leygardagur 24. oktober 1998síða 12
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Durita er ein kvinna við beini í nøsini. Hon dugir at leggja kós og finna veg á heimshøvunum.
Durita Holm hevur lagt 15.000 fjóðingar afturum:
Og ongin trýr eini kvinnu
— Tað vóru so fá í Føroyum sum trúðu mini ætlan, at eg í vónbrotni næstan snikti meg úr Føroyum. Ørvisi hevði ver-
ið, um eg hevði verið maður. Men foreldur mini trúðu mær og uttan teirra stuðul hevði hendan ferð verið av ongum,
sigur Durita Holm, sum seinastu tvey árini hevur lagt 15.000 fjórðingar afturum. Tað er 15 ferðir yvir á Kappan
Tekstur og myndir: Jústinus
Leivsson Eidesgaard
Singapore, Sosialurin:
Hon liggur og vaggar róliga
í eystfallinum. „Salka
Valka“ føroyski betong—
báturin, seglbáturin, sum
hevur lagt 15.000 fjórðingar
aftur um á ferðini kring
heimin. Nú eru 12.000 eftir
og „Salka Valka“ liggur í
Johorsundinum, sum skilir
Singapore frá Malaysia og
hvílir seg aftan á túrin
gjøgnum Indonesia. Hon
sigldi gjøgnum Singa—pore-
strætið við berum seglum,
tí kølivatnspumpan var
gingið fyri og myrkur kom
á, áðrenn hon lá fyri akker.
Fáastaðni í heiminum er so
nógv skipaferðsla sum her.
Tað er sera heitt um-borð.
Hóast góð tvey ár í tropu-
hitanum, so rennir sveittin
av mær. „Salka Valka“ er
ikki nakað nú-tímans skip
vid luftkøling og ødrum
hentleikum. Hon er fyrst og
fremst eitt segl-skip. Eitt
skip, sum hálv-liðugt, varð
keypt av før-oyskum ide-
alistum, ið vildu royna
royna aldargomlu ítróttina,
at sigla um høv og nema
nýtt land. Tá hendan heims-
ferð kom í lag varð „Salka
Valka“ í skundi innrættað
soleiðis, at pláss var fyri
nøkrum ferða-fólkum, sum
vid teirra luttøku kundu
vera við til at fíggja ferðina.
„Salka Valka“ er ikki klædd
innan við dýrum eksotisk-
um viði. Skjóttvaksandi
grann prýðir niðri undir og
her er hugnaligt. Tað sum
vantar í dýr-um tilfarið
verður givið aftur í hugna
og karakteri. Hóast sveitt-
an, so kenni eg meg stak
væl umborð.
Skiparin eitur Durita
Holm, hon er 23 ára gomul
og hon kolleveltir full-
komiliga tí vanligu ímynd-
ini av, hvussu ein skipari
eigur at vera. Hon er ikki
grov og vedurbard við al-
skyns tatoveringum. Hon
hevur ikki fingið eyðkenda
siglaraprátið við alskyns
klicheum, ella ovurnýttum
innantómum orðafell-um.
Hon er høg og vøkur við
nýlitaðum hárið, hon er
sterk og kimlig og hon er
áhugaverd og stuttlig at
práta við. Og so er hon so
deiliga føroysk. Heiman—
sandsgentan er ikki bangin
fyri at tosa føroyskt umborð
við gestirnar, hóast mann—
ingin er donsk. Tað fellir
henni heilt náttúrligt.
Níggju ára gamli sonur mín
Fríi, sum er á vitjan í Singa-
pore, er við umborð. Hann
dámar væl skipið, men sig-
ur bart út við skiparan, at
hann als ikki kundi hugsað
sær at siglt við.
Siglt alt lívið
Og nú flyta vit okkum eitt
sindur aftur í tíðina. Dreym-
urin hjá Duritu at sigla er
ikki nýkomin. Hon hevur
siglt tað hon kann minnast.
Hon hevur fingið rullið við
móðurmjólkini. Durita er
dóttir Tórstein Holm, tann—
lækna á Sandi og hann hev—
ur stóran áhuga í bátum.
Hann eigur part í Salku
Valku og eigur eisini ein
skotskan deksbát, sum er
spískur í báðum endum.
Tórstein og konan nýta
stóran part av teirra frítíð á
ferð millum lond í bátum
teirra. Nú er Durita vorðin
partaeigari eisini.
— Vit vóru burtur hvørja
summarferiu og eg var
„sooo“ ring av sjóverki
fyrstu dagarnar umborð.
Tað minnist eg ilt afturá. Eg
hataði at sigla. Men stuttligt
var, tá veðrið var gott og tá
vit komu til londini, vit
høvdu sett kós móti. Tað
vóru stuttligar sum-mar—
ferjur. Vit vóru altíð saman,
eg og beiggi mín, sigur Dur-
Ita.
— Eg var stødd i Edinburg,
tå tankin um at sigla kring
knøttin spakuliga byrjaði at
mennast. Eg var tå 19 åra
gomul. Eg visti ikki hvussu
eg skuldi fåa tad sagt. Eg
måtti hava ein båt og måtti
eisini hava moralskan stu6—
ul. Eg hugsadi um eg skriva
heim til foreldur mini. Tey
åttu part i Salka Valku sam—
an vid einum ødrum. Eg
mannadi meg upp og ringdi
heim. Påpi t6k telefonina.
Eg segði, at eg hevði nakað
ógvuliga alvorligt at tosa
við hann um. Hann svaraði
„Ná“ og so var tøgn eina
løtu í telefonini. So spurdi
hann: „Hevur tað nakað við
míni skip at gera?“ Eg svar-
aði: „Ja“ og tað loyndarfulla
hvarv í samtaluni beinan-
vegin. Hann og mamma
hava stuðlað mær dyggiliga
síðan og uttan teirra stuðul
vóru teir 15.000 fjórðingar-
nir ikki sigldir, sigur Durita
Holm.
- Eg flutti heim aftur til
Nr. 202 —
24. OKTOBER 1998
Føroyar og var í átta mån—
aðar við línubátinum
„Grana“. Eg mátti vinna
mær eitt sindur av peningi.
Síðan var farið undir at inn—
rætta „Salku Valku“. Hug—
skotið við ferðini er, at fígg—
ing skal fáast til vega við at
hava ferðafólk við.. Fólk
rinda fyri at sigla við og vit
skifta manning tá ein teinur
eg sigldur. Tað er bara eg
sum havi verið við alla tíð-
ina. Tí var neyðugt við fleiri
koyggjum umborð og tað
skuldi eisini vera livilligt
hjá átta fólkum. Í lugarinum
og í aftur-kahittini vóru
koyggjur gjørdad. Miðskips
hava vit so uppihaldsrúmið.
„Salka Valka“ var ikki hálv-
liðug, tá vit fóru úr Føroy-
um. Eg vildi bara sleppa
vekk skjótast møguligt. Tað
liggur ikki heilt til føroy-
ingar at vera ævintýrarar.
Ongin gravgangur hevur
verið eftir at sleppa við, hó-
ast nakrir føroyingar verið
við. Eg hoyrdi næstan bara
negativt og møtti ikki stór-
um hjålp-semi. Eg haldi
ongin trúði, at eg sum