Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-10-22, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. oktober 1998síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið S0Salurin Nr. 200 — 22. OKTOBER 1998 Javnaðarflokkurin hevur sett seg uttanfyri at lúnast Tá tjóðveldisflokkurin, javnaðarflokkurin og fólka- flokkur:n skipaðu landsstýri á sinni, var eg persónliga fegin um hetta, tí hetta var ongantíð roynt áður, og vón var nú fyri, at okkurt fór at henda á sjálvstýrisleið, eftir at sjálvstýrislandsstýrið í sekstiárunum hevði svikið, hvat sjálvstýri vidvikti. Tað vísti seg eisini, at tey seks árini hesir flokkar vóru í samgongu, gekk framá. Fleiri måløki vóru yvirtikin, samstundis sum umsitingin av gðrum málum kom á før- oyskar hendur. Hyggja vit hvat fer fram í hesum flokki í dag, mugu vit við sorg sanna, at her er vent í holuni - serliga eftir at Marita Petersen legði frá sær. Hetta landsstýrið hevur sett sær fyri at samráðast við danir um fullveldi. At sambandsflokkurin skuldi verða so hart ímóti, høvdu fá roknað við. Tí í fleiri ár hevur hann meylað um eina sjálvstýrislóg. uttan at vit hava fingið nakað at vita um, hvat hon inniheldur. Jú teir siga seg at kunna ganga heilt at loysingini. Flokkur- in hevur eisini reypað sær av, at einki hevði verið komið á sjálvstýrisleið uttan við javnaðarflokkinum, og kann tað væl eisini vera so. Tí er tað í dag so óskiljandi, hvat hesin flokkur vil, ella hví hann nú hevur fingið kaldar fótur. Flokkurin hev- ur lagt uppskot sítt fram fleiri ferðir, uttan at tað hev- ur vunnið frama. Tá so landsstýrið legði sítt upp- skot fram um fullveldi, vildi hann ikki góðtaka hesa meining, og gróv »lik« sítt um sjálvstýrislóg upp aftur og royndi at blása nýtt lív í tað. Urslitid kenna vit idag. Ein skuldi trúð, at teir stóðu opnir, so tað var lag á manni at samansjóva teirra uppskot við uppskot lands- stýrisins, men hetta var av ongum. Helst hava teir ong- antíð havt nakað liðugt seymað uppskot, men ein- ans brúkt hetta til at tekkjast veljarunum við. Teir fóru jú á val, og góvu veljarunum tað fatan, at flokkurin hevði lagt seg munandi á sjálv- stýrisbógvin, og gav hetta eisini bonus. Stuttligt heyði verið nú at gjørt eina nýggja kanning av, hvat veljarar floksins høvdu sagt í dag!!?? Leiðari floksins hevði helst sagt, at teir ikki høvdu skilt spurningin. Tað kemur mær fyri, sum at hann heldur gll vera minni begávað, sum ikki hava somu meining sum hann. Samstundis leggur hann gll onnur undir ikki at góðtaka, at hann hevur eina aðra meining. Jóannes kastar øllum fyri, sum ikki eru samd við hon- um, at tey ikki vilja góðtaka at hann hevur aðra meining, men um vit kanna eftir, er tað helst tað øvugta. At aðr- ar meiningar ikki verða toldar í flokkinum, kenna vit best frá Tvøroyrar By- råd, har »grindin« gongur f tvimum bólkum. Tá síðsta veljarakanning- in varð almannakunngjørd, var sambandsflokkurin so at sær komin, at hann tók hana til eftirtektar, meðan javn- aðarflokkurin ikki vildi góðtaka hana. Føroyingurin varð nidurgjørdur av for- manninum, sum helt føroy- ingar verða býttar, hóast hann ikki brúkti hesi orðini, so lá tað í teimum, tí tey vistu ikki hvat tey høvdu atkvøtt fyri og vóru villeidd. Aftur her síggja vit, at tað ikki verður tolt, um ein hev- ur eina aðra áskoðan, enn leiðslan í javnaðarflokkin- um. Hetta minnir meg um, tá val verða hildin í onkrum einaræðislandi og leiðari tess tapir. Tá verður valið altíð skírt órættvíst og at valsvik hevur verið framt. Fyri einans einum hálv- um ári síðani ella so, skriv- aði løgtingsmadur floksins fyri Norðoyggjar ógvuliga hvassorðaðar og beinraknar greinar í Sosialinum ímóti dønum og framferð teirra ímóti okkum. Brádliga helt hendan greinskriving uppat. Vit fingu vitjan av Poul Ny- rup Rasmussen, alt varð so eviga deiligt, og síðani