Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-01, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. desember 2003síða 24

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

46 Nr. 244 - 23. desember 2003 Nr. 244 - 23. desember 2003 47 J.R.R. TOLKIEN OG RINGANNA HARRI eftir Hanus Kamban ILÚVATAR OG SAURON Í UPPHAVI var Eru, sum á okkara máli verður rópt Ilúvatar. Hann var ein mikil og floygdur andi, sum sendi sínar tankar út í tómleikan, har teir yndisliga mólu hvør um annan og mynd- aðu alføgur skap, ið vóru sum hin fagrasti, himmalski tónleikur. Á henda hátt skapti Ilúvatar Ainarnar, heimsins fyrstu og hægstu andar. Teir vóru algóðir og sýntust ósjálvsøknir. Kortini hevði ein teirra - Melkor - hug at virka í sjálvdrátti, og soleiðis kom tað fyrsta misljóðið inn í heimin. Men Ilúvatar, hin upp- havligi, skapti sum svar uppaftur fagrari og víðfevndari tónleik, so at eisini misljóðið gjørdist ein veftur í skaparverksins full- komna plaggi. Og soleiðis bar tað á, at ikki bara álvar vórðu skaptir, valir, eldar, ljósálvar og døkkálvar, men eisini menniskjur og dvørgar og somuleiðis eitt nú tær stóru og seinføru træverur, sum rópast entar, og minni tespiligir skapningar sum trøll, tussar, urukheiar, lindormar og balroggar. Og lond vórðu til, teirra millum tað gamla ríkið Númenor og seinni eisini Gondor og Rohan. Men um hetta mundið hevði misljóð av álvara tikið seg upp í heiminum. Valin Gorgoth stjól teir dýrabaru silmarillarnar, av hesum stóðst mikil bardagi, og álvanna glæsiligi staður Beleriand sakk í havið. Tann áðurnevndi ainin Melkor tók sær somuleiðis óráð fyri, gjørdist treiskur og óflýggjaligur, so at hann brátt fekk heitið Myrkur- sins Drottur. Og hansara fremsti tænari var Sauron. Sauron smíðaði Ringin Eina, og hansara veldi vaks, til ein øgilig fylking av álvum og dýrum og menn- iskjum fór í orrustu ímóti honum á fløtuni Dagorlad. Men seinni feldi Sauron Elendil kong, og svørðið Narsil brotnaði í lutir tvá. Men Ísildur, sonur Elendil, tók Narsil og skar við tí brotna svørðinum ringin av Saurons hond. Og hetta er baksýnið fyri teimum hendingum, sum sagt verður frá í Ringanna Harra. TOLKIEN - MÁLFRØÐINGUR OG SKALD EIN KUNDI hildið, at ein skapanarsøga sum henda (ið her er endurgivin við fáum orðum) er sprottin so líðandi úr einum tjóðarmedviti, eins og tann keltiska, norrøna ella grikska. Men í roynd og veru er hon skapt av einum manni. Hesin maðurin æt John Ronald Reuel Tolkien. Hann varð føddur í 1892 í Bloemfontein í Suður- afrika. Faðirættin var týsk, komin til Onglands í fyrru helvt av 18. øld, kanska nakað eftir at Georg Fyrsti, sum tann fyrsti av Hann- overættini, settist á hásætið í Onglandi. Í 1895 flutti familjan úr Suðurafrika til Onglands, men longu í barndóminum misti Tolkien bæði foreldrini. Hann vaks upp í Birmingham, í vestara parti av Miðonglandi, í einum katólskum umhvørvi. Tá ið Fyrri Veraldarbardagi tók seg supp, varð Tolkien inn- kallaður, og hann luttók, sum yvirmaður millum fótfólkið, í teimum ræðuligu bardøgunum á Somme-hermótinum frá juli til oktober 1916. Har misti hann tveir av sínum bestu vinum, fekk skotgravarfepur og varð heim- sendur. Eftir kríggið las Tolkien mál- frøði, og í 1925 gjørdist hann professari í angulsaksiskum við lærda háskúlan í Oxford. Hann var tiltikin sum undirvísari. Men hann var eisini granskari, hans- ara fyrilestur, hildin í 1936, um angulsaksiska fornkvæðið Beowulf var slóðbrótandi, og er enn í dag dyggasta ritgerð, sum skrivað er um hetta evni. At fáast við málfrøði var, soleiðis sum