mánadagur 1. desember 2003síða 25
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
48
Nr. 244 - 23. desember 2003
Nr. 244 - 23. desember 2003
49
eru teir sjey palantírarnir, teir
fjarskoðandi steinarnir, sum
Elendil og synir hansara hava við
sær úr Númenor. Um lembas-
breyðið, sum hobbarnir fáa frá
álvunum og hava við sær sum
ferðamat, og sum ikki slær
falskar mentir, skal Tolkien hava
sagt, at tað í grundini er
altarbreyð.
Og so eru tað ringarnir, teir
sjey, teir níggju og teir tríggir -
Narja, Nelja og Vinja - sum
álvarnir fáa. Mætastur av øllum
er Ringurin Eini, sum valdar
teimum sjey og teimum níggju.
Ringin sum ímynd finna vit
eitt nú í Karlamagnusar søgu. Í
norrønum skaldskapi verður
greitt frá, at Loki, á ferð saman
við Høniri og Óðini, er so
óheppin at drepa Otur, sum er
bróðir Regin og Fávnir. Teir
krevja nú skaðabøtur, og Loki fer
tí niður til dvørgin Andvara og
noyðir hann av við ein hóp av
gripum, teirra millum tann
dýrabara ringin, sum Andvari í
síni vreiði ger til ein óeydnisring,
og sum fær navnið Andvaranaut.
Klingran av óeydnu, sum
ringurin í sínum skapi ímyndar,
tekur beinan vegin við og er fyrst
Regini, síðani Fávni og endiliga
Sjúrði at bana. Hetta er sami
ringur, sum ber tónaverkið Der
Ring der Nibelungen eftir
Wagner og Ringanna Harra eftir
Tolkien. Men - sum vit seinni
skulu síggja - vendir Tolkien
søgugongdini heilt við.
Á SLÓÐINI EFTIR GRIMM
OG LÖNNROT
Men latið okkum, áðrenn vit
hyggja at ringsins ferð úr Sýsl-
uni, royna at sessa Tolkien í
einum mentunarsøguligum
samanhangi. Sagt verður, at tað
harmaði hann nógv, at Ongland
ikki, eins og mong onnur euro-
peisk lond, átti eitt ríkidømi av
forn- og miðaldarskaldskapi. Her
hevði hann kanska serliga grund
til at øvunda sínum egnu ætt-
monnum, týskarum, at teir, m.a.
takkað veri søvnunum hjá
brøðrunum Jacob og Wilhelm
Grimm, áttu eitt ríkidømi av
søgum og ævintýrum, sum vóru
fólksins støði og andaligi
ljómbotnur. Á sama hátt hevði
Elias Lönnrot í Finnlandi í 1830-
árunum burtur úr finskum
hetjuskaldskapi skapt og savnað
tjóðkvæðið Kalevala. Og, kunnu
vit leggja aftrat, sama bragdið
útintu Sven Grundtvig, V.U.
Hammershaimb og Jakob
Jakobsen í Føroyum.
Ringanna Harri er, sum Tom
Shippey professari (hvørs bók
J.R.R. Tolkien. Author of the
Century, 2001, eg einamest havi
styðjað meg til í hesi grein)
hevur víst á, Tolkiens svar upp á
avrikini hjá brøðrunum Grimm
og Lönnrot. Við hesum verki,
sigur Shippey, leitaði Tolkien
aftur í forna tíð eftir einum
ímyndaðum heimi, sum, helt
hann, eina ferð veruliga hevði
verið til í tjóðarinnar heildar-
medviti. Samanberingin er
áhugaverd, men so mugu vit
leggja aftrat, at andsvarið hjá
Tolkien er av serligum kreativum
slag.
RINGLIÐIÐ
RINGANNA HARRI er býtt
sundur í seks partar, sum vanliga
verða givnir út í trimum bindum,
við tveimum pørtum í hvørjum
bindi. Og tað er fyrsta bind,
Ringliðið, sum fevnir um tíggju
kapittul og 468 síður, sum nú er
komið út á føroyskum, í týðing
eftir Axel Tórgarð.
