Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-10-24, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. oktober 1998síða 3

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

i | i | Nr. 202 — 24. OKTOBER 1998 tidindabladid Anders Fogh Rasmussen, formaður i Vinst = Vit vilja varðveita ríkisfelagsskapin Formaðurin í Vinstraflokkinum heldur, at tað er í lagi at fóroyingar vilja hava meira sjálvstýri, men hann heldur ikki at tað harfyri er neyðugt at fóroysingar taka seg úr ríkisfelagsskapinum DAGNY JOENSEN Jens KR. VANG Vedurgudarnir tóktust at vera í sama hýri, sum viður- skiftini millum Danmark og Føroyar eru fløtuni. Regn, kalt og nógvur vindur var, tá nýggi formaðurin í Vinst- raflokkinum vitjaði í hós- dagin. Anders Fogh Rasmussen kendi seg kortini væl, og hevði fingið góða móttøku av Sambandsflokkinum, sum var vertur undir vitja- nini — Eg havi tvey endamál við vitjanini. Tað er sum nýggjur formaður í Vinstra- flokkinum at vitja Sam- bandsflokkin, og at hoyra teirra sjónarmið í samband við fullveldisætlanina Hitt endamálið er at hitta Anfinn Kallsberg, løgmann, fyri at kunna meg um tær ætlanir, sum Landsstýrið hevur í hesum sambandi, sigur Anders Fogh Rasmus- sen Hann heldur tað vera um- ráðandi, sum leiðari fyri størsta andstøduflokkinum í Danmark, at vita hvørji sjónarmið føroyingar hava um fullveldisætlanirnar. Try javnt sett lond í ríkisfelagsskapinum — Eg haldi tað vera av størsta týdningi,at vit í Dan- mark gera okkum greitt, at tey trý londini í ríkisfelags- skapinum eru javnt stillað lond. Vit fara tí ikki at leggja okkum út í, hvat før- oyingar ætla sær at gera vid- víkjandi ríkisfelagsskap- inum, sigur Anders Fogh Rasmussen. Hann vil - eins og danski stjórnarleiðarin, gera vart við, at sambandið í ríkis- felagsskapinum er annað og meir enn bert peningur, og vísir á mentanarliga og menniskjansliga samband- ið, sum í fleiri hundrað ár hava tengt Danmark og Før- oyar saman. Fíggjarligur solidaritetur — Tað er tí ein nåttårligur liður í samstarvinum, at vit sýna tykkum fíggjarliga so- lidaritet, sum er 1,5 mia. krónur árliga, men talan er eisini um hugburð og stødu- takan: — Ríkisfelagsskap- urin er millum trý eins verd- ug folkasløg, og fyri tað um okkurt kemur ímillum okk- um í hesum samstarvinum, so er ikki neyðugt hjá før- oyingum at taka seg úr fel- agsskapinum Donksu sjónarmiðini eru yvirhøvur, at vit skulu varðveita felagsskapin, men um føroyingar skulu gera álvara av fullveldisætlanu- num, so noyðast vit at siga frá Talan verður ikki um at veita blokstuðul, um so verður. Tað hava vit skyldu at siga føroyingum. — Vilja føroyingar hinveg- in fullveldi, so stendur tað tykkum frítt fyri, men so skal hetta samfelagið fíggj- ast á annan hátt. — Er talan um at tað skað- ar umdømid hjá Danmark i útheiminum, at fóroyingar ikki vilja samstarva longur? — Nú hugsi eg ikki, at út- heimurin ikki veit, at Før- oyar hava serligan status í danska ríkinum. Føroyar eru t.d. ikki limur í ES, og tí skaðar hetta ikki danska umdømid. Ikki góðtikið um Danmark noktar — Er tað ikki óheppið fyri Danmark, at ein partur av ríkisfelagsskapinum ynskir at virka sum sjálvstóðug tjóð. Er tað ikki tað sama sum at siga, at ríkisfelags- skapurin hevur givið skarv- in yvir? — Eg vildi hildið, at stød- an er júst tað mótsetta. Um Danmark ikki tekur ynskini hjá føroyingum í góðum, so kundi tað virka sum vístu vit okkum sum hjálanda- veldi. Tað verður ikki góð- tikið í útheiminum, sigur Anders Fogh Rasmussen. Hann vil heldur tosa um kensluna av at