hósdagur 22. oktober 1998síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
16
tíðindablaðið S08/2aluin
Nr. 200 — 22. OKTOBER 1998
ÍTRÓTTUR
sosiaburin, box 76, 110 torshavn - tlf 31 18 20 - fax 31 47 20 - teldupost til ítróttin: emil Csosialurin.fo
Zoran skal venja hvalbingar
Fótbóltur: Royn hevur skrivað sáttmála við
jugoslaviska Zoran Mancic, sum fyrr hevur
spælt við VB og KI. Royn hevur 75 ára
fødingardag í morgin
Em. L. JACOBSEN
Jugoslaviska åvirkanin å før-
oyskan fótbólt hevur verið står
seinastu árini, einamest í Suður-
ynni. Tað eru fýra fótbóltsfelgg
í Suðuroynni, og í farna kapp-
ingarárið høvdu øll jugoslaviskan
venjara — Milan Milanovic hjå
VB, Spasojé Biberdzic hjá
Sumba, Zoran Pavlovic hjá TB og
Milan Cimburovic hjá Royn
Milanovic og Pavlovic fóru av
andinum, áðrenn kappingin var
iðug, og herfyri frættist, at Milan
Cimburovic skifti frá Royn til
NSI. Sostatt skuldi Royn hava
nýggjan venjara, og mánadagin
skrivaði felagið hjá hvalbingum
sáttmála við ein annan jugoslava,
nevniliga Zoran Mancic, sum í ár
hevur spælt við Kl og framm-
anundan eisini hevur verið á VB-
liðnum.
Martin í Nesi er formaður í
Royn, og hann sigur, at teir eru
væl nøgdir við at hava fingið Zor-
an til Hvalbiar.
— Vágbingar kenna hann væl og
lata væl at honum, og hann er
eisini væl dámdur millum spæl-
ararnar, sigur Royn-formaðurin.
Hann sigur, at Zoran Mancic skal
venja øll liðini hjá Royn og fær
onkrar hjáiparvenjarar afturat sær.
Sasha ikki við næsta ár
Ein annar jugoslavi hevur verið í
Royn seinastu árini. Tað er Alex-
ander Vukotic, ella Sasha, sum tey
kalla hann, men hann verður ikki
við aftur næsta ár. Sjálvur var
hann áhugaður í at halda fram í
Royn, men hvalbingar vóru ikki
heilt nøgdir við hann, og ti er
samstarvið hildið uppat.
Royn fyllir 75 ár í morgin, men
enn hevur felagið ongantíð verið
í 1. deild. Onkuntíð hevur verið
nær við, og so var eisini í ár. Men
hepnið hevur ikki verið við fel-
agnum, sum í Føroyum man vera
best kent fyri, at tað sum tað ein-
asta hevur ein grasvøll sum heim-
avøll. Tað hevur B68 eisini, men
toftamenn hava eisini ein graslík-
isvøll — tað hevur Royn ikki.
Hóast uppflytingin enn einaferð
glapp hjá hvalbingum, so hevur
árið í ár verið serligt á tann hátt,
at vøllurin hjá teimum fekk altjóða
viðurkenning frá UEFA, og tað
meta hvalbingar sum ein stóran
sigur.
Martin í Nesi er eitt sindur vón-
svikin av FSF, tí Fótbóltssam-
bandið ikki ger meira brúk av vøll-
inum.
— Eg haldi, tað eru trý ár, síðani
vit bjóðaðu FSF at brúka vøllin
til venjingar, men higartil hava vit
bert havt eitt dreingjalandslið, sum
rr
BOLTFELAGID ROYN
Mvak 1833
Royn hevur ongantíð verið i 1. deild, men onkuntíð hevur verið nær við. Í ár høvdu teir
P/F BERGIÐ TIØLVERP... IÐUR
møguleikan heilt fram til seinasta leikumfarið
var her fyri trimum árum síðani,
sigur hann.
— Vøllurin er góður og góðkend-
ur. Tá VB spældi her í summar,
spurdu vit UEFA-umboðsmannin,
um tað bert var til intertoto-kapp-
ingina, tí hon er minni enn hinar
kappingarnar, men hann segði, at
UEFA er UEFA, og um vøllurin
er góðkendur, so er hann góð-
kendur, sigur Royn-formaðurin.
Tað var í sambandi við, at VB
spældi í intertoto-kappingini móti
kekkiska liðnum Boby Brno, at
hvalbingar fingu grasvgllin góð-
kendan av europeisku fótbólts-
myndugleikunum.
Framtíðin sær góð út
Royn flutti ikki upp í ár, men jubi-
leumsárið hevur ikki verið bein-
leiðis miseydnað av teirri orsøk.
Húsið hjá felagnum fyllir 25 ár —
tað er í góðum standi og hevur
ikki nógva skuld. Royn vann sjey
steyp í ár í fótbólti, og í kappróðri
bleiv Snopprikkur, sum felagið
eigur, føroyameistari hjá dreingj-
um. Tað vóru >bygdadreingir í
Havn<, sum Martin í Nesi tekur
til, ið mannaði Snopprikk í ár.
Fyri at fara aftur til fótbóltin,
so sær framtíðin góð út hjá Royn.
Felagið hevur nakrar ungar spæl-
arar, m.a. Gisla Dánjalsson, sum
hevur verið á Ul6-landsliðnum í
Milan Culjic, VB
Zoran Mancic, Kf
Ninoslav Milankovic, B36
Dejan Milanovic, NSÍ
Milan Milanovic, VB (venjari)
Zoran Pavlovic, TB (venjari)
Alexander Radosavljevic, TB
Tomislav Sivic, B36 (venjari)
Alexander Vukotic, Royn
Lesið eisini
itrottin á
Internetinum
www.sosialurin.fo
Jugoslavar í føroyskum fótbólti 1998
Spasojé Biberdzic, Sumba (venjari)
Milan Cimburovic, Royn (venjari)
—
>
ei“
Mynd: Áki Bertholdsen
ár og bleiv nóg gamal til at spæla
nakrar dystir í endanum av lands-
kappingini í ár. Allan Michelsen
hevur verið við 2. deild í ár og er
eisini åttikin til U18-landslidid.
Hann er annars sonur tann meira
kenda Vilmund Michelsen.
Royn hevur annars ætlanir um
at fáa aðrar spælarar til felagið til
komandi
Røddir hava verið frammi um,
at liðini í Suðuroynni mugu leggja
saman, um teir skulu gera seg
galdandi í kappingini um europe-
isku fótbóltspengarnar, men Mar-
tin f Nesi er ikki serliga bergtikin
av hesum hugskotinum.
— Tað rokni eg ikki vid, verður
til nakað. Eg trúgvi neyvan, at
limirnir hjá feløgunum høvdu
gingið við til tað, sigur Martin,
sum ikki roknar við eini slíkari
samanlegging í nærm.astu framtíð.
Sosialurin ynskir Royn tillukku
við 75 ára fødingardegnum i
morgin.
Royn fyllir 75 ár í morgin, og samstundis hevur
Royn-høllin 25 ára fødingardag
Mynd: Áki Bertholdsen