Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-10-23, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. oktober 1998síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið S0Saluin Nr. 201 — 23. OKTOBER 1998 Partaeigari varðhaldsfongslaður Mikudagin varð ein 26 ára gamal partaeigari í matstovuni Marco Polo varðhaldsfongslaður. Hesin er undir illgruna fyri at hava fest eld í matstovuna, ið hann sjálvur eigur saman við óðrum. JOHN JOHANNESSEN -Hatta havi eg einki við at gera. Hesi vóru orðini, ið tann 26 ára gamli partaeigarin førdi fram í grundlógarav- hoyringini mikudagin. Hes- in var tyskvøldid handtikin vid illgruna um at hava sett eld å matstovuna Marco Polo. Tann ungi maðurin er sjálvur partaeigari í mat- stovuni, og hevur hann ver- ið kokkur har til uml. juni í ár. Hesin gavst at arbeiða fyri matstovuna av teirri o7- søk, at hann var vorðin ósamdur við høvudsparta- eigaran, Nordin Manai. Teir gjørdust ósamdir um m.a innkeyp og arbeiðstíðir, og tiskil valdi hann at fara, og arbeiddi nú á Hotel Føroy- um í staðin Ikki óvinir Tann varðhaldsfongslaði segði, at hann var ikki 6vin- ur við hinar partaeigararnar, men at talan beri var um heil vaniiga osem di seg hava tosað i tele- vid høvudspartaeigaran fyri stuttum. Og f hesari samrødu vóru teir komnir at teir skuldu metast til ein kaffifund, har teir høvdu møguleika at tosa um trupuleikarnar Hann førdi tó eisini fram, at hann hevði tosað við sak- førara um at seta fram krav ímóti partaeigarunum. Hann hevði ætlað sær at kravt hinar partaeigararnir eftir hansara luti av parta- peninginum og eftir løn, ið hann aldri hevði fingið út- goldna. Tann skuldsetti átti 15.000 kr. av tí samlaða partapeninginum á 80.000 kr. seg 3 0 # ásamt um Rúsdrekkatrupuleikar Ákærin førdi fram, at leið- arin av Marco Polo hevði sagt, at ein av orsøkunum til, at ikki bar serliga væl til at hava tann handtikna við í arbeiðinum á matstovuni var, at hann hevði rús- drekkatrupulleikar. Hesum vísti tann handtikni aftur og segði, at hann drakk tá ið hann hevði frí, og tað kundi eingin forða honum í. Eitt annað, ið leiðarin hevði havt trupulleikar av, var at tann handtikni ofta hevði boðið vinum og kenn- ingum at eta ókeypis á mat- stovuni. Og hesum var tann handtikni samdur í. Hann segði, at tað var satt, at hann Tann 26 ára gamli partaeigarin í Marco Polo segði seg vera ósekan í ákæruni um at hava sett eld á matstovuna á staðnum Akærin førdi fram, at eitt vitni hevði sæð tann 26 ára gamla smoyggja seg gjøgn- um smoguna millum Kon- dittaríið og Marco Polo um midnáttarleitið sunnu- kveldið. Hetta var um tað tíðarbilið, tá ið eldurin helst varð ásettur. Hesum vísti tann hand- tikni aftur. Hann segði, at hann hetta kvøldid hevdi verið í Rio Bravo og etið saman við trimum vinum. Eftir hetta vóru teir farnir niður undir, í náttklubban Casa Blanca, har teir høvdu verið til uml. kl. 23:45. Um hesa tíðina byrjaði tann skuldsetti at leggja leiðina heim. Hann gekk niðan gjøgnum Tórsgetu, framvið bakarínum hjá Restorff og matstovuni City. Tá ið hann var komin niðan í Steinatún, tá tók hann ein hýruvogn, ið koyrdi hann beinleiðis til hús. Tann handtikni segði, at hann var heima um midnátt- arleitið. Hann segði, at hann ringdi til Audio-response, men fekk ikki samband. Vón hansara var, segði hann, at løgreglan fer til Føroya Tele og vitar, um hetta ikki