Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-10-22, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. oktober 1998síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 200 — 22. OKTOBER 1998 Stjórin á Vaktar- & Bjargingartænastuni um nýggja vaktarskipið: — Tyrlupallurin er ikki al 3 RM. %4 TS —| —|| 22 = rr] Nógv hevur verið funnist at ætlanini um nytt føroyskt vaktar- og bjargingarskip við ongum tyrlupalli. Tó metir Vaktar- & Bjargingartænastan ikki, at vit fáa gagnnýtt ein møguligan tyrlupall til fulnar á hesum skipi. JOHN JOHANNESSEN Aldri slapp Nólsoyar Páll at verja havleiðirnar kring Føroyar. Hann liggur í stað- in við bryggju á Skála og bíðar eftir, at onkur skoytir um seg fyri 400.000 kr. Meðan hesin neyðars Nólsoyar Páll hevur ligið á Skála, so hava eigararnir ar- beitt við at leggja til rættis bygging av nýggjum stási- ligum fari í staðin. Og um hetta far somuleiðis skal eita Nólsoyar Páll, tað sigur søgan einki um. Men eitt vita vit, og tað er, at eingin tyrla sleppur at seta seg á hetta nýggja farið. úr fane Vit hava spurt stjóran á Vaktar- á Bjargingartæn- astuni, Elmar Højgaard, hvussu tað ber til, at skipið ikki skal hava nakran tyrlu- pe - Tíðliga í sjeyti árunum bygdu íslendingar nøkur vaktarskip við tyrlupalli og hangari. Men skjótt sást, at tað var alt ov dýrt at hava tyrlu umborð á teimum ein- støku skipunum. So íslend- ingar gjørdu av, at tyrlan bert skuldi nýtast eftir tørvi. Men hetta gjørdi, at tyrlu- skipararnir mistu venjingina at lenda á skipi, so neyðugt varð heilt at gevast at hava tyrlu umborð. - Ein annar trupulleiki, ið danska sjóverjan eisini hev- ur víst á, er at okkara skip er ov lítið at hava tyrlupall. Skip okkara kemur ikki at verða meira enn 62,8 m langt og 12,6 m breitt. Til hetta siga tyrluskipararnir hjá donsku sjóverjuni, at tað hevði ikki verið nakar trup- ulleiki at lent á skipinum í góðum veðri, men um nak- að er at í sjónum, so ger støddin á skipinum, at tað rullar ov illani til at lenda á. Og, sum vit vita, so er tað ikki í fínasta veðri, at oftast er brúk fyri tyrlu á sjónum. Skulu vit hava tyrlu um- borð, so mugu vit broyta alla tekningina av skipinum. Tann føroyska tyrlan krevur nevniliga 30 fríir metrar frá endanum á pallinum og fram. Og broyta vit tekning- ina, so haldi eg, at vit missa meira enn vit fáa. Ein tyrlu- pallur á hesum skipinum ger, at vit fáa eitt skip, sum í høvudsheitum er grundað á eina tyrlu. Tyrlan sleppur tó - Tað, at vit ikki skulu hava tyrlu umborð, merkir ikki, at skipið als ikki kann ar- beiða saman við tyrlu. Aft- urdekkið á skipinum er nevniliga teknað soleiðis, at væl skal bera til hjá tyrlu at seta fólk umborð og at taka fólk av skipinum. Hetta fer fram á tann hátt, at tyrlan hongur uppi yvir afturdekk- inum og antin lorar fólk nið- ur ella dregur fólk upp. - Vit hugsaðu eisini um at hava eina brennievnis- goymslu til tyrluna umborð. Tað ber nevniliga væl til hjá einari tyrlu at bunkra í luft- ini. Tíanverri hevur hendan ætlanin víst seg at vera ov kostnaðarmikil, so vit hava valt at síggja burtur frá brennievnisgoymsluni. 