Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-10-22, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. oktober 1998síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 200 — 22. OKTOBER 1998 tíðindablaðið S0slZalurfin Annika Wardum Joensen, stjóri i Ferðaráð Føroya: vit í blindum - Vit hava greiðar ábendingar um, at stórur vøkstur er í talinum á ferðafólki, sum vitjar í Føroyum. Men vit hava eingi hagtøl og at tað ikki hevur eydnast okkum, er einki minni enn ein gøla. So leingi vit ikki hava hagtøl fyri, hvør kemur og hví, arbeiða vit í blindum, sigur Annika Wardum Joensen. TurID KJØLBRO Ferdaråd Føroya fær 7,4 mill. kr. å løgtingsfiggjar- lógini næsta år og tað er á leið tað sama sum í ár. Hvussu nógv ferðafólk Ferðaráðið megnar at fáa til landið fyri hesar pengarnar, ber ikki til at siga. Teljingin av ferðafólki, sum byrjaði fyrr í ár, datt niður fyri, tá ið mest var at gera í summ- ar, og tí hevur Ferðaráðið eingi tøl at arbeiða út frá. Ferðafólkateljingin er ætlað at skráseta, hvaðani fólk koma, hvagar tey hava hoyrt um Føroyar, hví tey hava valt Føroyar, hvussu nógvar pengar tey hava brúkt og tílíkt. - At tað ikki hevur eydn- ast okkum at fáa hesi tølini, er einki minni enn ein gøla. Tá ið vit ikki hava neyv hagtøl fyri, hvør kemur og hví, hvussu skulu so vita, hvar vit skulu leggja okkara orku næsta ár. Tað sum undrar meg í hesum er, at tá ið tað snýr seg um kaffi, sukur, mjgl, vita vit heilt akkurát, hvussu nógv kem- ur inn í landið, men tá ið tað snýr seg um fremmand fólk eru vit líka glað. Hetta eigur og skal vera í lagi, og so leingi vit ikki hava hesi hagtølini kunnu vit siga, at vit arbeiða í blindum, sigur Annika Wardum Joensen. Storur vøkstur Hóast eingi hagtgl er stjórin í Ferðaráð Føroya sannførd um, at talan er um ein stóran vøkstur í talinum á ferða- fólki, sum vitjar í Føroyum á hvørjum ári. Og vøkstur hevur verið líka síðani 1995. Talið á ferðandi loft- vegis og sjóvegis er økt munandi, og talið á útlend- ingum er vaksið lutfalsliga meiri enn av føroyingum. Gistingarnar geva eisini eina greida åbending um vøkstur, hóast tey tølini ikki eru fullkomin, tí allar gist- ingar eru ikki íroknaðar - Tá ið tíðirnar vóru verri fyri ngkrum árum síðani høvdu føroyingar veruliga ikki råd at ferdast uttan- lands. Ístaðin valdu fólk at ferðast í Føroyum. Nú síggja vit, at talið á føroy- ingum, ið ferðast í Føroyum er minkað og tað kemst helst av, at tey fara av land- inum, sigur Annika Wardum Joensen. Málið er 50.000 Fyri nøkrum árum síðani setti Ferðaráð Føroya sær fyri at røkka teim 50.000 ferðafólkunum ár 2000. Um tað fer at eydnast, nú vit nærkast aldaskiftinum, er ilt at spáa um - uttan hagtøl. - Tað kann væl vera, at vit røkka fleiri enn 50.000 ferðafólkum. Tad sum hev- ur nógv størri áhuga enn at røkka einum ávísum tali er, hvussu nógv av pengum hesi fólk leggja eftir seg í Føroyum. Eg vildi mett, at vit hava rokkið teim 35.000 ferðafólkunum. So er spurningurin, um vit røkka 15.000 tey næstu tvey árini. Eg vil mæla til, at vit brúka meiri pengar uppá markn- aðarfóring. Vit søktu 1,5 mill. kr. afturat komandi år til at gera eina marknaðar- herferð í Danmark komandi ár. Tað havi eg ikki fingið ígjógnum, sigur Annika Wardum Joensen. Hvat er eitt ferðafólk? Hesin spurningurin verður Uttan hagtøl arbeiða javnan reistur og hann er ikki so einfaldur. Men sam- bært stjóranum í Ferðaráð Føroya er eitt ferðafólk eitt fólk, sum kemur til Føroya og gistir í meiri enn eitt døgn. Við øðrum orðum eru tey, ið bert steðga nakrar tímar, t.d. tey 7000, ið í summar eru komin inn á Havnina við stórum ferða- mannaskipum, ikki íroknað, ei heldur tey, ið koma til Føroya við Norrønu fyri síðani at fara víðari til Ís- lands til dømis. Føroyingar, sum búgva aðra staðni og koma til Føroya at vitja og danir, ið koma til Føroya at vitja føroyingar eru heldur ikki ferðafólk sum so. Handilsfólk ei heldur. - Tað vit hava áhuga í er sokallaðir reinir turistar, tað vil siga fólk, ið koma henda vegin við tí fyri eyga at ferðast. Hinvegin hava gll hesi, ið ikki koma í bólkin ferðafólk stóran týdning fyri ferðavinnuna og geva avgjørt eitt íkast í føroyska samfelagið. Men tað er ikki ágóðin hjá Ferðaráðnum at tey koma, sigur Annika Wardum Joensen. Annika Wardum Joensen, stjóri í Ferðaráð Føroya Eitt munagott íkast - Ferðaráð Føroya hevur verið við til at menna ferð- avinnuna í Føroyum og gjørt tað møguligt hjá vinn- uni at skipa fyri útferðum og ødrum. Tað kemur sann- iliga vinnuni til