misti Vilhelm pening á gó:við og hann varð ikki funnin aftur. Helst hevur hann fingið munnkurv frå Jóannesi og Nyrup. Tað er eyðsýnt, at flokk- urin gongur í tveimum - tey sum ynskja meira sjálvstýri og so Jóanesar/Nyrupsar vongur; sum ynskir tað svarta samband. Jóannes hevur meylað um, at tjóð- veldismenn vilja sleppa upp á eina trappu at proklamera loysingina. Hvar hendan trappan er, og hví tað skal verða á onkrari trappu í Havn, skilji eg ikki. Kanska er tað trappan í Tinganesi, sum hann hevur rent høvdid ímóti, áðrenn Edmund stongdi kjallaran. Tað má verða hagani hansara trappukompleks stavar. At flokkurin eisini hevur eina ringa samvitsku fyri mistøk síni í farnu tíð, sást best, nú grundleggjari floks- ins hevði 100 ára fødingar- dag. Nakrir av trúgvu floks- feløgunum, sum høvdu havt eina aðra áskoðan tá, enn aðrir ráðandi í flokkinum, vóru útblakaðir, varð bara tagdur burtur. Ístaðin keyptu teir abbason hans- ara, sum býr í Vestmanna, og fingu borið so í bandi, at + varð valdur inn á ting. Mær vitandi var hesin, sum áður var skúlafloksfelagi og leikbróður mín, ramur loys- ingarmaður. Áður las eg alt- íð greinar hansara við stór- um áhuga, um ymiskar samfelagsspurningar. Ídag havi eg ringt við at taka mannin í álvara. Meira skilagóður tyktist floksfel- agi hansara at vera tað kveldið, sjónvarpið tosaði við hann, tann dagin hann fylti 100 ár. Mangt broytist á mannsins ævi. Á veljarafundi í Sumba, spurdi Ladirinaði Jóannes Eidesgaard um tær hóttanir Atli Dam setti fram móti dønum, tå Poul Nyrup Ras- mussen kravdi at DONG skuldi nevnast vid frami- hjårætti f avtaluni millum føroyingar og danir, um tær vóru tómar, har hann lovaði at avvikla heimastýrislógina eftir 10 árum. Tá legði hann dent á, at hetta var meint í ramasta álvara. Eg spyrji tí, at um teir meintu tað tá, at avvikla heimastýrislógina eftir 10 árum, hví so ikki, sum ætlani nú er eftir 15- 20 árum? Hvar er logikkur- in? Síðani Vilhelm fekk skrivi- og meiningsforboð frá Jóannesi og Poul Nyrupi, er hann útskiftur við annan propagandagrein- skrivara úr Fuglafirði. Mak- an til svartskygdan og kon- servativan mann havi eg tí ikki kent áður. Ikki eingang í sambandsflokkinum finn- ist ein slíkur, burtursæð frá bangna vágatingmanninum. Vit minnast greinar hansara undan valinum. Tær vóru fullar av ósannindum og reingjan av veruleikanum. Hetta heldur áfram ídag. Maðurin sigst at vera lærari, men sjálvur hevði eg hugs- að meg fleiri ferðir um, áðrenn eg lat mini børn upp í hendurnar á einum slíkum! Eftir valniðurlagið hjá javnaðarflokkinum í 1994 ved ein journalistur, sum er limur f flokkinum, og fanst at tf arrogansu, sum hevði sett dám sín á flokkin, og vísti hann á hvgrjar av- leiðingar hetta hevði í fingið. Hyggur ein at flokkinum ídag og leiðslu hans, spríkir hendan arrogansan fram aft- ur sum et fyrr. Flokkurin er komin út á ein skráa, takkað verði leið- ara hansara, sum hevur sett seg uttanfyri at lúnast, helst tí at dreymur hansara at ger- ast løgmaður ikki varð upp- fyltur, og hevur hann sett seg sjálvan í skammikrók. Tað fer at taka langa tíð hjá flokkinum at byggja eitt álit uppaftur, har veljarar og aðrir politikarar kunnu hava álit á honum. Spurningurin er nú tann, um hann ikki hevur avskrivað seg sjálvan einaferð með alla. Øll væntaðu sær nógv av leiðara floksins, tá hann trein inn á politiska leikpall- in, og væntaðu øll sær nógv av honum. Tað er einki at ivast í, at evnini eru til stað- ar, og at hann kundi verið ein góður politikari, hann sum áður stóð so stinnur og setti floksfeløgum sínum á fólkatingi stólin fyri hurð- ina, hóknaði undir trýstin- um, men sum stødan nú er, er hann dumpaður við ein- um buldri. Kai Vágfjall Marjus Dam, arvtakar- in hjá Alfred Hitchcock og Agathu Christie! Alt síðani Alfred Hitchcock og Agatha Christie løgdu árarnar inn