fríggjadagur 23. oktober 1998síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 201 — 23. OKTOBER 1998
tíðindablaðið S082lurfn
Suðuroyarsiglingin fyri tingið í næstu viku:
Smyril skal sigla fleiri túrar
millum Suðuroynna og Havnina
Hendrik Old, løgtingsmadur, fyrireikar eitt uppskot at leggja fyri tingid um
at stuðla útjaðaragkini fíggjarliga. M.a. vil hann hava at Smyril skal sigla
fleiri túrar ímillum Havnina og Suðuroynna
ÁKI BERTHOLDSEN
Nú kemur spurningurin um
suðuroyarsiglingina fyri
løgtingid. Tað er Hendrik
Old, løgtingsmadur fyri
Suðuroynna, sum er í ferð
við at snikka eitt uppskot
til, sum skal leggjast fyri
tingið um at lata útjaðaru-
num almennan stuðul, fyri
at gera tað lættari hjá teim-
um, sum har búgva. M.a. vil
hann hava, at Smyril skal
sigla fleiri túrar ímillum
Havnina og Suðuroynna um
vikuna.
Javnaðarmaðurin úr Suð-
uroynni roknar við, at upp-
skotið verður klárt at leggja
fyri tingið fyrst í komandi
viku.
Kostar onki
Hendrik Old sigur, at upp-
skotið, sum hann fer at
leggja fyri tingið, fer ikki
at kosta landskassanum eitt
oyra. Tað byggir nevniliga
á eitt uppskot, sum javnað-
arflokkurin legði fyri tingið
í ár. Uppskotið bleiv sam-
tykt og peningur settur av
til tað. Sostatt skal eingin-
eykajáttan til. Tað er bara
ein tekniskur spurningur um
at flyta óbrúktar pengar av
einum stað í eitt annað stað.
Samtyktin í tinginum, sum
Hendrik Old sipar til, er
samtyktin um at seta eina
millión av til stuðul til út-
jaðaraplássini,so at livikor-
ini har blivu meiri javntstill-
að við livikorini í megin-
økinum.
M.a. varð víst á, at summa
staðni á útoyggj betala tey
eini 30-35 oyru meiri fyri
liturin av olju, enn tey gera
aðrastaðni í Føroyum, tí at
tað kostar so nógv at flyta
farm út í útoyggjar. Somu-
leiðis varð víst á, at tað er
nógv dýrari at flyta farm,
eitt nú landbúnaðarvýrur, av
útoyggj, inn á megingk-
ið.Alt hetta ger tað nógv
truplari og dýrari at búgva
á útoyggj, samstundis sum
vinnulívið í útoyggj ikki
verður verður kappingarført
við vinnulívið á megingki-
num.
- Tí skutu vit upp í vár, at
tingið setti eina millión av
til ymsan stuðul til tey, sum
búgva í útoyggj, sigur
Hendrik Old.
Hann sigur,at uppskotið
varð samtykt. Men áðrenn
tað kundi koma í gildi,
skuldi landsstýrið leggja
lógaruppskot fyri tingið,
sum segði akkurát, hvat
pengarnir skuldu kunna
brúkast til.
- Landsstýrið legði eisini
uppskot fyri tingið. Men tað
varð ongantíð avgreitt, tí
løgtingsvalid kom upp í
millum.
- Hendrik Old sigur, at
sostatt stendur milliónin
enn órýrd, hóast tað ikki eru
meiri enn gott tveir mánaðir
eftir av árinum.
- Hann sigur, at tað er
hendan milliónin, hann ætl-
ar at brúka til uppskotið,
sum hann leggur fyri tingið
fyrst í komandi viku.
- Sostatt fer uppskotið ikki
at kosta landskassanum eitt
oyra, sigur hann.
Hendrik Old sigur, at tað,
hann miðjar eftir við upp-
skotinum, er, at finna eina
loysn fyri teir báðar mán-
aðirnar, sum eru eftir av
árinum.
- Tað fer at gera fíggjar-
nevndini møguleika at við-
gera málið, og at seta peng-
ar av á komandi fíggjarlóg,
so at ein varandi loysn kann
fáast frá 1. Januar, leggur
hann afturat.
Hann sigur, at tað, sum
nú umræður, er at fáa eina
loysn sum skjótast, tí málið
er átrokandi. Tí ætlar hann,
at uppskotið skal fáa gildi
frá 1. november.
- Tað letur seg neyvan
gera at lata stuðul við aftur-
virkandi kraft. Tað er ein
vónleys uppgáva at lata
stuðul til farmagjald og olj-
ugjald við afturvirkandi
kraft. Men tað er umráðandi
at nakað hendir sum skjót-
ast. Tí haldi eg at milliónin
skal koma til nyttu í ár, sigur
hann.
Fleiri túrar við Smyrli
Hendrik Old sigur, at um-
framt stuðulin til útoyggj-
arnar, er ein partur av upp-
skotinum, sum hann fer at
leggja fyri tingið fyrst í
komandi viku, at fáa Smyril
at sigla fleiri túrar ímillum
Suðuroynna og Havnina.