danir og før- oyingar eru tvey fólkaslýg, sum hava nógv felags, bæði mentanarliga, men eisini menniskjanslig. Hann kenn- ir Ld. nógvar føroyingar, sum eru giftir við dønum, og hann hevur eisini vitjað í Føroyum einar fýra ferðir, og heldur, at tað er óheppið, um hesi vinarbond skulu slítast. Neyðugt at broyta donsku grundlógina — Tað er tó einki ivamål, um føroyingar skulu hava fullveldi, so skal danska grundlógin broytast, og eis- ini, at tá verða føroysku um- boðinií Fólkatinginum av- tikin. Vit kunnu ikki hava tveir limir í danska Fólka- tinginum, sum eru úr gðrum landi, og tí skal grundlógar- broyting til, um tað verður veruleiki. — I fyrsta lagi skulu broyt- ingar gerast, og tær skulu staðfestast í tveimum fylgj- andi fólkatingskeiðum, um- framt at ein folkaatkvøda skal til, har 40 pst. av saml- aða atkvødunum skulu ver- ða fyri broytingunum. — Hetta er ein langt og tor- skilt mál, sum tekur drúgva tíð, sigur Anders Fogh Ras mussen Lagnufelagsskap i fleiri hudrad år — Hinvegin, um vit hava felags kongahus og gjald- oyra, so skuldi tað verið ein møguleiki fyri at samstarva — Talan er kortini ikki bert um pening, men eisini um mennisjansligar kenslur í Føroyum eins væl og i Dan- mark. Vit hava hóast alt ver- ið í lagnufelagsskapi í fleiri hundrað ár, sigur Anders Anders Fogh Rasmussen formaður í Vinstraflokkin um er fyri at varðveita ríkisfelagsskapin. Tað var hann í Føroyum og greiddi frá hósdagin: — Velja fóroyingar fullveldi so skal samfelagið figgjast á annan hátt, sigur formaðurin í Vistra- 7.11 flokkinum Fogh Rasmussen, sum fór avstað aftur fríggjamorgu nin John Petersen, landsstýrismaður í farloyvi: Rættast av mær at fara Í gjár tók landsstýrismaðurin seg úr starvinum sum landsstýrismaður, orsakað av at hann er skuldsettur í revsimåli: — Tað er ti rættast av mær at fara frá, meðan kanningar fara fram, sigur John Petersen í tíðindaskrivi DAGNY JOENSEN Seinastu dagarnar hevur nógv skriving verið um, at John Petersen, landsstýris- maður, hóast skuldsettur í revsimåli um at hava neyðtikið eina 17 ára gamla gentu, ikki fór frá sum landsstýrimaður. Tað hevur John Petersen tikið til eftir- tektar, og hevur bíðið løg- mann um farloyvi, meðan kanningarnar fara fram. Løgmadur tekur yvir måls- økini hjá landsstyrismanni- num. John Petersen, sum eisini var løgtingslimur, hevur bidid varamann sin halda fram i hesum starvi. Tað var annars mett i farnu í viku, at avgerð skul- di falla um, hvgrt landsstýr- ismaðurin skuldi ákærast, men enn er einki hent í tí málinum. Jens Severinsen, politiá- kæri, sigur við Sosialin, at einki er hent í kanningun- um, sum kann hava fingið John Petersen at fara frá júst nú. Ákærin heldur,at skriv- ingin í bløðunum er helst orsøkin.Arbeitt verður við málinum, og Jens Severin- sen vónar, at tað verður av- greitt um stutta tíð Anfinn Kallsberg, løg- maður, var burturstaddur í gjar Høgni Hoydal, varaløg- maður sigur, at John Peter- sen tók røttu avgerðina at fara frá, meðan kanningar- nar fara fram. — Tað tekur tíð at avgreiða slíkt mál, og tað er altíð keðiligt at hava slíka skuld- seting hangandi á sær. Tað darvar okkum øll í Lands- stýrinum, sigur Høgni Hoy- dal, sum kortini heldur, at løgmaður hevur borið seg rætt at, við ikki at leggja seg út í málið, men læt John Petersen sjálvan um tað. John Petersen er farin frá sum landsstýrismaður. Hann er skuldsettur fyri at havaframt neydtøku. La dsstýrismaðurin er í farloyvi, meðan kanningarnar fara fram,og til avgerð verður tikin um, hvørt hannskal ákærast ella málið fellur