Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-10-24, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. oktober 1998síða 14

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 202 — 24. OKTOBER 1998 entanin er alt Lívsgrundarlagog hugburður í bygdini Barrow í Alaska Kargar umsteður við ríkum djóralívi Bygdin Barrow liggur í North Slope økinum, ið er alt økid fram vid norður- strondini á Alaska norðan fyri ta stóru fjallarødina Brooks Range, góðar 500 kilometrar norðan fyri pól- kringin. Her búgva umleið 5000 fólk. Bæði fólkið og mál teirra kallast inupiat Átta inupiat bygdaløg finn- ast å North Slope-økinum Fólkið er av mongolskum uppruna og hevur búð her i eimi 10.000 ár ella meira. Fornfreðiligir fundir vísa á búseting í Barrow í eim 3000 ár. 7025 fólk búgva í North Slope økinum, og gott 4000 av teimum í Bar- row Lívsgrundarlagið á hes- um veðurherðu leiðum hev- ur verið hvalaveiða og onn- ur veiða. Ongir møguleikar er í økinum til nakað slag av landbúnaði. Í fólkayv- irlitinum er ongin skrásettur at liva av jørðini. Lendið er kargt og oyði. Permafrost er bara ein hálvan metur undir jørð. Okið er avkavað einar átta til níggju mánaðir um árið. Henda forðingin fyri dyrking er samstundis treyt fyri veiðimentanini og tí gamla undirstødubuskapin- um — subsistens ella natural- húsarhald. Fleiri hvalasløg ferðast fram við strondini vár og heyst. Grønlands- slættibøkan er hvalurin, tey mest dúva uppá, men nógv er eisini til av Ld. gráhvali, springara og hvítfiski. Landdýraveiða hevur nógv at siga, serstakliga sum reinsdjór og elgdjór. Tvøst, spik, kjøt og annar matur kann goymast í permafrosti og havast til matna alt árið. Fólk goyma hann bara í kjallaranum. Eg kom á tal við ein starvsfelaga á uni- versitetinum í bygdini (jú, har er universitet!). Maður hennara var elektrikari. Hann var beint afturkomin av veiðiferð inni í landinum við seks reinsdjórum, so hon var komin at hitta okk- um beint úr slaktinum. Tey vóru ikki liðug, og hon skuldi skunda sær heim aftur at fáa veiðuna til høldar niður í teirra "ice- cellar.” Tað er, sum eg skilti, hetta, ið treytar búfast fólk á staðnum. Um hvalur og permafrost ikki var, hevði fólkið ivaleyst noyðst at livað sum nomadur ella hålvnomadur, ið fylgja eftir landsúgdjórunum á teirra ferðingum suður og norð. Skúlaviðurskiftini hava verið sera vánalig næstan fram til dagin í dag, og inu- piat-mentanin kúgað. Børn- ini vóru sligin í skúlanum, um tey tosaðu inupiat og ikki enskt. Vit prátaðu við nakrar ungar menn um 20 ára aldur og yngri, ið ikki høvdu lært sítt egna mål í barnaskúlanum. Men nú vóru teir farnir at læra seg at lesa og skriva á móður- málinum. "Vit skula vinna málið aftur! Søgdu teir. Hvussu so víkir og vendir!" Fyrsta kristna kirkjan varð bygd í 1890-árunum. Sum eg skilti, var økid eisini umsitingarliga óskip- að til fyri stuttum. Ella í hvussu var, har fanst bara umsiting á lágum stødi, ið ikki kundi nýtast sum am- boð at taka ímóti nakrari vinnuligari útbygging, ið neyðuga kom við oljufund- unum í 60-árunum. Umsitingarliga er hvgr av teimum átta bygdunum ein eind við egnum borgmeist- ara. North Slope-gkið er samskipað í The North Slope Borough við felags umsitingarleiðara, ið eisini ber heitið borgmeistari. Barrow verður sagdur at liggja við heimsins enda, og nógv er um tað. Í dag hugleiðir Eyðun