leygardagur 24. oktober 1998síða 11
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 202 — 24. OKTOBER 1998
Nr. 202 - 24. OKTOBER 1998
Mynd tikin vid húsini, har hermenninir hildu til,
Húsini átti Mass Niclasen, ið er á myndini saman við
soninum Lenhardi. Feðgarnir búðu á loftinum og
høvdu kúgv í kjallaranum, og bretarnir hildu til í
miðhæddini
soslalkudn
lan Lindsey, bretskur hermaður i Fóroyum undir krígnum:
Tíðin rennur frá mær...
- Ég eri ein gamal maður nú og tíðin rennur skjótt frá mær, men eg gloymi
aldri tíðina í Føroyum, fólkini eg hitti og ikki minst løturnar í Sjónleikarhúsi-
num, sigur bretin lan Lindsey, sum á gamalsaldrinum er komin fram á myndir
tiknar í Havn og á Velbastað í 1942
Turið Kjølbro
Í hálvt hundrað ár hava
myndir av nøkrum børnum
á Velbastað verið goymdar
burtur í eini skuffu í einum
heimi í St. Helens í Mer-
seyside í Onglandi. Hesar
myndirnar tók lan Lindsey,
ið var hermaður í bretska
herinum undir seinna
heimsbardaga. Árini 1941
og 1942 var hann í Føroy-
um.
Myndirnar eru nú komnar
undan kavi aftur, eitt sindur
litfarnar og kámar eru tær
vorðnar, men tíðin hevur
ikki bitið á meiri enn so, at
tað sæst týðiliga, hvørji eru
avmyndað. Í vón um, at
onkur fær gleði av at síggja
tær, ikki minst tey, sum eru
avmyndað, hevur lan
Lindsey sent myndirnar til
Føroya.
Flestu myndirnar eru av
børnum å Velbastad, ein av
fótbóltsliði hjá HB í 1942,
tikin á vellinum, og ein er
av tveimum bretskum her-
monnum, tikin á Skansa-
num.
Gott fólk
Sum skilst dámdi Ian Linds-
ey sera væl í Føroyum og
hann minnist aftur á tíðina
her við takksemi. Fyrstu tíð-
ina var hann á Skansanum
og eitt stutt skifti á Velba-
stað, har ein sokallad sign-
alstóð var, sum hevði til
uppgåvu at seta seg í sam-
band við skip, serliga
svensk skip, ið komu úr
Suðurameriku við farmi.
- Mær dámdi sera væl at
vera saman við føroyingum.
Fólkini á Velbastað vóru
ógvuliga fryntlig og blíð.
Eina ferð vit vóru innikavað
í nakrar dagar bóru tey okk-
um mat. Meðan eg var á
Fl Ser: ! SE
Mynd tikin i skålagardinum i einum frikorteri. Frå vinstru Linhild Niclasen,
Niclas Petur Niclasen, Håkun Danielsen, Jógvan við Á og Elin Poulsen
Velbastað tók eg hesar
myndirnar við einum ógv-
uliga gomlum myndatóli og
síðani hava tær verið burtur
goymdar, skrivar lan Linds-
ey í brævinum.
lan Lindsey, ið er komin
væl til árs nú, sigur, at tað
hevdi verið harmiligt, um
hesi sum eru á myndini ikki
fingu høvid at síggja mynd-
irnar.
- Eg sendi tykkum mynd-
irnar í vón um, at onkur sær :
tær og minnist aftur å tidina, -
sum var. Eg gloymi ikki so
leingi eg livi tidina i Før-
oyum, og serliga løturnar i
Sjónleikarhúsinum liggja
mær frammalaga í huga.
Og væl minnist lan.
Flestu ngvnini á teimum á
myndunum eru skrivað á
baksíðuni.
Tíðin rennur
Tá ið lan og felagirnir í her-
inum fóru úr Føroyum í
1942 vóru teir eitt skifti í
herskyldu í Norðsjónum og
har komu teir út fyri nógv-
6 |
| Mynd av John Niclasen,
| tikin í túninum, har
Signalstødin var
um ræduligum
- Eg eri ein gamal madur
nú og tíðin rennur frå mær,
skrivar lan, og hann endar
brævið við hesum orðum:
May you live happy in your
Northern Íslands. May God
be with you all
Mynd tikin niðanfyri
skúlan. Frá vinstru Lin-
hild Niclasen, Oddmar
Niclasen og Agnas Nicla-
sen