Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-10-22, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. oktober 1998síða 22

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið SOSlalun Nr. 200 — 22. OKTOBER 1998 Fólkaflokkurin hevur nú aftur svikið vallyftir síni um skattalætta 300 handverkarar uttan- Undirritaði hevur nøkur ynskir. Nevniliga at halda tey vallyftir um m.a. skatta- lættar, ið veljarin fekk und- an valinum. Hevdi Sam- bandsflokkurin verið í sam- gongu, hevði føroyingurin avgjørt fingid skattalættar eins og vit lovaðu undan valinum. Gylti tráðurin í skatta- lættunum givnum sein- astu 4 årini var Sam- bandsflokkurin. Meira enn 500 milliónir i skatta- lættum! Høvdu vit verið í samgongu nú, vórðu helst - skattalættar givnir hetta valskeid. Vit lovadu skatta og av- gjaldslættar í 1994, og før- oyingar vita, at Sambands- flokkurin helt lyfti sitt. Fyrst saman við Javnadarflokkin- um og síðan saman við Fólkaflokkinum. Ni fólkaflokkurin situr í samgongu, og m.a. enn skúmar fløtan av skilagóða politikkinum sum rikin var seinastu 4 årini, skuldi ein mett, at sera lætt var at hild- ið fast við vallyftini um framhaldandi skattalættar. Fólkaflokkurin = hevur lætta - hóast hann nú hev- ur leiðsluna! Onki hoyrist nú um nakr- an skattalætta. Tvørturim6ti - so verður nú framd fyrsta skattahækking í 4 ár við f6lkafloksløgmanni á odda. Hetta hóast sera væl gongur fíggjarliga (enn) og vit hava fingið eina góða avtalu við danir, m.a. orsaka av Grøn- borg frágreiðingini - sum Fólkaflokkurin onki vildi vita av. Hetta er bert fyrsta skattahækking eftir at sam- gongan kom til ræði. Skattaskrúvan snarar nú aftur skeiva vegin undir ove : Veruleikin er, at við Fólka- flokkinum á odda, snarar nú skattaskrúvan aftur skeiva vegin. Skattahækking er nú byrja aftur - fyri fyrstu ferð í mong ár. Vit í Sambands- flokkinum halda, at neyðugt er at gera vart við hetta beinanvegin. Tað er ov seint at gera vart við tað eftir at hendan skrúvan aftur hevur forpesta okkum tilveruna. Tað er neyðugt at gongdin seinastu árini við skattalætt- um heldur fram. At mangur føroyingur er vónbrotin og at mangir fólkafloksveljarar standa spyrjandi, er eyðsýnt. Tí hví eftir valið gera tað mótsatta av tí, ein lovaði at fremja undan valinum. Vóru ráð at geva skattalættar í seinasta valskeiði, so eru ráðini betur nú. Men nú hækka teir skattin. Er hetta ikki at halda veljaran fyri gjøldur? Ógvuslig skattahækking skal fíggja fullveldið. Tíverri fyri føroyingar, er Sambandsflokkurin ikki í samgongu - enn. Hevði hann verið tað, høvdu før- oyingar helst havt annað at sæð fram til enn eina ógv- usliga skatta og avgjalds- hækking- orsaka av loys- ingarvitloysinum. Hvar er skattalækkingin til øll, id fólkaflokkurin lovaði áðrenn valið? Var tað ikki fólkaflokk- urin, ið ndan valinum lovaði føroyingum skatt uppá 35%. Við ovurstórum yvirskoti á landskassaroknskapinum - dittar fólkaflokkurin sær nú, á odda fyri núverandi loysingarsamgongu - at koma við fyrstu skatta- hækking í fleiri ár. Tað er nevniliga tað, ið 300 handverkarar, ið arbeiða uttanlanda merkja, nakrar krákumánaðar eftir at loysingarsamgongan kom til. Teir kundu ikki fremja hesa skattahækking skjótari - og longu er A framd. Men trúgv mær. Fleiri og stórri skattahækkingar eru fyri framman, tí loysingin kostar minimum 1500 milli- ónir um árið. Loysingarsamgongan evnar bert at leggja tyngri byrðar á fólk - tað hava Við rekordstórum lands- kassa yvirskotið, hevur