leygardagur 24. oktober 1998síða 13
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
kvinna fór at klára hesa
ferð, sigur Durita, ið helst
uttan at siga tað hart hugsar
um hóvastákið, tá føroysk
mannfólk hava gjørt stórar
ferðir um høv.
Óroynd um hav
Durita fór stillisliga úr Før-
oyum við kós móti Portu-
gál. Her var ætlanin at
„Salka Valka“ skuldi á bed-
ing.
- Ferðin gekk væl niður
til Portugáls. Men eg fekk
rættuliga mína sak fyri á
bedingini. Eg var einsamøll
umborð, meðan arbeiði fór
fram og har var so nógv at
hugsa um. Alt skuldi vera
til reiðar til stóru ferðina,
sum ikki rættuliga byrjaði
fyrr enn vit loystu í Portu—
gál, sigur Durita Holm.
- Tá „Salka Valka“ var
liðug av bedingini, hildu vit
leiðina út í Atlantshav aftur.
Kósin var sett móti Kanar—
isku oyggjunum. Hetta var
ein torfør tíð fyri meg, men
samstundis lærdi eg nógv.
Eg skuldi læra handverkið
at sigla og eg dugi at síggja
í dag, nú nógvar 1000 fjórð-
ingar seinni, at eg dugdi ikki
nógv, tá vit byrjaðu.
— Nakrir føroyingar hava
verið við á ferðini, tó hevur
manningin fyri tað mesta
verið danir. Eg vil nevna
ein føroying, sum hevði
stóran týdning og so vóni
eg ikki at hini blíva for-
nermaði. Tað er Mikkjal
Helmsdal. (Mikkjal er sonur
Sólvu Johannesen og Kára
Helmsdal, blåm.) Hann var
6førur, ein sjómaður burtur—
av og dugdi at fáast við alt.
Hann var ein góður stýri-
maður og var mín høgra
hond í torføru lærutíðini,
sigur Durita.
Ur Kanarisku oyggjunum
varð kósin sett vestur í hav
og um beint fyri jól í 1996
var „Salka Valka“ stødd í
Karibiska havinum. Her var
vitjað ymsa standni .
Romantikkur í Karibia
Túrurin í Karibia broytti lív-
ið hjá Duritu munandi. Her
Nr. 202 - 24. OKTOBER 1998
møtti hon manninum í lívi-
num. Hann er norð-maður
og eitur Erik Tørju-sen.
Hann er 34 ára gamal og er
ein sannur globe-trottari,
ella ferðagarpur. Hann er út-
búgvin lærari, men hevur
ferðast kring heimin ein
stóran part av lívinum. Erik
var sjálvur á ferð við báti
sínum, tá tey møttust og tey
gjørdist góð.
— Vit fylgdust á leiðini til
Panama. Vit sigldu gjøgn-
um veitina um miðjan feb-
ruar 1997. Síðan fylgdust
vid tvørtur um Kyrrahavid
og av og å so hittust vit
eisini sjålvsagt. At fylgjast
á stóra Kyrrahavinum er so
nógv sagt, tað vóru fleiri
dagar, hvar vit ikki sóu
hvgnn annan, Men vit vóru
nærhendis hvgrjum ðrum,
sigur Durita.
- Komin gjøgnum Pana-
ma lá Kyrrahavið víðopið
fyri okkum. Hetta er eitt øg-
iligt hav og stórt. Mær
dámdi at sigla her. Tá tú
siglir yvir heimshøvunum
við teimum stødugu vindu-
num, so gerst lívið ógvuliga
regluligt um-borð. Tað er
fullkomiliga friðaligt. Tú
fær ongar im-pulsir aðra-
staðni frá. Her er einki rad-
io, sum órógvar, onki sjón-
varp, ongin tele-fon, ongin
blød. Tú siglir 30 dagar utt-
an at síggja eitt einasta skip.
Skjótt troyttast tú eisini at
tosa við hini. Onki er at taka
stóðu til. Báturin siglir.
Vindróðri syrgir fyri at kós-
in verður hildin. Tú hevur
fullkomiliga frið við teg
sjálvan og Føroyar eru so
óendaliga langt aftur í heil-
anum. Tú kennir teg sum
ein part av heiminum. Tú
skrivar dagbók og lesir og
hevur tað gott við teg sjálv-
an, sigur Durita Holm.
„Salka Valka var í Kyrra—
havinum 50 ára dagin fyri
at heimskenda ferðin hjá
Thor Heyerdal við „Kon
Tiki“ endaði.
— Vit hátíðarhildu hendan
dagin við einum glasi av
rom. Allir siglarar hava
virðing fyri Thor Heyerdal.
Í messuni á „Salku Valku“ er h
dánir om maðurin er yrkjari.
Hann er ein eldri maður nú
og hann livir á Kanarisku
oyggjunum saman við ein-
ari ungari kvinnu, sigur
Durita
Thor Heyerdal royndi at
prógva at búsetingin av
oyggjunum í Polynesien fór
fram úr Suðurameriku.