Tolkien hugsaði sær hetta arbeiði, ein munin floygd- ari og víðsveimdari vísindagrein, enn hildið verður í dag. Tolkien helt, at málfrøði og skaldskapur vóru tveir tættir í eini heild, og at annar tátturin ikki kundi vera hin fyriuttan. Men treyðugt so, onkuntíð kundi undirvísingin kennast møtimikil, og har serstakliga kanska stílrættingin. Og sum nú Tolkien ein dag situr og rættar stílar, kemur hann fram á eitt tómt ark. Í spølni og sum fyri at lætta um tað keðsama arbeiðið skrivar hann tá á arkið hesi orð: Í einari holu í jørðini búði ein hobbi. Við hesum setningi gjørdi Tolkien lopið frá málfrøðingi til skald, eitt lop, sum var púra í samsvari við ta varsjón um skaldskap og málfrøði sum systrar, ið longu er umrødd. Hansara fyrsta skaldsøga Hobbin kom út í 1937. Um hetta mundið hevði Tolkien leingi arbeitt við einum øðrum verki, eini skapanarsøgu ella mýtologi. Hetta verkið - The Silmarillion - sum sipað varð til fyrst í hesi grein, kom út í 1977, fimm ár eftir deyða Tolkiens, greidd til prentingar av soni hansara Christopher. Tað fagurbókmenta- liga høvuðsverkið hjá Tolkien Ringanna Harri, sum kom út á fyrsta sinni 1954-55, er ikki bara eitt framhald av Hobbanum, men eisini og samstundis sprottin úr hesi veldugu og merkiligu skapanarsøgu. RINGANNA HARRI TAÐ GAMLA ríkið Númenor, eisini rópt Vesturland, sum fyrr er umrøtt, gekk til grundar í árinum 3319 í Øldini Aðru. Ríkisins seinasti kongur Elendil slapp saman við sonum sínum til rýmingar og grundaði í Miðgørð- um londini Arnor og Gondor. Um hetta mundið hevði Sauron smíðað ringin, sum hevði megi fram um aðrar ringar og megnaði at gera sín eigara ósjónligan. Vit hava longu greitt frá, hvussu kongurin Ísildur, sonur Elendil, tók ringin frá Sauron. Men Ísildur sprakk, eltur av tussum, í ánna Andúin, ið rennur millum Gondor og Mordor. Har misti hann ringin og varð síðani sjálvur dripin. Nú bar so á, at ein lítil maður, róptur Déagol og skyldur við hobbar, ein dagin fann ringin. Men hann varð brátt dripin av vini sínum Sméagol, sum tók ringin, krógvaði seg í einum fjallahelli og goymdi ringin í mong hundrað ár. Sméagol, sum er betri kendur sum Golli, var fyri tí óhappi at missa ringin, sum so varð funnin av hobbanum Bilbo, sum aftur noyddist at lata skyldmannin Fróða fáa hann. Um hetta mundið hava tveir nógv mætari harrar, nevniliga áðurnevndi Sauron, sum nú valdar í Mordor, og Gandálvur, ein av teimum sjey istarunum ella gandakallunum, fingið frænir av, at ringurin er til, og hvar á leið hann er fjaldur. Hetta er orsøkin til, at Gandálvur ein fagran dag seint í Øldini Triðju kemur at vitja Fróða í Hobbabøi í Sýsluni. Soleiðis byrjar søgugongdin í Ringanna Harra, sum í roynd og veru er ein al- heimlig glíming millum Gand- álvs bjarta og Saurons ónda vit, ein hólmgonga, sum samstundis hevur við sær, at teir hugnaligu og friðsælu hobbarnir gera lopið úr nítjandi øld aftur í fornøld og frá gerandisdegi til arketýpu. SVEIM OG TÍÐAR- VIÐMERKING HENDA SKALDSØGAN er, sum mong ásanna í dag, merkilig og veldug. Tá ið hon kom út miðskeiðis í fimtiárunum í sein- astu øld, vóru mong hugtikin, men mætir bókmentafrøðingar, eitt nú amrikanarin Edmund Wilson, feldu annan dóm yvir hana. Hetta var í eftirkrígstíðini, tá vreiðir, ungir høvundar í realistiskum og speisomum verkum lýstu Bretlands imperiala Tolkien á síni skrivstovu í Merton College, Oxford, í 1955 svanasang, og Tolkiens samtíðar- menn, James Joyce og T.S. Eliot, vóru meginsólir í bókmenta- heiminum. Tolkien umboðaði eitt bók- mentaslag, sum um hetta mundið ikki var