mánadagur 1. desember 2003síða 23
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
44
Nr. 244 - 23. desember 2003
Nr. 244 - 23. desember 2003
45
Rani Nolsøe, tónleikari
og valevni:
– Eg havi onki persónligt ynski, men
eitt politiskt. Eg ynski, at arbeiðið hjá
sjálvstýrissamgonguni, sum júst er farin
frá, hevur styrkt sjálvstýrishugburðin
hjá føroyingum so mikið, at arbeiðið
fyri Føroya sjálvstýri kemur styrkt úr
valinum tann 20. januar
Nýggjársynski
JÓLAHALD
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Ein fastur táttur í felagslívinum
hjá pensjonistunum í Suðuroy
hevur verið jólaveitslurnar.
Men í ár gjørdu bæði pensjon-
istafeløgini í oynni av at halda
veitslu í felag.
Tað gjørdu tey so herfyri. Og
eftir lagnum at døma, verður
hetta ikki seinastu ferðina, at tey
halda veitslu saman.
Tilsamans vóru næstan 100
pensjonistar úr allir oynni savn-
aðir á veitslu á hotellinum í
Øravík og har var etið, drukkið,
prátað, fortalt og dansa til nakað
út á náttina.
Við borðið, sum Torgerð Suð-
uroy stjórnaði við hegni, varð
borðreitt við fleskasteik og øll-
um, sum hartil hoyrir og omaná
var mandlurís við mandlum og
mandlugávum. Øll hundrað
fingu eisini eina lítla jólagávu.
Sagt verður ofta, at har tveir
føroyingar hittast, verður sungið.
So tað er heldur ikki at undrast á,
at tað verður sungið, har 100 før-
oyingar hittast og undir borð-
haldinum varð sungið bæði væl
og leing, onkur fortaldi eina
góða og onkur hugleiddi um
ymiskt.
Øll oyggin savnaðist
Herfyri hittust pensjonistar úr allari Suðuroynni til hugnaløtu, har tey
hildu á til nakað út á náttina
Tað varð vagga aftur og fram, tá ið sungið varð
Boð vóru eisini eftir Bunyan úr Vági og Vanja úr Hvalba til eitt lítið spæl, sum borðfútin, Torgerð Suðuroy, skipaði
fyri
Men onki er ókeypis í hesi verð, heldur ikki hjá teimum eldru. Á hugna-
løtuni seldu tey lutaseðlar við einari ørgrynnu av vinningum. Her sortera
tey seðlar
C
M
Y
K
45
44