hósdagur 22. oktober 1998síða 12
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
12
Nr. 200 — 22. OKTOBER 1998
Viðmerking: ;
Egoismens kolde vej
(Av misgávum var partur av
hesi grein hjá Hergeiri Ni-
elsen dottin burtur, og end-
urprenta vit tí greinina í
fullum líki): Í midøldini, tá
ið menn lótu lív, søgdu teir,
at jørðin var rund, ella
kvinnur vóru brendur á báli,
segði onkur tær duga gand,
ræddust fólk upplýsing og
kunning um lívsins faktisku
viðurskifti.
Hetta miðaldarmyrkrið
leitaðu kortini ikki færri enn
tveir flokkar á tingi inn í, tá
teir av lívsins kreftum vildu
forða fyri, at allir føroying-
ar, øll tjóðin, skuldi kunnast
um viðurskiftini í teirra
egna ríkisfelagsskapi.
Undir orðaskiftinum um
fullveldisuppskotid hjá
samgonguni roynddu vit
fleiri ferðir at vísa javnað-
arflokkinum á, at Uttan-
landsnevndin fór at fylgja
við í tí, sum fór at fara fram.
Eisini vístu vit á, at málið
kom aftur á tingborð til að-
alorðaskiftis, og at allir
tingmenn og alt Føroya fólk
fór at fáa eitt sera neyvt
innlit í tey politisku, um-
sitingarligu og búskaparligu
viðurskiftini millum Fer-
oyar og Danmark.
Teir báðir sambands-
flokkarnir kastaðu kortini
saman, og vístu hvar teir
stóðu.
Sambandsflokkurin og
Javnaðarflokkurin funnu
saman eins og teir gjørdu
tað fyri hålvan øld síðani í
einari felags stevnu, sum
einki annað endamál hevði
enn at varðveita „tingenes
tilstand.“.
Báðir flokkarnir - eins og
vit aðrir - hava nýliga verið
úti í ikki færri enn tvinni
valstríðum í einum ári, hvar
spurningurin um frælsi og
ófrælsi var tann fremsti av
øllum.
Annar teirra, sambands-
flokkurin hevði eina greiða
meining um hesi viðurskifti,
og tað er alla æru vert. Hin-
um flokkinum, javnaðar-
flokkinum, fanst ongantíð
nakar botnur undir, - men
nú er hann so har.
Javnaðarflokkurin kastaði
saman við sambandsflokki-
num, og sæst nú hvørva
millum sandmaðkarnar í
teirri politisku oydimørkini,
sum sambandið hevur valt
at dusa sær í
Hesir tykjast halda, at
heimurin stendur í stað, og
treða nú einsamallir „ego-
ismens kolde vej“ - sum
Pól Nyrup Rasmussen so
staðiliga ávaraði føroyingar
ímóti at gera.
Fyri at fáa eina semju í
hesum avbera stóra máli
flutti = tjóðveldisflokkurin
seg ikki so lítið, eins og aðr-
ir, ið taka undir við máli-
num, gjørdu tað.
Sjålvt Sambandsflokkur-
in kom yvir enda.
Men Javnadarflokkurin,
ið hevur talað eina mest fyri,
at flokkarnir skuldu flyta
seg í hesum søguliga máli,
flutti seg ikki ein tumma, tá
á stóð.
I ålitinum segði formaður
javnaðarfloksins, at tá ið
hetta málið varð samtykt fór
landsstýrið undir fyrireik-
ingarnar.
Tað var rætt.
So leggur landsstýrið fyr-
Lesarabrgv
ireikingarúrslitið fyri løg-
tingið til aðalorðaskiftis,
segði hann víðari.
Tað var eisini rætt.
Men so gleið hann í sann-
leikanum.
Javnaðarformaðurin
skrivaði í sjálvum álitinum,
at tá ið aðalorðaskiftið
hevði verið á tingi, skuldi
løgtingid ikki taka nakra
stóðu aftur fyrr enn til tann
lidna sáttmálan.