loysingarfíggjarmálaráð- harrin sagt, at ongar skatta og avgjaldslækkingar vera givnar. >Tað er tað ikki pláss til«. Og trúgv mær. Høvdu hesir harrar rátt fyri borgum seinastu 4 árini, var heldur ikki pláss fyri skatta- lættum tá. Hjá teimum er bert pláss fyri at leggja fleiri og tyngri byrðar á føroya fólk. Sannleikin er nevniliga tann, at føroyingar bert hava merkt til eitt drepandi skatta og avgjaldstrýst frá flokk- unum, ið nú sita í sam- gongu. Kannað eftir, um ikki soleiðis er' Til blóðið spríkti undan naglunum á skattaplågadum føroying- um, ið yvir háls og herðar flýddu av landi m.a. orsaka av hesum. Sambandsflokkurin gav skattalætta uppá góðar 500 milliónr seinasta val- skeið. Vend kom í hesi viður- skiftini, tá ið Sambands- flokkurin stóð á odda fyri samgonguni seinastu 4 árini. Tað kann bert konsta- terast! 400 milliónir í skattalætta seinastu 4 árini. Fáar mánaðar eftir at sam- bandsflokkurin fór úr sam- gongu er skattalækking vend til skattahækking. Tað er sera hugstoytt fyri allar føroyingar her á landi. Vit halda enn, eins og flestu føroyingar, at skatt- urin enn er alt ov høgur og tí eigur at lækka enn meira. Sjálvandi er pláss fyri skattalætta til øll - tá rekord yvirskot er! Orsaka meg. Eigur føroya fólk ikki at merkja at upp- gangstíðir eru? Er tað bara landskassans roknskapur, ið skal síggja vakur út? Hvat við at lækka skatt- irnar hjá gllum, soleiðis at roknskapurin hjá einstaka føroyska húsarhaldinum kom at síggja betur út. Tað vildi vit í Sambands- flokkinum gjørt; um vit vóru í samgongu nú ongin ivi um tað. Men er rætt at lova skatta- lækking - og fremja skatta- hækking? Møguliga heldur Fólkaflokkurin at tað er rætt. Men tað halda vit ikki í Sambandsflokkinum ! Okkara val í núverandi búskaparstgðu: Skattirnir Bóndi ven verið lækkaðir! Ong- in ivi um tað. Vit lovaðu tað jú áðrenn valið! Marjus Dam, løgtingsmadur Sambandsfloksins ov B Tiltok m KFUM & KFUK Konfirmantaveitsla fyri konfirmantar og foreldur úr Havnar kirkju verður í KFUK hósdagin 22. okt. kl. 19.30. Ebenezer, Tórshavn Sunnudag kl. 12: Sunnu- dagsskúli. Sunnukvøld kl. 18: Evan- geliskt møti. Sunnukvøld kl. 21: Uti- møti. Månakvøld kl. 20: Bøna- møti. Mikukvøld kl. 20: Upp- byggingarmøti. H6skvøld kl. 20.00: Ung- démsmøti. Immanuel Friggjakvøldid kl. 21: Ung- démsmøti. 12 år og eldri eru vælkomin. Frelsunarherurin, Tórshavn Hóskveldið kl. 20: Heima- forbundið. Allar kvinnur kunnu vera við. Rhema á Hálsi Leygardagin kl. Barnaklubbi. Sunnudagin kl. 17: Møti og sunnudagsskúli. Øll eru vælkomin. Aglow, Tórshavn Fundur verður í kantinuni á Læraraskúlanum leygar- kveldið kl. 20. Allar kvinn- ur eru hjartaliga vælkomnar. 15-17: Missiónsvika á Hellunum Missiónsvikan byrjar í kvgld. Kl. 20 verður meti við Niklas Mikkelsen. Friggjakvøldid kl. 20 meti við Regin Høgnesen. Leyg- arkvgldið kl. 20 meti við Knút Larsen, Hannis syng- ur. Sunnukvøldid kl. 18 møti vid Niels Jacob Niel- sen og Leila Højgaard syng- ur. Innsavnan til Heima- missiónina. Frá Kelduni í Skálafirði Fríggjakvgldið kl. 21: Bøn og breyðbróting. Leygarkvøldid kl. 21: Opið hús v/ Jan Jacobsen. Sangluttgka Terje og Lisa. Sunnudagin kl. 17: Møti. Helgi og Sólrun Abraham- sen. Sunnudagin kl. 17: Barnamøti. Samkoman Sion, Vågur Sunnudag: Morgunmøti kl. 11.00. Evangeliskt møti kl. 18.00. Telefonandaktin svarar å 73717. Betel, Vågur Tórsdagin: Ungd6msfund- ur kl. 20. Nordoya Vistarheim f kvøld, 22. okt. kl. 19.30 verður gudstænasta á Norð- oya Vistarheimi. Meinhard