er satt. Hann segði, at hann var ikki førur fyri at prógva heimkomu sína á aðrar hættir. Hetta kann hann ikki, tí hann bú- leikast einsamallur, og tískil er eingin, ið kann vátta, at hann var heima uml. á mið- nátt mánanáttina. Kendi ikki hýruvognin Hóast tann ákærdi mintist væl, og kundi siga frá tí mesta, ið hann hevði gjørt sunnukvøldid og nåttina til månadagin, so var hann ikki førur fyri at siga nakad um hýruvognin, ið koyrdi hann heim. Tó helt hann seg minnast, at hýruvognurin koyrdi fyri hyruvognstødina Auto. Tann skuldsetti segði, at hann hetta kvøldid var ov fullur at bíta merki í nakað serligt við hýruvogninum ella hýruvognsfgéraranum. Lyklarnir passaðu Tá ið tann ungi maðurin varð handtikin á arbeiðs- plássi sínum týsdagin 20. oktober ki. 19:30, tá hevði hann tveir lyklar uppi á sær. Løgreglan royndi seinni hesar lyklarnar í lásum í matstovuni Marco Polo og uppdagaði, at annar av lykl- unum passaði til úthurðina á matstovuni. Tann handtikni segði, at hann altíð hevði havt lyklar til Marco Polo. Hetta heyði hann, orsaka av at hann var partaeigari og eisini heyði arbeitt har. Men hann segði eisini, at høvudseigarin hevði kunnað hann úm, at lásini í matsovuni vóru skift út. Tískil dugdi tann hand- tikni ikki at skilja, at ein av lyklunum enn passaði til út- hurðina. Teiefonhóttan Ákærin førdi fram, at leið- arin á matstovuni hevði greitt frá, at tann handtikni hevði, gjøgnum telefon, hótt við, at hann nokk skuldi fáa skipað soleiðis fyri, at Marco Polo skuldi fara á húsagang. Til hetta svaraði tann handtikni, at tað heyði hann aldri gjørt. Securitas jakki Vitnið, ið hevði sæð ákærda í smoguni millum Konditt- aríið og matstovuna seint sunnukvgldið, hevði sagt ákæranum, at tann hand- tikni um hetta mundið var ílatin ein jakka, ið helst var ein Securitas jakki. Men tann handtikni segði, at hann ikki átti nakran tílíkan jakka, og tískil kundi tað ikki vera hann. Hann upp- lýsti, at hann hetta kvgldið var ílatin myrkar klædn- ingsbuksur, hvíta skjúrtu, grønpuntutan klædnings- jakka og slips. Tó visti tann åkærdi at siga um ein, id hann kendi sum hålvkriminellan, ið átti ein slikan Securitas jakka. Tann handtikni segåi eisini, at hesin fyrr hevdi framt innbrot im6ti matstovuni. Sita i triggjar vikur Eftir avhoyringina sluppu fyrst ákærin og síðani verjin at koma fram við teirra sjónarmiðum. Ákærin helt, at tann skuldsetti mátti varðhalds- fongslast, so at hann ikki kundi hava møguleika fyri at ávirka arbeiðið hjá løg- regluni. Harafturat segði hon, at hon helt grundaðan illgruna vera um, at hesin ungi maðurin hevdi framt brotsgerðina. Verjin helt harafturímóti, at illgrunin als ikki var grundaður, og tískil átti maðurin ikki at verða varð- haldsfongslaður. Verjin helt eisini, at ikki fór at bera til hjá tí ákærda at ávirka kann- ingarnar hjá løgregluni. Hann helt kanningarnar av einari eldásetan vera so tøkniligar, at ikki fór at bera til at ávirka tær. Men ikki var dómarin samdur við verjanum. Dómarin helt, at tann hand- tikni skuldi varðhalds- fongslast í tríggjar vikur. Tó legði hann afturat, at grund- gevingarnar hjá ákæranum ikki vóru so ógvuliga sann- førandi. Hann vónaði tó, at kanningarnar hjá løgregluni fóru at ganga skjótt og væl. Tann varðhaldsfongslaði hevur møguleika fyri at skjóta dómin inn fyri hægri rætt. Men hetta hevur hann enn ikki tikið stóðu til.