Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-10-24, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. oktober 1998síða 2

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

| maur | Bilun | — Internet: www.sosialurin.fo Boal Tróndarson | Turið Kjølbro ST hålvthundrad år á baki Oddagrein Í dag kann ST - Sameindu Tjóða - hátíð- arhalda sín 50 ára stovningardag. VIT eru mong, sum ynskja hesum ófora tiltaki - hesum alheims stovni og felags- skapi - tillukku. TAÐ verður ikki her pláss til at reksa upp alt tað góða og positiva, sum hesin fel- agsskapurin hevur staðið á odda fyri og útint øll hesi árini. ST hevur verið við til at tryggja heimsfriðin, síðani seinna heims- kriggj, hóast tað ikki er nakað dulsmál, at kriggj hevur verið gerandiskostur í mong- um londum og heimspørtum. Men vit eru vís í, at hevði ST ikki verið oll hesi ár, so hevði mangt verið oðrvísi. EISINI á so mongum ødrum økjum, humaniterum sum mentanarligum, hevur ST gingið undan. ST hevur verið og er framvegis heimsins samvitska. Hesin stovnur ger ongan mun millum fólk, hvar tey enn eru, hvørji tey eru og hvussu tey eru. UM somu tíð sum ST verður 50 ár frætta vit, at heimsins ríkasta land, USA, fram- vegis skyldar felagsskapinum nógvar pengar í limagjaldi. Tað er tann høgra- venda kongressin í USA, sum ikki vil gjalda. Orsøkin er ma. tann, at kongressin vil sleppa at gera av, hvussu ST skal fyrihalda sær í ávísum málum so sum abort. Tilverugrundarlag ST er nettup, at tað skal ikki bera til hjá einum landi at avgera, hvussu felagsskapurin skal ar- beiða. Talan er um ein altjóða felagsskap, sum skal virka sum so. VIT mugu bara seta okkara álit á, at amerikanski forsetin verður forur fyri at broyta verandi stoðu, soleiðis at landið rindar sína skuld og heldur sínar skyldur mótvegis ST og harvið ollum umheim- inum. Tað er tí eisini væl skiljandi, tá aðalskrivarin í ST nú undan 50 ára hald- inum, átalar USA fyri ikki at vilja gjalda sína skuld. Slíkt skapar ikki virðing fyri heimsins ríkasta landi. Tað er vón okkara, at amerikanarar til valini í november fara at velja ein demokratiskan meiriluta inn aftur í kongressina, tí verandi høgrameiri- luti er ikki bert ein trupulleiki fyri tað demo- kratiska USA, hann er í veruleikanum ein hóttan móti heimsfriðinum. LATIÐ okkum verja og hjúkla um ST og stuðla undir tess virksemi, soleiðis at hesin felagsskapur kann virka fult og heilt í eini fimti ár aftrat. Sosialurin Telefon: 311820 Telefax. 314720 e-mail: post Gsosialurin fo Vidmerking: Áðrenn vit loypa yvir til næsta punkt á skránni Javnaðarflokkurin er rættiliga komin í tann politiska brennidepilin. Tað er óðum tjóðveldismonnum fyri at takka. Teir trunkast kropp á kroppi í Sosialinum og Dimmu við illsinnisálopum á javnaðarfólk, hví vit ikki eru tjóðveldismenn júst so sum teir sjálvir. Fyri hvort blað í seinastuni eru teir meira østir og ågangandi, sigur Hans Pauli Strøm, løgtingsmadur Hví leika tey so í? Henda framferðin tykist margháttlig. Als ikki vanlig fyri tey sum halda seg hava eina góða sak og trúgva at hon fer at vinna. Heldur øv- ugt. Soleiðis plagar heldur tann at leika í, sum Óttast fyri at tap er í hendi, og í desperatión leggur sømilig- heit og sakligheit til viks og grípur til tey royndu vápn- ini, at dálka mótstøðumann- in Sjálvur havi eg fingið nøkur runublek í seinastuni. So eg man hava traðkað meint á politisku líktorn teirra Politisk kynisma at seta livskor fólksins í våda Rætt er, at eg havi havt nakrar kritiskar viðmerk- ingar til fullveldisskránna hjá landsstýrinum. Ikki til málið, tað sum miðað verð- ur eftir, einar fíggjarliga sjálvbjargnar og politiskt frælsar Føroyar - tað takið eg fult undir við og strembi eftir. Men eg havi funnist at og kann ikki taka undir við slíkum ússaligum og kyniskum máta at fremja eina loysing, sum eitt polit- iskt váðaspæl, har innsats- urin er lívskor og vælferð hjá fólkinum í Føroyum. Fyri at nøkta politisku for- fongiligheitina hjá føroysk- um nationalistum. Slíkt er markleys polit- iska kynisma, so stutt eftir at samfelag okkara fór á húsagang, bygdir og oyggj- ar nærum lagdar í oyði, familjur og mannalagnur sorlaðar, í túsundatali av landsmonnum rikin frá hús og heimi og burtur í útlegd. Búskaparliga byggir fullveldisætlanin á eina illusjón Eg havi m.a. loyvt mær at vísa á, at onki búskaparligt grundarlag er undir full- veldisætlanini. Búskapar- liga byggir hon á eina illu- sjón