leygardagur 24. oktober 1998síða 5
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 202 — 24. OKTOBER 1998
Nú er Hendrik Old er við at missa tolið:
tíðindablaðið S0Ssjalufn
Vil hava tingið at bjarga
400 arbeiðsplássum
- Nú er neyðugt at fáa greiði á,
um løgtingid veruliga er sinnað at bjarga
teimum 400 arbeiðsplássunum, sum beinleiðis eru knýtt at djúpvatnstrolaru-
num, ella um ætlanin at alt skal rúka
ÁKI BERTHOLDSEN
- Talan er um lívið og lagn-
una hjá yvir 400 fólkum. Í
fleiri mánaðir hevur verið
sagt, at ein loysn er beint
fyri framman. Men tað
hendir bara onki.
Nú er hendrik Old við at
missa tolið.
Í fleiri mánaðir hevur
landsstýrið boðað frá, at tað
arbeiðir við eini loysn, sum
kann bjarga teimum 12-13
djúpvatnstrolarunum frá at
fara á húsagang, eftir at teir
mistu fløgustudulin fyrr í år.
Men enn rgkist onki fyri
eini loysn.
Men Hendrik Old sigur,
at frættist onki úr landsstýr-
inum teir næstu dagarnar,
fer javnaðarflokkurin nú at
reisa málið í tinginum .
Tað eru meiri enn eitt ár
síðani, at teir, sum hava
djúpvatnstrolararnar, gjørdu
vart við, at teir komu ikki
at standa seg, mistu teir í-
løgustudulin.
Hinvegin hava teir boðað
frá, at fingu teir íløgustuðul
í 3-5 ár afturat, vóru teir so
mikið niðurgoldnir, at teir
kundi klára seg.
Leingi var fiskivinnuum-
sitingin í Tinganesi ikki til
at vika í spurninginum um
fløgustudul. Men fyrr í år
kom fram, at arbeitt varð
við eini loysn og í tí sam-
bandi varð m.a. biðið um
roknskapartøl frá reiðaríu-
num.
Ein loysn, sum hevur ver-
ið tosað um, er, at lata djúp-
vatnstrolararnar fáa hjá-
veiðikvotu ístaðin fyri hjá-
veiðiprosentini, sum teir
hava nú, tí kvotur kunnu
seljast, ella trolarar kunnu
keypa kvotur frá hvørjum
øðrum, tí so fáa onkrar túrar
eftir toski og hýsu afturat
djúpvatnsfiskinum.
Men síðani hoyrdist onki
aftur úr landsstýriunum.
Og nú ætlar javnaðar-
flokkurin ikki at bíða longri.
Hendrik Old, talsmaður
floksins í fiskivinnumálum,
sigur, at barslar landsstýrið
ikki við eini loysn teir næstu
dagarnar, fer javnaðarflokk-
urin at leggja uppskot fyri
tingid fyrst í november
mánaða um at bjarga djúp-
vatnstrolarunum.
- So skal tað standa sína
roynd um tað veruliga er
politiskur vilji til at bjarga
teimum 400 arbeiðspláss-
unum, sum eru beinleiðis
knýtt at djúpvatnstrolaru-
num, sigur hann.
Hann sigur, at hann veit
ikki, hví landsstýrið ikki
kemur við fráboðaðu loysn-
ini, antin talan er um 6-
semju, ella um tað heilt ein-
falt er tað, at ongin vilji er
til staðar.
- Men tað kann ein við-
gerð í løgtinginum so av-
dúkað, leggur hann afturat.
Annars ivast hann í, at
ætlanin hjá landsstýrinum at
lata trolarunum hjáveiði-
kvotu ístaðin fyri prosent er
nøkur loysn.
-Nú hava vit brúkt nógv
ár og nógvar kreftir uppá at
býta heimaleiðirnar sundur
ímillum tey ymsu skipa-
sløgini og at fáa teir stóru
trolararnar út á djúpt vatn.
