
ur tosað um.
Í uppskotinum hjá Bjørn
á Heygum og hinum stóð
bara tað fyrsta, sum nú
stendur í grein 4 og sum
sigur: „at valbærur er hvør,
sum hevur valrætt til løg-
tingið, uttan so, at hann er
revsaður fyri gerð, sum hev-
ur við sær, at hann eftir al-
mannahugsan ikki er verd-
ugur til at sita á tingi“.
Hetta var tað, sum stóð í
uppskotinum frá m.a. Bjørn
á Heygum.
Og til hetta sigur Anfinn
Kallsberg, at stóð tað
einsamalt, so kundi Gud og
hvør maður tulka hetta.
Tingið hevur harafturí-
móti viljað havt meira fastar
reglur og og hevur tí eisini
sett í lógina tað, sum stóð
í tí gomlu tingskipanini,
nevniliga: „at tann, sum
dømdur er fyri revsiverduga
gerð, verður ikki óverdugur
til tingsess, uttan so at hann
fær fongsulsdóm í fýra
mánaðir ella longri“.
Løgmaður sigur, at tað er
hetta, sum hann fyriheldur
seg til. Hann fer tí ikki at
koyra landsstýrismannin úr
starvi.
Picasso og Kyxx í Paris
Nógv spennandi tíðindi um framtíðarbilin vóru at frætta á stóru bilframsýningini í París
Júst í ár eru liðin 100 ár
síðani fyrstu stóru bilfram-
sýningina í París, og júst
framsýningin, sum verið
hevur í hesum døgum,
hevði nógv nýtt um fram-
tíðar bilin at bera.
Nógv av hesum nýggja er
spennandi á tann hátt, at víst
verður eitt design, sum
brádliga hevur vunnið hevd,
við linjum, sum fyri ikki so
langari tíð síðani hoyrdu
framtíðar dreymum til og -
sama er, tá tað snýr seg um
elektrónisku finessurnar,
sum bilarnir nú eru á tremur
við.
MPV 'ararnir, stórfamilj-
ubilarnir, gerast alsamt
fleiri, og her luttekur nú eis-
ini Citroén við einum
nýggjum sniði, sum hevur
Citroén Xsara sum grund-
arlag.
Tað er designdeildin hjá
Citroénverksmiðjuni, sum
sjálv hevur staðið fyri tekn-
ingararbeiðinum av bili-
num, sum hevur fingið
navnið Picasso.
Xsara Picasso er 4,27m
langur og kemur tí í sama
bólk sum Xsara og Xantia.
Breiddin er 175m og hædd-
in er 1,63 m.
I Picasso er plåss til fimm
persónar í einkultstólum,
tveir framman og tríggir aft-
an. Motorstøddirnar verða
1.6, 90 hk, 1.8 16 V, 116 hk
og ein 2.9 litur common rail
dieselmotorur við 94 hk.
Eisini Nissan hevur okk-
urt spennandi á pallinum
hesaferð. Tað er tann fyrsti
Nissanbilurin, sum 100% er
evropiskt designaður. Hann
eitur Kyxx. Hann sær stórur
út á myndunum, men er
kortini í bólki við Micra,
Punto og Polo.
Designútgávan, sum víst
varð fram, er eitt boð upp
á, hvussu bilurin fer at
síggja út eftir ár 2000, og
helst verður tað so.
Eisini Kyxx skal hava
pláss til fimm persónar.
Endamálið hjá designaru-
num var at broyta hugburð-
in um, hvussu nógv pláss
er í einum bili í mun til utt-
aru støddina.
ALT Á EINUM STAÐ
Q-52
o Tel 31 > %
TILBOÐ
Út år håsinum: Hvønn dag frå kl. 17 - 22.30
I matstovuni: Sunnudag til friggjadag
frå kl. 17 - 22.30
BONDASTEIK
Steikt i kryddblandi
og vid kryddsmøri
ENSKUR BUFFUR
v/ brúnari sås og leyki
FRANSKUR BUFFUR
v/ persillusmøri
T-BONE STEAK
v/ kryddsmøri
RIO BRAVO STEAK
v/ ananas og paprikasmøri
Allir kjøtverdir verða borðreiddir vid
grønmeti og bakaðum epli
NÝTT.
Rio Bravo matstovan hevur
nú opið hvort friggjakvøld
til kl. 02.00 og hvort
leygarkvøld til kl. 03.00.
Nógvir spennandi rættir at fáa.
FRVOlA í
hvort fríggjakvold
frá kl. 19.00-24. 00
Hvussu kanst
tú lata vera ? <s
Fondue: Et alt tað, tú orkar, -
fyri einans 70,- kr.
Atgongumerki til
Casablanca íroknað
Vinarliga bílegg
borð áðrenn á tel 31 97 67
Friggjakvøld ókeypis atgongd
Diskoteque hvørt
friggjakvøld og leygarkvøld
til kl. 03.45.
(Dyrnar lata aftur kl. 02.30)
Slepp undan bidirødini!
Nú kunnu gestir vid stamkorti
sleppa inn við Sverrisgøtu
ALT Á EINUM STAÐ
Tel 31 97 67