um, at tá fullveldið er proklamerað, fer vinnuliga orkan at spríkja fram alla- staðni og í so ríkt mát, at tað fer at bera til at taka ríkisstuðulin burtur eftir nøkrum árum eftir einum frammanundan fastløgdum skema. Onki hald er í hesum. Tað er tvørturim6ti - fara vit fram á tann hátt sum lands- stýrið ætlar, so kann tað koma at standa fólkinum dýrt. Tað eru ikki bert míni orð. Hetta er eisini sagt við lýsandi greiðum orðum frá okkara fremstu búskapar- frødingum. Teir siga tað uppaftur hvassari: skal full- veldi fremjast á tann hátt sum landsstýrið ætlar, so kostar tað livikor og væl- ferð. Ellisakfør í vatnbrunnin vid Gråastein f framtidini fer at bera til hjá fólki at skoða gamlar bilar og tekniskar lutir ann- ars í gamla vatnbrunninum hjá Tórshavnar Kommunu við Gráastein í Havn. Hesin brunnur er niður- lagdur fyri ngkrum árum síðani, og hevur býráðið samtykt at lata felagið Føroya Ellisakfør húsast í brunninum, sum skal setast í stand til endamálið. Hetta stendur at lesa í nýggjasta tíðindaskrivinum hjá felagnum, sum kom út nú um dagarnar. Mánakvgldið komandi klokkan 20“ hevur felagið limafund í hølunum yviri við Strond, har greitt verður frá um ætlanirnar við brunn- inum. Teir í Føroya Ellis- akførum eru sera fegnir um vælvildina frá býráðnum, tí nú fer at bera til hjá limu- num at vera saman um gomlu akførini undir taki, eins og teir eisini kunnu goyma akfør og stórri lutir. Og ambitiónirnar eru stórar, tí ætlanin er, at brunnurin einaferð í fram- tíðini skal gerast eitt rættu- ligt tekniskt fornminnis- savn. Hugsanir eru eisini frammi um, at vatnveiting- in, sum í morgin verður 100 ár, eisini skal vera partur av tekniska fornminnissavni- num, sigar teir í Føroya Ellisakførum. Hvi vikir samgongan nå undan ordaskifti? Øll eru fullgreid yvir, sam- gonga og andstøda eins og hvørt mansbarn í Føroyum, at tað er tann búskaparligi spurningurin sum er altav- gerandi í orðaskiftinum um sjálvstýri. Og altavgerandi fyri møguleikunum at vinna fram á mál. Tí undrar tað meg stór- liga, at landsstýrið, sam- gonga og boðfretar teirra, sum siga seg leggja so øgi- liga stóran dent á eitt al- ment, breitt, opið og polit- iskt sakligt orðaskifti, nú fullkomiliga tagdu tá tjakið kom inn á henda búskapar- liga kardinalspurningin. Hetta vilja teir ikki tjakast um. Er orsøkin tann, at teir eru trongdir upp i ein kr6k i hesum målinum? Heldur prát um grund- lóg enn um livikor? Um ikki hini í landsstýri- num ella í samgonguni síggja seg førar fyri tí, heyði so ikki fíggjarmálaráðharrin kunna sagt okkum, um bú- skaparfrødingarnir, sum rætt og slætt draga teppid undan fullveldisskrånni, eru á púra skeivari leið? Ella er man veruliga so kroystir av hesum, at man víkir undan Hans Pauli Stróm, hø tingmaður hesum ólagaliga orðaskifti- num og heldur skundar sær at loypa yvir í næsta punkt á skránni. Nú skal tað snúgva seg um grundlóg. Nú er við stórum stavum boðað frá at fyrsta dagin verður farið yvir til at tosað um grundlóg - tað er óivað eisini lagaligari at tosa leyst og fast um statsrætt og løg- fróði, enn um vinnulív og livikor og búskap. Leggi ikki í at svara Kai og Annitu Kanska er tað tí at tjóðveld- ismenn ikki vita, hvat teir skulu siga til hesar truplu spurningarnar um livikor og búskap, sum búskaparfrøð- ingarnir og onnur hava sett fram, at teir heldur leggjast so harðliga eftir javnaðar- fólki. Eg havi fingið ta iva- somu æru at verða skots- kiva hjá tveimum teirra. Ætlaði í fyrstani at geva teimum aftur av somu skuffu. Men Kai og Annita ríða so nidarliga, at eg leggi ikki í at svara teimum aftur. Skommin fellir aftur á tey. Vestmanna, 22.10.1998, Hans Pauli Strøm, javnadartingmadur Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum syndu samkenslu, tå ið okkara kæri maður, pápi, verfaðir og abbi Ernst Mikkelsen av Skála brádliga bleiv tikin frá okkum. Tøkk til tykkum báðar; sum so skjótt komu okkum til hjálpar. Tøkk fyri góð orð í kapellinum, og til øll, sum vóru har. Tøkk til bilførara og øll, sum vóru í heiminum. Tøkk til Jógvan prest, berarar, sangarar, kirkjutænarar og gllum, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Somuleiðis takka vit tykkum, sum bakaðu, stóðu fyri og hjålptu til við ervið, og annars øllum, ið á einhvønn hátt hava hjålpt til. Eisini takka vit fyri blómur, kransar, heilsanir og peningagávur til Bústovnin. Fyri tey avvarðandi, Sigrid, Herbert, Sverri, John, Sóley, Eyðleyg og Marit