Vit hava longu nevnt, at Gand-
álvur og Sauron hvør í sínum
lagi hava fingið frænir av, at
Ringurin Eini er til, og á leið
hvar hann er at finna. Men
Gandálvur er tann fyrri av teim-
um báðum, og ein fagran dag
leitar hann Fróða upp í Hobbabø
í Sýsluni. Um hetta mundið er
Bilbo horvin, og Fróði hevur
ringin. Gandálvur greiðir nú
Fróða frá ringsins merkiligu
søgu, og frá hvat vald er tengt at
honum. Fróði er gyrdur í brøkur,
tí øðrumegin er ikki ráðiligt at
lata ringin frá sær, og hinumegin
er Hobbabøur hóttur av van-
lukku, so skjótt sum Sauron fær
at vita, hvar ringurin er. Fróði vil
sleppa úr hesi vandastøðu við at
geva Gandálvi ringin. Men
Gandálvur svarar:
Freista meg ikki. Tí at eg vil ikki
vera sum tann Myrki Harrin
sjálvur. Men kortini hevur
ringurin funnið veg til mítt
hjarta við miskunnsemi,
miskunnsemi við teimum veiku
og langtan eftir styrki at gera
gott. Freista meg ikki! Eg tori
ikki at taka hann, enntá ikki at
hava hann í varðveitslu uttan at
brúka hann. Hugurin at brúka
hann vildi borið av megi míni.
Fróði veit sær nú ikki onnur ráð
enn at rýma úr Sýsluni. Við í
ferðini eru tænari hansara Sam
Gamban og vinmenn hansara
Pippingur og Káti. Teir eru fyri
mongum merkiligum tilburðum,
men rættilig gongd kemur ikki á
søguna, fyrr enn teir kom til
Klivdal. Her, í ríkinum hjá
Álvrádna, hálválvinum, verður
ráðstevna hildin. Millum teirra,
sum taka orðið, eru dvørgurin
Glóin, Álvrádni sjálvur, Gand-
álvur og tveir menn, sum fáa
týdning seinni, Boromir úr
Rohan og tann gátuføri Aragorn,
róptur Stígur Flakkarin.
Tá ið ringsins søga og náttúra
og tey politisku viðurskiftini í
Miðgarði eru lýst úr øllum
sjónarhornum, skulu tveir
spurningar avgerast. Hvat skal
gerast við ringin? Og hvør skal
gera tað? Eftir nógv orðaskifti
verður gjørt av, at ringurin skal
berast aftur til Orodruin, dóma-
dagsfjallið og blakast niður í
eldrivuna, haðani hann uppruna-
liga kom. Tá ið hin spurningurin
- um hvør skal bera ringin hagar
- kemur fyri, verður tøgn:
Eingin talaði eitt orð. Fróði
stardi at øllum andlitunum, men
tey vóru ikki vend at honum. Alt
ráðið sat við eygunum niðureftir,
sum hugsaðu teir djúpt. Ein
stórur ótti kom á hann, sum
væntaði hann, at ein dómur fór
at verða sagdur ... Ein
ovurhonds longsul eftir at hvíla
og vera í friði undir liðini á
Bilbo í Klivdali fylti hjarta
hansara. At enda spenti hann seg
út og tók til orða, og undraðist
um at hoyra síni egnu orð, sum
onkur annar vilji brúkti hansara
veiku rødd.
"Eg skal taka ringin," segði
hann, "hóast eg ikki veit vegin."
Nógv hevur verið skrivað um, í
hvønn mun Ringanna Harri sipar
til sína samtíð. Sjálvur hevur
Tolkien hildið uppá, at hetta verk
ikki skal fatast eitt nú sum ein
allegori um Annan Heims-
bardaga. Hóast ein kann geva
honum rætt í, at tað als ikki ber
til at vísa á nakað eintýtt
samband millum verkið og
samtíðina, ber heldur ikki til at
Bloemfontain í Suðurafrika, har Tolkien búði sum barn
J.R.R. Tolkien og kona hansara Edith
Framhald av síðu 47
Framhald á síðu 50
Vit ynskja øllum okkara viðskiftafólkið
eini gleðilig jól
og eitt gott nýggjár
og takka fyri tað brátt farna
Til várs síggjast vit í okkara nýggja
bygningi í Stiðjagøtu
Faroe Coldstore
3/171.pdf
C
M
Y
K
49
48
Faroe Cold Stores
- Your full range service partner in the North Atlantic
WWW.FAROECOLDSTORES.COM
Faroe Cold Store Pf.
FO-900 Vágur
Faroe Islands
Mobile
+298 21 02 81
Fax
+298 37 46 11
Mobile
+298 21 46 10
+298 21 69 03
Faroe Cold Stores offer:
- Storage up to 9,000 tonnes in two halls, total 4000 sq. metres
-
EU- Check Point (BIP Point)
-
Stevedoring
-
Freight from Faroe Islands to destinations world wide for container loads & bulk loads
-
Inspection room with all necessary equip ment such as computer scale, thawing
area and work benches.
-
Sorting area
Other local facilities:
-
Shipyard with slip up to 2,000 MT
-
Machinery shops
-
Bunkering
-
Provisions & spirits
-
Hotel & pub
-
Quayside: 140 m + 60 metres
-
Draft on midwater: 6,8 metres
-
New deep water quayside are of 100 meters in front of the cold stores completed 2004