Sjálvur fregnaðist eg eftir,
um ætlanin var at koyra
tingið til hús og seta ting-
skipanina úr gildi. aftan á,
at aðalorðaskiftið um kann-
ingarúrslitið hevur verið
Men har fekst einki svar.
Hvat bagdi javnaðar-
flokkinum, vóru vit fleiri,
ið spurdu eftir?
Hvat bagdi formanni
javnaðarfloksins, spurdu vit
serliga eftir?
Helt hann veruliga, at tað
fór at eyðnast enn eina ferð
at reka føroyingar aftur eftir
hæli við at ræða teir. Við at
dylja upplýsingar fyri teim-
um?
Var tað ikki at leita aftur í
miðaldarmyrkrið?
Svarið kundi bara blíva
jú, jú so var.
Men sjálvan 6. oktober
síggja vit í Sosialinum, at
alt bara var ein glæntrileik-
ur.
Nú - formaðurin í javn-
aðarflokkinum situr á ber-
um - sigur hann upp á fyri-
spurning frá blaðstjóranum:
„Nú er fullveldisuppskot-
ið so samtykt. Eru so allar
brýr brendar millum javn-
aðarflokkin og sam-
gonguna?
Hergeir Nielsen,
løgtingsmadur í Vági
Og floksformaðurin svar-
aði:
„Nei, tað eru tær nokk ikki.
Prosessin, sum er farin í
gongd, kemur væl at verða
politiskt vidgjørd fleiri ferð-
ir, og koma onkur av málu-
num at enda aftur í nevnd,
har javnaðarflokkurin er
umboðaður.“
Júst soleiðis, sum vit
greiddu frá, at tað fór at
vera, men sum formaður
javnaðarfloksins í sjálvum
álitinum segði, tað ikki fór
at verða.
Er nakað álit eftir í for-
manni javnaðarfloksins,
spyrja vit nú, ella hugsar
hann bara um at treða „eg-
oismens kolde vej?“
Hergeir Nielsen
Altjóða arbeiðsskapandi verkætlanin
Tað hevur tey seinastu árini
verið arbeitt við eini altjóða
arbeiðsskapandi verkætlan
fyri Føroyar, sum vakti
miklan ans millum tey seri-
øsu og virkisfúsu og moti-
veraðu, ið er ein fortreyt
Tað er skapur ein altjóða
miðdepil í Føroyum og har
ein heilur hópur av hjúnum
og einstaklingum. kenna til
altjóða forrætning, handil,
marknað, við atliti til heima
party kring alt landið
Tað hesin altjóða forrætn-
ingsháttur byggir á eru
nýggjastu forrætningsskip-
anir í 90'unum kallað
Multi-Level-Marketing og
Network Marketing, ið ein
praktiserar viðv. firma og
forrætningsavtalur við fleiri
altjóða fyritøkur í fleiri
londum.