- Nú milliónin, sum varð
játtað í vár, ikki er rørd enn,
ber til at lata eitt sindur av
henni fara til Suduroyarsigl-
ingina, hóast útoyggjarnar
eisini fáa sítt.
Sostatt er uppskotið, sum
hann fer at leggja fyri ting-
ið, tað sama, sum landsstýr-
ið legði fyri tingið í vár um,
hvat útoyggjastuðulin kundi
brúkast til. Men tað er lagað
til, so at suðuroyarsiglingin
kemur uppí.
Lógtingsmaðurin sigur, at
hóast útoyggjarnar fáa sítt
av útoyggjastuðlinum, tað
sum er eftir av árinum,
skuldi einar 400.000-
500.000 krónur av teirri eini
milliónini verið nóg mikið
til kanska tveir túrar afturat
um vikuna ímillum Havnina
og Suðuroynna við Smyrli.
Í løtuni eru bara tveir túrar
um dagin, hósdag , fríggja-
dag og sunnudag. Tað vil
siga, at tað er eitt glopp heilt
frá sunnudegi til hósdag í-
millum, at hann siglir tveir
túrarum dagin og tað er ov
leingi. Hendrik Old hugsar
í hesum sambandi ikki bara
Eg var bangin fyri tí
Tað eri ikki eg, sum spilli fóroyska fiskiveiðieftirlitið út í
donskum blødum, sigur fyrrverandi leiðarin á Vaktar og
Bjargingartænastuni
- Hatta havi eg púra onki við
at gera.
Jóan Karl Høgnesen, yvir-
maður í donsku marinuni av-
sannar uppá tað allar harð-
asta, at tað er hann, sum lekir
niðurgerðandi sýgur um før-
oyska fiskiveidieftirliti fyri
donskum bløðum.
Jóan Karl Høgnesen hevur
verið yvirmaður á danska
verjuskipinum Triton.
Men áðrenn tað var hann
leiðari á føroysku Vaktar og
Bjargingartænastuni. Men
gølan um Nólsoyar Páll kost-
aði honum starvið, og tað er
almenna fatanin, at fiskimál-
aráðharrin, John Petersen og
Jóan Karl Høgnesen ikki hav-
a sitid serliga væl um sátt
síðani.
Og tá ið danska blaðið Jyll-
andsposten nú um dagarnar
kundi endurgeva ein dul-
nevndan yvirmann á Triton
fyri at siga, hvussu lítið skil
er á føroyska fiskiveiðieftir-
litinum, vóru tað nógv sum
beinanvegin hildu: Hatta
kann bara vera ein hevndar-
atsókn frá Jóan Karl Høgn-
esen ímóti landsstýrismanni-
num í fiskivinnumálum, fyri
líkasum at siga takk fyri síðst.
Tað vardi heldur íkki
leingi, fyrrenn tað gekk sum
rótasúpan um alt landið, at
dulnevndi yvirmaðurin á Trit-
on var ongin annar enn Jóan
Karl Høgnesen.
Onevndi yvirmaðurin á
Triton fortaldi m.a. fyri Jyl-
landspostinum, hvussu væl
"fætter og kusine politikken"
trívist í føroyum og at tað
hendi ongantíð, at føroysk
skip vórðu tikin fyri at fiska
ólógliga.
Vórðu skip tíkin, fyri at
fiska ólógliga, eydnaðist tað
teimum altíð at fáa munnligt
loyvi til royndarfiskiskap frá
føroysku myndugleikunum.
Skrivligt loyvi høvdu tey
ongantíð umborð, segði yv-
irmaðurin fyri danska blað-
num.
Eg var bangin fyri tí
Vit fingu fatur á Jóan Karl
Høgnesen á miðdegi í gjár og
vit spurdu hann beinleiðis,
um tað er hann, sum er keldan
hjá danska blaðnum.
- Nei, svarar hann púra av-
gjørdur. Eg kenni onki til
hatta og havi onki við hatta
at gera.
Hann sigur, at hann íkki
siglir við Triton meiri
Tað eru fimm mánaðir síð-
ani at eg fór av Triton og at
nú sigli eg við Hvidbjørnen,
sigur Joan Karl.
Hann sigur, at fyrstu ferð
hann hoyrdi um søgurnar,
sum ganga um føroyska fisk-
iveiðiueftirlitið var í útvarpi-
num í fyrradagin á veg til
Føroyar við Hvidbjørnen.
-Satt at siga var eg bangin
fyri, at eg fór at verða lagdur
undir at verða eldan til tíð-
indini, tí tað hava fyrr gingið
leysasøgur um meg.
- Men tad kann eg so bara
avsanna uppá tað allar harð-
asta.Eg havi onki við málið
at gera, og sum sagt, havi eg
ikki verið við Triton í fimm
mánaðir.