Bjartalíð prædikar. Losjan í Havn Fríggjadagin kl. 15 hittast tilkomin og eldri til hugna. Tilhaldið í Torsgøtu 21 Tlf. 316491 Opið er hvønn månadag- friggjadag frå kl. 10.00- 17.00. Drekkamunnur og blød- ini er at fåa hvønn dag. kl. 10.30-11: Fimleikur. Sonja Danielsen. kl. 14-17: Teldupråt. Brand- ur Petersen. kl. 10-17: Opið hús. Tad er altid eitt horn i Til- haldinum — um tygum ikki fåast vid nakad itriv. Vit ynskja at øll skulu kenna seg vælkomin. Javni Skrivstovan i N. Finsens- gøtu 32, tlf. 314827, fax 310557, er opin soleiðis: mánadag er stongt, týsdag kl. 10-12, mikudag kl. 10- 12, hósdag kl. 14-18 og fríggjadag kl. 10-12. Tilhaldið hjá Javna er opið 1. fríggjadag í hvørj- um mánaða, kl. 14.30-17. Frítíðarklubbin = hevur ymiskar aktivitetir í kjall- aranum hjá Javna. Nem fæst at vita um hetta vid at venda sær til skrivstovuna. Fpileptikarafelag Føroya Postadr.: MBF-húsið, Ís- landsvegur 10 C. Felagið hevur ikki fasta skrivstovu- tíð, men samband við fel- agið fæst á tlf. 13978, Rand- frid Sørensen, ella tlf. 19793, Mari Johannesen. AA-fundur i Eysturoy A Toftum hvønn tysdag kl. 20 í gomlu lærarahúsunum. Á Glyvrum hvgnn fríggja- dag kl. 20 í Hvítaskúla (gamla læraraíbúðin). AA-fundur verður í kvgld kl. 20 í Tórs- gøtu 5 (inngongd vestan- fyri). Al-Anon Fundur fyri avvarðandi av alkoholikarum er hvønn leygardag kl. 15.30 á Brandstødini á Oyrarbakka. Bahå'i Midstødin i Gundadali Opið er hvønn hósdag frå kl. 17.00-20.00. Bahá'í-samfelagið í Tórshavn Deyvafelag Føroya Skrivstovan er opin mána- dag til hósdag frá kl. 8.00 til kl. 15.00. TIf. 1.7597, skrivitlf. 1.6929 fax 1.3609 og teldupostadr. deaf fo&post.olivant.fo Amnesty International Føroya deild Tinghúsvegur 18, 4. hædd Skrivstovan er opin: Mánadag, mikudag og fríggjadag frá kl. 13—17. Felagið Føroyar-Kuba Opid er å skrivstovuni f Kongagøtu 11, mikudag kl. 16-18. Månad., tysd., hós- dag og friggjad. kl. 10-11. Tlf. 13016 - Fax 13824. Kristnastova Birmavej 36, København S, tlf. 32 55 18 09 fax. 32 58 61 49 e-mail: kristnastova 2 get2net.dk Kristiligur fundur er hvørt friggjakvøld kl. 20. Møti vid breyðbróting er hvønn sunnumorgun kl. 11. Sunnudagsskúli er sam- stundis. Bussarnir 5, 9, 12, 13, 37, 38 stedga nærhendis. Sjómansheimið »Ørkin« Brautarholt 29, 105 Reykjavik Sunnudag møti kl. 17. Månakvøld bíbliutími kl. 20.30. Øll eru hjartaliga væl- komin. Nærri upplysingar å tlf. 009 354-568-0777 Sunnudagsskúli í Keypmannahavn Sunnudagsskúli er hvgnn sunnudag kl. 14 á Oyra- sundskollegiinum, Dals- landsgade 8, og í Føroya- húsinum, Vesterbrogade 17A. Øll eru hjartaliga et komin. Nærri fæst at vita frå Jan Johannesen, tlf. 30 35 59 66. Føroyska arbeiðið i Eliaskirkjuni Møti er hvørt leygarkvøld kl. 19 f Eliaskirkjuni å Vest- erbro Torv, Vesterbrogade 49. Inngongd undir stóru trappuni. 5 min. at ganga frá Hovedbanegárden, 2 min. frá Føroyahåsinum. Bussar- nir 1, 6, 14, 16, 28 og 5508 steðga nærhendis. Øll eru vælkomin. Nærri fæst at vita frá Atla Rasmussen, tlf. 32 96 99 95, ella Øssuri Kjølbro, tlf. 36 77 38 20. Malta, Hirtshals Sunnudag: Kl. 11: Breyðbróting. Sunnudagsskúlin byrjar aft- ur, tá skúlarnir byrja. K. 18: Evangeliskur fund- Mikukvøld kl. 20: Bønar- og uppbyggingarmøti. Øll eru hjartaliga væl- komin til hesi møti. Eftir fundirnar bjóða vit ein drekkamunn. Samkoman Malta í Hirtshals Evangeliska Røddin Odense. Føroyska sending in frá Odense Radio hoyrist hvgnn mikudag kl. 1640, danska tíð, á FM 107,1 MHz. FEE ER SN