Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-10-22, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. oktober 1998síða 17

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 200 — 22. OKTOBER 1998 Todi Jónsson verður vónandi við á FCK-liðnum, sum í kveld spælir móti Chelsea á Stamford Bridge í London tíðindablaðið SLsalurfn Mynd: NordFoto Todi á Stamford Bridge í kvold Fótbóltur: Í kvøld spælir FC Keypmannahavn fyrra dystin í Europa Cup-kappingini fyri steypavinnarar móti enska liðnum Chelsea, sum vann kappingina seinast EMiL L. JACOBSEN Tað er helst ikki at taka munnin ov fullan, tá vit siga, at í kvgld fær Todi Jónsson sína stýrstu avbjóð- ing higartil sum fótbólts- spælari. Tað er heldur ikki av leið at siga, at hetta er størsta avbjóðing, nakar før- oyskur fótbóltsspælari hev- ur fingið, um vit síggja burt- ur frá landsliðnum. Í kvgld fer FC Keyp- mannahavn — vónandi við Toda Jónsson á liðnum - inn á vøllin hjá enska Lon- don-liðnum Chelsea, Stam- ford Bridge. Tað er í euro- peisku kappingini fyri steypavinnarar, og tað var júst Chelsea, sum vann hesa kappingina seinast við fin- alusigri á ítalska Vicenza. Chelsea er eitt av bestu liðum í Onglandi. Spælandi venjari hjá teimum er navn- frami italiumaðurin Gian- luca Vialli, og millum aðrar á liðnum kunnu vit nevna Brian Laudrup, Marcel De- sailly, Frank Leboeuf, Gi- anfranco Zola, Dan Petres- cu -og málmannin Ed de Goey. Eitt lið fult av altjóða stjórnum, og eitt lið, sum verður ein stórur biti hjá FC Keypmannahavn at gloypa. David Nielsen trokar Todi Jónsson spældi fyrra hålvleik farna vikuskiftið, tå FCK vann 5-1 å Lyngby. Hann varð útskiftur í hålv- leikinum við David Nielsen, sum skeyt trý mál í seinna hálvleiki. Tí hevur FCK- venjarin Kim Brink ein pos- itivan trupulleika undan dystinum móti Chelsea. Skal hann halda fast við Toda í byrjunaruppstilling- ini, ella skal hann geva Dav- id Nielsen kjansin frá byrjan hesaferð...? Todi Jónsson hevur íkki dult fyri, at hann stílar hægri enn danskan fótbólt, og at enskur fótbóltur er eitt av málunum. Sigast má, at klaksvíkingurin í kveld hevur eitt sera gott høvi at gera góða reklamu fyri seg sjálvan. Norðurlendskir fótbólts- spælarar eru væl umtóktir í Bretlandi, tí teir sum oftast fella væl til, og tí teir ikki eru so dýrir sum spælarar úr eitt nú Italia og Spania. Brot úr dystinum millum Chelsea og FC Keyp- mannahavn verða víst á Eu- rosport í kvold. Navn: Búst.: Tl.: a.d Undirskrift: £ £ ? U D (0 > F C 2 Z i 0 Tíðindablaðið ÓKEYPIS - - Sosialurin soslalurin ==. ; 10 Tórshavn Undirritaði teknar seg sum haldara av Tíðindablaðnum Sosialinum, og fái blaðið 5 ferðir um vikuna. Postnr., bygd, býur [] Haldarar i Føroyum: 240,-/ársfj. [] Haldarar i Danmark: 425,-/årstj. [] Haldarar i Føroyum, 17 &