virt av øllum - nevniliga sveim: hetta at skapa, í ævin- týranna slóð, ímyndað ella gyklað univers. Hansara fyri- myndir vóru m.a. aðrir enskir sveimhøvundar, eitt nú Dunsany lordur, Rider Haggard, einamest kendur um okkara leiðir fyri bókina Nám Sálomons kongs, og kanska serstakliga William Morris. Tann móttøka, Tolkien fekk, var - sum skilligt er í dag - eyð- kend av tí blandingi av hugmóð og stuttskygni, sum mangan eyð- kennir virdar skaldskapar- metarar. Í stuttum var hugmynd- in, kunngjørd hátíðarliga ex cathedra, tann, at skaldskapur, um nakar dugur var í honum, átti í minsta lagi at vera keðiligur. Hetta minstakrav megnaði Tolkien als ikki at lúka, tvørtur- ímóti, tí ikki bara er hann sum høvundur ongantíð keðiligur, men yvir hansara verkum - og serstakliga Ringanna Harra - leiftrar ikki bara spenningur, men merkiligur og ríkur fagurleiki. Og umframt tað hevur eftir- tíðin víst, at Tolkien, eins og undan honum Karin Boye og George Orwell, og eftir hann Astrid Lindgren, hevur megnað at lýsa sína egnu øld á meira viðkomandi hátt enn mangur realistur. Hansara slag av sveimi er sostatt nettupp ikki, sum upprunaliga varð kastað honum fyri, veruleikaflýggjan, men tað øvugta. SLÓÐIN EFTIR SNORRA AFTRAT HESUM kemur eitt annað eyðkenni, sum eigur at vekja ans í huganum á ikki minst norðbúgvum, og her serstakliga íslendingum og føringum. Vit hava longu nevnt, at Tolkien var málfrøðingur, og her kann verða lagt aftrat, at hann sigst vera tann onglendingur í nýggjari tíð, sum var kønastur í angulsaksiskum. Umframt tað var hann kønur í fornnorrønum og dugdi eisini keltisk mál. Sagt verður um hann, at í hansara skaldsligu skapan komu orð og nøvn fyrst, í teirra slóð søga og skaldskapur, við øðrum orðum: málið kveikti, við sínum ríka farra av huga- sambondum, søguna. Íblástur til søgu, og til nøvn, mál, evnir og ímyndir, fekk Tolkien úr mongum málum og mentanum. Álvamálið í Ring- anna Harra tykist t.d. ávirkað bæði av keltiskum og finskum, nøvn sum Pippingur og Meriadok eru hinvegin frankisk, meðan øll konganøvnini í landinum Rohan eru angul- saksisk. Tá ið Boromir í øðrum parti av Ringanna Harra, álopin av fjallatussum, í síni neyð blæsir í lúður, nærkast vit søgu og ímyndum, sum vit kenna frá Ámunds Rímu og Runsivals- stríði, og sum Tolkien ivaleyst kendi úr Karlamagnusar Søgu ella tí franska Rólantskvæðinum. Men tann ríkasta fongin av søgu, nøvnum og ímyndum bæði í Hobbanum og í Ringanna Harra fann Tolkien ivaleyst í norrønum skaldskapi. Samrøðan millum Bilbo og drekan Smák í Hobbanum fær ein at hugsa um samrøðuna millum Sjúrð Sigmundarson og drekan Fávnir, sum kemur fyri í Fávnismáli í Eldru Eddu. Eitt annað brot í Hobbanum, har Bilbo og Golli kappast um at gita gátur, kann førast aftur til gátukapping í tí fornensku yrkingini Sálomon og Saturn. Gátukappingar av sama slagi finna vit í norrønum fornsøgum, sum sæst eitt nú í Søguni um Heiðrik Kong hin Vísa og tí føroysku Gátu Rímu. Og 16 av sínum dvørganøvnum hevur Tolkien lænt beinleiðis og óbroytt at kalla úr Vøluspá, sum skilst av m.a. hesum ørindum (her týdd eftir førimuni): Har var Mótsognir mætastur skaptur av øllum dvørgum, og Durin annar; teir mannlíkar mangar gjørdu, dvørgar úr jørð, sum Durin segði. Nýi og Niði, Norðri og Suðri, Eystri og Vestri, Altjóvur, Dvalin, Bivur og Bávur, Bombur, Nóri, Àn og Ánar, Ái, Mjøðvitnir. Umframt hesar verða nevndir í Vøluspá Gandálvur, Tráin, Trór, Fíli, Kíli, Fundin, Glóin, Dóri og Óri - alt garpar, vit finna aftur hjá Tolkien. Her eiga vit sjálvsagt at minnast, at