Hann bygdi hetta åstødid á
sagnir úr Peru. Hann prógv-—
aði, at tað bar til at reka úr
Peru á einum flaka og til
Polynesisku oyggarnar.
Seinni er hetta ástóðið mót-
prógvað. Búsetingin í Kyrr-
ahavinum kom úr Indoneisa
er semja um.
Upp á vegin
A ferðini um Kyrra Havið
gerst Durita við barn og í
New Zealandi eigur hon
eina dóttir. Her mynstrar
Erik umborð á ,Salku
Valku“ og hann skal vera
við tað eftir er av ferðini.
- Eingilin hjá okkum varð
doypt Freyja og hon er eitt
ævintýr inni í ævintýrinum,
mammu sa. Akkurát nú er
hon heima í Noreg saman
við pápanum og vitjar. Hon
kemur út aftur, tá vit eru
komin til Thailands, sigur
Durita og bjóðar okkum aft-
ur í kahyttina at síggja
hvussu Freyja býr.
Freyja svevur í stýri-
borðskoyggjuni og eitt net
er sett upp fyri koyggju—
kantinum, soleiðis at hon
ikki skal detta á dúrkið í
rullinum. Durita vísir við
vátum eygum myndir av
dóttrini.
- Tað er strævið at sigla
við einum lítlum barni, men
tað er sunt fyri hana. Hon
hevur alla tíðina mammu og
pápa kring seg. Tá vit eru
farin í land á lítlum oyggj-
um við gummibátinum og
Freyja hevur verið við, so
situr hon við fingrunum
niðri í sjónum og nýtir lívið.
Tey innføddu eru heilt vill
við hesum lítla hvíta barni,
og tey taka hana frá okkum,
so skjótt vit eru komin í
land. Í fyrstuni dámdi mær
hetta einki, men nú havi eg
vant meg við tað, sigur Dur-
ugnaligt. Her síggjast tveir av manninini, teir eru
ita.
Eta fisk
A ferðini plaga tey at fiska.
Og tey hava javnan fisk til
døgurda. Annars eta tey
nógv grønmeti. Grøn-meti
fæst allastaðni á teim-um
ymisku oyggjunum og um-
borð á „Salku Valku“ er
ongin frystiboks.
- Vit hava eisini veitt onk-
ran tunfisk. Tunfiskurin
smakkar stak væl. Onkur
flúgvifiskur dettir eisini nid-
ur á dekkið, men teir eru
mangan so smáir, at lítil
matur er í teimum, sigur
hon.
Hvussu hevur Durita kent
tað at verið skipari á ferðini.
-Ferðin hevur lært meg
eina rúgvu av tolsemi. Tá
ein livir so tætt saman, so
er ein noyddur at vera fleks-
ibul. Eg havi ongar trupul-
leikar at vísa mynd-ugleika
sum skipari. Annars gongur
tað rættuliga demo-kratiskt
fyri seg umborð. Eru tað
stórri avgerðir, sum skulu
takast, so tosa vit altíð sam-
an og finna fram til hvat er
rættast.
Í Indonesia var „Salka
Valka“ í kjalarvørrinum av
Trónda Patursyni. Teir vitj-
aðu somu bygd Lambata
har á hverjum ári einirl10
avgustar verða hildnir til.
- Her verður eisini nakað
av grind hildin til á hvørjum
ári og heimssamfelagið lýs-
ir ikki hesa bygd í bann av
teirri orsøk. Vit svumu eis-
ini saman við august-unum
og tað var fantastiskt at
síggja hesar 50 tons tungu
hvalir kimliga í sjónum.
Heim á Olavsøku
„Salka Valka“ er nú á veg
upp til Thailand. Nakað
undan jólum, fer hon við
landnyrðingsmonsuninum
út í Indiska Havið. Leiðin
liggur til India, Maldi—-vur-
nar, Suður Yemen, Reyða
Havið, Suez, Miðjarahavið,
Gibraltar. Síðan beina leið
út í hav, til hon er komin á
longd við Føroyar og sidan
beina leid heim.
„Salka Valka“ til akkers í Singapore. -
- Eg var 21 tá eg fór undir
hesa ferð og eg verið 24 tá
eg komið heim aftur. Ég
haldi eg eri vorðin eitt betri
menniskja av at síggja
nýggjar mentanir og hvussu
onnur fólk liva. Eg eri vorð
in meira tolerant, sigur Dur-
ita Holm.
Durita er bert 23 ára gom-
ul. Hon hevur longu verið
skipari og siglt somu teinar
sum Kolumbus, Cook og
Heyerdal sigldu. Og hon
hevur eisini nýtt segl
Hon er eitt konubrot og
ein góður ambassadørur fyri
Føroyar úti í heimi. Hon
eigur pláss um nøkur år i
fgroysku søgubékunum
saman við Siggert og hon
hevur uppiborið eina dygg
iliga móttøku, tå hon kemur
heim við „Salku Valku“
komandi ár