Tað verður skipað fyri
fundum og skeiðvirksemi
og venjing við hjúnum og
einstaklingum, ið taka lut,
so tey fáa skipað forrætn-
ingar innan- og uttanlands í
altjóða høpi. Tað er ein for-
treyt, at tey sjálv nýta vør-
urnar fyri og fáa egnar
royndir at kunna áhugaðar
keyparar, ið fáa høvi til at
royna hesar, eftir avtalu við
forhandlara/seljara. Tað
tekur nakað av tíð at skapa
altjóða fortreytir og grund-
arlag at arbeiða sjålvstød-
ugt í altjóða høpi heimani-
frå og hava allan heimin
sum forrætning. Tad, sum
framtíðin fer at bjóða,
verdur heimakeyp og søla,
sum verður skipað privat
heima hjá seljara ella keyp-
ara eftir avtalu og við at
skipa heimaparty kring alt
landið. Tað dagliga sam-
skiftið og samstarvið fer at
ganga um telefon/fax og
internet, hvat ið flestu
húsarhald munnu hava út-
vegað sær, ið skapar slíkar
forrætningsmøguleikar ein
bjóðar serigsum og virkis-
fúsum og motiveraðum. Tað
eru fleiri fyrimunir, ið keyp-
ararnir í dag fáa, í mun til
etableraðu forrætningar og
handlar, sum selja heilsu-
og kosmetikkvørur og
gávu- og prýðislutir o.m.a.,
ið einfærst við at fáa skipað
fyri í Havnini. Tað verða
skaptir møguleikar at
arbeiða sjålvstødugt í al-
tjóða høpi og óheft av ar-
beiðsgevarum og fáa
fíggjar- og peningafrælsi,
sum flest fólk droyma um í
dag, ið ein hevur fingist við
at kunna fólk um. Tað eru
fleiri forðingar, ein hevur
fingið beint av vegnum hesi
seinastu árini, so at ein fær
betur skipað forrætnings-
viðurskifti aftan á at hava
stríðst við byrjanartrupul-
leikar, til vit fingu vís
nummar skipan. Tað er
rættuliga nógvur peningur,
ið ein hevur mist, tá ið børn,
ungdómar og tilkomin fólk
hava havt frags av at fremja
telefonterror og hvers
loyniligu nummør eru skrá-
sett á Føroya Tele, ið ein
kann melda til løgregluna.
Tað er marknaður fyri at
keypa og selja heilsu- og
kosmetikkvgrur og gávu-
lutir og prýðislutir og
stuldratól o.m.a. privat,
uttan fyri vanliga afturlat-
ingartíð hjá forrætningum
og handlum kring alt land-
ið. Tað hevur áður verið
kunnað Toll- og Skattstovu
& Tolldeild & Postverki um
slíkar forrætningsmøgu-
leikar, ein hevur skapt, og
ein skal ogna sær ein start-
pakka fyri at kunna byrja
og sum ein ikki skal gjalda
m.v.g. og toll av.
Tad ger ein fyrst, tå id ein
bileggur vørur heim til Før-
oya at selja privat, id ein
fæst vid, sum kann hjålpa
ótrúliga nógvum hjúnum og
einstaklingum at blíva
sjålvstødug kring alt landið
og røkka oman fyri nevnda.
Tað hevur eisini verið
kunnað Telefonverkinum
um týdningin at opna linjur
frå Føroyum til Danmark-
ar, við atliti til altjóða frí
nummør, sum altjóða fyri-
tókur hava upprættað, vit
gjalda einans fyri at ringja
niður. Tað eru rættuligar
avbjóðingar, ein hevur
fingið í altjóða høpi og har
ein fleiri ferðir er boðin
uttanlands og har ein ikki
hevur verið fyrireikaður til
forrætningsferðir at vitja
altjóða fyritøkurnar í fleiri
londum.
Hans Birgir Hansen
Lesarabrøv
Figgindi oljusjeikana
i Føroyum
Tað er einki dulsmál, at ein
er tann einasti orkusjeikur í
Føroyum og fíggindi olju-
sjeikanna her å landi.
Tað er við tí nýggju
heimsumfatandi og alt av-
dúkandi teknologi, ið bygg-
ir á decentrala orkuveiting
kring landið. Tað er tann
nógv umstríddi kubbin, sum
var byrjanin til eina nógv
stórri og meira umfatandi
orkusparing. Tað er bert í
Føroyum, at hon fekk nakað
av umrødu í Dagblaðnum,
Oyggjatíðindi, Dimmalætt-
ing og Sosialinum.
Tad eydnadist ikki hjå V.
