leygardagur 24. oktober 1998síða 7
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 202 — 24. OKTOBER 1998
tíðindablaðið SOSJaludin
Lorkaði burtur starvið sum umboðskvinna fyri
fóroyskar sjúklingar í Keypmannahavn:
Nú er hon sett sum
sjúkrasystrastjór
a Frederiksberg
Í juni mánað varð Anna Guttesen, sjúkrasystir, við víðari útbúgving í MPA,
sett sum umboðskvinna at verða sambindilið millum fóroyska og danska sjúk-
rahúsverkið. Hon hevur hvørki hoyrt orð ella eið síðani í summar, og hevur
nú tikið av tilboðnum at gerast sjúkrasystrastjóri á Frederiksberg Hospital: —
Tað er spell, tí neyvan er nakar persónur tókur, sum hevur so neyvt innlit í
føroyskum eins væl og í donskum viðurskiftum á hesum øki, sigur Anna
Guttesen
DAGNY JOENSEN
Tað hevur leingi verið í um-
búna at seta á stovn eitt um-
boð fyri føroyska sjúkra-
húsverkið í Danmark. Hetta
umboðið skuldi átaka sær
at hava eftirlit við viðgerð
0.Ø., og samstundis at taka
sær av sjúklingum, sum fara
til Danmarkar.
Í summar varð starvið lýst
leyst, men starvslýsingin
segði einki um, hvønn løn-
arflokk starvið skuldi flokk-
ast undir, av tí at tað íkki
var viðmerkt, hvgrja út-
búgving viðkomndi skuldi
hava.
Frætti einki aftur
Anna Guttesen var ein av
umsøkjararunum, sum var
biðin um at koma til starvs-
samrødu við sjúkrahusstjór-
an, sum tá var fyribils settur.
Hon fekk starvið, men
hoyrdi annars einki aftur úr
Føroyum. Hon hevur annars
frætt, at trupulleikin var,
hvussu hon lønarliga skuldi
flokkast.
Talan var eisini um, hvort
Sjúkrasystrafelagið í Føroy-
um ella tað í Danmark skul-
di føra lønarsamrådingarnar
í samband við nýggja starv-
ið, men har spurdist einki
burtur úr.
Tá tað nú stóð Onnu Gutt-
esen í boði at gerast sjúkra-
systrastjóri á Frederiksberg
Hospitali, tók hon av. Hon
byrjar í nýggja starvinum
um stutta tíð.
Bestu meguleikar
og førleikar
Anna Guttesen hevði bestu
møguleikar og førleika at
røkja starvid sum umbods-
kvinna fyri føroyskar sjúkl-
ingarn í Danmark. Hon hev-
ur arbeitt sum sjúkrasystir í
nógv ár, hevur verið fak-
felagsformaður í deild í
danska sjúkrasystrafelagn-
um í 19 ár, og hevur víðari
útbúgvingvingina MPA,
sum er útbúgving innan al-
menna umsiting.
— Eg var til setanarsam-
rødu í summar, og eg havi
ringt til Heilsumálastýrið
fyri at vita, hvussu stødan
var viðvíkjandi starvinum,
men einki frætt aftur - ann-
að enn at onkur eitt kveldi,
tá eg ikki var inni, sigur
Anna Guttesen.
Vildi fegin arbeitt
fyri føroyingar
— Tað er hugstoytt at av-
varðandi myndugleikarnir í
Føroyum hava lorkað hetta
starvið burtur. Hetta var ein
spennandi avbjóðing, har
starvið skuldi byggjast upp,
og serliga at tað hevði sam-
band við føroysk viður-
skifti, sum eg fegin vildi
gjørt nakað fyri at bóta um.
— Nú eri eg 54 ára gomul,
og eg havi ikki stundir at
bíða eftir føroysku myndug-
leikunum, men kenni eisini,
at eg ikki skyldi teimum
nakað. Tí tók eg við sum
sjúkrasystrastjóri, sigur
Anna Guttesen.
Hon verður limur í leidsl-
uni á hospitalinum, og skal
serliga taka sær av sjúkra-
røktini, og gleðir seg at fara
til verka.
Anna Guttesen var annars
sera væl búgvin til nýggja
føroyska starvið. Hon
kennir føroyska sjúkrahús-
verkið og hevur sum fak-
felagskvinna í Danmark
havt neyvt samstarv við
sjúkrahúsverkið í Danmark,
og hevur innlit sum fáur.
— Tað hevði annars gjørt
tað lættari at fáa umboðs-
starvið bygt upp, sigur Anna
Guttesen.
Eingin føroysk sjúkra-
systir hevur somu útbúgv-
ing sum Anna Guttesen, og
hon kennir øll fólkini sum
hon í hesum starvi skuldi
samstarva við.
— Tað er minst líka so um-
ráðandi sum alt tað, ið hevur
við fakliga gkið at gera, sig-
ur Anna Guttesen.
Lønarsamrådingarnar
dust drågvar
aria á Dul, starvsfólka-
stjóri í Almanna- og Heils-
umålastyrinum, visti ikki,at
Anna Guttesen hevdi fingið
annad starv.
Um orsøkina til at henda
starvssetanin tók drúgva tíð
at faá í rættlag, er, at starvið,
sum er nýtt, skuldi flokkast
í ein ávísan lønarb6lk.
— Tað er fíggjarmálastýr-
ið, sum hevur samráðst við
danska sjúkrasystrafelagið
um lønarspurningin, og so
vítt eg veit, eru samráðing-
arnar ikki lidnar enn.