Gandálvur, sum í Vøluspá er dvørgur, í Ringanna Harra er ein nógv mætari og tignarligari harri. DIMMISKÓGUR MEN UMFRAMT hesi og onnur persónsnøvn hava eisini mong staðanøvn í Ringanna Harra norrønan dám og uppruna. Áin Anduin fær ein at hugsa um ánna Dún, sum sjálvsagt er Donau, og Rohan fær hugan at leita til Reiðgotaland frá fólkaflytingar- tíðini. Í Skírnismáli sigur Skírnir, tá hann av Froyi verður sendur á biðlaferð, við hest sín, at teir noyðast at fara "um slavin fjøll, yvir tussatjóð". Hetta eru Toku- fjøllini, sum Bilbo fer yvirum, og har hann hittir teir tussar, sum Tolkien rópar orkar. Ikki minni áhugavert er staðanavnið Dimmiskógur, sum Tolkien rópar Mirkwood. Hesin Dimmiskógur, markið eystarlaga í Europa millum fjøll og vall- fløtu, verður av Tolkien til tað ókenda - bæði óunniliga og hugtakandi - landið millum siðmenning og heidnan ruðu- leika. Í Eddakvæðum verður greitt frá, hvussu gjúkagarpar ríða gjøgnum Myrcvið inn ókunna at gista Artala kong á Húnalandi. Í Søguni um Heiðrik kong hin Vísa krevur Hløður frá hálvbeiggja sínum Angantýri Hrís þat it mæra, er Myrkviðr heitir: tann gitna skóg, sum rópast Dimmiskógur. Kravið endar við vanlukku, sum skilst av hesum orðum, sum Ormar sigur við Angantýr: Sunnan eri eg komin at bera hesi tíðindi: nú brennur hin mæta Myrkviðar heiði, og Gotaland drívur av mannablóði. ÓÐIN, GANDÁLVUR OG ANDVARANAUT HER SKULU bara verða nevnd tvey dømir aftrat um tað serliga norrøna-tolkienska vegamótið, sum er so sjónskt í Ringanna Harra. Tann norrøni og forn- germanski gudurin Óðin er ein sera samansettur skapningur, bæði kongur og gandakallur, tann sum stýrir og valdar, og tann, sum skapar deyða og ruðuleika. Hann er eisini heiðin prestur, og meira enn tað, ein gátuførur shamanur, sum ofrar seg sjálvan til síns sjálvs, heingir seg á Yggdrasill og er burtur, kanska í deyðans ríki ella Hel, í níggju samdøgur. Hetta fær ein at hugsa um, hvussu Gandálvur, eftir bardagan við balroggin á brúnni í Khazad- dûm, verður togaður niður í dýpið og har tykist gera eitt slag av deyðsferð. Gandálvur, tann gamli maðurin við stavi, sum bæði dugir meira enn at mæta seg og megnar bæði deyða og endurføðing, tykist at sipa ikki so lítið til Óðin. Onkur hevur hildið fyri, at Óðin, tann fjøl- broytti og margtýddi, verður førdur gjøgnum Tolkiens kristna sáld, og síðani greinar seg sundur og verður til Sauron (óndskap og deyða), Saruman (svikara) og Gandálv (tann góða ganda- kallin). Skyldskapurin millum Gandálv og Óðin fær eisini stuðul, um hugsað verður um, at eins og Gandálvur hevur eyguni eftir Fróða, ringberanum, soleiðis hevur Óðin, verndargudur hjá Vølsungum, eyguni eftir Sjúrði Sigmundarsoni, sum sigst í Regin Smiði: Ein kom maður á vøllin fram, vá við eggjateini, eittans eyga í heysi ber, og knepta brók á beini. Í Ringanna Harra koma fyri mangir merkiligir lutir, nakrir teirra ímyndir, sum sipa bæði til kristna og heidna mentan. Har Katrin Olsen, stud.med. og róðrarkvinna: Fyrst og fremst ynski eg frið á jørð og alt gott fyri familju og vinir, at øll liva væl og hava tað gott. Fyri meg sjálva hopi eg at sleppa undan skaðum og sjúku, so at grundarlagið fyri einum góðum róðrarkappingarári er sum best. Ein dreymur um medalju um hálsin lúrir, men eg veit, at fyri at dreymurin skal gerast veruleiki, skal arbeiðast hart og málvíst. Har skal meira enn held og ynskir til. Styrki og dirvi til at fara eftir dreyminum er nokk tað, eg ynski skal fylgja mær. Nýggjársynski Dómadagsfjallið. Mynd eftir brøðurnar Hildebrandt Framhald á næstu síðu C M Y K 47 46