5.000 hestakreftir Elmar Højgaard sigur, at tað nýggja vaktarskipið fer at hava eina maskinorku á 5.000 hestakreftir. Hetta er umleið tað sama sum 3.800 kW. Hann sigur eisini, at tå ið skipið siglir við fullari ferð, tá nýtir tað eina orku á 3.000 KW, so hetta gevur eina avlopsorku á umleið 800 kW. f heftinum frå Kverdokk og Eldøy (fyritøkan, id hev- ur projekterað skipið, blaðm.) stendur, at skipið skal hava tveir motorar. Annar skal geva skipinum eina ferð á uml. 12 mil undir vanligari sigling, og tá ið skipið skal klára serligar uppgágvur, so verður møguleiki at sláa ein hjálpimotor til. Hesin ger, at skipið fær eina ferð á uml. 17. mil. Seer umstødur kravspesifikatiónini til nyggja vaktarskipid sigur Elmar Højgaard, at góð uppihaldsrúm, ið vísa gest- um eitt sindur um Føroyar, skulu vera umborð á skip- inum, so at úlendskir gestir kenna seg væl og síggja, at føroyingar duga at skipa fyri og at byggja skip. Tó sigur Elmar Højgaard í samrødu við blaðið, at hetta er ikki einasta orsøkin til, at V á B ynskir at hava góð uppihaldsrúm í nýggja skipinum. Hann sigur, at góð uppihaldsrúm hava góða sálarliga ávirkan á skipbrotnar sjómenn og onnur, ið júst eru bjargað úr sjónum. Nýggja vaktar- og bjargingarskipið hevur ikki pláss fyri tyrlu, men tó heldur stjórin á V & B, at talan er um eitt framúr gott skip - Hesi fólk eru jú ofta illa fyri, og tí krevst, at tey fáa góðar umstødur, tá ið tey koma umborð til okkum, sigur Elmar Højgaard. Og góðar umstødur fáa fólk heilt víst umborð á nýggja skipinum. Tí í tekn- ingini og í upplýsingarheft- inum frá Kverndokk og El- døy sæst, at sjúkrarúm, sauna, brúsurúm og uppi- haldstovur eru til taks. Á sjúkrastovuni verða umleið 10 seingjapláss, samstundis sum nógv siti- pláss eisini verða á sjúkra- stovuni. Tilsamans er pláss fyri 35 skipbrotnum ella ødrum bjargaðum umborð. Øll manningin fær egið kamar. Á høvudsdekkinum verða 5 manningakømur, á millumdekkinum 6 og á yvirmannadekkinum verða 4 manningakømur. Rullidempari og linjur V á B skipið skal hava rullidempara, fyri at betur skal bera til at arbeiða nær ødrum skipum í ringum veðri. Í kravspesifikati6nini krevur Elmar Højgaard, at hesin rullidempari skal vera førur fyri at dempa rullið umleið 70 prosent. Skipið verður bygt í mjáðum linjum, so at tað betur skal kunna sigla skjótt. Men fyri at tað eisini skal bera til at sigla skjótt í ringum veðri, so verður botnurin styrktur. Elmar Højgaard sigur, at tað er av alstórum týdningi, at skipið eisini kann vera ført fyri at sigla skjótt í ringum veðri. Hetta sigur hann serliga vera galdandi, tá ið skipið skal fremja fiskiveiðueftir- lit, og tá ið tað skal fara neydstøddum til hjálpar. Framúr bjargingarútgerð Elmar Hgjgaard leggur at enda dent á, at skipið skal verða væl åtgjørt til bjarg- ingarferðir. Tað skal hava alla framkomna bjargingar- útgerð, sjálvt um hagtølini visa, at eitt V á B - skip ikki fæst við bjarging av fólki og skipum meira enn 2 prosent av allari sigling- artíðini pr. ár. Millum annað, so skal skipið vera utgjørt við inn- anreyðum leititóli, ið kann uppfanga hitageisling. Hetta ger, at møguligt er at síggja í myrkri. T.d. kann hetta tól uppfanga hitageisl- ing frá mannakroppum, og tískil kann tað finna fólk í sjónum í myrkri. Eisini skal skipið, eins og tey undanfarnu, hava bátar umborð, ið kunnu setast á sjógv í ringum veðri. Hesir verða nýttir í sambandi við fiskiveiðueftirlit, og somu- leiðis í sambandi við bjarg- ing av fólki og útgerð. Samanumtikið heldur stjórin á V & B, at føroy- ingar, við tí nýggja skip'n- um, fáa eitt framúr vaktar- og bjargingarskip, ið fólk á sjónum kunnu kenna seg trygg við.