fríggjadagur 23. oktober 1998síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Anfinn Kallsberg, lógmaður:
— Vit eru
eingin banan-
republikk
tíðindablaðið S0Slalurfin
-Vit hava onga áhuga í at verða stemplaðir sum ein ban-
arepublikk, og vit eru einki eldorado fyri ólógligar land-
ingar sigur Anfinn Kallsberg, lógmaður, sum ber ótta
fyri, at skrivingin, sum hevur tikið seg upp í donskum
blødum, kann skaða umdømi Føroya. Hvat viðvíkur
skuldsetingunum hjá yvirmanni umborð á Triton um, at
føroysk skip sleppa undan eftirliti, spyr lógmaður, um
ikki danska sjóverjan hevur til uppgávu at rókja
fiskiveiðieftirlit við Fóroyar eisini?
Jan MØLLER
Skuldsetingar í donskum
blødum um, at virki í Før-
oyum hvítvaska ólógligt
veiddan fisk hjá donskum
skipum og at danska sjó-
verjan ikki tekur føroysk
skip , sum veiða ólógliga,
hava sjokerað føroyskar
myndugleikar, sum bera
ótta fyri, at slíkt mål kann
fáa óhepnar avleiðingar fyri
umdømi Føroya.
Løgmadur visir å, at sær
vitandi er stríðið um og svik
við kvotum, sum nú er tíkið
upp í Danmark, ikki nakað
nýtt mál. Har eru jú fleiri
dómar feldir bæði í Dan-
mark og Noregi, og má
hetta væl merkja, at teirra
egnu veiðueftirlit ikki hava
verið nóg væl við.
-Eg havi ongan varhuga
av ella orsøk til at halda, at
Fiskiveiðieftirlitið í Føroy-
um ikki virkar á nøktandi
hátt. Mær vitandi er heldur
eingin kæra komin til Før-
oya landsstýri um, at vit ikki
uppfylla tær treytir, sum vit
hava bundið okkum til.
Løgmaður vísir á, at
skulu vit viðgera eina klagu
um tað føroyska fiskiveiði-
eftirlitið, so skal tað vera
gjøgnum tær vanligu kan-
alirnar og ikki gjøgnum
donsku pressuna.
Uppá fyrispurning um tað
ikki er vandi fyri, at trúvirði
og umdømi hjá ikki bert
føroysku fiskivinnunu-
myndugleikunum men hjá
Føroyum sum tjóð stendur
uppá spæl sigur løgmaður,
at hesin vandin avgjørt er
tilstedar, og tí er tað eisini
sera óheppið, at tað kemur
fram á henda hátt.
Hegt steði
-Men hvat vil tú siga við
útheimin, nú fóroyskir
myndugleikar vera gjørdir
til lógloysingar?
-Vit hava eitt fiskiveidi-
eftirlit við Føroyar, sum eg
haldi er á einum høgum
stødi og sum avgjørt røkir
sinar uppgåvur. Eru tad
onnur lond, sum hava ill-
gruna um, at teirra skip
landa i Føroyum fyri at
sleppa undan eftirlitinum i
heimlandinum, so eru tey
vælkomin hendavegin vid
sínum kærum. Eru tað við-
urskifti, sum tey ynskja ødr-
vísi í tí verandi samarbeið-
inum, so eru vit sjálvandi
tilreiðar at viðgera tað.
Løgmaður leggur aftrat,
at vit føroyingar eru so
avgjørt ikki áhugaðir í at
verða stemplaðir sum ein
bananrepublikk sum so ella
eitt eldorado fyri svørtum
landingum.
Anfinn Kallsberg sigur
seg ongar skuldsetingar
hava sæð uttan gjøgnum
Nr. 201 —
donsku pressuni. -Er nakað
í hesum, og er talan um eitt
politimál, so vil eg fegin
síggja tað sum eina sak fyri
at fáa at vita, hvat hetta snýr
seg um.
Nú ein yvirmaður um-
borð á danska sjóverjuskip-
inum Triton hevur úttalað
seg til Jyllands Posten um,
at føroysk skip sleppa
undan at verða tikin, tá tey
bróta lógina, spyr løgmaður
um ikki danska sjóverjan
hevur eina uppgávu at røkja
føroyskt fiskiveidueftirlit
eisini og hann spyr somu-
leiðis um, danska sjóverjan
hevur fingið ngkur kravboð
frá føroyskum myndugleik-
um um, at hon skal lata vera
við at hava eftirlit.
-Liggja tað kravboð frá
føroyskari síðu um, at eitt
stórt danskt inspektiónsskip
við tyrlu og entá við einum
23. OKTOBER 1998
Anfinn Kallsberg,
lógmaður vísir aftur
skuldsetingum
Golfstreamflogfari, sum
skal hava eftirlit å føroyska
fiskiveidiøkinum, ikki skal
hava fiskiveidueftirlit tå
talan er um føroysk skip, so
er okkurt heilt galid. Eg
kenni ikki nøkur slik krav-
boð, og tí kann eg bert taka
hetta sum eina roynd frá
danskari pressu at blása eitt
mál upp.
Er talan um manglandi
samskipan, so vil løgmadur
fegin taka målid upp.
Havsbrún
Alt hetta málið byrjaði ann-
ars við skuldsetingum í
danskari pressu um, at
Havsbrún í Fuglafirði hvít-
vaskaði ólógliga makrel-
veiðu hjá donskum nóta-
skipum. Skipini landaðu
sambært tíðindunum sild og
makrel, sjálvt um kvotan
varð uppi. Fiskin broytti so
navn á Havsbrún til onnur
fiskasløg, sum ikki eru kvot-
erað. Eisini skulu Føroyar
eftir tíðindunum í donskum
bløðum vera eitt satt „eldo-
rado“ fyri slíkum ólógligum
virksemi.
Kaj P. Mortensen, fiski-
vinnustjóri segði við
Dimmalætting í gjár, at
hesar skuldsetingar eru
fullkomiliga burturvið og
staðfestir hann tað, sum
løgmaður sigur við Sosialin
í dag, nevniliga, at vit hava
eitt gott og nøktandi eftirlit.
Í sambandi við skuld-
setingarnar móti Havsbrún
hevur løgreglan gjørt kann-
ingar og er komin til, at
fiskur landaður av útlendsk-
um skipum hevur broytt
navn. Kaj Mortensen sigur
við Dimmalætting, at tað er
sera óheppið, at slíkar kann-
ingar vera gjørdar, uttan at
føroyskir myndugleikar eru
kunnaðir um tað.
Hann vísir annars uppá
tað harðasta aftur, at fiski-
vinnumálstýrið skal hava
blástemplað ólógligan fiski-
skap undir Føroyum, eftir at
skip eru tíkin av donsku
sjóverjuni.
Lógmaður vil fegin vita,
um tað liggja nøkur
kravboð frá fóroyskum
myndugleikum til donsku
sjóverjuna um ikki at
røkja fiskiveidieftirlit á
fóroyskum øki