fríggjadagur 23. oktober 1998síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið SOSU
Nr. 201 — 23. OKTOBER 1998
——IE——————/ LL —WWVI
Krabbameinsfelagið skipaði fyri upp
Færri tilburðir av
bróstkrabbameini
i Føroyum
Í døgunum 16. og 17. oktober, skipaði Krabbameinsfelagið fyri upplýsandi
tiltaki, í samband við at tað eru 10 ár síðan stuðulsbólkurin > Bót til Bata>
varð stovnaður. Serfróðingar í Danmark vitjaðu og greiddu frá gransking og
viðgerð í samband við bróstkrabbamein. Sosialurin hevur tosað við Eliesar
Olsen, yvirlækna, sum sigur frá hagtalskanningum o.g. í samband við við-
gerð og eftirviðgerð av bróstkrabbameini í Fóroyum
DAGNY JOENSEN
Jens Kr. VANG
Seinastu tíðina hevur nógv
orðaskifti verið um krabba-
meinsjúkur og viðgerðir í
hesum sambandi
Danska sjúkrahúsverkið
hevur altíð verður tikið fram
sum fyridmynd um góða
sjúxuviðgerð, men herfyri
vísti ein kanning í Svøriki,
at hóast fleiri tilburðir av
krabbameinsjúkum vóru í
Svøriki, so yvirlivdu fleiri
sviar enn danir
Tað skapti øsing og 6-
trygd i Danmark, og ser-
frødingar á økinum hava í
seinastuni gjørt nógv fyri at
upplýsa um viðgerð av
krabbameinssjúkum
„Bót til Bata» 10 år
Stuðulsbólkurin >Bót til
Bata> er bert fyri kvinnur,
sum hava fingið skurðvið-
gerð og eftirviðgerð fyri
bróstkrabba, og tí var júst
henda sjúkan á skránni
Eliesar Olsen, yvirlækni
á Landssjúkrahúsinum, er
nevndarlimur í Krabba-
meinsfelagnum. í Hansara
starvi hevur hann eisini við
krabbameinssjúklingar at
gera
— Vit halda tað eisini vera
umráðandi at tosa um hesi
viðurskifti í Føroyum, og tí
fingu vit tveir serfrødingar
úr Danmark at koma hend-
avegin í hesum sambandi,
sigur Eliesar Olsen.
Tað vóru teir báðir Mog-
ens Blichert- Toft, professari
í krabbameissjúkum og
Carsten Rose, onkologur,
sum fæst við eftirviðgerð av
bróstkrabba.
Hesir eru førandi serfrød-
ingar í Danmark, og saman
við teimum var eisini Lis
Løfberg serfrødingur í
bréstprotesum
Fyrilestrar vóru fyri al-
menninginum og starys-
fólkum í sjúkrahúsverki-
num
Upplýst var um grasking
í Danmark á gkinum, og
hvussu viðgerð og eftirvið-
gerð verður løgd til rættis
- Talið av tilburðum við
krabbameinssjúkum økist,
og fleiri fáa bróstkrabba-
mein í grannalondunum,
sigur Eliesar Olsen.
Tá hesi viðurskifti skul-
du kannast í Føroyum, var
trupulleikin, at ongar skrá-
setingar eru tøkar áðrenn
1995.
Kanna gamlar
sjulkudagbøkur
Fyri at bøta um tad, hava
læknarnir rannsaka gamlar
sjåkudagbøkur, fyri at vita,
hvussu stendur til vid
krabbameinssjåkum aftur f
tidina.
— Við at nýta åvisan rokn-
ihátt, eru vit komin eftir, at
hóast fleiri tilburðir av
krabbameinssjúkum í Før-
oyum seinastu árini, so er
títtleikin væl lægri enn í
grannnalondunum.
— Vit liggja eisini lægri í
tólum sammett við Ísland,
og væl niðan fyri donsku
hagtølini, sigur Eliesar Ol-
sen
— Hagtølini er kortini so
fesk, og vit hava ikki gjørt
sundurgreinandi kanningar
um t.d., hvussu nógv sleppa
undan sjúkuni og hvussu
møguleikarnir eru fyri at
yvirliva. Heldur ikki eru vit
komin til at sundurgreina
tølini, fyri at kanna, hví
færri fåa hesa sjúku í Før-
oyum, í mun til grannalond-
ini, sigur Eliesar Olsen.
Tiltakið hjá >Bót til
Bata» var eisini gjørt fyri
at siadfesta, at viðgerðin
herheima er á hædd við tað,
sum fæst í grannalondun-
um.
