Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-10-24, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. oktober 1998síða 15

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 202 — 24. OKTOBER 1998 undirgrundini. Heimafólkið hevði framvegis veiðurætt, men ikki serliga tryggan. Eftir tógvið stríð hevur heimafólkið fingið ognar- rætt og útvinningarrætt til umleið 10% av øllum land- øki í Alaska, og fyri loyvi at útvinna olju og ikki minst flyta hana í rgrleiðing frá Prudhoe Bay á norður- strondini suður til Valdez á suðurstrondini, fær heima- fólkið avgjøld, leigu og endurgjøld av ymiskum slag. Osemjurnar við heima- fólkið endaðu ikki fyrr enn í 70-árunum við ymiskum avtalum og fyriskipanum. Sum eitt úrslit var skipaður ein grunnur, har oljufeløgini gjalda inn pening. Ur hesum grunni — The Permanent Fund — fær hvør einasti Al- askabúgvi goldið eina ávísa upphædd um árið. Borgarar í Alaska gjalda ikki skatt til statin, bara til samveldis- myndugleikarnar. Fyri heimafólkið er hartil ymsar serligar skipanir m.a. shareholder-felggini. Ser- ligar skattareglur er eisini galdandi fyri heimafólkið. Mentan er alt Hvat brúka tey so allan henda pening til? I samrød- um vit høvdu við leiðarar í vinnulívi, umsiting og und- irvísing í Barrow og North Slope-økinum, varð allur dentur lagdur á, at aðalmál- ið var at varðveita undir- stýðubúskapin og tað ment- an, ið var vaksin fram undir honum hjá inupiat-fólkin- um. Hetta er viljin hjá fólki, ikki búskaparlig treyt. Olju- vinnan hevur havt so stórar inntøkur við sær, at fólkið kundi havt ráð til ikki at veitt hval. Men hetta snør seg ikki um pengar. Hetta snør seg um mentan og lívs- hátt. Uttan hvalaveiduna og aðrar partar av tí traditio- nella lívsmynstrinum var ikki longur nøkur orsøk at liva í Barrow. Tað er hugburðurin um mentan og traðitionell livs- virði, ið dríva verkið í Bar- row, ikki búskaparlig neyð- vendugheit. Peningaliga er ongin orsøk at búgva í Barrow longur. Oljuvinnan og alt, ið fylg- ir við henni, hevur borið veldig materiell framstig til fólkið í Barrow. Ljós og varma, kloakkir, vegir og annan lokalan infrastruktur. Skúlin er mentur og und- irvíst verður á inupiat máli. Handlar við øllum nútímans vørum eru í bygdini, og eitt stórt mentanarhús er um at gerast liðugt. Eitt serstakt høli var í hesum húsi til traditionelt handverk og traditionella veiðivitan. Har var ætlanin at eldri fólk skuldi kunna læra tey yngru eitt nú at taka upp eftir hvalaveiðina, soleiðis sum tey høvdu lært í síni tíð. Og sjálvandi eisini eftir aðra veiði av landsúgdjórum. Mentanarhúsið var við vilja bygt við síðuna av ell- is- og umlættingarheimin- um í bygdini. Ein grundin var sjálvsagt fyri at lætta um hjá teimum gomlu at koma í húsið, men ein enn stórri grund var, at so kundu tey ungu hitta tey eldru her. Tað er júst eitt eyðkenni við mo- dernaðum lívi, at bondini millum ættarliðini fækkast. Tá fer virðismikil vitan fyri skeyti. Tað versta kann gerast tað besta Rikidømi kom til Barrow vid oljuøldini, men ikki av sær sjålvum. Eitt áradrúgt og tógvið stríð liggur aftan fyri teimum rættindum, heimafólkið hevur fingið. Bæði í sambandi við olju- vinnuna og yvirhøvur í rík- inum. Ikki minst í samband við at Alaska varð innlimað sum egin statur í USA í 1959. Og risainntøkurnar frå oljuni hava volt teimum trupulleikar = eisini. Eg spurdi borgmeistaran í The North