síðst i sjeytiårunum og fyrst í åttatiårunum hevur alheimurin bíðað eftir arvtakaranum hjá hesum báðum. Og í april i ár bleiv hann funnin! Tá ið undirritaði vitjaði enska strandarbýin Torquay í april 1990 beyðst høvi at itja heimið hjá Agathu Christie, ið har var lyst savn at vera. Ikki var tað frítt, at dæmin av ótta hvfidi yvir esum staðið. Við blandað- im kenslum mátti ein bert staðfesta, at neyvan komu tvey aftur, ið dugdu eins væl at teypa ótta á fólk og skapa ræðumyndir, sum ensku meistarnir Agatha Christie og Alfred Hitchcock og tó. A star is born | apríl í år, júst átta ár aftaná esar sveimandi tankar, er uvtakarin hjá Christie og Hitchcock funnin! Tað var ord, sum at fáa sterkan eilivág tå ný valdi tingmad- ;rin legði út í bløðunum aft- aná liðugt løgt:ngsval. Nak- að so myrkt og ræðandi sum ein undirsjóvartunnil var reseptin, ið hevði borið Doctor Dam inn á ting. Og so kom tað skrivliga tilfarið vellandi; dimmir metaforar, leikandi retor- ikkur og sittrandi ræðsla. Hárini gerast ul glerpípur, tá Marjus so meistarliga loypir ótta á ein. Í 20 ár hevur alheimurin bíðað eftir hesum - a star is born! Men sum er, eru tað bert vit, ið búleikast her á landi, ið kunnu fáa henda spenn- ingin við. Harmiligt er at tingið skal missa eina stóra persónligheit, og vágafólk ein góðan kommunulækna, men alheimurin má fáa lut í hesum ræðsluskaldskapi. Filmshandrit Marjus må sleppa at royna seg, filmsframleiðarar í Hollywood mangla góðar rædusøgur, so tað er bara at halda seg framat og skriva filmshandrit. Ein kann longu nú ímynda sær ymisk filmsheiti á enskum: »A parasite on á foreign bud- get<, >Darkness all over<, >Sowing disbelief<, >Spen- ding the danes mioney«, »Homerule forever«, »No changes or die!<, »Kill the selfrespeck«, »Doctor Dam and Mister Hyde«, »Rule and selfrule«. Og øll høvdu vit verið naglabitin í kykmyndahøll- ini, men spurningurin er, hvussu nógvar ræðslusggur vit klára aftrat teimum, ið longu eru komnar frá >Gy- sets mester nr. 3< Marjus Dam. Vit bíða við ótta og bivan - og meiri spenningi. Heri Á. Simonsen 24. október eru 50 ár, síð- am ST varð sett á stovn. Danmark var eitt av lond- unum, ið var við HÍ af siovna ST í 1948. á gt frá sama limalondu- is frløgsskp- fm fá um a Vare av sjålvstøbugum um og fólkum. ; eru ikki til Eftir hesi s hevur Danmark skyldu til, at skráseta okkum føroying- ar, sum eitt fólk í ST. Hóast vit hava fyritreyt- irnar, ið skulu til, egið mál, egna mentan og ségu, so hevur Danmark í 50 år, skákað sær undan hesi skyldu. Grønlendingar eru til ber um kk at ye, ar eru eitt fe fólk. Henda framferð dana móti okkum føroyingum, má sígast at vera tekin um stórveldakenslur og vísir Danir hava tó skrásett grøn- í rsumein fólk í ST. en | Danmark-Føroyar og ST-dagurin stórveldaatburð av lítla landinum Danmark móti minna landinum Føroyar. ST Eftir ST-samtyktini hava lond sum Danmark, feb i til at tryggja mentunarliga-, po + en sóla og g út bigvingarøkinum, í unum tey varða av. Eisini skulu tey stuðla di fáa sálar og enntá loysing, um fólkið f»hi um« ynskir tað. éru vit Skrásett. sum eitt fólk, heyði Danmark Ra til hygrt ár, at givið um, hvussu veldi á stovn. Hóast hetta, so røkist einki fyri, at leiðandi poli- tikkararnir í Danmark taka í álvara tær skyldur, teir eftir ST-samtyktini hava móti okkum føroyingum. flokki. Mere løsrivelse - mindre Hesi orð hjá danska forsæt- isráðharranum Poul Nyrup Rasmussen eru tekin um rimitivan valdspolitikk. ann, ið hevur pe nk, skal ráða yvir tí, ið! Minni agan av. verið aðalmerkið hjá ein- um framkomnum javnadar- Orðini hjá Poul Nyrup hava til enamáls at ræða okkum, so vit ikki atkvøda fyri fullveldisætlanini, og at billa okkum inn, at vit ikki eru u før þr at føda ur at hóna okkum við, um vit lata okkum hétta av slíkari stórvelda framferð. Alis Jacobsen Haldarsvik