góðar. Richard Apostle, profess- ari í samfelags- og mann- fróði, segði í einum fyri- lestri fyri tveimum vikum síðani í Porkeri, at tað er skeivt at halda, at ferðavinn- an kann gerast tann stóra bjargingin og verða eitt stórri íkast til lands- húsarhaldið, tí talan er um låglønt fólk og eitt avmark- að avkast til landsbúskapin. - Eingin hevur nakrantíð sagt, at ferðavinnan skal verða eitt undur. Ferðavinn- an skal vera eitt íkast til búskapin. Hyggja vit eftir, hvat krevst at hava eina ferðavinnu í mun til fiski- vinnu mugu vit hyggja at fløgunum. Hvat kostar tað at bjóða ferðafólki til Før- oya og hvat kostar tað at hagreiða fisk. Vit hava ferð- asambandið innanlands og millumlanda, gistingarhús og náttúruna, sum ferða- fólkini fyrst og fremst koma eftir. Tí skulu vit so at siga ongar íløgur gera. - Umframt at ferðavinnan er ein inntøkukelda hjá før- oyska samfelagnum er hon eisini við til at gera viður- skiftini í Føroyum betri. Fleiri fólk koma hendaveg- in, fleiri eru vit sum gjalda allar tænasturnar. Taka vit Strandferðsluna til dømis eru vit 43.000 fólk, sum brúka hana, og koma 50.000 ferðafólk henda veg- in, eru øll hesi eisini við til at gjalda alt apparatið. Tað sama við matstovu, útferð- um, hentleikum til ferða- vinnuna. Og tað er avgjørt ógvuliga áhugavert, sigur Annika Wardum Joensen, stjóri í Ferðaráð Føroya at enda í viðtali. Annika Wardum Joensen, stjóri í Ferðaráð Føroya: Tað loysir seg ikki at fylgja landsliðnum - Enn kenni eg einki dómi um, at ein útlendingur hevur valt at koma til Føroyar at ferðast, tí hann kennir landið frå fótbólti. Og vit verða mett og dømd út frá, hvussu nógv fólk vit megna at fáa til Føroyar, sigur Annika Wardum Joensen TuRIÐ KJØLBRO Spurningurin hevur verið reistur fleiri ferðir fyrr, hví brúka vit ikki frálíka høvid at marknadarføra ferða- mannalandið Føroyar, tá ið landsliðið í fótbólti er á al- tjóða leikvgllum. Í farnu viku, tá ið Føroyar spældu í Skotlandi og fingu heiður- ligt úrslit og nógva umrødu í útlendskum fjølmiðlum, varð spurningurin aftur reistur, hesa ferð av Jóhan Mortensen, ið er bretskur konsul í Føroyum. Sambært Anniku Wardum Joensen, stjóra í Ferðaráð Føroya, er svarið einfalt. - Játtanin hjá Ferðaráð Føroya er avmarkað og ikki stór í mun til allar uppgáv- urnar stovnurin hevur. Tí- skil mugu vit raðfesta upp- gávurnar og vera málrættað í marknadarføringini. Vit mugu brúka jåttanina skila- gott, og fara hagar tað loysir seg eftir ferðafólki. Vit hava einfalt ikki orku at fara út alla staðni og í mínum hug- aheimi er marknadarføring ikki at leypa á leistum alla staðni. Enn kenni eg einki dómi um, at ein útlendingur hevur valt at koma til Før- oyar at ferðast, tí hann kennir landið frá fótbólti, sigur Annika Wardum Jo- ensen. - Áskoðararnir, ið koma til ein fótbóltsdyst, har Før- oyar spæla, eru ikki møgu- lig ferðafólk til Føroya. At tey hoyra um Føroyar merk- ir ikki tað sama sum, at tey fara inn á eina ferðaskriv- stovu og bíleggja eina ferð til Føroya. Hetta eru roynd- irnar hjá Ferðaráðnum og so einfalt er tað. Tíðindafólk, sum hyggja at dystunum, tá ið Føroyar spæla uttan mun til, um tað er í Føroyum ella í útlandinum eru ikki áhug- að at skriva um Føroyar sum ferðamannaland. Tey eru fyrst og fremst áhugað í fótbólti. - Tað loysir seg íkki at vera á staðnum og greiða fólki frá Føroyum, tá ið tað ikki er tað fólk koma eftir. Og vit verða mett og dómd út frá, hvussu nógv fólk vit megna at fáa til Føroyar. Bretar ikki við sviðusoð Hóast Ferðaráðið og ferða- vinnan í Føroyum ikki vóru á staðnum, tá ið fótbólts- landsliðið spældi í Skot- landi í farnu viku, gera hesi sýlufremjandi tiltøk á bretska meginlandinum, ið hava til endamáls at fáa bretar til Føroya. - Vit taka lut å ferdavinn- Fótbóltslandliðið og fok áskaðararnir skapa nógva urðu í útlondum, men fyri tað um útlendingar hoyra um Føroyar merkir ikki tað sama sum, at tey fara inn á eina ferðaskrivstovu og bíleggja eina ferð til Føroya, sigur stjórin í Ferðaráð Føroya, Annika W. Joensen. ustevnum f Bretlandi og kunna bretar å annan hått um Føroyar sum ferda- mannaland. Tiverri eru royndirnar hjá okkum i Bretlandi, at tey taka grind- adrápið fram um alt annað. Uttan mun til, hvat vit gera, køvir grindadrápið altíð umrøduna, sigur Annika Wardum Joensen. Høvudsmålb6lkurin hjá Ferdaråd Føroya eru fólk í aldrinum 40-60 ár, sum eru væl lærd, eiga eitt sindur av pengum og sum hava áhuga fyri náttúru og mentan. Og tað er ikki samanfallandi við fótbóltsáskoðarar.