Viðvíkjandi føroyskum
viðurskiftum, so vóru
donsku serfrgðingarnir
samdir um, hvussu umráð-
andi tað er, at skurðviðgerð
í brósti, eru á so fáum
hondum sum til ber, fyri at
tryggja góðskuna, sigur
Eliesar Olsen.
Sleppa undan at fara
tji Danmarkar
Áður fóru krabbameins-
sjúklingar til Danmarkar at
fáa kemo-terapi og aðra
viðgerð fyri krabbamein,
men í flestu fórum verður
viðgerðin nú gjørd í Før-
oyum. Landssjúkrahúsið
hevur samband við danska
sjúkrahúsverkið, og fastur
onkologur vitjar og veitir
javnan ráðgeving í Føroy-
um.
— Tað hevur verið ført
fram, at fóroyskir sjúkling-
ar í Danmark fáa betri við-
gerð enn danir Er tað
Eliesar Olsen, yvirlækni á Landssjúkrahúsinum, greiddi
frå forvitnisligum arbeiði í samband við hagtøl fyri tilburðir
av krabbameinssjúkum í Føroyum. Sambært tólunum sæst,
at títtleikin av sjúkuni er minni í Føroyum enn í granna-
londunum
rætt?
— Í Danmark eru føroy-
ingar ikki betur fyri enn
danir, men í Føroyum er t.d.
bíðitíðin minni, og tað ger,
at viðurskiftini hjá sjúkling-
inum eru betur í Føroyum.
--Trupulleikarnir í Dan-
mark eru tær longu bíðitíð-
irnar til viðgerð og eftirvið-
gerð, og har verða føroying-
ar ikki tiknir fram um danir.
Ikki øll viðgerð fyri
krabbameinssjúkur = kann
veitast í Føroyum. Eitt nú
um fólk skulu hava geisla-
viðgerð, so noyðast tey til
Danmarkar, og har er long
bíðitíð.
Føroyingar kunnu eisini
fara aðrastøni í viðgerð, eitt
nú til Svgríkis ella til Íslands.
— Tað skulu læknarnir
eisini fáa í lag, tí vit skulu
fara hagar, har besta hjálpin
fæst, sigur Eliesar Olsen.
Hann er skurðlækni og
hevur við krabbameinssjúkl-
ingar at gera.
Á fundinum greiddi hann
frá, hvussu t.d. kvinnur kun-
du fáa nýtt bróst, ístaðin fyri
at nýta bróstprotesur.
Kvinnur fáa nýtt bróst
og betri lívsvirði
Hann hevur gjørt slíkar við-
gerðir í Svgríki, og veit, at
tað hevur nógv at týða fyri
lívsvvirðið hjá kvinnum, at
tær hava fingið hetta gjørt.
Henda viðgerð er eisini
møgulig at fáa í Føroyum.
Eini 20 tilburðir av bróst-
krabba eru árliga í Føroyum,
men læknarnir vita sum s agt
ikki, hvussu leingi sjúkling-
arnir liva, og heldur ikki,
hvussu leingi sjúkan hevur
gjørt um seg, áðrenn hon
verður staðfest.
Eingin bíðitíð
í Føroyum
— Fyrimunurin við at veita
viðgerð í Føroyum er, at vit
gera kanningar og veita við-
gerð eftir bert fáum døgum,
og síðani kunnu sjúklingar
fáa eftirviðgerð beinanveg-
in, sigur Eliesar Olsen.
Tað hevur verið tosað um
at gera regluligar mammo-
grafikanningar (røntgen-
kanning av brósti) eins og
nú verður gjørt við undir-
lívskanningar fyri kvinnur
í ávísum aldri.
Nóg mikið Kanna
tær 50 - 67 gomlu
— Hevdi tað býtt um, so
sjúkan varð funnin skjótari?
— Tað er altíð gagnligt at
gera fyribyrgjandi kanning-
ar, fyri at staðfesta sjúkuna
so tíðliga sum til ber. Kort-
ini er tað ivingarsamt um
hetta nýtist at vera lógar-
krav í lægri aldursbólkum,
tí endurtøka av røntgen-
geislingum kann verða
vandamikið, sigur yvir-
læknin.
Mest hóskiliga aldurs-
bólkurin til mommografi
kanningar eru 50 - 69 ár
gamlar kvinnur, tí í hesum
aldrinum gkist vandin fyri
at fáa bróstkrabbamein.
— Tað er tó treytað av at
vit hava góðar umstødur,
vant starvsfólk og góða
røntgeniitgerå, sigur Eli-
esar Olsen.