Andreassen, fólkalívsfreðingur um vitjan í Barrow í heyst. Texaco-oljusamtakið hevdi boðið 16 føroyingum at vitja Alaska Undirstødubuskapur Adrenn tann stóra oljuvinn- an kom í Prudhoe Bay í North Slope-gkinum, var samfelagið hjá heimafólk- inum bæði í Norður- og Vestur Alaska langt tilaft- urskomið mett við europe- iskum eygum. Fyri tríati ár- um síðani var lýsi einasta orkukelda í North Slope gkinum. Onki elektrisitet, ongin olja. Fólk hevði ikki hita inni, ikki heitt vatn, ikki el-ljós. Ongir vegir, ongar kloakkir o.s.fr. Har vóru heldur ongi ráð til slíkt. Eitt gott lív eftir nútíðarmeti kann ikki skap- ast við undirstødubuskapi sum hesum. Við oljuvinnuni komu pengar til økid og við teimum nýggjar tíðir. Heimafólkið í Alaska fær í dag stórar veitingar frá olju- vinnuni. Beinleiðis og 6- beinleiðis. Øgiliga stórar inntgkur! So stórar, at tú Eyðun Andreassen, professari tosar við ein kvinnuligan professara á universitinum í Barrow kann undrast á, at nakað er eftir av fólki og mentan á staðnum. At ikki alt er rent um kolll og druknað í peng- um. Vinnulig samskipan Eg spurdi borgmeistaran í North Slope Borough, hvat var tað besta tiltakið, fólkið har hevði gjørt fyri at meta ídnaðarútbyggingini. Svarið var greitt og eintýtt. Tað var, at alt inupiat-fólkið var skipað í eitt vinnusamtak, har hvgr einstakur íbúgvi var shareholder. Eg hugsi, henda skipan kann minna nakað um andeilsskipanina í norðanlondum, har allir borgarar eru andeilshavarar. Hetta felag stendur fyri øll- um sambandi millum lok- alfólkið og oljuvinnuna. Gjøgnum felagið hevur fólkið ngkur rættindi, m.a. framíhjárættindi til ávís ar- beiði. Ágóði, ið stavar frá ymsum gjøldum frá vinn- uni, verður harumframt goldin øllum shareholders. Tvær høvudsorsøkir høvdu verið til at velja hesa skipan, ið kann tykjast fremmand her hjá okkum. Onnur er, at fólkið og gkið var illa skip- að frammanundan. Felagið kom partvís í staðin fyri eina vælmenta lokala pol- itiska skipan. Hin grundin er, at væntandi útbúgving, væntandi royndir og kunn- leiki til alt hetta nýggja, hevði gjørt tað 6gjørligt at tikið nakað javnbjóðis sam- band upp á fruktagóðum grundarlag við oljufeløgini og myndugleikarnar. Tørv- urin á vælútbúnum fólki hevur alla tíðina verið stórur hjá inupiat-fólkinum í hesi tíð. Eitt felags eyðkenni fyri hesa skipan, ið eisini er sett í verk í hinum gkjunum í Alaska við upprunafólki, er at í leiðsluni sita fólk, ið nokk eru av teirra egna fólki, men sum hava verið burturi og nomið sær lær- dóm. Leiðarin fyri share- holderfelagið NANA í øk- inum beint sunnan fyri North Slope á vesturstrond- ini, ið vit hittu, greiddi frá, at hon var farin heimanífrá sum barn, og ikki dugdi at skriva ella tosa sítt egna móðurmál. Men hon skilti tað. Stríðið um jørðina Rættargrundarlagið undir hesi skipan er frumrætturin til lendi og undirgrund, ið fólkið hevur fingið viður- keni. USA keypti Alaska frá Russlandi í 1867. Tá búðu umleið 30.000 fólk í land- inum, næstan bara heima- fólk. Bara eini túsund fólk búði har tá, ið ikki hoyra til heimafólkið. Í dag búgva eini 700.000 fólk í Alaska. Myndugleikarnir kannaðu sær ognarrættin til alt land- øki og rættin til rikidømid í Býarmynd úr Barrow. Alt er sandur. Húsini standa á pelum orsakað av perma- frostinum. Hóast vegirnir eru vánaligir og fáir, so eru nógvir dýrir bilar har