Men dulnevndi yvirmaður-
in sigur eisini, at allir yvir-
menninir å Triton, vistu,
hvussu tilvildarligt føroyska
Jéan Karl Høgnesen,
fyrrverandi yvirmadur å
Triton
fiskiveidieftirlitid er?
- Tað havi eg onga við-
merking til. Tað má standa
fyri hansara egnu rokning,
sum hevur sagt tað fyri Jyl-
landspostinum.
Jóan Karl Høgnesen legur
afturat, at hann hevur ongar
viðmerkingar um málið,
hvorki sum yvirmaður í mar-
inuni, ella sum privatmaður.
- Eg vil ikki blandast uppí
hatta, tí eg havi onki við tað
at gera, sigur hann
Tí vil hann heldur ikki siga
nakað um, antin hann er
samdur við atfinningunum,
ella íkki.
- Vit arbeiða saman við før-
oyska fiskiveidieftirlitinum
og tosa javnan við teir, um
ymisk mál, sigur Jóan karl
Høgnesen.
Nú endar siglingin hjá Smyrli á tingborði. Hendrik Old
fer at leggja uppskot fyri tingið um at lata Smyril sigla
fleiri túrar um vikuna. Hann vil eisini hava tað almenna
at lata fólki í útjaðaranum stuðul til farmaflutning 0.s.fr.
Uppskotið fer onki at kosta sigur, hann, tí pengarnir eru
tókir
um ferðafólk, men eisini um
vinnulívið, tí eitt nå, fiskur,
sum verður keyptur á upp-
boðssgluni, "kemur næstan
ikki fram til Suduroynna”,
sum hann tekur til.
Javnaðarmaðurin úr Suð-
uroy sigur, at hann hevur
ikki lagt seg á ávísar dagar,
nær Smyril eigur at sigla
tveir túrar.
- Verður uppskotið hjá
mær samtykt, er neyðugt at
finna fram til, hvgrjar dagar
eykatúrarnir gera mest
gagn,sigur hann
Tó heldur hann, at at tað
er heilt neyðugt at ein eyka
túrur verður mánadag, tá ið
Norrøna kemur á Havnina
tíðliga um morgunin.
- Ferðafólk verða rikin av
koyggjuni klokkan fýra,
fimm um morgunin, men
tey sleppa ikki til Suðuroyar
fyrrenn klokkan 17.30 um
kveldið og eru ikki við hús
fyrrenn klokkan 20-21 um
kvgldið og tað er ikki at
bjóða fólki. Tað er eisini
blivid so nógv meiri at føra
seinastu árini, at tað er so
nógvur farmur, so nógvir
bilar og so nógv fólk við
månakvøld, at tað er ikki
verandi umborð. Og hóast
Smyril liggur á Havnini all-
an dagin, er so nógv at lasta,
at hann er at kalla seinkaður
hvørja ferð, tí manningin
tørnar so seint til av tí at
sáttmálaviðurskiftini eru so.
Hesum er tíðin farin frá og
teir neyðugt við einum eyka
túri månadag, sigur Hendrik
Old.
Góðir brúktir bilar úr Týsklandi
Audi 80 1,9 TD
75 hk diesel, gråmetallic, årg. 1992, 163.000 km, servo,
sentrallås, org. sóltak, tónaðar råtar, el-speg! við varma,
nakkastúttur aftan og framman, stereo vm.
Opel Calibra 2,0i 16V
150 hk bensin, reyður, árg. 1990, 128.000 km, ABS, servo,
sentrallás, org. el-sóltak, tónaðar el-rútar, el-spegl,
alu.felgur, spoilari, stereo vm.
VW Golf III 2,8 VR6
174 hk bensin, reyðmetallic, 5-hurdar, árg. 1993, 116.000
km, ABS, 2x airbag, servo, sentrallás, org. el-sóltak, tónaðar
el-rútar aftan og framman, el-spegl v. varma,
differentialesperru, 15" BBS alu.felgur, spoilarasett,
sportundirvogn, sportsetur, stereo vm.
VW Golf III 1,9 TD
75 hk diesel, myrkablåmetallic, S-hurðar, árg. 1993, 119.000
km, servo, sentrallås, org. el-sóltak, tónaðar rútar, 4x
nakkastúttur, stereo vm.
VW Vento 1,9 D
60 hk diesel, reyðmetallic, 4-hurðar, árg. 1992, 145.000 km,
Servo, stereo vm.
VW Passat 1,9 TD st.car
75 hk diesel, blåmetallic, årg. 1993, 152.000 km, servo,
sentrallás, org. el-sóltak, tónaðar rútar, el-spegl, takboylar,
verurúmsavdekkning, stereo vm.
Bilsøola, Lakk- & Plátu
erkstaður a Sign
-
Boks 32. Fo-410 kollafjorður
tlf. 421 S60 & 289 77
8 > fan. 421 067
e-mail: auto-impa post.olis ant.fo