H. Clach at fåa tey donsku,
norðurlendsku, bretsku og
amerikansku blødini at
skriva um heimssensati6n-
ina. Tað var seinast í 70-
árunum og fyrst í 80-årun-
um, at føroyingar fingu
kunnleika til danan, tekno-
logiina og kubbasparing,
sum hópin av húsarhaldum
fingu sær kring landið. Tað
var tá frá aðrari síðu loypt
hvøkk í fólk við spreingi-
vanda og ødrum, sum ikki
helt nógvum fólkum aftur,
ið royndu kubbasparing, tá
tey sóu, at V. H. Flach hevði
rætt. Tað var ætlanin at fáa
skift ta gomlu teknologiina
út, sum byggir á midsavn-
andi orkuveiting, ið tveitir
99% av allari hitaorkuni um
døgnid út gjøgnum skor-
steinin. Tad var sidani ætl-
anin at fáa ta nýggjaru tek-
nologiina ístaðin fyri, ið
byggir á decentrala orku-
veiting og útnytta hitaork-
una til upphitingarendamál.
Tað var eisini ætlanin at
fremja eina landsumfatandi
orkusparing við nógv um-
strídda kubbanum, so vit
byrjaðu at spara tey 99%,
sum vit tveita út gjøgnum
skorsteinin um døgnid. Tað
er nógv fyri at síggja,
hvussu brúkarar verða
snýttir av oljufeløgum, olju-
servísumonnum og teimum,
sum selja ketlar, tá ið ketl-
arnir ikki geva nakra orku-
sparing. Tað er ikki fyrr enn
ein fær praktisera kubba-
sparing, at ein fær betri út-
nytta hitaorkuna og kann
byrja at spara tveir tangar
av olju um árið, hvat nógv
húsarhald gera kring landið.
Tað er eisini nógv fyri, at
dagblød og fjølmiðlar í Før-
oyum ikki hava torað at við-
gjørt hesa nýggju teknologi-
ina undir teimum røttu for-
treytunum, so at hon fekk
ein møguleika.
Tað er so, at oljufeløgini,
tey styra politisku dagblød-
unum og fjølmidlunum, ti
fær hon ikki sfna røttu vid-
gerð, tå ið umboð fyri hesi
hava verið so nógv upptikin
av oljukjakinum seinastu
nógvu árini. Tað er givið,
at hon vildi fingið ein vel-
dugan tydning fyri tann før-
oyska búskapin, landshús-
arhaldið og vinnurnar kring
alt landið, so vit kundu
komið niður á 10% av tí
hitaorku, vit nýta í dag. Tað
er tann nýggja teknologiin,
sum avmarkar dálkingar
trupulleikarnar og skapar
reinari náttúru og umhvørvi,
sum ferðmannavinnan
marknadarførur fyri at fáa
fremmanda fólk til Føroya.
Tað er aftaná, at ein mið-
skeiðis í 80-árunum kunn-
aði um flokkin Tey Grønu í
Føroyum, náttúru og um-
hvørvisvernd, at teir etabler-
aðu flokkarnir á tingið tóku
við í sinari stevnu- og virk-
isskráir.
Tað er ómetaliga nógva
tíð og pening ein hevur nýtt
uppá hesa nýggju teknologi
og kubbasparing, ein einsa-
mallur bar kostnaðin av at
fáa nakað í blød og fjøl-
miðlar, tá ið ein skipaði fyri-
lestrar og fundir kring land-
ið seinast í 70- og fyrst í
80årunum.
Tað skal verða sagt, at
henda nýggja teknologiin
verður nýtt í fleiri londum,
og ger tað gomlu teknologi-
ina, sum byggir á miðsavn-
andi orkuveiting og lestrar-
bókmentir v.m. um allan
heim týdningarleyst. Tað
verður neyðugt at taka hetta
málið upp aftur í bløðunum
og møguliga skipa eina
nýggja fyrilestrarrød, so
fólk kunnu síggja heims-
sensatiónina, sum ein eisini
hevur fingist við í Danmark
saman við V. H. Flach.
Hans Birgir Hansen
Hevur tú skund ?
- at spenna
belti tekur