— Slíkar samráðingar eru
ofta drúgvar, men eg hugsi
ikki, at vit høvdu væntað at
starvið var greitt at fara til
fyrr enn í oktober - nov-
ember mánað, sigur Maria
á Dul, sum váttar, at Anna
Guttesen hevði fingið játtað
starvið, men at hon eisini
hevði fingið at vita, at hon
skuldi hoyra nærri, tá sam-
ráðingarnar og lønarflokk-
ingin var í lagi.
Í fíggarmálastýrininum
var tann embætismaðurin,
sum hevur ført lønarsam-
ráðingarnar, ikki at hitta í
gjár.
Ætlaninar detta
ikki burtur
Helena Dam á Neystbø
landsstýrismaður, harmast,
at Anna Guttesen er farin í
annað starv.
— Tað kunnu vit bert taka
til eftirtektar. Lønarsamråd-
ingarnar halda fram, ti eitt
fólk skal setast i starvið,
og ætlanirnar um at stovna
hetta, detta ikki niðurfyri
Nú mugu vit lýsa starvið av
nýggjum,sigur Helena Dam
á Neystabø.
Kendasti sumbingur 100 ár
18. novembur er dagurin, tá ið ein av kendastu sumbingunum nakrantíð hevði fylt 100 ár. Talan er um kenda skaldið
Poul F. Joensen
JOHN JOHANNESSEN
Poul F. Joensen segði sjálv-
ur einaferð, at hann ikki helt
seg fáa nóg nógva virðing
fyri skaldskap sín. Tó sær
ikk? út til, at hetta er gald-
andi í dag. Ætlanin er nevni-
liga at gera rættuliga nógv
burturúr fødingardegi hans-
ara. Og so eru tað eisini
nøkur av teimum fremstu
listarfólkunum í Føroyum,
ið eru biðin at heiðra Pól F.
á fødingardegi hansara.
Sumba
Sumbingar eru allir sera
ernir av, at Pol F. vaks upp í
heimbygd teirra. Tískil eru
tað fyrst og fremst sumb-
ingar, ið fara at hátíðarhalda
fødingardag skaldsins.
Brødurnir Dånjal Johan -
og Finnbogi Lisberg gjørdu
fyri tíð síðani av, at teir
vildu geva skaldinum ein
virðiligan 100 ára dag. Hes-
ir settu seg í samband við
Norðurlandahúsið, ið bein-
anvegin játtaði at vera við í
ætlanini.
Eftir hetta, so hevur Finn-
bogi Lisberg arbeitt við at
fáa fólk til at heiðra skaldið
á ymiskar hættir. Og hetta
hevur eydnast honum sera
væl. Hann hevur m.a. fingið
Kim Hansen, Hanus Johan-
sen, Sverra Egholm, Eyðun
Johannesen og Anker Eli
Petersen at nýta sínar list-
arligu gávur, fyri at heiðra
skaldinum.
Ætlanin er, at Kim Hans-
en skal spæla undir til fel-
agssang av yrkingum hjå
Poul F., Hanus Johansen
skal spæla og syngja ymisk-
ar yrkingar hjå skaldinum,
Sverri Egolm skal lesa upp,
Eyðun Johannesen fer at
halda onkran fyrilestur og
Anker Eli Petersen fer at
gera eina myndakavalkadu
av „Jarðarferðini“ eftir Pål
F. Joensen. Harafturat, so er
eisini ætlanin, at sumbingar
skulu dansa og kvøda kvædi
og visur eftir skaldid og
Landsbókasavnið skal skipa
fyri framsýning av handrit-
um o.g. eftir kenda sum-
binginum.
Ferðandi tiltak
Hetta tiltakið, ið sumbingar
skipa fyri, saman við Norð-
urlandahúsinum, skal ikki
bert ganga fyri seg á einum
stað. Nei, ætlanin er, at til-
takið fyrst skal verða í
Sumba, síðani verður ein
partur av tí møguliga fluttur
til Tvgroyrar og endin verð-
ur so, at tiltakið endar í
Norðurlandahúsinum.
Tiltýkini í Sumba og í
Norðurlandahúsinum hava
somu skrá.
Tvøramenn eiga eisini
Poul F.
Skaldið Poul F. Joensen
hevur eisini verid Tvørå-
maður burturav. Hann starv-
aðist sum lærari í Froðba í
nógv ár. Hetta ger, at Tvgra-
menn eisini kenna Poul F.
sum teirra bygdamann. Tí-
skil hava fólk á Tvøroyri
eisini tikið seg saman at
skipa soleiðis fyri, at fød-
ingardagur skaldsins eisini
verður hátíðarhildin á Tvør-
oyri.
Tiltakið á Tvgroyri hevur
ikki heilt somu skrå, sum
tiltakið í Sumba og í Norð-
urlandahúsinum, men eisini
hava tvgráfólk fingið fatur
á mentaðum fólki, ið hava
gjørt nakað serligt til dagin.
Tað er nevniliga so, at
tvgráfólk hava heitt á Knút
Olsen og Jens Mortan Mort-
ensen, um at gera kórsatsir
til nakrar av yrkingunum
hjá Poul F.. Meiningin er so,
at eitt manskór á Tvøroyri
skal syngja hesar satsir
Eisini ætla tvøråmenn,
eins og sumbingar, at skipa
fyri felagssangi, fyrilestri,
upplestri, framsýning og
føroyskum dansi.
So sigast kann, at sjålvt
um Poul F. helt seg fáa on
lítla virðing meðan hann
livdi, so fær hann sanniliga
virðing nú á 100 ára degn-
um.