Nú er friður á grunninum
og allir partar hava innrætt-
að seg eftir viðurskiftu-
num,sum tey eru. Men
skulu djúpvatnstrolararnir
hava kvotu aftur av toski og
40 stjørnur í
Sjón
nleikarhúsinum
Magnus á Kamarinum við klaverið og Regin Jacobsen við saxofonini. Hesir báðir eru
»veruligar goggur< Mynd: Álvur Haraldsen
Um vikuskiftið hava fólk høvi at leita sær eini 40 ár aftur í tíðina. Talan
er um tiltakið Afturhvarv'98, har meira enn 40 kendar fóroyskar tón-
leikastjórnur úr 50-60'unum fara skyggja
JOHN JOHANNESSEN
Talan er um trý kveld, har
møguleiki er at njóta góðan
gamlan tónleik. Hesi
kvgldini fara allir teir
kendastu tónleikabólkarnir
frá 60'árunum at framføra
tann tónleikin, ið var best
umtóktur í Føroyum tå.
Hesin tónleikur er, hóast
hann nú næstan er vorðin
eldri, tó ikki heilt gloymdur.
Tað hendir nevniliga meira
enn so, at vit hoyra hendan
tónleikin í útvarpinum. Men
tó er tað ikki ofta, at fólk
fáa høvi at hoyra hann
framførdan á palli.
Vit hava frætt, at
undirtøkan fyri tiltakinum
er avbera góð. Fyrireikarnir
hava longu selt hópin av
atgongumerkjum, og rokn-
að verður við, at húsið verð-
ur fult. So tey, ið ætla sær
til hetta tiltak, tey skulu
helst ikki vera sein á
sjóvarfallinum.
hýsu, skulu teir inn aftur á
grunnarnar, og tað kann
heilt leypa ólag á tað væl
avvigaðu skipanina, vit
hava funnið. Og tað kann
elva til nógv stríð og fortreð
Hava krav uppá eitt
svar
Hendrik Old sigur, at tey
400 fólkini, sum eru knýtt
at djúpvatnstrolarunum
hava krav upp á at fáa at
vita, hvar tey flóta, og um
tey eru keypt ella seld.
Sjálvur heldur hann, at
ongin ivi kann vera um, at
djúpvatnsflotin eigur at
varðveitast.
- Talan er um ein flota,
sum kastar ómetaliga nógv
arbeiði av sær, báði á sjógvi
og landi. Harafturat kemur,
at arbeiðið, sum djúpvatns-
flotin kastar av sær, mest-
sum bara er miðsavnað um
ávís gki í landinum, ikki
minst um Suðuryonna.
- Tí verður tað ein van-
lukka uttan líka fyri hesi
økini, sum djúpvatnstrolar-
arnir fara, sigur løgtings-
maðurin. Teir hava so stóran
tydning , at teir kasta tað
- Tað er lívið og lagnan hjá 400 fólkum sum tað snýr seg
um. Og tey hava krav uppá at fáa at vita, um tey
fleiri ferðir av sær aftur til
samfelagið, sum teir fáa í
fløgustuduli.
Try år afturat
Djúpvatnstrolararnir hava
fingið runt roknað eina mill-
ion í íløgustuðuli í part um
ári.
Hendrik Old sigur, at
uppskotið hjá javnaðar-
flokkinum tí verður, at djúp-
vatnstrolararnir skulu fáa í-
løgustudul eini trý år aftur-
at, men møguliga skal hann
minka so líðandi.
-Vit fara ikki at gera tølini
til tann avgerandi spurning-
in, tey kunnu vit semjast um
í unginum - bara tey bjarga
trolarum
Hann vísir t.d. á, at fløg
ustuðulin í ár kann takast
av teimum 40 milliónunum
eru settar av til endurnýgg-
ing av skipaflotanum, men
sum enn standa mestsum 6
rørdar, hóast bara tveir mån-
aðir eru eftir av árinum
50x 75 cm.
Fyrr 245.- NÚ 95.-
40 x 60 cm.
Fyrr 178.- NÚ 85.-
30x 45 cm.
Fyrr 128.- NU 65.-
20 x 30 cm.
Fyrr 48.- NU 25.-
-galdandi allan oktober
| góðu
størri
eftir egnum
SMS - Tel. 319820- 310606 - Fax 314955
E-mail: tryarin(? post.olivant.fo
Fødingardags-
tilboð
negativi |
ella dias
(dias kr. 10,-
eyka fyn hvort)
arin
FOTO & VIDEO
FLØGUR