Slope Borough eisini, hvat tað versta var, ið fylgdi við oljuríkidóminum. Held- ur ikki nú var hann í iva. Nógv rúseitur kom í brúk millum serliga tað unga fólkið, og harav nógv neyð. Samfelagið legði dentin á, at basa hesum trupulleikum. Barrow er púrasta turrløgd fyri alkohol til dómis. Tað er eisini lætt at fylgja við hesi gongd, tí har er bara flogsamband við umheimin. Ongir vegir, onki skipasam- band. Hetta var ringt, legði hann afturat. Og nógvir aðrir trupulleikar = stóðust av broytingunum hesi seinastu 30 árini. Men segði hann, og hesum tóku øll undir við: “Tað versta kann snúgvast til tað besta, um viljin er til steðar!" Jú betur vit ansa eftir, betur uppføra tey seg "Vit kunna onki gera við oljuvinnuna,” segði hesin vónríki borgmeistarin, "tað er oljuvinnan, ið ger nakað við okkum!" Onki kemur okkum at gagni av sær sjálvum. Vit hava avgjørt, at hetta er okkara ábyrgd, og vit hava tær royndir, at oljurisarnir fegnir fylgja okkum í tí, vit vilja. Ella sum vit plaga at siga her: "The closer we watch, the better they behave!" Mentan í lesari luft? Lívið hjá fólkinum í Barrow í dag er ikki grundað á teirra gomlu vinnuvegir við hvalaveiðuni sum hgvuðs- tátti. Teir kunna ikki veita fólki stødi til eitt gott lív eftir nútíðar meti. Ongir vinnuvegir um- framt veiðina eru bygðir á lokalt tilfeingi, ídnað ella annað. Tó gevur ferðavinn- an nakað. Í yvirlitinum yvir fyritøkur í Barrow sæst, at so at siga allar hava "con- struction” sum høvudsøki. Tað merkir, at allar liva oljuvinnuni, beinleiðis ella Í í tilknýti til hana. Veitingar til oljuvinnuna eru teirra høvudsøki eftir sáttmálun- um um framíhjárætt hjá heimafólkinum. Tvørligu flutningsviður- skiftini forða fyri vinnu- ligari útbygging á gðrum økjum. Einasta flutnings- leid er luftin, og tad er sera dyrt. Eftir stendur so viljin hjå hesum fólkinum at liva eftir og varðveita sítt lívsmynst- ur og sína mentan. Ongar vánir eru um vinnuligt grundarlag á staðnum, so tann dagin oljan ikki gevur fleiri inntøkur, er framtíðin óviss, um ikki rætt verður atborið og lagt verður upp Mentan og olja lið um lið í Alaska. Eyðun Andre- assen, fólkalívsfreðingur her saman við Eyðun Elttør, oljumálaráðharra. Aftan fyri teir rørleidingin, sum flytur alla oljuna frá Prudhoe Bay til Valdez Stórhvalur hevur í fleiri túsund ár verið mið- depulin í lívinum og mentanini hjá Inupiatfólkinum. Myndir Jan Miller Johan Mortensen, tíð- indaleiðari í útvapinum stæddur í Barrow - inni í kjaftinum á stórhvali- num, sum er eitt og alt fyri Inupiatfólkið av inntøkunum. Oljan gevur ikki tad sama i dag, sum hon hevur givið, so tað mest av- gerðandi á politisku dags- skránni í Barrow eins og øllum Alaska, er at tryggja framtíðina. "Politikararnir í hesum landi eru forkelaðir út um rímiligt mark hesi árini við teimum risastóru ojuinntøk- unum!" Soleiðis málbar ein av fyrilestrarhaldarunum fyri okkum seg. Eg spurdi, um teir høvdu tíkið við skilið, nú ið skillig tekin só- ust til lækkandi oljuinntøk- ur. Tað helt hann ikki, og hesum vóru hini við pall- borðið samd í. Framtíðin hjá mentanini í Barrow og øllum Alaska er treytað av, at myndug- leikarnir kunna sær hógv í dag, og leggja upp fyri Livst, so spyrst. (Vitjanin í Alaska kom í lag eftir eina innbjóðing frá teimum fýra oljufeløgunum Texaco, Arco, Conoco og Murphy Oil, ið eru saman í oljusmataki, sum arbeiðir á føroyska økinum.)